hósdagur 21. mai 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 21. maí 1987
kundu útvega manningini
kjøt. Tá spurningurin tók
seg upp um vitjan hansara
umborð, segði hann av-
gjørdur, at hetta skuldi
verða sama leygardag. Eg
beyð honum so til dogurða
kl. 3 og fór umborð aftur í
sirminum, ið er besta
summarveður her. Í erva
er mjerkin tjúkkur, og
surkið liggur í stórum
dropum á benum.
Fjáltur kom á kokk-
arnar, tá teir frættu um
innbjóðingina, sum eisini
umfataði næstamann mín,
ein annan yvirmann, dokt-
aran og elsta kadettin,
men tignarliga varð borð-
reitt, og matseðilin um-
fataði, tosk, feska súpan,
lambskotelettir (úr Noreg)
við benum, breme brulé,
stoktan fugl og perur við
róma (úr Feroyum). Eftir
kaffi fingu vit sigarir og
puns til seint var. Nú var
eg troyttur, sum eg hevði
etið og drukkið bæði væl
og virðiliga, verið í landi
— og ikki blundað náttina
fyri. Tá vit segdu góða-
nátt, beyð amtmaðurin
okkum — 17 monnum —
til diné sunnudagin kl. 5
heima hjá sær, og har
gekk tað bæriliga fyri seg
saman við tí betra fólkin-
um úr býnum, cham-
pagnuskálum, frýntligari
vertskonu og tónleiki
aftaná.
Veðurlag og gróður
Tá vit reistust frá borði,
fóru vit at hyggja at
skansanum — ein lág lon,
fjald millum vellgarðar,
hermannasteð við 8 monn-
um og 2 kanónum. Urta-
garðurin var meira
áhugaverdur, har vóru 2
dvergabjarkir, einir 2
ungir lynar (len), nakrir
krúpandi pílarunnar, eitt
lítið selje-roynitræ, eitt
ella tvey blómandi royni-
tre og nógvir ribsrunnar,
(vinbár — kann eisini
merkja sólber. Týð.) tó í ár
uttan ber. Hópurin av
blómum, nekur beð við
sprettandi ertrum og
blómandi jarðberjum vóru
eisini at síggja.
Á veg til tað vakurt
hampaða tinghúsið, sum
ell onnur hús úr viði, við
menureising, flagtaki,
klætt við viði og ósmurt,
; ;
shmedriseivee steen
I1t2G? p”
hugdu vit at einum
føroyskum rossi, ljótari
enn okkara Ølandsross,
við sterri hevdi og óslætt-
ari hárferð. Rossini ganga
úti alt árið — uppi millum
fjøll er altíð gras at finna
millum steinarnar, tí vet-
urin er ongantíð kaldari
enn 8%. Kavi liggur sjáld-
an leingi, ísur ongantíð,
men ódnirnar eru ófatiliga
harðar, í ár t.d. fluttist ein
kirkja á Kalsoynni 7 alin í
vetraródn. Hoyggj hava
tey ikki nóg mikið av —
hetta er annars tað ein-
asta, ið dyrkað verður
nærindis húsum, umframt
nakað av eplum. Tey
velta, taða við fiskar-
hevdum og ellum
meguligum, og kunnu fáa
ein slåttur av góðum
grasi, sum verður hoyggj-
að og lagt í hoygarðar,
klíggjað við bondum og
steinum, so hoyggið ikki
ú hør FL Frøer?
skal fúka burtur, og givið
neytunum. Tær kýr, eg sá,
vóru danskar, og tær
mundu ikki, seins og
seyður og ross, tola himm-
alin sum vetrartak. Teir
fiska til lívsins uppihald,
og teir turkaðu toskarnir
verða seldir til handils-
mannin fyri 1 3/4 RD. lis-
pundið til útflutnings,
eins og bundnar troyggj-
ur, ið viga 1 1/2 skálpund,
verða avreiddar fyri 2 1/4
RD. hver.
Bátsferð
Millum mangt sjåldsamt,
id vert er at geva gætur å
hesum viðaleysu oyggj-
um, funnu vit, at tey so-
nevndu fuglabjergini vóru
mest verd at síggja, og av
tí at ferðin til teirra var alt
ov vandamikil fyri okkara
skipsbátar, tók eg fegin
móti tilboðnum frá amt-
manninum, at hann skuldi
taka okkum við í sínum
tíggjumannafari —
grindabátur — kl. 7 mána-
morgunin, og hava kunn-
ugan og vanan loðs við.
Teir vóru heldur seinir á
veg, skuldu drekka kaffi
hjá mær fyrst og roksaðu
gruiligt, so formaðurin
fyri ferðini varð ótolin. Eg
gjørdi, hvat eg kundi fyri
at skunda undir teir, og
vit sluppu avstað, tá
klokkan var farin av hálv-
gum niggju. Vestfallið,
sum vit skuldu hava við
okkum, var nærum
runnið, vit komu í íður, og
sera óslætt var, tá vit
settu inn í Kirkjube
(uttalas pá Fárøska:
tjertjebøj), har vit skuldu
síggja toftirnar av einastu
grótkirkju i Føroyum,
sum kundi verið ståsilig,
men ongantíð var liðugt
bygd so langt sum til
hválv og tekju. Tey vildu
bjóða okkum mjólk, men
formaðurin segði, at jú
stytri steðgurin var, jú
betri. Í staðin settu vit
segl, ótu av matskjátt-
unum og leskaðu bæði
okkum og róðursmenninar
av tí váta. Hetta var í
tekum tíma, tí tá vit fóru
um Hælin í Hesti, varð
óslætt, so alt mátti pakk-
ast niður, og landsins
skúlameistari fekk
sjóverk. Eystanvindur
var og havaldan stór, ein
minni góður bátar, ein
minni skilagóður
formaður enn okkara,
Mikkjal Pauli, og óvanir
róðursmenn kundu komið
í óferi. Men eftir nakrar
brestir og smávegis
skvampar komu vit inn
undir næstu fuglaoyggj,
ta 900 fót høgu Sandoy.
Skamt frå er Trøllhøvdi,
har bakkin er høgur móti
havinum.
Síða 17
Tå vit nærkadust sund-
inum millum oyggjarnar
báðar, var so ókyrt, at for-
maðurin vildi ikki fara
hagar, men lovaði at vísa
okkum norður um Hevdan
ístaðin. Men har var eisini
so nógv run í sjónum, at
vit máttu ikki koma ov
nær berginum. Bergið var
alt avtakið við hundrað-
tals sjófuglum — lomviga
og lunda — svartir við
hvítum bringum, og tann
seinni smærri við reyðum
nevni og fótum. Fuglurin
situr í rókunum í longum
hvítum reðum, hevur egg
og letur seg heldur taka,
enn hann rýmir haðani.
Hetta fær bjargamenn at
lata seg binda í línu og
síga niður av eggini hang-
andi yvir avgrundini og
kippandi ein fuglaháls fyri
og annan eftir. Fuglurin
verður síðan blakaður
niður til bát, ið liggur
niðriundir. Av 10 fuglum
fara 2 til skatt, tíggjund
og annað gjald, 4 til jerð-
ina og bjargamenninir fáa
4. Fyri hesa innlegu — salt
fuglakjøt og vánaliga
snikuta fjødur — våga teir
uttan himpr lívið, antin
teir so hanga úr hvøssu
eggini ella grulva uttan
nakað at halda sær í á rók-
unum. Tað erar fyri ein
bara at hyggja upp hagar.
Lítið dugir hjá mær at
royna at lýsa ta storbæru
sjón, hetta egiliga berg —
úr bátinum, ið syftist upp
og niður í aldunum, og
stundum koma so nær
klettinum, at vit kundu
síggja nevn og fetur á
Framhald á síðu 16