Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1987síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Nr. 58 — 23. maí 1987 Tá Heðin Brú fylti 85 var stórt hátíðarhald í Norðurlandahúsinum. M.a. vóru gjerdar fleiri yrkingar til Heðin Brú henda dagin. Vit endurprenat nakrar teirra. Mál títt Mál títt sum smálambið stokkið og frigjørt og spolið við renningarlopi meðan tað gramliga sýgur móður sína. Snøgt og sterkt og sum hegt úr blágrýti og sett við tirnum. Stælt og bítandi hvast sum hitt dongda stál fall tað í oyrað. Trivaligur tin vælvelti bøur vakstrartungur. Og vid vøkrum blómum og sjåldsomum anga. Og fræið nælir í moldum. Heðin Klein Grøn tún Grøn livandi tún tuflutitan lítil åarløkur livsins stóri fossur. Undir kolli vinarlig vitug eygu sterkar tenn millum læandi varrar dvínandi fjallaskuggi og millum smáar gentufingrar vársins fyrsti summardåi. Marianna Debes Dahl Teigar Gjøgnum skursl upp um skorð maður eina millum bygda at sýna veltur at mana gróður úr gaddi at tala um nýggjar dagar og síðani saman at læa seg inn í gamlar nætur Upp í tínar skorar av orðum gjøgnum tinar áir av søgn her liggur landiå velt titt teigalendi i grønari skrift. Gunnar Hoydal Vidhvørt tosa vit um nakad, sum vit kalla hitt gamla norrøna frásegukynstrið. Vit hugsa tå um hetta at duga at siga eina søgu, taka hana ur egnum barmi og bera hana fram. feska, uttan at faftra å. Ikki øll skald eiga hesa gåvuna, ti skaldskapur kann eisini vera tad at seta saman år ymsum tilfari, eitt mynstur ella ein mosaikk, umhugsað og fyri- reikað. Men Hans Jacob Jacobsen — ella Heðin Brú, sum hansara skaldanavn var — átti hesa gávuna. At duga at fortelja eina segu frá byrjan til enda, so at lesari ella áhoyrari sat sum undir lestri. „Meðan eg bíðaði, tók eg blýant og pappír og skrivaði eina søgu«. Soleidis hevur hann onkuntíð tik- ið til, og soleiðis mundi hann mangan gera, tá hann ferðaðist um bygdirnar sum landbúnaðarráðgevari, og ein leta var. Við hesum er ikki sagt, at hann ikki gjørdi sær ómak. Tverturímóti, segurnar vóru sneggað- ar og skrivaðar umaftur og umaftur, onkuntíð upp í sjey ferðir. Ein hugflogsins eldur tykist at hava brim- að í honum líka frá barnaårunum. Sjónir hava elt hann, troðkað á og viljað sloppið út. Eitt er at hava hugflog. Eitt annað er at sleppa at geva sínum hugflog mál og ein út- veg. Tað er væl hugsandi, at mangur føroy- ingur — maður sum kvinna — er farin i grøv- ina vid sinum gåvum, bara kendur sum serlingur ella ørvitisknokkur. Fyri Hedin Brú var tað avgerandi, at hann í sínum upp- vekstri livdi á markinum millum 18. og 20. aldar hugsunarhátt, millum tað ófrælsið, sum var felt inn í bóndasamfelagið og tað frælsið, sum kom við liberalismuni. Týðilig- ari enn mangur annar hevur hann skilt og lýst lopið úr miðeldini inn í nútíðina. Hvussu foroyingar í bóndasamfelagnum — tann stóra fjøldin — vóru leinkjaðir at gerðunum, sum húskallar ella arbeiðskonur. Hvussu øll portur knappliga vóru latin upp, tá trælalóg- in var avtikin í 1846 og einahandilin í 1856, so at tað kom at standa hverjari kvinnu og hverjum manni í boði at ogna sær heimin, fara undir handil, fiskiskap ella fara út at ogna sær lærdóm. Toganin millum miðeld og nútíð var drúgv, helt á inn í 20. eld, og tvídrátturin í barnaárunum hjá Heðini Brú var sum ein spegilsmynd av tvídráttinum í samfelagnum, millum feudalismu og liberal- ismu. Hans Jacob hevði tíðliga sett sær fyri at fara til skips at vinna pengar og so fara burtur at lesa og læra. Foreldrini skiltu hann ikki og vóru trek at sleppa honum avstað. Í síni neyð fór hann tá til gongu til Sands at biðja ein skyldmann hjálpa sær. Brotið, har Heðin Brú greiðir frá, hvussu hesin skyld- maðurin kemur við honum eystur aftur til Skálavíkar at tala hansara sak fyri foreldru- num, er eitt hitt mest hugtakandi í endur- minningum hansara. Lesarin hómar, at á hesum krossvegi var gjert av, um Feroyar skuldu fáa eitt stórt skald ella ikki. Hans Jacob fór til skips. Hann vann pen- ing, fór á háskúla, fór burtur at læra. Hann fór eisini at skriva. Fyrsta bókin hjá honum var Lognbrá. Seinni komu Fastatekur, Feðgar á ferð, Fjallaskuggin, Flokatrøll. Tað, sum føroyingar mest heftu seg við við hesum fyrstu bókum hansara, var mål- burðurin. Málið hjá hesum unga skálvíkingi- num var ikki — sum hjá so mongum føroyingi tá — darvað av nybyrjanar himpri og royndum. Tað tóktist ikki at hefta fyri hjá honum at finna plegg, skorin úr góðum føroyskum máli, at lata sínar myndir, tankar og kenslur í. Onkursvegna var tað, sum hann — við hondini fastari um róðurarmin — stýrdi beint ímillum tey bæði skrímslini Schyllu og Charybdis, har ið annað umboð- aði danskt árin og brongl og hitt eitt aftursvar, sum — tí tað var í so dygt — kom at skrykkja góðar vekstir í foroyskum máli upp við rót. Málið hjá Heðini Brú var grent og mjúkt og vallað sum landslagið á Sand-