leygardagur 23. mai 1987síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Bygdaráðið
avgjórdi
at bíða
— Ruskplássið á Fossdals-
bakka er stongt.
myndugleikarnir
hava
kravt hetta, men tí umsjón-
armenninir eru í verkfalli.
Bygdaráðið bíðar við at
taka stoðu til Heilsufrødi-
liga Starvsstova hevur sagt
sína meining um plássið,
hagar
ruskið
,
ur niggju
kommunum fer.
Bygdarådid i Nes komm-
unu fer onki at gera við
spurningin, um ruskpláss-
ið á Fossdalsbakka skal
latast aftur, fyrr enn
Heilsufreðiliga Starvs-
stovan hevur tikið steðu í
málinum.
Hetta varð avgjert á
bygdaráðsfundi miku-
kveldið, upplýsir bygda-
ráðsformaðurin Arni Hgj-
gaard.
Spurningurin um Foss-
dalsbakka hevur ofta
verið frammi í vetur.
Nakrar ferðir hevur
ljóðað, at nú bleiv
ruskplássið stongt. Men
hetta er ongantíð blivið
veruleiki.
Ruskið úr níggju komm-
unum í Suðureysturoynni
verður koyrt á Fossdals-
bakka og Tinghellu, sum
er undir bakkanum. Foss-
dalsbakki er í Nes komm-
unu og 26. februar í ár av-
gjørdi bygdaráðið at loyva
renovatiónsfelagsskapin-
um at brúka plássið til 1.
mai í ár og síðani taka
málið fram aftur tá.
Nú hevur bygdaráðið so
havt málið frammi aftur.
Og avgjert onki at gera,
fyrr enn Heilsufreðiliga
Starvsstovan hevur sagt
sína meining.
Klagur
Heilsufreðiliga Starvs-
stovan, sum er kæru-
stovnur í heilsumálum,
hevur fingið kæru frá fólki
í Æðuvík. Heilsunevndin í
Nes kommunu hevur ann-
ars givið æðuvíkingum
viðhald í fleiri viðurskift-
um viðvíkjandi ruskpláss-
inum. Men tey halda, tað
gongur ov seint at av-
greiða málið og hava tí
vent sær til Heilsufreði-
ligu Starvsstovu. Fólk
haðani hava verið á Foss-
dalsbakka og kannað
umsteðurnar og ætlanin
er at avgreiða málið,
áðrenn summarið kemur.
Æðuvík er næsti grann-
in hjá ruskplássinum.
Bara umleið ein kilometur
er millum tað og bygdina.
Fólk í Æðuvík kæra seg
um ringan lukt og nógvan
royk frá ruskplåssinurn.
Verkfall
Annars er ruskplássið á
Fossdalsbakka stongt í
letuni. Ongin, uttan teir
báðir umsjónarmenninir,
hevur lykil til portrið og
teir eru í verkfalli.
Nú verkfallið hevur
varað tvær vikur, er
ruskið farið at hópa seg
upp við sethúsini í teimum
níggju kommununum,
sum eru í Renovations-
felagsskapinum í
Suðureysturoynni.
hd
Ikki ti
Henning Moritzen fekk nógu rós fyri spæl sitt í »Natten er dagens more.
Hann spælir drykkjumannin Martin. sum synirnir Georg og Martin hata og konan Elin ht
fra
Nåttin er
ørki kann ella vil ryma
dagsins móðir
Nú fáa feroyingar loksins
hevi til at gerast kunnigir
við svenska sjónleika-
skaldið Lars Norén, sum
kanska er besta sjónleika-
skald í Norðurlondum í
dag.
Í morgin koma til Fer-
oya 13 fólk úr Kgl. Leik-
húsinum í Keypmanna-
havn. Fýra teirra, Henn-
ing Moritzen, Astrid
Villaun:e, Leif Skriver og
Henrik Koefoed, fara
mánakveldið og týskveld-
ið kl. 20.00 og mikukveld-
ið kl. 19.00 at framfera
leikin hjá Norén, >Natten
er dagens mor<, í Norður-
landahúsinum.
Carsten Brandt og Tine
Blichmann hava umsett
leikin úr svenskum.
Leikstjórin er svenskur,
Gøran Stangertz. Hann
var eisini leikstjóri, tá
hesin leikur varð spældur
fyrstu ferð, í Malmø í
1982.
»Natten er dagens mor«
er um eini hjún og tveir
synir teirra og tað, sum
fyriferst teirra millum á
vertshúsinum, maðurin
eigur.
Byrjaði sum
yrkjari
Lars Norén gjerdi fyrst
vart við seg 19 ára gamal í
1963. Tá skrivaði hann
yrkingar. Hann hevur
eisini skrivað skaldsegur.
Men í 1972 byrjaði hann
sum dramatikari, við út-
varpsleiki. Síðani hevur
hann skrivað nógvar sjón-
leikir, sum hava vakt
miklan ans og ofta eru
spældir, ikki minst í Dan-
mark.
Fyri tveimum árum síð-
ani gjørdi danin Carsten
Brandt ein film eftir leik-
inum »Dæmoner«. Filmur-
in varð gjørdur í Svøriki.
Kgl. Leikhúsið hevur
spælt »Natten er dagens
mor« síðani oktober í fjør.
Tey hava ferðast um alt
Danmark við leikinum og
yvir 100 sýningar hava
verið. Tey hava júst verið
á Bornholm og seinastu
sýningarnar vera so í
Havn í næstu viku.
Ferðin til Feroya kostar
162.000 kr. og Dansk-
Færesk Kulturfond rindar
tveir triðingar. Seinasta
triðingin rindar Norður-
landahúsið.
Atgongumerki til tær
tríggjar sýningar eru at
fáa í Kunningarstovuni og
Norðurlandahúsinum. Tey
kosta 40 kr.
Í andglettinum
Lars Norén er sera ómild-
ur í verkum sínum. Mis-
kunnarleyst lýsir hann
fólk í dýrastu neyð. Á ein
hátt kann hann samanber-
ast við landsmannin
Strindberg, sum eisini
fekst við at avdúka psyko-
logiska kríggið millum
hjúnafelagar. Men við-
hvert virka verkini hjá
Strindberg sum barna-
leikir móti teimum hjá
Lars Norén.
Men hóast hann skrivar
um syrgiligar lagnur, so
hevur Lars Norén eisini
humor og ikki sert heldur.
Hann er heldur ikki nega-
tivur, persónarnir hjá hon-
um hava ein ótrúligan
vilja til at liva, hóast alt.
Teir eru als ikki nakrir
sjálvmorðskandidatar.
Lars Norén heldur altíð
við teimum, sum eru í and-
glettinum.
hd
Toftir fáa nú
havnarfúta
Nes kommuna fær nú ein havnarumsjónarmann.
Bygdaráðið avgjørdi mikukveldið at seta Paula
Petersen á Saltnesi í hetta nýggja starvið. 12
umsekjarar vóru.
Havnarumsjónarmaðurin skal hava skrivstovu
í nýggja terminalbygninginum við ferjuleguna á
Toftum.