Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. november 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 228 - 27. november 2002 Nr. 228 - 27. november 2002 3 Leygardagin 9.november komu deyðsboðini av Villa Hansen í Sørvági. Hann var bert 54 ára gamal nú hann flutti. Ongin av okkum vardi, at hann skuldi fara so bráddliga. Sum so ofta fór hann frá húsum hendan morgunin - ein túr út á Bakka og út í bátahylin, har hann átti so nógvar túrar, men at hetta skuldi verða hansara seinasti túrur, tað vardi ongan. Vilhelm Andrew Arnholdson Hansen var navn hansara. Men í dagligari talu var hann bara nevndur Villi. Hann var sonur Brynhild, ættað av Slættanesi, og Arnhold hjá Dunga-Vilhelm í Sørvági. Børnini hjá teimum báðum, Brynhild og Arnhold, vóru sjey í tali. Í dag eru bara trý eftir á lívi. Við sínum 54 árum, var Villi nógv elstur av teimum, ið farin eru. Hini børnini, sum deyð eru, vóru hesi: Vilhelm, føddur 26. januar 1943, deyður 28.januar 1944, 1 ára gamal, Jan, føddur í 1956 og deyður í 1980, 24 ára gamal, Anna Helena, fødd í 1964 og deyð í 1996, 31 ára gomul. Sjálvur doyði Arnhold í 2000. Hann var tá 92 ára gamal. Brynhild og Arnhold mistu sostatt trý av sínum børnum, meðan Arnhold enn var á lívi, og nú Arnhold er farin, misti Brynhild tað fjórða av børnunum. Tað má sigast at vera ein sera tung lagna. 10. august 1974 giftist Villi við Lisu, dóttir Nensiu og Theodor Thomasen í Sørvági; tey settu búgv Uppi á Kvíggj í Sørvági og fingu eitt barn, dóttrina Elin, sum er vaksin og gift við Heðin Jørgensen úr Miðvági. Elin og Heðin eiga tey trý børn - trý abbabørn, sum Villi var sera góður við, og tey vóru sera góð við abba sín. Villi var ein stillførur og vinsælur maður. Hann var ógvuliga góður við konuna, dóttrina, versonin og abba- børnini. Hann var sera góður við sítt heim, og gjørdi alt fyri at heimið skuldi vera so gott og fjálgt, sum gjørligt. Villi gjørdi nógv av at ganga inn á gólvið hjá næstringum, vinum og kenningum, og dámdi sera væl at fáa eitt prát, serliga um farna tíð og um gamlar dagar. Regluliga kom hann inn á gólvið hjá foreldrunum, hjá sytkinum, hjá dóttrini, versonin- um og abbabørnunum og hjá øðrum ættarfólki og hjá vinum og kenningum. Sum heilt ungur var Villi útróðramaður í Grønlandi. Tey seinastu nógvu árini arbeiddi hann í fiskiídaðinum í Sørvági. Sum hjávinnu hevði hann útróðurin við egnum báti. Villi var ein sera nógv avhildin maður í heimbygdini. Tann óvanliga stóra mannfjøldin, ið komin var saman at minnast Villa, og at sýna honum tann seinasta heiðurin, tá hann varð jarðaður úr Sørvágs kirkju týsdagin 12. november, talar fyri seg og er eitt talandi dømi um, at Villi var nógv avhildin og hevði nógvar góðar og trúgvar vinir. Nú Villi er farin leita okkara tankar til tín Lisu, til Elina, Heðin og børnini, til tín Brynhild, ið hevur mist so nógv, og til systkini hjá Villa, Tóru, Elinborg og Berta og til tykkara næstringar, hjúnafelagar og børn. Okkara vón er at Harrin má troysta og styrkja tykkum í sakninum og sorgini. Vit drýpa høvur í virðing og lýsa frið yvir minnið um Vilhelm Andrew Arnholdson Hansen. Klaksvík, 23. november 2002. Systkinabarnið Vilhelm Minningarorð um Villa Hansen, Sørvágur Á hvørjum sumri vóru vit og vitjaðu ommu og abba í Kollafjørði. Sólskinsdagar á Todnesi. Heimaseyður, høsn og dunnur í túninum og fult av børnum og vaks- num. Húsið íddi av lívi. Barnaheimið títt, mamma. Tú hevur fortalt okkum hvussu tað var, tá tú vaks upp. Nógv systkin, sum høvdu nógvan stuttleika av hvørjum øðrum. Men eisini altíð nógv at takast við. Í hoyna bæði spæl og arbeiði fyri allar hendur. Abbi hevur verið úti við gørnum, og heimkomin ber hann fongin niðan til húsar. So at greiða og hongja gørnini upp at turka niðri við neystið. Har angar av tjøru. Omma seymar fyri fólk, og hon hevur telefonstøð- ina. Tit skulu út við tele- fonboðum. Til gongu sjálv- andi, í øllum veðri, og tað kann vera drúgt, tí bygdin er so long. Tú bleiv sjúk sum smá- genta, varð løgd inn á hospitalið í Havn. Tú kom fyri teg, men varð tó merkt av hesum síðani. Tú dugdi so væl í skúlanum, ein av teimum gløggastu, ongin tók teg í rokning. Men hetta var áðrenn tað stóð í boði hjá arbeiðsmanna- ella fiski- mannabørnum at kunna halda á í víðari útbúgving- um. Tín hugur at læra og ognast vitan var tó so stórur, at tú sjálv tók stig til at fara á háskúla. Har tókst tú til tín frá andsmennunum Símuni av Skarði og Ras- musi á Háskúlanum. Og har fekst tú tína mentunar- ligu veking, sum so nógv onnur um ta tíðina. Við hesum førningi fórt tú út í lívið. Har sum ar- beiði var at fáa, har mátti man fara. Tín leið gekk til Vestmanna og tú komst í handilin hjá Otto Jacobsen. Tað dámdi tær væl. At hava við øll hesi fólkini at gera, tey sum komu til handils, og tey, tú starvaði saman við. Tú vart fryntlig og skilagóð, og gjørdist skjótt høgra hond hjá Otto. Tú búði hjá teimum, var sum húsfólk og djúp vinarbond vórðu knýtt. Við tínum lætta lyndið fekst tú nógv vinfólk og livdi eitt virkið ungdómslív í Vestmanna. Nakað av tí besta vit vistu, var at fáa teg at for- telja, um barnaárini á Tod- nesi, og ikki minst um ung- dómsárini. M.a. undir kríg- num - á tær søgur, har tú dróg tað ljósa og stuttliga fram um tað dapra og syrgiliga. Um vinskap og alt tit gjørdu stuttleika burt- urúr. Um hvussu tað var at liva av ratiónum og at finna uppá ráð í eini knappari vending. So var tað at tú hitti og gjørdist hugtikin av hesum prúða sjómanni, sum av og á kom til bygdina av long- um leiðum úti í stóru verð. Hjalmar pápi og tú giftist í 1947 og settu búgv í Sjóar- bø. Síðani komu vit systk- ini so líðandi, Ása, Gyðja, Jóannes Niclas, Fríðhildur og Rói. Men hóast pápi sigldi úti, og børnini kravdu sítt, so slepti tú ikki heilt arbeiðslívinum. Eitt stræv- ið og virkið lív . Og kortini skaptu tú okkum rík barna- ár, og eitt heim sum var fjálgt og rúmsátt øll okkara ungdómsár. Alt meðan tú eisini var íðin limur í Vestmanna Sjónleikarafelag. Best minnast vit teg á palli saman við Brynjálvi og Símini hjá Otto. Spældi av- bera væl, karakterrollurnar serstakliga. Vit minnast Mús og Menn, Charles Tanta, Politiska Kannu- stoyparin, Sverra Kong og nógvar aðrar leikir. Gávurík ert tú. Ikki sørt av skaldi heldur. Tú yrkti sangir og tættir til eitthvørt høvi. Tað lá væl fyri, allar- best seint á kvøldi ella út á náttina. Ein náttaravnur vart tú - og ert tú enn. Góða mamma, tú hevur ikki altíð havt tað so lætt, men mótgongd og sorgir hava eisini gjørt saman- haldið sterkari. Tú hevur givið okkum so nógv. Hug- flogið - allar ferðirnar í hugaheimi, til londini handan sól og mána, til Soriu Moriu, saman við Vilmundi kongssyni og Missery Moy. Sangirnar, kvæðini, søgur og sagnir. Uttan iva vóru tær bestu søgurnar tær, tú sjálv gjørdi, tær sum altíð vóru um 5 systkin, sum funnu uppá brøgd og skálka- brøgd. Tú skapti eisini hug- in í okkum til bókmentirnar og sjónleikin. Tú gavst okkum eitt heim, sum treytaleyst stóð opið fyri okkum, okkara hugsjónum og okkara vin- fólkum. Tín kærleiki, títt treiskni og títt bráða og eggjandi sinnalag hevur ríkað okkum og givið nógv at hugsa um og ikki at for- gloyma, so manga stuttliga løtu. Tú ert ikki av tí slag- num, sum tekur seg sjálvan hátíðarliga, og láturin fingu vit í vøggugávu. Tú legði niður í okkum at læra, at líta á okkum sjálvi og klára okkum sjálvi, at standa á egnum beinum. Tú lærdi okkum at virða um arbeiðið og tað ar- beiðandi fólkið, at skyna á millum rættvísi og órættvísi í hesi verð, og at taka støðu. Og ikki minst: at verða virkin. Tú varð reyðsokkur, áðrenn reyðsokkarnir vóru uppfunnir. Virkin í kvinnu- rørsluni. Og í kommunal- politikkinum, har tú vart fyrsta kvinna í Føroyum, sum varð vald á kvinnulista í bygdarráð. Tillukku við føðingar- degnum, mamma, og takk fyri. Ása, Gyðja, Fríðhildur og Rói Ein føðingardagsheilsa til Hallgerð Didriksen á 85-ára degnum tann 23. nov. TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Nú er avgjørt hvar tær báð- ar konsertirnar við ameri- kanska bólkinum White Flag hin 13. og 14. desemb- er verða. Onnur verður Fríggja- kvøldið 13. í Losjuni við Götugjógv og hin seinna verður Leygarkvøldið 14. í Lognbrá í Klaksvík. Hendn seinna verður fyriskipað í samstarvið millum Tón- leikasamtakið GRÓT og tilsvarandi felagið í Klaks- vík, Sjey00. Atgongu- merkjatalið er avmarkað og farið verður í næstum at selja, hetta, prísir og upp- hitingar bólk verður meir at frætta seinni í vikuni. White Flag í Götu og Klaksvík Tøkk Tøkk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri pápi, abbi og langabbi okkara Henry Aksel Poulsen Tórshavn doyði og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til Birthe og grannarnar. Somuleiðis tøkk til B7 á Landssjúkrahúsinum. Børn, abbabørn og langabbabørn OLJA Jan Müller Í dag og í morgin verður ráðstevna hildin í London undir heitinum "Deepwater International 2002" og sum snýr seg um leiting eftir olju og gass á stóru dýpun- um á Atlantsmótinum. Har fer Herálvur Joensen, aðal- stjóri í Oljumálaráðnum at halda áhugaverdan fyri- lestur um føroysku oljutil- gongdina. Stigtakararnir til ráðstevnuna hava sett ljós- kastaran á Atlantsmótið, sum Føroyar eru ein týð- andi partur av. Undirheitið til ráðstevnuna er "Stra- tegies & Technologies for the Atlantic Margin Ultra- Deep." Mark Thomas, stjóri í Ogilvie Publishing Limited, OGILVIE, skrivar í lýsingini av ráðstevnuni m.a.: "The "Golden Triangle" of the ultra-deep Atlantic Margin is the No. 1 focus of the global up- stream oil and gas indu- stry", tvs. at økið millum Førooyar og Hetland og millum Írland og Norður- noreg, er eitt av teimum djúpvatnsøkjunum í heim- inum, sum oljuídnaðurin raðfestir hægst. Umframt hetta økið arbeiða tey stóru oljufeløgini eisini við leit- ing á stóru dýpunum uttan fyri Brasilia, í Mexikanska Flógvanum og út fyri Vesturafrika. Á ráðstevnuni fara serfrøðingar í leiting á djúpum vatni frá Shell, BP, Petrobars, Amerada Hess, Unocal og Ocean Energy at røða um evnið. Eisini verða nógv kontraktorfeløg við. Eingin ivi er um, at seinasta fundið hjá Amerada Hess í Cambobrunninum mið- skeiðis ella í hjartanum á Atlantsmótinum fer at verða viðgjørt á ráðstevn- uni. Fund norðan fyri Írland Eisini í Írlandi eru tey farin at verða meira bjartskygd til eina komandi oljuvinnu á Atlantsmótinum. Herfyri rakti Shell við kolvetni í "Dooish" brunninum um- leið 125 kilometrar í ein útnyrðing úr írsku strond- ina ella nærri í Rockall basenginum. Tíðini hava skapt nýggjan áhuga fyri økinum. Higartil hevur tað verið so sum so við leiti- boringum í írskum sjógvi. Sagt verður, at talan er um "considerable reserves of oil and were being hailed as highly significant" verður sagt í oljutíðarriti. John Browne, ráðharri fyri ráevni í undirgrundini sig- ur, at úrslitið av boringini er sera hugvekjandi. Enn er ov tíðliga at siga, um talan er um eitt lønandi fund. Men staðfestingin av eini virknari oljuskip ger, at feløgini fara at vísa leiting her størri áhuga. Tað var upprunaliga Enterprice Oil, sum átti lisensin, men seinni hevur Shell keypt upp felagið. Agip og OMV eru tó eisini við í hesum loyvinum. Ætlanin er at gera nýggjar kanningar í økinum í næsta ár skilst. Hóast fundið liggur langt úr Føroyum, so er tó talan um ein part av Atlantsmótin- um, og tí hevur tað eisini áhuga fyri feløgini, ið leita við Føroyar, at olja verður funnin longur syðri. Limir í BLF og Magistarafelagnum misnýta ikki skip- anina við bonus- stigum, siga feløg- ini í einum tíðindaskrivi ALMENN FERÐING Ingi Rasmussen Búskapar- og løgfrøð- ingafelag Føroya og Føroya Magistarafelag mótmæla nú harðliga, at nakar av teirra limum skal hava misnýtt skip- anina við bonusstigum, tá tey ferðast fyri tað al- menna. Hetta siga tey í einum tíðindabrævi, sum var sent út mánadagin. Feløgini bæði gera vart við, at stórur partur av teimum, sum ferðast fyri tað almenna, eru limir í antin BLF ella Magistarafelagnum. Leygardagin endurgav Sosialurin eina keldu í ferðavinnuni, sum legði ávís fólk í almennum størvum undir at velja tær dýrastu leiðirnar á ferðum uttanlands fyri at fáa nøkur eyka bonus- stig. Hetta vilja feløgini ikki hava sitandi á sær og kalla skrivingina í Sosialinum fyri ógrund- aða og ósakliga. – Vanliga eru tað ikki tey ferðandi sjálv, men umsitingin í avvarðandi aðalstýri, sum bíleggur ferðaseðlar og hotell, og ferðin verður ikki løgd eftir, hvar flestu bonus- stigini eru at finna, siga BLF og Magistara- felagið. Harafturat vísa tey á, at tað eru heilt greiðar reglur fyri, hvussu nógv hotellið í mesta lagi skal kosta. – Serliga tá ferðast verður til Danmarkar, er ikki óvanligt, at alment sett sjálv ferð eftir ferð hava verið noydd at goldið part av hotel- kostnaðinum, av tí at mest loyvdi hotelkostn- aðurin í mongum førum er settur ov lágt í mun til veruligu prísleguna, siga feløgini. Føroyingar kunnu ikki longur innflyta óslípaðar diamantar úr Sierra Lione, Angola ella Liberia. Og føroyingar kunnu heldur ikki útf- lyta vápn, lóður ella aðra hernaðarútgerð til hesi londini. Tað hevur løgtingið nevniliga samtykt eftir áheitan frá danska uttanríkisráðnum. Sostatt hava Føroyar saman við restini av heiminum sett nøkur handilstiltøk í verk móti afrikansku londunum. Samtyktin byggir á samtyktir hjá ST-trygd- arráðnum, sum skulu forða uppreistrarrørsl- unum í londunum at fara harðliga fram. Hesaferð eru løg- tingsmenn púra samdir, tí allir 23, sum vóru í salinum týsdagin í síðstu viku, atkvøddu fyri upp- skotinum. -ir Vantandi røktar- heimspláss í Føroyum eru atvoldin til, at demensdeildin á sjúkrahúsinum er vorðin ein tung røktardeild. Avleið- ingin er, at lítið pláss er til viðgerð av dementum á psyki- atriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. DEMENS Ingi Rasmussen Orðini vóru føgur og ætl- anirnar stórar, tá ein deild fyri dement lat upp á sjúkrahúsinum í 1999. Men longu nú trý ár seinni kann staðfestast, at royndin miseydnaðist. Deildin virkar ikki, sum hon eftir ætlan skuldi, við- ganga bæði Sofus Joensen, leiðandi yvirlækni fyri psykiatriska deplinum, og Marjun Restorff, leiðari fyri gerontologisku deild 7, sum hon kallast. Høvuðsendamálið við D7 var at útgreina og at viðgera sjúkuna demens. Sostatt skuldi deildin vera eina sjúkradeild á psyki- atriska deplinum – og ikki ein røktardeild. Men tað er júst tað, sum hon er vorðin. Tipt deild Av teimum 12 plássunum á deildini virka 11 pláss sum vanlig røktarbúpláss, og deildin er at meta sum ein tung røktardeild. Orsøkin er, at ongi pláss eru úti í samfelagnum til fólk við demens. – Upprunaliga ætlanin við deildini var at taka fólk til kanningar fyri at fáa staðfest, um tey høvdu demens ella aðra sjúku og síðan at viðgera tey sum frægast. Aftaná skuldu tey sleppa heim, á røktarheim ella sambýli. Men tað síðsta kiksaði. Tey hava ongastaðni at fara, og tí stranda tey her, og deildin virkar ikki, sigur Sofus Joensen. Hetta merkir, at starvs- fólkini á deildini ikki gera tað, sum tey skuldu, sigur Marjun Restorff, deildar- leiðari. Tann geronto- psykiatriski førleikin á deildini verður brúktur til lutfalsliga fáar sjúklingar, og tey mongu, ið hava hendan tørvin kring landið, fáa ikki ta viðgerð, sum tey hava fyri neyðini. Ikki hoyrd Leiðandi yvirlæknin er ikki í iva um, hví tað gekk, sum tað gjørdi, hóast ætlanirnar vóru góðar. – Ongin av okkum blivu spurd til ráðs. Vit fingu hálað nakað niður yvir høvdið og fingu ikki sagt okkara hugsan, sigur Sofus Joensen. Hann mælir til eina heilt aðra hugsan á økinum. – Vit hava mælt til, at hendan deildin verður flutt undir almannaverkið. Síðan skal eitt toymi gerast, sum kann fara út í heimini at kanna og viðgera fólk við demens, tí tey hava heldur ikki gott av at verða flutt úr sínum umhvørvi, sigur Sofus Joensen. Neyðug roynd Marjun Restorff sigur, at tey hóast alt kunnu vera glað fyri tær royndir, sum deildin hevur givið sjúkra- húsverkinum. – Tað er sjálvandi okkurt galið, tá tað ikki eru sjúk- lingar, men fólk, sum hava brúk fyri røkt, ið liggja á einari sjúkrastovu. Men vit høvdu ongar royndir á økinum, tá vit byrjaðu, og tær hava vit fingið nú, sigur Marjun Restorff. Deildarleiðarin vísir á, at tað ikki er tørvur á so nógvum plássum á eini gerontopsykiatriskari við- gerðardeild. – Ein serlig deild fyri dement skal varðveitast, har pláss kann vera fyri nøkrum sjúklingum, og síðan eiga starvsfólkini at fara út til sjúklingarnar í heimunum, sigur hon. Hetta samsvarar eisini við álitið »Heildarpsykiatri 2002«, har tað verður lagt upp til, at tað økispsyki- atriska prinsippið um við- gerð í heimligum umhvørvi verður praktiserað. Mótmæla misnýtslu Ongir diamantar úr Sierra Lione Demensdeildin miseydnaðist Føroyar í fokus á olju- ráðstevnu í London Deild 7 á Landssjúkrahúsinum virkar als ikki eftir ætlan, staðfesta starvsfólk í psykiatriska deplinum C M Y K 3 2