Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 228 - 27. november 2002 Nr. 228 - 27. november 2002 5 Nýtt virki í Leirvík skal nú eisini vinna gelatinu og peptonir, burtur úr fiska- ryggjum og skræðu. Møguleikarnir eru ógvuliga stórir, sigur Egil Olsen, stigtakari NÝGGJ VINNA Áki Bertholdsen Herfyri skrivaðu vit í Sosialinum um eitt ný- skapandi virkið, sum Egil Olsen og aðrir ætlaðu at byggja í Leirvík og sum skuldi gagnnýta livrina úr tí fiskinum, sum verður fisk- aður undir Føroyum. Ætlanin við virkinum var at vinna lýsi burturúr livrini og tað, sum síðani var eftir, skuldi malast til mjøl. Tað eru Faroe Marine Biotech, sum Egil Olsen er stjóri ið, sum byggir virkið saman við útlendingum. Útlendingar og føroyingar eiga hvør sína helvt í virkinum. Men nú er greitt, at ætlanin er gera virkið størri, so at tað eisini skal gera mineralur, gelatinu og peptonir, sum er eitt slag av proteinum, burturúr úr fiskaslógvi. Umframt at taka ímóti livur, sum upprunaliga ætl- að, skal virkið sostatt eisini taka ímóti fiskaskræðu og fiskaryggjum. Av tí at ætlanin er víðkað, verður eisini talan um heilt aðrar upphæddir, sum teir arbeiða við. Egil Olsen sigur, at so- statt verður íløgan í virkið ikki 10 milliónir, sum upp- runaliga ætlað, men heldur 20 milliónir. Bygningurin kostar einar fimm milliónir og rakstrargøgnini einar 15. Samstundis koma eini 10-20 fólk at arbeiða á virkinum ístaðin fyri 6-10, sum upprunaliga ætlað. Tey verða at kalla øll starvsfólk við tekniskum og biokem- iskum útbúgvingum. Men ein slík ætlan krevur eisini fígging og í tí sam- bandi er ætlanin at hækka partapeningin, sum er 1.325.000 krónur, upp í tríggjar milliónir, men kursurin í nýggja parta- peninginum verður yvir 100, so kapitalinnskotið verður munandi størri. Málið hjá teimum er, at helvtin av íløguni skal fíggjast við partapeningi. Ætlanin er at virkið skal lata upp í vár ella tíðliga í summar. Útlendska partin í virkin- um eiga íslendska fyritøk- an Lysi og norska fyritøkan Maritex,sum báðar eru serkønar á økinum framm- anundan. Føroyska felagið, Faroe Marine Biotech, samstarvar frammanundan við Lysi og Maritex. Annars eru menn- inir aftanfyri høvdavirkið í Lorvík við í ætlanini at byggja nýggja virkið í Leirvík, umframt Kovin í Sandavági og ymsir rávøru- útvegarar. Nýggja virkið kemur at eita Fomega. – Orsøkin til, at vit víðk- að virkið, er í fyrstu atløgu, at virkið fær fleiri bein at standa á og tað er ein fíggjarligur fyrimunur. – Men gera vit alt í ein- um, er tað munandi ratio- nellari, tí nógv av útgerðini gongur aftur í teimum ymsu framleiðslunum og á hendan hátt sleppa vit undan at gera somu íløgur í útbúnað og bygningar fleiri ferðir og tí er hetta at útnytta íløguna nógv betri. Stór virðisøking Egil Olsen sigur, at hetta er ein roynd at fáa nakað burturúr einun parti av fiskinum, sum annars verður tveittur fyri borð aftur. Sjálvur hevur hann verið av ídnastu talsmonnum fyri at vit skulu royna at fáa meiri burturúr fiskiríki- døminum undir Føroyum, ikki minst tí partinum, sum annars ikki verður gagn- nýttur. Hann sigur, at gangnýta vit ikki allan fiskin, sum hann er, fara stór sam- felagslig virði fyri skeyti. Og góðskingarvirkið, sum nú skal byggjast í Lorvík, er fyrsta veruliga stigið til at skapa sam- felagvirði burturúr tilfari, sum annars fyri mesta partin fer fyri skeyti. Burturúr skræðuni verður gelatina vunnin. Gelatina verður brúkt í nógvari framnleiðslu, eitt nú filmi til myndatøku, leðuri, men eisini er gelatina í hylkjun- um, sum nógvur heilivágur er í. Burturúr rygginum verða vunnin peptonir og mine- ralir, sum verða brúktar sum ískoyti til heilsukosti og annað. Stórir møguleikar Egil Olsen sigur, at teir vænta sær heilt fitt av virk- semi á virkinum, tí tað eru stórir møguleikar í at gagnýta tann partin av fiskinum, sum ikki verður brúktur í dag. – Eini 8-10% av fiskin- um er livur. Tað merkir, at tilsamans kunnu vit fáa eini 8000-10.000 tons av livur burturúr tí fiski, sum verð- ur fiskaður undir Føroyum. Men Egil Olsen sigur, at teir vóna at fáa 3.000 tons av livur, í fyrsta umfari í hvussu so er. Ætlanin er eisini at lata skipunum ein prís fyri livrina sum helst skuldi gjørt tað áhugavert hjá teimum av fingið livrina til høldar og avreitt hana. – Vit ætlað at lata fýra krónur fyri kilo av livur. Men fáa vit møguleikan at byggja virkið upp sum vit vóna, ivast vit onga løtu í, at prísurin fer at hækka bæði eina og tvær krónur, ella kanska enntá meiri, sigur hann. Hvussu nógv, teir kunnu keypa ryggir og skræðu fyri, veit hann ikki enn. Hann sigur, at av teimum 3.000 tonsunum av livur, teir vóna at fáa, fara eini 20%, ella 600 tons til Sandavágs at verða niður- sjóðað. Burturúr restini, sum eru eini 2.400 tons, fara teir at fáa góð 1.200 tons av lýsi og góð 500 tons av mjøli. Teir vænta at fáa eini 11 krónur fyri kilo av lýsi og einar fimm ella seks krónur fyri kilo av mjøli, tá ið tað verður selt á marknaðinum Hann vónar sostatt, at hetta er nóg mikið til at skipini verða sinnað at taka livrina til høldar. Sera góður prísur Eini 5-7% av fiskinum er skræða og gelatinu-úrtøkan burturúr skræðuni er eini 10%. Egil Olsen sigur, at hvat gelatinu viðvíkur eru fjar- eystur og USA mest áhuga- verdu marknaðirnar og í fjareystri eru mineralur trotvøra. Marknaðurin fyri peptonum er ógvuliga stór- ur, tí tað verður brúkt í nógvum øðrum fram- leiðslu. – Kemur alt til høldar, ber til at gera eini 300 tons av gelatinu um árið burt- urúr tí fiski, sum verður avreiddur í Føroyum. Og prísurin er góður, heilar 200 krónur kilo. Sostatt ber til at skapa eitt útflutningsvirði uppá heilar 60 milliónir krónur, bara burturúr skræðuni, sum í dag verður næstan ikki kemur til høldar. Hinvegin eru eini 12- 15% av einum fiski ryggir. Sostatt ber til at fáa eini 7.500 tons av ryggjum. Úrtøkan av peptonum og mineralum burturúr ryggj- unum er eini 25% og tað ber sostatt til at fáa eini 1.900 tons av peptonum og mineralum burturúr ryggj- unum. Av teimum eru eini 1.400 tons peptonir, sum verða seld fyri 85 krónur kilo. Virðisskapanin verður so- statt 120 milliónir. Eini 500 tons eru mine- ralur, sum ganga í 65 krónur fyri kilo. Sostatt ber til at útflyta mineralir fyri yvir 30 milliónir. Livurin, sum fæst úr fiskinum, sum fæst undir Føroyum, er verd einar 100 milliónir, verður hon gagn- nýtt, øll, sum hon er. – Tilsamans ber tað sostatt til at skapa eitt virði upp á 300 milliónur, bara burturúr livrini, ryggjunum og skræðuni. – Hetta sigur eitt sindur um tey virði, sum fara fyri skeyti, og um teir møgu- leikar, sum hetta nýggja virkið hevur, verður tað útbygt til fulnar, sigur Egil Olsen. Hvussu nógv, virkið í Lerivík, fer at fáa av rá- vøru, er ilt at siga. Tað veldst m.a, um, hvussu nógvur fiskur verður útflutt heilur.Men tað skerst ikki burtur, at hvørja ferð, ein fiskur verður útfluttur heilur, fara stór samfelag- slig virði fyri skeyti, sigur Egil Olsen. Hann heldur ikki, at samfelagið kann góðtaka, at ein stórur partur av okkara fiskatilfeingi, verð- ur tveitt fyri borð aftur, tá ið tað annars kundi verðið gagnnýtt, so hann vónar, at skip og virki fara at verða eggjað til at taka livur, ryggir og skræðu, so at tað kann verða gagnnýtt. Hann sigur, at av teimum 3.000 tonsunum av livur, teir vóna at fáa, fara eini 20%, ella 600 tons til Sandavágs at verða niður- sjóðað. Burturúr restini, sum eru eini 2.400 tons, fara teir at fáa góð 1.200 tons av lýsi og góð 500 tons av mjøli. Teir vænta at fáa eini 11 krónur fyri kilo av lýsi og einar fimm ella seks krónur fyri kilo av mjøli, tá ið tað verður selt á marknaðinum – Ætlanin er, at virkið í Lorvík og tey útlendsku virkini, Maritex og Lysi, skulu samstarva um søluna, so at hon verður samskipað við tí endamáli at fáa sum mest burturúr. Keypararnir kunnu teljast á aðrari hondini og fyri at fáa nakað burturúr, verður neyðugt at samskipa søluna. Kunnu útflyta fyri 300 milliónir um árið Her er eitt úval av teimum vørum, har evni, sum ætlanin er at framleiða á nýggja virkinum í Leirvík, verða brúkt í. Hendan talvan vísir ymisk evni, sum kunnu vinnast burturúr ymsum pørtum av fiskinum Í løtuni verður ein stórur partur av hvørjum einasta fiski í flestu førum tveitt burtur, ella brúkt til vørur, sum ikki kosta serliga nógv. Men verða møguleikarnir útnytttaðir, ber til at skapa útflutning fyri einar 300 milliónir, bara burturúr skræðu, ryggjum og livur, sigur Egil Olsen, sum er ein av stigtakarunum til nýggja virkið í Leirvík Eingin kringvarpsskattur, men kortini meira pengar til SvF Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður í mentamálum, hevur nú endaliga slept ætl- anini um at áseta eitt kringvarpsgjald. Arb- eitt verður í staðin við tvinnanda loysnum: antin at strika meir- virðisgjaldið av hyggjara- og lurtara- gjaldinum, ella at hækka hyggjaragjald- ið. Tí sjópvarpið má fáa meira pengar næsta ár, slær lands- stýrismaðurin fast. LOFTMIÐLAR Jón Brian Hvidtfeldt Undirtøka var ikki í sam- gonguni fyri uppskotinum hjá Annlis Bjarkhamar, landsstýrismanni í menta- málum, um at áseta eitt kringvarpsgjald, ið skuldi krevjast inn umvegis skatt- in, í staðin fyri verandi lurt- ara- og hyggjaragjøld. Hetta staðfestir landsstýris- maðurin, og tí kemur einki uppskot frá henni um at áseta nakað kringvarps- gjald. - Eg má bara staðfesta, at tað bar ikki til at fáa semju fyri uppskotinum í sam- gonguni, og tí er ætlanin slept, í øllum føri fyribils, sigur Annlis Bjarkhamar. Rættuliga skjótt eftir at landsstýrismaðurin kom við uppskotinum gjørdist greitt, at undirtøkan millum samgongulimir var ivasom. Millum annað segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, at hann í sínum grundsjónar- miði var ímóti kringvarps- gjaldinum, tí talan í veru- leikanum var at »uppfinna« ein nýggjan skatt at leggja á fólkið. Eisini førdi løgmað- ur fram, at eftir hansara tykki var tað ein skeiv gongd at flyta ymiskar al- mennar skipanir, tænastur og tilboð yvir í skattaskip- anini og harvið skattarokn- ingina hjá fólki. Hóast uppskotið hjá landsstýrismanninum síðan hevur fingið tunnilin niður- eftir hjá pørtum av sam- gonguni, følir Annlis Bjarkhamar tó ikki, at sam- gongan hevur vent henni bakið. - Øll vóru samd um, at serliga sjónvarpinum tørv- aði pengar, og tí royndi eg at koma við eini loysn, ið kanska var eitt sindur øðr- vísi. Eisini legði eg meg eftir at fáa breiða semju fyri hesi loysnini, men kanska var tað eitt sindur naivt av mær, leggur Annlis Bjark- hamar afturat. Finna aðra loysn Hóast undirtøka ikki fekst fyri ætlanin við kringvarps- gjaldinum, ið sambært landsstýrismanninum skuldi geva sjónvarpinum nakrar milliónir í inntøku afturat um árið, so hevur Annlis Bjarkhamar slept málinum um at víðka fíggj- arligu karmarnar hjá Sjón- varp Føroya, longu næsta ár. Landsstýrismaðurin arb- eiðir í løtuni við tvinnanda loysnum. Fyri tað fyrsta ber til at hækka sjónvarpsgjald- ið. Tað kann landsstýris- maðurin gera við kunngerð. Hin møguleikin er at frítaka sjónvarps- og útvarpsgjald- ið fyri meirvirðisgjaldi- num, so allir pengarnir enda hjá stovnunum sjálv- um. Samgongan hevur sett sær fyri ikki at fremja fleiri undantøk í MVG-lógini, men kortini metir Annlis Bjarkhamar, at hetta eigur at vera ein møguleiki. Hon vísir á, at t.d. eru bløð og bøkur frítikin fyri meirvirð- isgjaldi, og tí eigur at bera til, eisini at frítaka útvarp og sjónvarp frá meirvirðis- gjaldinum. Í ár er inntøkan hjá Út- varpinum og Sjónvarpinum frá lurtara- og hyggjar- gjaldinum 16,7 milliónir krónur fyri hvønn stovnin, ella tilsamans 33,4 millión- ir krónur. Tað merkir, at stovnarnir tilsamans rinda 8,3 milliónir í meirvirðis- gjaldi av lurtara- og hyggj- aragjaldinum. Annlis Bjarkhamar sigur, at verður loysnin tann, at stovnarnir sleppa undan at rinda hesar pengarnar í MVG, so verð- ur ein býtislykil gjørdur, so sjónvarpið fær størra partin av pengunum. Samtíðis er greitt, at landskassin so missir hesa MVG-inntøku frá almennu loftmiðlunum. Hin møguleikin er at hækka sjónvarpsgjaldið. Annlis Bjarkhamar sigur, at enn hevur hon ikki tikið endaliga støðu til, hvussu nógv gjaldið kundi hækk- að, men hon kundi hugsað sær, at tað hækkaði umleið 500 krónur. Ein tílík hækk- ing er neyðug, skal tað gera nakran veruligan mun hjá stovninum, vísir landsstýr- ismaðurin á. Annlis Bjarkhamar sigur, at í løtuni verður uppskotið viðgjørt í samgonguni. Tí er ov tíðliga at siga, hvat endaliga loysnin verður, ella um undirtøka er fyri uppskotunum. Landsstýris- maðurin í mentamálum hevur tó sett sær fyri at av- greiða málið rættuliga skjótt. - Hóast undirtøka ikki fekst fyri ætlanini við kringvarpsgjaldinum, so ætli eg framvegis at útvega sjónvarpinum meira pengar næsta ár, og tí hevur málið skund, sigur Annlis Bjark- hamar. Landsstýrismaðurin leggur afturat, at hon er ímóti at eitt nú Sjónvarpið, har tørvurin á meira peng- um er størstur, kemur á fíggjarlógina. Tí tá er vandi fyri, at politikarar fara at blanda seg uppí, hvat fyri- ferst á stovninum, sigur Annlis Bjarkhamar. Annlis Bjarkhamar sigur, at hon framvegis arbeiðir við at fáa sett eina felags nevnd fyri sjónvarpið og útvarpið, sum skal virka sum millumlið millum pol- itiska myndugleikan og stjórarnar á almennu loft- miðlunum. Tað nyttar lítið hjá pensjónistum at søkja um bjálvingarstuðul, ynskja teir at umvæla síni hús. Bjálvingar- grunnurin er langt síðan tómur, og Húsalánsgrunnurin, sum umsitur grunn- in, hevur nærum 50 ferðir verið noyddur at vísa umsøknum frá sær, tí eingir pengar eru at taka av. BJÁLVING Jón Brian Hvidtfeldt Seinnu árini hevur Bjálv- ingargrunnurin verið ein góðum møguleiki hjá pensionistum, tá tey hava skula umvælt og bjálvað sær húsini. Grunnurin hev- ur latið upp til 80.000 krón- ur í rentu- og avdráttarfrí- um láni til at bjálva húsini, m.a. at skifta vindeygu, klædning ella tak. Hesin møguleiki hevur givið pen- sjónistum, ið kanska ikki hava so nógvar pengar um hendi, ein møguleika at bøta um tíðum gomlu og lítið bjálvaðu hús teirra. Skipanin virkar á tann hátt, at lánið fellur ikki til gjald- ingar, fyrr enn pensjónist- urin er farin úr húsunum, antin á ellis- og røktarheim, ella er deyður. Av tí at tørvurin hevur verið stórur, og tað tíðum hevur gingið leingi frá at pengarnir eru latnir úr Bjálvingargrunninum, til teir koma innaftur, hava undanfarin ár pengar verið settir av á fíggjarlógini. Seinast var í 2000, tá stív- liga sjey milliónir krónur vóru settar av til bjálvingar- stuðul, umframt tvær milli- ónir krónur til orkusparandi tiltøk, tvs. pengar til at skifta hitaketil, oljufýr, oljutanga, komfýr osv. Men síðan hevur grunn- urin onga játtan fingið, og tíðliga í ár var grunnurin tómur. Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunni- num, sum umsitur Bjálv- ingargrunnin, sigur, at um- søknir, sum annars lúka treytirnar, eru gingnar á møti, so leingi pengar vóru í grunninum, men tá eingir pengar vóru eftir, bar ikki til at játta bjálvingarstuðul. Tó er so, at um játtanin av einhvørjari orsøk ikki er brúkt eftir hálvum ári, fell- ur hon aftur í Bjálvingar- grunnin, og tað gevur rúmd fyri at ganga aðrari umsøkn á møti. Jóannes Dalsgarð sigur, at onkur umbøn var gingin á møti tíðliga í ár, men í langa tíð hevur ikki borið til at játta pengar úr grunninum. Noktandi svar Vanliga fær Bjálvingar- grunnurin millum 100 og 120 umsøknir um stuðul ár- liga, men í ár hevur talið verið nakað lægri. Ein upp- gerð vísir, at til og við sep- tember mánað høvdu 38 umsøknir um bjálvingar- stuðul fingið noktandi svar, tí ongir pengar eru tøkir. Og ein meting hjá Húsa- lánsgrunninum sigur, at væntandi eru umleið 10 umsøknir um stuðul kom- nar afturat, tá árið er av. Spurningurin er so, hvørt fólk lata vera við at søkja, tí tey frammanundan vita at eingir pengar eru at tøkir, ella tí at komið er so langt við at bjálva gomlu húsini, at tørvurin á Bjálvingar- grunninum er minkandi. Flytast yvir í Húsalánsgrunnin Í Trivnaðarmálaráðnum verður arbeitt við at broyta lógina, so Húsalánsgrunn- urin sjálvur skal fíggja bjálvingarstuðulin, heldur enn at lata pengar úr lands- kassanum. Men einki upp- skot er tó á veg enn, og tí- skil mugu pensjónistar, ið kundu hugsað sær at søkt um bjálvingarstuðul, brynja seg við toli. Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunninum, sigur, at tað er ein politiskur spurningur, hvørt man ynskir at Húsalánsgrunnur- in skal fíggja Bjálvingar- grunnin. Hann vísir tó á, at meðan bjálvingarstuðulin er eitt rentu og avdráttarfrítt lán, ofta í nógv ár, skal Húsalánsgrunnurin tryggja sær, at pengarnir, ið grunn- urin lænir, koma innaftur og helst forrenta seg eftir ávísum áramáli. Skuldu tær 48 umsøknir- nar um bjálvingarstuðul, ið væntandi eru komnar við árslok, verið gingnar á møti, hevði tað »kostað« 3,8 milliónir krónur. Eins og í ár og í fjør eru heldur eingir pengar settir av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 til Bjálvingar- grunnin. Eingir pengar til bjálving Seinnu árini hava pen sjón- istar havt møguleika at søkja um bjálvingarstuðul. Men Bjálvingargrunnurin er tóm- ur, og tí hava útvið 50 ums- øknir um stuðul fingið nokt- andi svar, higartil í ár, tí eingir pengar eru at taka av. Endamálið við kringvarpsgjaldinum var at útvega Sjónvarpinum meira pengar. Hóast landsstýrismaðurin í mentamálum ásannar, at meiriluti ikki fæst fyri uppskotinum, so hevur hon ikki slept málinum, ið er at útvega Sjónvarpinum meira pengar, longu næsta ár. - Kanska var tað nakað naivt av mær at halda, at eg fór at fáa breiða undirtøku fyri kringvarpsgjaldinum, sigur Annlis Bjarkhamar, sum nú hevur slept ætlanini. C M Y K 5 4