Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. november 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 228 - 27. november 2002 Nr. 228 - 27. november 2002 7 Teir hava skilt, hvat tað snýr seg um, kvívíkingar. Taka av kirkjustólunum fyri at fáa betri pláss á gólvinum. Uttan at missa eitt einasta sitipláss KIRKJUTÍÐINDI Edvard Joensen Í Kvívíkar Kirkju kappa teir av stólunum fyri at fáa betri pláss eftir gólvinum. Men teir missa einki siti- pláss kortini. Teir stytta stólarnar í kirkjuni, umframt at teir eisini verða gjørdir breið- ari, sigur Grækaris A. Joen- sen, kirkjuráðsformaður í Kvívík, sum eisini stendur fyri arbeiðinum í kirkjuni. Støðan var tann, sigur hann, at tað var so mikið trongligt á miðjuni millum stólarnar, at tað var eitt sindur tvørligt at bera eina kistu út úr kirkjuni. Eisini vóru stólasetrini so smøl, at hildið varð frægast at at breiðka tey, eins og pútur eisini verða lagdar á stólar- nar. Stólarnir í Kvívíkar Kirkju hava annars verið brúktir í sama líki í 99 ár. Næsta ár fyllir kirkjan 100 ár. Spurdur um grundin til, at stólarnir nú skulu breiðk- ast, er tann, at stellini á kví- víkingum eru vaksin, flenn- ir kirkjuráðsformaðurin bara og vil líkasum ikki siga nakað um tað. Grækaris A. Joensen sig- ur, at teir taka 10 senti- metrar av hvørjum stóli. Men hóast hetta verður gjørt, samstundis sum stól- arnir verða breiðkaðir, missir kirkjan einki siti- pláss. Hvørki soleiðis, at breiðaru stólarnir taka nakað rað burtur, ella í tali út og inn í sjálvum stólin- um. – Tað var so mikið rúm- ligt at sita út og inn í stól- inum, at hesir 10 senti- metrarnir merkjast ikki. Kanska sita vit eitt sindur tættari, Men tað er bara tað hugnaligari, sigur hann. Tað stendur víðkan av kirkjuni fyri, greiðir kirkjuráðsformaðurin frá. Men nú so nær er komið 100 ára degnum, hava tey gjørt av at bíða við størri arbeiði, til eftir hátíðar- haldið. – Tað verður einki gjørt í ár ella næsta ár. Nú skal kirkjan sleppa at hava sama skap, sum vit kenna hana við, til føðingardagurin er farin. Ætlanin er at byggja upp í kirkjuna. So ella so, sigur kirkjuráðsformaðurin, tí talan er um ein leysan bygning, sum skal bindast saman við kirkjuni við einum millumbygningi av glasi. Bygt verður í forleingilsi av kirkjuni niðaneftir, sigur hann. Ætlanin er at byggja rúm til konfirmantar, yms- ar fundir og tílíkt, sigur Grækaris A. Joensen, kirkjuráðsformaður í Kví- vík. Sunnukvøldið verður skipað fyri kvøldsetu í Glyvra Skúla. Á skránni verður fyri- lestur og vísusangur, eins og okkurt eisini fæst at koyra í munn- in KVØLDSETA Edvard Joensen Glyvrar: Fyrilestur, vísu- sangur og felagssangur verða á skránni, tá Ment- anarhúsfelagið í Runavíkar Kommunu skipar fyri kvøldsetu sunnukvøldið. Kvøldsetan verður sunnukvøldið tann 1. de- cember klokkan 19.00 í fimleikarhøllini í Glyvra skúla. Tvey høvuðsevni verða á setuni, um til ber at siga so. Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur fer at greiða frá um gamlar brúd- leypssiðir í Føroyum. Jóan Pauli Joensen hevur fyrr greitt frá hesum evn- inum í útvarpssending, sum hevur verið at hoyrt nú í heyst. Men í fyrilestrinum, hann fer at halda á Glyv- rum, verða betri stundir til at greina hetta evnið nærri, siga fyrireikararnir í tíð- indaskrivi, teir sendu út um dagarnar. Annar høvuðspersónurin, sum verður á kvøldsetuni, verður vísusangarin Hanuis G. Johansen. Hann fer at syngja bæði gamlar, kendar vísur, og slíkar, sum ikki hava verið so ofta at hoyrt fyrr. Eisini verður felagssang- ur, umframt at kaffi og mandlurís eisini verða at fáa. Endurstovnað felag Mentanarhúsfelagið í Runavíkar Kommunu, sum stendur fyri tiltakinum, er felag, sum hevur til enda- máls at byggja mentanar- hús í kommununi. Kenneth Rasmussen, sum er nevndarlimur í felagnum, sigur, at felagið varð stovnað einaferð miðskeiðis í sjeytiárunum, men varð lagt stilt nøkur ár seinni. Nakað av peningi eigur felagið, og hann er tøkur til endamál felagsins, nú tað er endurstovnað. Kenneth Rasmussen heldur ikki, at tað fer at nerva eitt nú mentanarhúsið í Fuglafirði, um eitt slíkt verður bygt í Runavíkar Kommunu. – Tað er brúk fyri einum slíkum húsi her, sigur hann. Tí tiltøkini hava vit, men umstøðurnar at halda tey eru ikki nóg góðar, sigur hann. Nevndin fyri Mentanar- húsfelagnum og Runavíkar Kommuna hava gott sam- starv, sigur Kenneth Ras- mussen. Kommunan er áhugað í tiltakinum, og væntandi fer ikki at ganga long tíð, til pláss skann ávísast at byggja húsið á, væntar hann. Hvar tað verður er tó eingin ábending fyngin um enn. Og fyrr enn tað er greitt, ber heldur ikki til at fara undir nakrar neyvari fyrireikingar so sum tekn- ing ella sovorðið. Betri pláss í Kvívíkar Kirkju Teir stytta stólarnar í Kvívíkar Kirkju, samstundis sum teir eisini verða breiðkaðir. Hóast betri pláss inn eftir gólvinum missir kirkjan einki sitipláss Mynd: Jens Kristian Vang Brúdleyps- siðir og vísusangur Arbeitt verður við at fáa mentanarhús bygt í Runavíkar Kommunu. Fyrireikingarnar ganga væl, og tiltøk verða hildin fyri at fáa pening til felagið, sum stendur aftanfyri Seinastu meldingar um risa sparingar fáa ikki løgmann at fara leypandi eftir Fíggjar- nevndini. Nevndin skal hava frið at arbeiða, og viðgerðin skal ikki vera í fjølmiðlunum, sigur løgmaður FÌGGJARLÒGIN Heri á Rógvi Glið er rættiliga komið á kjakið um fíggjarlógina aftur, nú tað frættist um, at Fíggjarnevndin hjá Løg- tinginum hevur í hyggju at fremja umfatandi sparingar fyri at skera niður av fíggj- arlógaruppskotinum, ið Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri, vegna lands- stýrið legði fyri tingið. Boðini um stóru og um- fatandi sparingarnar, sum summi meta kunnu enda við hópuppsagnum, fáa tó ikki løgmann at loypa upp úr stólinum. – Tað er einki óvanligt við, at Fíggjarnevndin ger broytingar við fíggjarlógar- uppskoti. Vit mugu lata nevndina fáa frið at ar- beiða. Tað er eingin orsøk at viðgera fíggjarnevndar- arbeiðið í fjølmiðlunum, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður vísir aftur, at nógvu skerjingarnar eru nakað misálit til hansara og landsstýrisins arbeiði. At fíggjarlógin verður samtykt er løgmaður heldur ikki í iva um. – Í øllum mínum árum í politikki hevur tað mangan leikað hart á. Hetta er ikki tað ringasta, eg havi uppliv- að, sigur Anfinn Kallsberg. Fíggjarnevndin, lands- stýrismenn og samgongan fara nú at viðgera fíggjar- lógina, og arbeiðast skal fram ímóti einari semju í allari samgonguni, í øllum førum, soleiðis at fíggjar- lógin verður samtykt. Løgmaður vil ikki siga nak-að um, hvørji útlitini eru fyri einari semju, sum støðan er nú, men hetta er so ikki tað ringasta, hann hevur verið til. – Enn resta tvær viðgerð- ir í, og ikki fyrr enn hesar báða viðgerðirnar hava ver- ið vita vit fyri vist, hvat úr- slitið verður, staðfestir løg- maður. Løgmaður heldur, at tað eru ov nógv ráð í umsitingini, men hetta var neyðugt at gera, skuldi politiska kabalin ganga upp POLITIKKUR Heri á Rógvi Leiðarin fyri samgonguna, Føroya løgmaður, Anfinn Kallsberg, heldur, at vit í Føroyum hava ov nógv ráð/stýri í almennu umsit- ingini. Hetta sigur løgmaður, hóast tað er hann, ið ovasti fyri samgonguni, og tí hev- ur ábyrgd fyri arbeiðinum hjá samgongu og landsins umsiting. – Tað er eingin loyni, at tað snúði seg um at fáa eitt roknistykki til at ganga upp, sigur Anfinn Kalls- berg. Hetta gjørdi seg bæði galdandi í hesari seinastu samgonguni við fýra flokk- um og í teirri fyrstu sam- gonguni við Anfinni Kalls- berg sum løgmanni, har tríggir flokkar vóru umboð- aðir. Hóast løgmaður er til reiðar at siga, at ráðini eru ov nógv, so vil hann ikki koma við nøkrum tali, ið hann heldur vera hóskandi. – Tað nyttar so lítið at siga mína persónligu mein- ing, tá eg havi bundið meg til eina politiska avtalu, ið ásetur, at vit hava níggju stýri, sigur løgmaður. Ikki fleiri Tær báðar samgongurnar við Anfinni Kallsberg sum løgmanni hava báðar havt fullveldi ella sjálvstýri sum mál, og soleiðis er fram- vegis. Løgmaður metir tó ikki, at tað nýtist at gerast neyð- ugt við fleiri ráðum, tá munandi fleiri málsøki koma á føroyskar hendur. – Stýrini nýtast ikki at gerast fleiri, metir løgmað- ur. Hann nevnir eitt nú Løg- málaráðið, ið hann roknar við fer at fáa enn fleiri og týðandi uppgávur og pláss í allari umsitingini í framtíð- ini. Ov nógv ráð Anfinn Kallsberg: Fíggjarnevndin skal hava arbeiðsfrið Tónaskaldið Sunleif Rasmussen er valdur til heiðursforseta fyri Listastevnu Føroya. Fremsta uppgávan hjá honum verður at tryggja listarliga støðið FORSETI Heri á Rógvi Nei, tað er ikki á hvørjum degi, at vit í Føroyum fáa eina forseta. Í hesum førin- um er talan um ein heiðurs- forseta fyri Listastevnua Føroya. Navnið á nýggja forsetanum er Sunleif Rasmussen, og hann er valdur í eitt fimm ára tíðar- skeið. Stýrið fyri Listastevnuna helt týsmorgunin tíðinda- fund, har kunngjørt varð, at Sunleif er valdur til heið- ursforseta. – Talan er um ein yvir- ordnaðan leiklut, har Sun- leif skal minna okkum á, at talan er um eina listarliga stevnu, og listarliga støðið skal vera høgt, sigur Birgir Kruse, sum er næstformað- ur, umboðandi Tórshavnar býráð, í stýrinum fyri Lista- stevnu Føroya. Hetta við heiðursforset- um er vanligt í tílíkum høpi við listarligum stevnum ella felagsskapum. Ofta er talan um kongalig ella við- urkend listarfólk. Í Føroy- um hevur stýrið so funnu fram til, at Sunleif Rasmus- sen eigur at vera hóskandi forseti. Sum nevnt verður leiklut- urin hjá Sunleifi ógvuliga yvirordnaður, og hann fer ikki at taka lut sjálvari til- rættarleggingini av stevn- uni, men hinvegin skal hann vera garantur fyri støðið á stevnuni. Og kanska mest týdning- armikið: Sunleif skal vera við til at opna hurðar fyri Listastevnuna, soleiðis at stór og góð listarfólk fáast til okkara oyggjar á lista- stevnu. Hetta eru bæði stýr- ið og Sunleif vorðin samd um. Í næstum fer Sunleif bæði til Berlin og seinni til Írlands í arbeiðsørindum, har skal hann so eisini skal royna at selja Listastevnuna fyri útlendskum nøvnum. KENT Arbeiðið at fyrireika Lista- stevnuna 2003, sum verður hildin í døgunum 7. til 17. august, er farið ígongd. Oddvá Nattestad, sum er samskipari fyri Listastevnu Føroya, sigur, at áhugin fyri stevnuni vísir seg at vera sera stórur í útlondum. Eitt nú írska balletin vísti áhuga, tá Oddvá herfyri var á vitjan í Írlandi. Har fekk hon eisini eitt stórt inntryk av, at áhugin er stórur nógvastaðni fyri listastevn- uni í Føroyum. Fyrireikararnir kunnu eisini váttað, at samráðing- ar í løtuni fara fram við svenska bólkin Kent. Talan er um ein av best umtóktu bólkunum í Svøríki. Teir vunnu herfyri European Music Award frá MTV fyri »Best Nordic Act«. Talan er skilliga ikki um hvønn sum helst. Upplýst verður, at arbeitt verður við at fáa bólkin til Føroya í august á Lista- stevnuna, men verri enn so allar súðir eru syftar enn. Sum støðan er nú, er tað langt frá ómøguligt, at Kent fer at spæla fyri føroying- um í august. 9.000 vitjanir Nú er eisini gjørt upp, hvussu tað hilnaðist við Listastevnuna 2002. Birgir Kruse upplýsir, at tað vóru umleið 9.000 vitjanin til tey mongu tiltøkini, ið Lista- stevnan borðreiddi við í ár. Hann nýtti eisini høvið at takka teimum mongu stuð- ulinum. – Bæði føroyskt vinnulív og ymsar grunnar hava stuðlað. Ætlanin hjá okkum er í framtíðini, at tiltakið skal hvíla meira í sær sjálv- um við sama góða stuðuli, har minni trýst verður lagt á Norðurlandahúsið, sigur Birgir Kruse. Eitt nú nevndi hann skip- anina við Listastevnu vin- um, sum skulu gjalda 25.000 kr. í sponsorati og fáa ymiskt afturfyri. – Vit vilja møta vinnulív- inum, sigur Birgir Kruse. Sunleif skal opna hurðar fyri Listastevnuna Formaðurin í stýrinum fyri Listastevnuna, Helga Hjørvar, og Sunleif Rasmussen skrivað her undir sáttmálan, sum ger Sunleif til heiðursforseta fyri Listastevnuna næstu fimm árini Mynd: Jens Kristian Vang Tað er ov nógv við níggju ráðum, metir løgmaður. Kortini gekk hann við til hetta fyri at fáa alt at ganga upp, sigur hann. Løgmaður heldur, at Fíggjar- nevndin eigur at fáa arbeiðs- frið til at gera sítt álit liðugt, áðrenn tað verður tikið upp í fjølmiðlunum C M Y K 7 6