mikudagur 27. november 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 228 - 27. november 2002
Nr. 228 - 27. november 2002
9
Lærarafelagið noktar
lærarum í fleiri
skúlum at keypa
jólaklipp og pynt til
at pynta skúlarnar við
uppundir jólini
SKÚLASTRÍÐ
Áki Bertholdsen
Tað skerst ikki burtur, at
ein av stóru løtunum í skúl-
unum kring landið, er
desember mánaði, tá ið
skúlar og stovur verða pynt-
að til jólar.
Men í ár verður øðrvísi, tí
í ár verða jólini mestsum
avlýst í nógvum skúlum
kring landið.
Lærarafelagið
hevur
nevniliga noktað lærarum
at keypa alt, sum hevur við
jólapynt at gera, so í ár
verður onki pyntað á fleiri
skúlum kring landið.
Tað er ósemjan um
savnsrøktina, sum aftur nú
ger um seg.
Tær stóru kommunurnar
í Býarsamskipan Føroya
hava gjørt avtalu við Lær-
arafelagið um savnsrøktina.
Av teimum stóru komm-
ununum, var tað bara Tvør-
oyri, sum ikki vildi góð-
kenna skipanina, men síð-
ani hevur Tvøroyrar Kom-
muna góðtikið at betala
savnsrøktina eftir somu av-
talu,
sum
hinar
stóru
kommunurnar, so har eru
viðurskiftini eisini fingin í
rættlag.
Hinvegin hevur Komm-
unufelagFøroya ikki góð-
tikið avtaluna. Men kortini
eru tað fleiri kommunur, í
Føroya Komunnunufelag,
sum gjalda savnsrøktina í
teirra skúlum eftir omu
avtalu.
Men enn eru nógvar
kommunur í Føroya Kom-
munufelag eftir, sum ikki
vilja gjalda eftir semjuni.
Og tað eru lærararnir í
hesum skúlunum, sum ikki
sleppa at keypa jólapynt í
ár.
Onki pynt til jóla
Elsa Birgitta Peteren, fo-
rkvinna í Føroya Lærara-
felag, váttar, at boðini um
jólapyntið á hesum skúlun-
um fóru út fyrr í vikuni.
– Vit hava mint lærar-
arnar á hesum skúlunum á,
at onki skal keypast, heldur
ikki til jólapynt, so leingi
ósemjan um savnsrøktina
stendur við, sigur hon.
Hon sigur, at sostatt
sleppa lærararnir á hesum
skúlunum ikki at keypa
hvørki til klistur, nissur,
pappír, klipp, vattkúlur ella
nakað sum helst annað.
– Hetta kann tykjast
hjartaleyst, men tá ið tú
hevur við fakfelagsstríð at
gera, verður tú mangan
noyddir til at kobla hjartað
frá og lata heilan ráða, sigur
forkvinnan í Føroya Lær-
arafelag.
Hon leggur tó afturat, at
hóast Føroya Kommunufel-
ag ikki vil góðtaka semj-
una, eru tað fleiri kommun-
ur í felagsskapinum, sum
hava váttað fyri Lærarafel-
agnum og Mentamálaráðn-
um, at tær vilja gjalda
savnsrøktini eftir somu av-
talu, sum er gjørd við tær
stóru kommunurnar og tað
góðtekur Lærarafelagið og
lærarar á hesum skúlunum
eru ikki umfataðir av blo-
kadunum.
Moltnar undir
Kommunufelagnum
Er hetta í grundini ikki bara
at revsa lærararnar sjálvar,
tí mugu hava børnini undir
øllum umstøðum, nú fáa
teir bara onki gjørt við
teimum?
– Vit vita væl, at tað er
strævið, men eitt fakligt
stríð er altíð strævið og
hóast tað er fakfelagið, sum
gongur á odda, eru tað altíð
vanligu limirnir sum føra
stríðið í verki.
– Men tað er farið at
moltna í undir Føroya
Kommunufelag, tí fleiri
kommunur vilja gjalda eftir
semjuni og nógvar hava
ringt seinastu dagarnar at
spyrja, hvussu tær skulu
fara fram fyri at fáa
viðurskiftini í rættlag, tí tær
vilja eisini ganga eftir
semjuni.
– Tað er ikki neyðugt, at
kommunurnar
góðtaka
semjuna. Bara tær betala
eftir semjuni, verður tað
góðtikið og tað gera fleiri
kommunur.
Elsa Birgitta skilir hesar
kommunurnar væl, tí í
nógvum førum er tað ikki
talan um serliga stórar upp-
hæddir, sum kommunurnar
skulu gjalda, kanska heilt
niður í 3.000 krónur um
árið.
– Tað er ongin avtala í
samgonguni um at
spara 200 milliónir
næsta ár og eg haldi
meg til tær avtalur, vit
hava gjørt, sigur Páll
á Reynatúgvu,
landsstýrismaður í
almannamálum
FÍGGJARLÓGIN 2003
Áki Bertholdsen
– Tað er ikki gott at vita,
um fíggjarnevndin yvir-
høvur kann meina tað í álv-
ara.
Páll á Reynatúgvu, lands-
stýrismaður, er hampiliga
róligur eftir at hava verið í
samráði við fíggarnevndina
um fíggjarlógina fyri næsta
ár.
Í Sosialinum í gjár av-
dúkaðu vit, at landsstýris-
menninir Páll á Reyna-
túgvu, Bill Justinussen og
Annliss Bjarkhamar, hava
fingið boð frá samgongu-
limunum í fíggjarnevndini
um at spara einar 200 milli-
ónir næsta ár afturímóti
teimum tølum, sum lands-
stýrið hevur sett á uppskot-
ið til fíggjarlóg.
Av teimum var Páll á
Reynatúgvu tann, sum fekk
boðini um tær harðastu
sparingarnar, tí hann hevur
fingið boð um at skarva 90
milliónir av játtanini, sum
landsstýrið annars hevur
ætlað, at almannamálini
skuldi fáa næsta ár.
Men tað tykist sum um
Páll á Reynatúgvu er rætti-
liga sinniligur, hóast hann
hevur fingið boðini um
hesar umfatandi sparing-
arnar.
– Eg uppfati ikki fíggjar-
nevndina sum eitt einaræð-
isveldi, sum av sínum ein-
tingum kann stinga poli-
tikkin hjá samgonguni út í
kortið, ella kann áleggja
mær sparingar.
– Hinvegin er fíggjar-
nevndin eitt týdningarmik-
ið amboð til at føra poli-
tikkin út í lívið, sum sam-
gongan stingur út í kortið.
– Men tað skal fíggjar-
nevndin gera útfrá tí leisti,
sum samgongan framman-
undan er blivin samd um, tí
hon kann ikki av sínum ein-
tingum leggja ein nýggja
politikk til rættis.
Hann sigur, at samgong-
an hevur valt fólk í lands-
stýrið til at skipa stjórn við
einum samgonguskjali sum
grundarlagi.
Hendan
stjørnin skal so raðfesta tey
øki, sum samgongan er
samd um.
– Og tað er hetta, sum
varð gjørt, tá ið landsstýrið
gjørdi uppskotið til fíggjar-
lógina fyri næsta ár.
Misálit á landsstýrið
Páll á Reynatúgvu uppfatar
tí kravboðini frá fíggjar-
nevndini um umfatandi
sparingar, sum eitt rímiliga
stórt misálit á landsstýrið.
Men so leggur hann
afturat, at hann ivast í, um
fíggjarnevndin meinar tað í
álvara, tá ið hon áleggur
honum at spara 90 milli-
ónir.
Og hann heldur, at hetta
er tríva dekan og langt inn á
øki hjá landsstýrismannin-
um.
– So er tað ein spurning-
ur, um eg eri rætti maðurin
at vera landsstýrismaður, tí
so hevði tað kanska verið
betri at fíggjarnevndarfor-
maðurin, Óli Breckmann,
sjálvur var landsstýrismað-
ur og framdi tær sparingar,
hann helt, skuldi til.
– Við øðrum orðum haldi
eg, at vil fíggjarnevndin
hava so umfatandi sparing-
ar, hevði tað verið sjálv-
sagt, at hon eisini segði,
hvar hon heldur, at tað ber
til at spara so nógv.
Sjálvur sær Páll ikki
møguleikar at finna spar-
ingar á hasum støðinum
innan almannaøki.
– Nógv tað mesta av okk-
ara útreiðslunum er lógar-
ásettar útreiðslur. Tað eru
lønir til fólk, sum skulu
hjálpa teimum, sum koma í
eina trupla støðu, ella tað
eru veitingar til fólk í eini
truplari støðu. Har er ikki
nógv at skalta og valta við,
sigur Páll á Reynatúgvu.
– Skulu broytingar ger-
ast, krevjast lógarbroyting-
ar og tað tekur tíð.
– Skal tann avtalaði poli-
tikkurin broytast, er tað
bara samgongan sum skal
gera tað og tað krevur eina
meiri djúptøkna viðgerð í
samgonguni. Tað er ikki
nakað, fíggjarnevndin kann
geva okkum harraboð um.
Kemur
fíggjarnevndin
við boðum, sum ikki eru í
samsvari við avtalaða poli-
tikkin, kann tað tískil illa
takast fyri fult.
– Og spurningurin er, um
fíggjarnevndin meinar tað í
álvara. Men at koma við so
umfatandi kravboðum, utt-
an at meina tað, er at skapa
óneyðugan ótta og tað tænir
ongum endamáli.
–Vit eiga ikki at gloyma,
at vit eru 17 fólk í sam-
gonguni. Og skulu broyt-
ingar gerast, er tað ein for-
treyt, at minst 17 tingfólk
hava rygg til at gjøgnum-
føra broytingarnar. Tað er
ein veruleiki, sum heldur
ikki fíggjarnevndin kann
gera nakað við.
Og at boða frá tiltøkum,
sum lítil og ongin møgu-
leiki er at gjøgnumføra
politisk, er at leypa óneyð-
ugan ótta á alla skipanina
og
tað
er
óneyðugt
hálvgum framav á henda
hátt.
Út í tóman heim
Men tað eru samgongu-
politikarar, sum hava boðað
frá, at tað verður neyðugt at
spara 200 milliónir á fíggj-
arlógaruppskotinum næsta
ár?
– Hetta eru skot út í tóm-
an heim tí tað er ongin av-
tala um tað í samgonguni.
Verða sparikrøvini meint í
álvara, eiga tey, sum seta
tey fram, at taka málið til
viðgerðar í samgonguni,
fyri at vita, hvat meiriluti er
fyri.
– Tað kann ikki takast í
álvara at politikarar tveita
200 milliónir út í luftina og
vóna, at tær dettur niður-
aftur sum sparingar onku-
staðni aftaná fyrsta januar.
Løgmaður er ovasti polit-
iski leiðarin í samgonguni.
Átti hann at tikið stig til at
forða fyri slíkum?
– Tey, sum eru vald í
landsstýrið, hava fingið lit-
ið upp í hendur at stinga
politikkin út í kortið og tað
vildi verið undarligt at tikið
tey av ræði aftur nakrar fáar
mánaðir aftaná. Eg haldi, at
tað er óneyðugt at loyva
partapolitiskum ella privat-
politiskum markeringum av
hesum slagnum í eini til-
gongd, sum frammanundan
er rættiliga trupul.
– So frægt av dissiplin
átti at verið innanhýsis í
samgonguni, heldur Páll á
Reynatúgvu.
Jólini avlýst í fleiri skúlum kring landið
Krøv um sparing eru skot út í tóman heim
– Hetta kann tykjast hjartaleyst, men tann, sum hevur við fakfelag at gera, má kobla hjartað
frá og lata heilan ráða, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag
– Tað er
óneyðugt at loyva
partapolitiskum
ella privat-
politiskum
markeringum av
hesum slagnum í
eini tilgongd,
sum
frammanundan
er rættiliga
trupult, heldur
Páll á
Reynatúgvu
Í morgin fara Hans
Jóhs. á Brúgv, konan,
Hanne-Mi og øll fýra
børnini niður til
havnabýin, Valensia í
Spaniu, har tey hava
leigað sær eini hús
einar 20 km. uttanfyri
sjálvan býin
BURTURHUGUR
Vilmund Jacobsen
Hóast hann er í bestu árum,
er hann ein tann royndasti á
fiskasøluøkinum í Føroy-
um. Hann hevur arbeitt og
fingið sína læru undir
flestu stjórum, sum hava
verið á Føroya Fiskasølu
upp ígjøgnum tíðirnar. At
enda sat hann sjálvur við
leiðsluni í hesi fyritøku, ið
hevur havt um hendi ein
stóran part av okkara fiska-
útflutningi.
Maðurin er Hans Johs. á
Brúgv, fyrrverandi stjóri í
Føroya Fiskasølu.
Øll til Spaniu
Umborð á Norrønu í mor-
gin til Danmarkar verða
hann, konan og øll fýra
børnini, sum eru millum 2
og 13 ára gomul.
Tey flyta øll til havna-
býin, Valensia, einar 300
km. sunnanfyri Barcelona í
Spaniu. Málið er fyribils
sett til eitt ár. Tað hevur
konan, Hanne-Mi, sum er
sjúkrasystir, ynskt. Um
tíðin í Spaniu verður longri,
veldst um, hvussu familjan
fellir til.
– Saman við einum
systursoni, koyra vit báðir
teir 2700 km. niður til
Valensia, meðan konan og
børnini koma við flogfari
úr Danmark. Tey verða ætl-
andi frammi einar tveir
dagar seinni enn vit.
Hans Johs. sigur, at hann
og konan vóru í Valensia
fyri hálvari triðju viku síð-
an og kannaðu umstøðurn-
ar.
– Vit hava leigað okkum
eini hús í eini bygd, einar
20 km. uttanfyri sjálvan
býin.
Fiskur og mál
Hans Johs. vil enn ikki siga
so nógv um, hvat hann fer
at takast við í Spaniu, men
dylur ikki, at hann fer at ar-
beiða innan fiskivinnuna,
har hann hevur sínar roynd-
ir.
– Fyrsta uppgávan hjá
okkum verður at fáa familj-
una at trívast í nýggja um-
hvørvinum, og her mugu
vit øll gera okkara ítarsta.
Hann sigur, at spaniólar
sum heild tosa sítt egna mál
– og bara tað, og tí noyðist
familjan at læra seg spanskt
so skjótt og væl sum tilber.
– Sjálvur skilji eg eitt
sindur av sponskum, men
tað røkkur ikki langt. So,
vit hava øll nógv at læra og
vilja fegin læra málið, með-
an vit eru í Spaniu.
Dreymur…
Hans Johs. sigur, at tað
hevur leingi verið ein
dreymur hjá honum og kon-
uni at sleppa at royna okk-
urt annað, og hann heldur,
at hetta tískil er eitt gott
høvi.
– Vit hava meldað okkum
í kommununa á staðnum.
Tey trý elstu børnini, sum
eru ávikavist 13, 10 og 8
ára gomul, fara øll at ganga
í sama skúla, sum liggur
hálvan annan kilometur frá
bústaðnum. Ætlanin er, at
konan skal vera heima fyrra
hálvárið, men hon kundi
eisini hugsað sær at roynt
arbeiðslívið í Spaniu, áðr-
enn vit venda heimaftur.
Hans Johs. á Brúgv legg-
ur dent á, at trivnaðurin hjá
familjuni í nýggja um-
hvørvinum verður altavger-
andi fyri, hvussu langur
steðgurin í Spaniu verður.
– Tí fara vit serliga í
byrjanini at brúka tíð uppá
henda partin av gerandis-
degnum, sigur hann.
Øll eru tey spent at royna
nýggju leiðina og nýggju
møguleikarnar, ið bíða
teimum fyri framman við
miðalhavsbýin í Spaniu.
Fyrrverandi fiskasølustjórin, Hans Johs. á Brúgv:
Flytir til Spaniu við allari familjuni
Teir fáa fiskiloyvini
hjá Munki, Skúgvi og
Grælingi. Havhestur
verður stakur við
fiskiloyvi og fer
fyribils at liggja
»stand by«, um
onkrum skipi hjá
felagnum vantar
»makkara«
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nýggju skipini, sum P/F
Beta í Saltangará hevur
latið byggja í Vigo í Spa-
niu, eru nú navngivin. Ann-
að skipið kallast Bakur, hitt
Stelkur.
Navnið, Bakur, er gamalt
hjá Skipafelag Føroya, hað-
ani Beta hevur sín uppruna.
Stelkur var navnið á tí
níggjunda Cubatrolaranum,
sum í sínari tíð varð seldur
úr felagnum, tá ið skipini
komu til landið í 1977.
Stelkur varð seldur bretsk-
um felag, og endaði sum
kavaraskip í oljuvinnuni í
Persaraflógvanum.
Sosialurin hevur roynt at
fingið myndir av hátíðar-
haldinum, tá ið navngev-
ingin fór fram í Vigo, men
tað hevur tíverri ikki eydn-
ast okkum. Vit vænta tó at
hava onkrar myndir tøkar
seinni í vikuni.
Sum skilst, var Zacharias
Hammer við til hátíðar-
haldið í Spaniu, og ætlandi
var sending í SvF um hetta
í gjárkvøldið.
Drigið út
Ætlandi skuldu nýggju
skipini verða í Føroyum, 3.
ella 4. desember, men hetta
hevur drigið nakað út,
soleiðis at skipini verða í
Føroyum, 7. ella 8. desem-
ber – alt eftir, nær klárt er at
loysa í Spaniu.
Ragnar Olsen hjá Beta
sigur, at útgerðin umborð á
skipunum verður nú roynd.
Spølini skulu trýstroynast,
og vissa skal fáast fyri, at
øll tann nautiska útgerðin
virkar, sum hon skal.
– Tað er jú langur vegur
úr Vigo til Føroyar, og tað
skuldi helst ikki verið
neyðugt at farið niðuraftur
við skipunum, tá ið tey
fyrst eru komin heim til
lands.
Hann sigur, at skiparar og
manning eru sera væl nøgd
við skipini, og útgerðin vís-
ir seg at virka, sum hon
skal.
– Tó skulu neyðugu
royndirnar gerast í Spaniu,
áðrenn loyst verður kom-
andi leygardag ella sunnu-
dag.
Ragnar sigur, at teinurin
heim til Føroya tekur
umleið eina viku.
Tríggir út…
Tá ið Bakur og Stelkur fara
í vinnu, fáa hesir fiskiloyv-
ini hjá Munki, Skúgvi og
Grælingi.
– Havhestur verður stak-
ur við fiskiloyvi. Sum er,
hava vit ongan »makkara«
til skipið, sum fyribils fer at
liggja »stand by«, um neyð-
ugt verður at seta hann inn
fyri onkran av hinum, sum
eru í vinnu, sigur Ragnar.
Hann vísir á, at tá ið
Bakur og Stelkur fara úr
Vigo, verður ein maður
minni umborð, enn tá ið
teir fara til fiskiskap.
Skiparar á nýggju Beta-
trolarunum verða Ólavur
Samuelsen
og
Kjartan
Egholm.
Hátíðarhaldið
Umframt
manningarnar,
vóru eini 25 fólk við til
navngevingina og hátíðar-
haldið í Vigo. Hetta vóru í
fyrsta lagi avvarðandi hjá
reiðarínum, viðskiftafólk,
ið reiðaríið samstarvar við,
SvF-maðurin,
Zacharias
Hammer og landsstýris-
maðurin í fiskivinnumál-
um, Jørgen Niclasen.
Ragnar sigur, at veðrið
var gott, meðan sjálv navn-
gevingin fór fram, men
annars var grovur ælingur
ein part av tíðini, meðan
ferðalagið vitjaði. Hitin lá
millum 12 og 15 stig.
Tað hevur verið langt
ímillum, at nýggj skip
leggja til bryggju í Runa-
víkar kommunu. Seinastu
nýbygningarnir, sum komu
til býin, vóru Jaspis og
Ametyst, sum komu í
1986-1987.
Hátíðarhald verður, tá ið
Bakur og Stelkur koma til
landið, og Sosialurin fer at
verða við og vitja umborð á
skipini.
Bakur og Stelkur eru nýggju skipini hjá Beta
– Trivnaðurin hjá familjuni í nýggja umhvørvinum verður
altavgerandi fyri, hvussu langur steðgurin í Spaniu verður, sigur
Hans Johs. á Brúgv, fyrrverandi fiskasølustjóri
Tað hevur verið langt ímillum nýggju skipini í Runavíkar
kommunu, men vikuskiftið, 7-8. desember, verður aftur
hátíðarhald, tá ið nýggju skipini hjá Beta, Bakur og Stelkur,
koma.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8