Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 228 - 27. november 2002 Nr. 228 - 27. november 2002 11 Tað er altíð áhugavert at fáa hugleiðingar frá fólki við drúgvum royndum innan ávís øki. Finnbogi Ísakson hevur í vikuni viðmerking til nýggja partin av sjúkra- húsinum, ið allarhelst kemur at standa tómur í eitt ár ella meira. Hann vísir á, at hetta er ikki góður standur. Vit skulu minnast til, at hetta er ikki hvør sum helst, ið sigur hetta. Talan er um ein av royndastu politikarum í Føroyum, ið harafturat hevur verið landstýrismaður í fíggjarmálum fyri sama flokk, ið nú umsitur hetta mál í Tinganesi. Hvat hugsar Karsten Hansen fyri sær? Sum Finnbogi Ísakson gjørdi vart við, so megnaði man sjálvt í allar- ringastu krepputíðum at seta tíggju milliónir av til viðlíkahald av okkara gamla landssjúkrahúsi, tá Finnbogi var fíggjarmálaráðharri. Hvat megnar man í dag? Sjúkrahúsið er ikki vorðið yngri, og har hevur man avlýst viðgerð, tí at tað lekur inn. Hetta hendir eftir at vit nú í meira enn eitt valskeið hava havt gullár í Føroyum. Hvussu verður standurin ikki næstu ferð ein kreppa rakar landið? Viðvíkjandi nýggja sjúkrahúsbygninginum, sigur onkur, at eftirsum, hann verður liðugur áðrenn tíðina, so ger tað einki, at hann kemur at standa tómur í eitt ár. Skommin verður ikki minni, tí vit eru afturút við fleiri árum. Her er einki, sum eitur at verða forút. Ábøturnar hava skund og kunnu ikki bíða. Tær fimmti milli- ónirnar talan er um hevur núverandi samgonga lagt afturat árliga raksturin av umsitingini uppá heilt stutta tíð, samstundis sum man hevur kvett 366 milliónir av blokkinum. Fyri at seta upphæddina í perspektiv, so svarar hetta til, at man fylti meira enn 7 slíkir bygningar við útgerð og innbúgvi – um árið! Um so er, at viðlíkahald av landssjúkrahúsinum verður forsømt, og at nýggi bygningurin kemur at standa sum eitt spøkilsishús, so verður hetta fyrsti varðin yvir eina nýggja tíð við skerdum blokkstuðuli. Tá tølini fyri 2002 verða gjørd upp, og fíggjarlógin fyri 2003 skal samtykkjast, so fer at koma til sjóndar, at tað var óðamannaverk at skera blokkin við 366 milliónum. Spurningurin er bara, nær samgongan viðgongur tað. Til tey, ið rópa upp um hvussu óvirðiligur blokkstuð- ulin er, kundi man innført eitt frívilligt brúkaragjald, soleiðis, at tey, ið halda seg verða ov góð til at móttaka almennar tænastur ella veitingar, ið hava blokk- stuðulspengar í sær, kunnu lata eitt frívilligt brukara- gjald. Hetta vildi gjørt, at tey, sum hava mist ella missa heilsuna ikki skulu svíða undir sveimandi musklatosi uttan hald í veruleikanum. Veruleikin er, at almennar tænastur verða forsømdar, meðan umsitingin av somu tænastum er vaksin eksplosivt. Hetta samstundis sum landskassin er bundin á hond og fót í nógv ár framyvir av rísaíløgum, ið fíggjarkarmarnir ikki røkka til, um ikki annað skinn verður tikið um bak beinanvegin. Fíggjarligi arvurin eftir Karsten Hansen og sitandi samgongu verður ikki penur. DAGSINS MEINING Sosialurin Sparingar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Marjus Dam løgtingsmaður Ídag er samgongufundur. Vit í løgtinginum bíða spent. Tí um ikki landspoli- tikkur nú verður framdur av samgonguni, so koma upp- skot at síggja dagsins ljós á tingfundi mikudagin. Eftir at fyrrverandi løg- tingsformaður Finnbogi Ísakson í langari grein vísir, at hann, eftir eitt heilt lív i politikki, púrt onki hevur skilt av støðuni, so er neyðugt at vísa á nøkur viðurskiftir, ið flest øll onnur duga at skilja, um landspolitikkur skal rekast. Pedlarar: 1.Gamla skipanin um sundið: Prísurin fyri at fáa bil við 10 korti um sundið við strandferðsluni er 136 kr báðar vegir einaferð. Hetta er ov dýrt fyri pendlarar og mong onnur. Tað ger, at ongin í arbeiðir, pendlar við bilinum um sundið - stórt- sæð. Bilurin verður settur í Vestmanna á kvøldi. Pendla verður um sundi við mán- aðarkorti fyri persón fyri 450 kr/mdr ella 5400 kr árliga. Fyri hetta kann ein fara við ferjuni hvønn dag í árinum. Eg rokni við at hendan skipanin verður nýtt í Leirvík og Gomlurætt eisini, har bilarnir helst ikki verða tiknir um fjørðin. Bilurin verður stórtsæð ikki tikin um sundið. Tí tað er ov dýrt ídag. 2.Nýggja skipanin: 10 ferðir dýrari við størstu avsláttarskipan. Onki parkeringsøki er við tunnilsmunnarnar. Tað vil siga, at ein sjálvandi roknar við, at vegurin er gjørdur at koyra eftir. Men so tykist ikki vera. Eitt mánaðarkort eftir gomlu skipanini kostar 5400 kr árliga fyri at sleppa aftur og fram hvønn dag í árinum. Eftir nýggju skipanini skal ein, við størstu av- sláttarskipan, gjalda 150 kr fyri hvønn túrin. Ella 54750 krónur, um ein ferðast hvønn dag aftur og fram. Eitt mánaðarkort eftir gomlu skipanini verður brent av eftir 3 døgum við nýggju skipanini. Munurin á gomlu og nýggju skipanini um sund- ið verður ein útreiðsla uppá umleið 50000 krónur, ár- liga um sundið. Um ikki aðrar loysnin verða gjørdar. Vandi er fyri, at stórur hópur av akførum stendur á Leynasandi oman móti tunnilsmunnanum hvønn dag. Eins og tey í dag standa í Vestmanna. Tað er sera harmiligt, tí í Vestmanna gjørdi ferjan, at kapaciteturin ikki var til at flyta hesi akfør yvirum. Men tað er ikki trupulleik- in, nú tunnilin opnar. tí er rætt og neyðugt at vísa á hesa katastrofuna hjá pendlarum - og gera naka við hetta áðrenn tunnilin opnar. Loysn hjá pendlarum: Eftir at prísurin er lækk- aður generelt, verður eisini neyðugt, at hesir fáa eitt 50 túrakort har avslátturin, verður um 60 %. T.v.s. at um vanligi prísurin verður 200 kr fyri vanligan bil, verður hann 80 kr við 50 túra kortinum. Tað fer at kosta pendlaranum 1600 kr um mánaðin at fáa bilin um sundi. Og fyri hesa upp- hædd fara teir uttan iva at koyra til arbeiðis - glaðir. Vinnan: Lýstu prísirnir hjá vinnuni eru so høgir, at hetta als ikki ber til. Teir mugu tí lækkast til eitt rímiligt støði, íð vinnufelagið kann vísa á. Dømi: Ein trailari koyrir 4 túrar um dagin í 200 dagar úr Miðvági til Havn- ar. Ein annar trailari koyrir sama túratal frá Vestmanna. Uml 40 kilometrar eru frá báðum støðum. Nøgdin av fiski er hin sama. Kostnað- urin fyri tímalønina er hin sami. Eykakostnaðurin fyri virki í Miðvági fyri hendan eina bilin er 518400 kr/ árliga. Onnur viðurskiftir eru eisini í gera, at vinnan verður fyri vanbýti.. Er hetta eins kor kor hjá vinnuni kann ein spyrja? Er hetta ikki kappingar- avlagandi - og hvat sigur kappingarráðið? Samgongufundur: Helst skulu einar 5 milli- ónir inn í skipanina, fyri at prísurin kann verða lækk- aður til at slíkt støði, at nógv fólk far at koyra. Og eftir tað fer ferðslan at økjast, eins og prísurin kann lækkast enn meira. Vit í Vágum hava verið fyri eini slíkari forðing í so mong ár, at vit nú vilja hava forðingina minimala. Bein- anvegin. Vit hava ikki long- ur tíð til, at varisligar met- ingar og ein pírin politiskur vilji skal trýsta fólk og vinnu um Vestmannasund longur. Kapaciteturin er har. Lat fólk og vinnu nýta hendan. Við at hava ein lágan prís frá byrjan av. Ein kann undrast um, at Lands- stýrið higartil púrt onki hevur gjørt, hóast 14 dagar nú eru síðan prísirnir vóru lýstir og bert 14 dagar eru eftir til tunnilin skal opnast. Eitt er púra greitt. Við núgaldandi prísum verður tunnilin ikki brúkt. Um samgongan ikki tekur munadygg stig til at lækka tunnilsprísirnar, so verður tað gjørt - helst mikudagin tann 27 no- vember - av øðrum í vilja og tora at fremja lands- politikk. Vágatunnilin Unga Tjóðveldið fordømir royndunum at skúgva grønlendingar til viks í sambandi við rakettverjuætlanina hjá USA. Tað er grønlendska fólkið – og bara grønlendska fólkið – sum hevur myndugleikan at seta slíkar ætlanir í verk í Grønlandi. Unga Tjóðveldið viðurkennir grønlendska sjálvs- avgerðarrættin og kann tí ikki góðtaka, at grønlendingar verða skúgvaðir til viks, tá avgerðir verða tiknar, sum hava týdning fyir grønlendska fólkið. Grønlendingar mugu hoyrast og vilji teirra virðast sum evsti myndugleiki í slíkum avgerðum. Unga Tjóðveldið kann undir ongum umstøðum góðtaka, at grønlendingar verða gjørdir til álopsmál fyri at verja amerikumenn, ella nakran annan. Grønlendsk mannaliv hava sama virði sum onnur mannalív. Grønlendingar eru serstøk tjóð, og skulu sjálvandi eisini virðast sum hetta sama. Grønland er í somu ríkisrættarligu støðu sum Føroyar, ikki fullveldi, men útlendsk yvirvald. Kann danska stjórnin hóreiggja sær sum hon lystir í Grønlandi, so kann Yvirlýsing frá Unga Tjóðveldinum Framhald á síðu 11 Kunningarleiðari Ferðavinnan í Vágum og Vága Vinnufelag hava lagt saman og fara í næstum at lata upp nýggja Kunn- ingarstovu í Vágum. Vit søkja tí eftir einum dagligum leiðara at byrja 1. januar 2003. Arbeiðsuppgávurnar á Kunningarstovuni eru m.a.: √at kunna um Vágar og Mykines. √at marknaðarføra Vágar og Mykines við fald- arum o.ø. √at menna og skipa fyri tiltøkum/túrum til ferða- mannin. √at menna og samskipa handils- og tænastuvinn- una í økinum. √at kunna um og samskipa tiltøk innan mentan í økinum. Kunningarleiðarin skal helst: √kunna arbeiða sjálvstøðugur og hava góð sam- starvsevni √hava hollan málkunnleika √hava teldukunnleik á brúkarastøði √royndir innan ferðavinnu er ein fyrimunur. Nærri fæst at vita við at venda sær til Heðin Poulsen, nevndarformann á tlf. 21 81 15. Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi innan 1. desember. Kunningarstovan Postboks 13 370 Miðvágur www.sosialurin.fo C M Y K 11 10 VIÐMERKINGAR Ein grein í Sosialinum 23. november hevur fingið ilt í Búskapar- og løgfrøðinga- felagið og Magistarafelag- ið. Feløgini mótmæla harð- liga, at greinin skuldsetir limir í feløgunum fyri at misnýta skipanina við bonusstigum, tá tey ferðast fyri tað almenna. Tað var ikki meiningin við greinini at leggja eina heila stætt undir illgruna, og um tað er fatanin, sum liggur eftir, so biði eg her- við alment um umbering. Tað kundi ikki fallið mær inn at lagt eina heila stætt ella ein heilan starvsbólk undir at snýta við almenn- um skattakrónum. Eftir mínum tykki stendur tað heldur ikki í greinini. Strik- að var staðiliga undir, at flestøll uppføra seg hampi- liga, tá tey ferðast í al- mennum ørindum. Og Sosialurin hevur onga orsøk at ivast í, at fólk í almennum starvi ferðast og gista á bíligasta hátt uttan- lands. Tað, sum ein kelda í ferðavinnuni greiddi Sosialinum frá, var at hon visti um nøkur ítøkilig dømi, har dýrari ferða- seðlar og hotell vóru vald fram um bíligari, tí tað gav fleiri bonusstig. Greinin var skrivað við støði í hesum fyri at vísa á veikleikar í skipanini. Ingi Rasmussen blaðmaður Viðmerking til BLF og Magistarafelagið Eyðun Mohr Viderø Í hesum døgum ferðast nakrar kvinnur runt landið fyri at sýna fólki ein sjónleik, ið nevnist "Ginu- søgur" Leikurin hevur fingið ójavna umtalu. Tveir løg- tingsmenn hava dittað sœr at mœlt ímóti leikinum, tó uttan at hava sœð hann. Ikki serliga "originalt" Onnur útvald eru biðin um at siga sína hugsan í útvarpinum, og varð leik- urin av hesum lyftur upp til skýggja! Nógv hevur verið gjørt burturúr hesum "reklam- um" fyri at fáa fólk at koma í leikhúsini og síggja leikin, men helst meiri fyri at geva tað ynskta fíggjaravkastið, sum helst hevur vignast vœl. Undirritaði er nokk líka forvitin sum flest onnur, og tá ein skjúldur undirtóni um innihaldið verður nóg vœl framborin, so freistast vœl øll at síggja, hvat er í vœntu. Leygardagin 23. no- vember var tímin komin til Sandoynna, so undirritaði var í einari ávísari tvístøðu um tíð til møguleikan at síggja leikin, tí vit fingu fremmandar gestir í bygd- ina, og hetta fall saman um somu tíð. Kvøldið fyri kom undir- ritaði fram við einum handilsvindeyga, har so- kallað "plakat" var hongd upp fyri í høvuðsheitum at lýsa innihaldið. Gjørdi mœr ómak at lesa alt. Men eg gjørdist rœtt og slœtt skelkaður! At hugsa sœr, at nakrar kvinnur við virðing fyri sœr sjálvum kundu fáa seg til at savna eina sovorðna mongd av óveruligum og onkisigandi orðavavstri um partar av likami teirra, tað er fyri mœr so langt úti, at eg eigi ikki orð fyri tí! Tað skal sjálvsagt dirvi til at bróta við gamlar moralskar og kanska ofta undirtrykkjandi normar, men at nýta hetta dirvi, sum í hesum føri, í so stóran mun at niðurgera kvinnuna, tað segði mœr somikið, at her var ikki gróðrarbotnur fyri mínum forvitni fyri einum "ótraditionellum" sjónleiki! Síðan skal eg skoyta upp í, at eg rokni meg ikki sum nakað hóskandi evni til ein moralskan varðhund, men við mínari virðing fyri "kvinnuni", so var í hvussu so er plakatin andstyggilig! Eg skal eisini viðmerkja, at í síni tíð vóru kona mín og eg sjálvur virknir sjón- leikarar, um ikki professio- nellir, men eg haldi fast við, at um kona mín var við í einum sovorðnum sjón- leiki sum Ginusøgur, so høvdu allar mínar kenslur fyri henni farið fyri bakka! Nú veit eg ikki, um innihaldið í leikinum liggur á somu niðurgerandi kós sum plakatin, so eg kann ikki taka støðu til sjálvt innihaldið, men fororðini bóru vána boð. Undirritaði er greiður yvir, at við hesum úttalils- um verður ein útsettur fyri ákoyringum av sokallaðu "mentamafiuni", men tað leggi eg einki í, tí eg havi mínar egnu tankar um henda part av mentanini, og har kenni eg meg so með- vitandi hóast veikleikar, at eg havi einki at lœra av teimum "stóru". Nógv hevur í seinastuni verið frammi um bonus- skipanirnar hjá flogfeløg- unum, og hvussu hesar verða nýttar, tá tað snýr seg um ferðir fyri tað almenna. Tað seinasta var ein grein í Sosialinum 23. november 2002 har alment sett verða skuldsett fyri at misnýta bonusskipanina hjá flog- feløgunum. Hesi verða skuldsett fyri at ferðast so dýrt sum yvirhøvur gjørligt og fyri at búgva á teimum dýrastu hotellunum, bara fyri at fáa bonusstig. Stórur partur av teimum, sum ferðast fyri tað al- menna, eru limir í BLF ella Magistarafelagnum. Van- liga eru tað ikki tey ferð- andi sjálvi, men umsitingin í avvarðandi aðalstýri, sum bíleggur ferðaseðlar og hotell, og ferðin verður ikki løgd eftir, hvar flestu bonusstigini eru at finna. Harafturat eru heilt greiðar reglur fyri, hvussu nógv hotellið í mesta lagi skal kosta. Serliga tá ferðast verður til Danmarkar, er ikki óvanligt, at alment sett sjálvi ferð eftir ferð hava verið noydd at goldið part av hotelkostnaðinum, av tí at mest loyvdi hotelkostn- aðurin í mongum førum er settur ov lágt í mun til veruligu prísleguna. Búskapar- og Løgfrøð- ingafelag Føroya og Magistarafelag Føroya mótmæla tískil harðliga tílíkari ógrundaðari og ósakligari skriving. Tíðindabræv frá BLF og Magistarafelagnum Mótmæli móti skuldsetingum um misnýtslu av bonusskipanum Ringt er at tiga, hvaðna verri at tala! hon tað sama í Føroyum. Hetta sýnir hvørjir veikleikar liggja í ikki at hava fult ræði á egnum viðurskiftum. Harafturat sýnir hetta hvussu lítil trygd er í at hava heimastýri; eingin. Unga Tjóðveldið heitir á allar heimsins stjórnir, politiskar flokkar, felagsskapir og privatar persónar um at mótmæla hesum yvirgangi áðrenn ov seint er. Lurtið eftir grønlendingum og virðið teirra vilja. Tórshavn 22. november 2002 Vegna Unga Tjóðveldið Rúni Nielsen, formaður Lív Patursson, næstformaður Herfinnur Árnafjall, skrivari Jógvan Jacobsen, landsnevndarlimur Herit Helgadóttir, landsnevndarlimur, Hergeir Eldevig, landsnevndarlimur Tórgerð Hentze Olsen, landsnevndarlimur Gilli Arnfinsson í Skála, landsnevndarlimur Framhald av síðu 10