mikudagur 27. november 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tríggir leikarar við til
samans 88 lands-
dystum á baki verða
eftir øllum at døma
nýggir í B36 búnan-
um komandi
kappingarárið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir meistaraheitið í 2001
var tað helst eingin loyna,
at tey í B36 ikki vóru nøgd
um fimta plássið, sum
besta manslið teirra vann
sær í landskappingini í ár.
Og líkt er eisini til, at
leiðslan í felagnum hevur
gjørt av, at komandi ár skal
gerast betri. Og teir hava so
eisini gjørt nakað við
málið.
Enn hevur ikki verið
gjørligt at fáa tíðindini
váttað frá hvørki leikarun-
um sjálvum ella leiðsluni í
B36, men sambært keldum
okkara er eingin ivi. B36
fær tríggjar nýggjar leikarar
í landsliðsflokki í hópin til
komandi kappingarár.
Nýggir og tó
»Nýggir« er kanska dekan
ov nógv sagt, tí talan er í
øllum trimum førum um
leikarar, sum áður hava
roynt seg í B36.
Allan Mørkøre byrjaði
kappingarárið, 1994, í árs-
talsfelagnum, men steðg-
urin ta ferðina gjørdist ikki
so drúgvir. Umstøðurnar
kring arbeiði og venjing
gjørdu, at hann longu eftir
summarsteðgin var aftur at
síggja í Klaksvík, og síðani
hevur hann sum kunnugt
roynt seg í HB og íslendska
ÍBV, áðrenn hann í fjør
aftur var at síggja í KÍ.
Seinasta árið hevur Allan
Mørkøre ikki verið partur
av føroyska landsliðshóp-
inum, men við 54 lands-
dystum og einum lands-
liðsmálið telist hann mill-
um mest royndu føroysku
landsliðsleikararnar yvir-
høvur. Sostatt eru tað bert
Óli Johannesen (59 dystir)
og Jens Martin Knudsen
(56), sum kunnuu breggja
sær av at eiga fleiri lands-
dystir á kontini.
Pól Thorsteinsson hevur
síðani 1997 verið fastur
fúsur á føroyska A-lands-
liðnum, tá hann hevur verið
tøkur, og tó at venjari og
spælskipan
eru
broytt,
tykist hann framvegis eiga
sín fasta sess á vøllinum.
Eftir at hann øll síni fyrstu
fótbóltsár hevði leikt í VB,
skifti hann í 1998 til B36,
har hann spældi í tvey ár. Í
2000
leikti
hann
við
íslendska Valur, og í 2001
var hann við á liðnum hjá
B36, sum vann greipuna. Í
fjør var hann partur av NSÍ
liðnum, sum við Løgmans-
steypinum og silvurmerk-
inum í landskappingini
vann sítt besta úrslit nak-
rantíð. Og í ár gongur leið-
in so eftir øllum at døma til
B36. Í alt hevur Pól verið
25 ferðir á føroyska lands-
liðnum.
Og so er eisini líkt til, at
Heðin á Lakjuni verður í
hvíta búnanum komandi
kappingarár.
Hann
var
eisini við í 2001, tá hann
skeyt málið móti HB, sum
tryggjaði B36 greipuna,
men annars hevur hann øll
fótbóltsárinin verið í KÍ.
Gjøgnumbrotið á lands-
liðnum hevur hann enn ikki
fingið, men seinnu árini
hevur hann verið fastur í
hópinum, og í alt er talan
blivin um níggju dystir í
føroyska landsliðsbúnanum
Stjørnuhópur
Sum sagt, so er talan fram-
vegis um óváttað tíðindi,
men eru hesi sonn – og tað
bendir alt á at tey eru – so
verður talan um eina sanna
stjørnuparadu í B36-leguni
komandi kappingarár.
Treytað av, at talan ikki
verður um frágongd av
nøkrum av avgjørdu lykla-
leikarunum, so verður talan
um níggju leikarar, sum eru
ella hava verið partur av
føroyska landsliðshópin-
um, og tað man vera sjáld-
an – um nakran tíð - at ein
venjari kemur at hava slíka
breidd í hópinum, sum Ion
Geolgau eftur øllum at
døma fer at hava komandi
kappingarár.
Teir níggju leikararnir,
sum sipað verður til, eru
Allan Mørkøre (54 dystir/1
mál),
Julian
Johnsson
(47/2), Jens Kristian Han-
sen (44/3), John Petersen
43/5), Pól Thorseinsson
(25/0), Jákup á Borg (24/0),
Heðin á Lakjuni (9/0),
Arnbjørn Danielsen (7/0)
og Klæmint Matras (1/0).
Altso ein samlaður hópur á
níggju mans við 254 lands-
dystum og 11 landsliðs-
málum.
B36 hevði aðalfund eftir
evstamark okkara týsdagin,
og væntandi skuldi okkurt
nýtt verið at hoyrt um hetta
til ta tíð.
Nr. 228 • mikudagur • 27. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
John Faxe Jensen
blásti í gjár nýtt lív
í danska fótbólts-
práið, tá ið hann
avgjørt ikki vildi
ganga við til, at
FCK hevur tikið
spenningin úr
kappingini
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Todi Jónsson hevur ikki
enn skrivað undir nýggj-
an sáttmála við FCK.
Eftir venjingina mána-
dagin var Todi á fundi
við
Niels
Christian
Holmstrøm,
ítróttar-
stjóran í FCK, men einki
ítøkiligt spurdist burt-
urúr.
– Vit tosaðu saman, og
vit eru samdir um at
halda fram við sam-
starvinum. Men einki
ítøkiligt kom burturúr
uttan tað, at vit gjørdu
av at hittast aftur fríggja-
dagin, sigur Todi Jóns-
son
á
heimasíðuni
todi.fo.
Einki verður sagt um
orsøkina til, at sáttmáli
ikki varð undirskrivaður
mánadagin. Men tað ber
til at ímynda sær, at teir
hava togast eitt sindur
um treytirnar fyri sam-
starvinum. Tað vil mill-
um annað siga lønina og
tíðarskeiðið, sum sátt-
málin skal fevna um.
Nýtt lív í
John Faxe Jensen, sum
er
hjálparvenjari
í
Brøndby, kveikti í gjár
nýtt lív í danska fót-
bóltstosið. Seinasta um-
farið undan vetrarsteðg-
inum verður nú sunnu-
dagin. Undan átjanda
umfarinum hevur BT
spurt venjararnar hjá
feløgunum í superliguni,
hvør teir rokna við fer at
standa við gullkrónun-
um, tá ið tey 33 umførini
eru spæld. Mest sum
allir venjararnir taka tað
meiri ella minni fyri
givið, at tað verður
FCK, sum verður meist-
ari.
Men hjálparvenjarin
hjá Brøndby er ikki
samdur. Hann vísir á, at
Brøndby í vár skal spæla
tvær ferðir ímóti FCK.
Og um teir vinna báðar
dystirnar,
so
verður
munurin bara trý stig, og
tað heldur hann ikki
vera nakað at tosa um.
Faxe leggur afturat, at
hann heldur FCK spæla
keðiligan og verjukend-
an fótbólt. FCK hevur
oftast átta spælarar í
verjuni, og tað er ikki so
undirhaldandi sum tann
mátin, sum Brøndby
spælir fótbólt, heldur
John Faxe Jensen.
Hans Backe, venjarin
hjá FCK, vil ikki gera
viðmerkingar til ber-
søgnu og provokerandi
útsøgnina hjá John Faxe
Jensen.
Holmstrøm
og Todi tosa
aftur saman
fríggjadagin
B36 spennir seg út
Heðin á Lakjuni, Pól
Thorsteinsson og Allan
Mørkøre verða eftir øllum
at døma at síggja ða
einum stjørnusettum B36-
liði komandi kappingarár
13
12
Nr. 228 - 27. november 2002
Biðja USA veita trygd
Ísraelska stjórnin hevur
biðið USA veita landin-
um bankatrygd fyri 74
milliardum krónum.
Ísrael fekk í síðstu
viku 16 milliardir krón-
ur úr USA til hernaðar-
lig endamál umframt
eina ókenda upphædd til
sivil endamál. Men tað
er ikki nóg mikið, og tí
hevur stjórnin hjá Ariel
Sharon nú biðið USA
um bankatrygd. Grund-
gevingin hjá Ísrael er, at
landið hevur havt ovur-
stórar útreiðslur av her-
ferðunum
í
teimum
palestinsku økjunum.
Ísraelska
áheitanin
varð løgd fram á einum
fundi
í
Washington
mánadagin, tá tvey um-
boð fyri stjórnina hittu
trygdarráðgevan Con-
doleezzu Rice, trygdar-
ráðgeva hjá George W.
Bush,
forseta.
Bush
hevur fyrr sagt, at USA
er til reiðar at veita Ís-
rael tann neyðuga stuð-
ulin til tess at tryggja
landsins trygd.
UTTAN ÚR HEIMI
5 mill. í endurgjaldi
Tað
gjørdist
norska
sjónvarpinum TV2 ein
dýr søga, tá støðin í
síðstu viku legði fleiri av
teimum fremstu norsku
skíð- og skoyturennar-
unum undir at hava nýtt
dopingevni á olymp-
iskum vetrarleikum.
Skuldsetingin
fekk
øði í norska ítróttar-
heimin, og hóast TV2
fleiri ferðir bað um um-
bering fyri skuldseting-
ina, var tað ikki nóg
mikið. Mánadagin var
drúgvur fundur millum
umboð fyri ítróttarfólk-
ini og sjónvarpið, og
hann endaði við, at TV2
játtaði at rinda fimm
milliónir krónur í bót
ella sum eitt slag av
einum endurgjaldi.
Umboðsmaðurin hjá
ítróttarfólkunum segði
aftan á fundin, at í ein-
um máli sum hesum eru
øll taparan og serliga tey
ítróttarfólkini,
sum
høvdu
skuldsetingina
hangandi oman á sær.
Millum
teirra,
sum
vórðu løgd undir at hava
nýtt doping, eru so kend
ítróttarfólk sum skíð-
rennararnirVegard Ul-
vang og Bjørn Dæhlie
og skoyturennarin Johan
Olav Koss.
Á heysti í fjør leitaði
amerikanska løgreglan
eftir tí 28 ára gamla
Steven Chin Leung, tí
hann hevði nýtt falskt
pass. Tá hann frætti um
atsóknina at World Trade
Center, gjørdi hann av at
melda seg deyðan í
atsóknini fyri á tann hátt
at sleppa undan lógar-
innar langa armi eina
ferð med alla.
Tað eydnaðist honum
at sannføra ein sakførara
um, at hann var bróður
Steven Chin Leung, og at
hesin var deyður í World
Trade Center, men tá
myndugleikarnir seinnu
fóru at eftirkana yvirlitið
yvir tey deyðu, komu teir
eftir, at alt ruggaði ikki
rætt við Steven Chin
Leung.
Herfyri
varð
hann
tikin, og mánadagin varð
hann dømdur fýra ára
fongsul fyri royndina at
snýta myndugleikarnar.
Kolombiski stjórnarher-
urin kunngjørdi í gjár, at
hann misti 13 menn í
einum samanbresti við
ta vinstrasinnaðu rørsl-
una FARC mánadagin.
Sambært myndugleik-
unum doyðu teir trettan
hermenninir, tá deild
teirra varð álopin av
FARC-monnum 27 kilo-
metrar í landnyrðing úr
høvuðsstaðnum Bogota.
Tíggju aðrir hermenn
vórðu særdir. Einki varð
sagt um, hvussu nógvir
FARC-menn doyðu.
Hetta er ringasti ósig-
urin hjá herinum, síðani
Alvaro Uribe tók við
sum forseti í august.
Undir valstríðnum lov-
aði forsetin, at herurin
fór at herða átøkini
ímóti FARC og øðrum
uppreistrarfelagsskapu
m, sum hava herjað í
Kolombia seinastu 38
árini. Fyri einum ári síð-
ani mundi tað eydnast
táverandi stjórnini at fáa
eina friðarsáttmála við
FARC, men royndin
miseydnaðist, tá tann
vinstrasinnaða rørslan
tók seg burtur úr sam-
ráðingunum í evstu løtu.
Segði seg vera deyðan
13 deyð í Kolombia
Júst sum vápnaeftir-
litsmenninir hjá ST
fara til arbeiðis í Irak,
er tað komið fram, at
lond í Mið- og Eystur-
evropa halda fram við
at selja irakum vápn
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Viðurkenda bretska blaðið
The
Guardian
skrivaði
mánadagin, at Serbia er
miðstøð fyri ólógligari
vápnasølu til Irak. Blaðið
sigur seg hava tíðindini frá
kanningum hjá bólkinum
International Crises Group
og
frá
vesturlendskum
diplomatum.
Sambært kanningini hjá
ICG hava irakar keypt vápn
úr sjey londum á Balkan og
í gamla Sovjetsamveldin-
um, og kanningin bendir
eisini á, at vápnasølan er
vaksin, síðani Slobodan
Milosevic varð koyrdur frá
fyri tveimum árum síðani.
Kanningin sigur, at fe-
lagið
Jugoimport
sam-
skipar vápnahandilin, og at
felagið hevur virkað fyri at
selja
irakum
vápn
úr
Bosnia, Ukraina, Russlandi
og møguliga eisini úr
Makedonia og Hvítaruss-
landi. The Guardian skrivar
frá vesturlendskum diplo-
matum, at handilin hevur
verið veksandi í ár.
Ein av diplomatunum
sigur við blaðið, at fleiri
vápnafyritøkur í Jugoslavia
hava samskipað vápnasølu
til Irak, og at vápnini eru
fyrst send til Sýrialands og
haðani víðari til Irak. Eitt
skjal, sum ICG hevur
fingið hendur á, vísir, at
bara Jugoslavia hevur selt
Irak vápn fyri einar 860
milliónir krónur.
Veit einki
Jugoslaviski forsetin, Voji-
slav Kostunica, sigur, at
hann veit einki um slíkan
vápnahandil, men eitt skjal
avdúkar, at jugoslaviska
uttanríkisráðið í januar í ár
ávaraði
stjórnina
hjá
Kostunica um, at tað kundi
vera vandamikið at selja
Irak vápn. Kortini valdi
stjórnin at lata standa til,
sigur ICG.
Sjálvt um fleiri lond í
Mið-
og
Eysturevropa
verða løgd undir at hava
selt irakum vápn, er tað
serliga Serbia, sum stendur
fyri skotum frá Vesturheim-
inum. Orsøkin er, at serbar
hava royndir frá ameri-
kansku bumbuálopunum
har í 1999, og harafturat
kunnu onnur lond fáa gagn
av tí serbiska handilskerv-
inum, tá tað snýr seg um at
útvega irakum vápn, hóast
hetta er ólógligt sambært
ST-samtyktunum.
Flestu danir halda, at
Anders Fogh Rasmus-
sen, forsætisráðharri
hevur gjørt eitt gott
arbeiði sum ES-for-
maður
DANMARK
Árni Joensen
Ein meiningakanning í
Danmark vísir, at danir
yvirhøvur eru av teirri upp-
fatan, at Anders Fogh Ras-
mussen, forsætisráðharri
og ráðharrar hansara hava
gjørt eitt gott arbeiði,
síðani Danmark tók við
formansskapinum í ES í
summar.
70 prosent av teimum
spurdu siga, at ráðharrarnir
hava loyst formansupp-
gávuna væl. Bert fýra pro-
sent siga tað øvugta.
22 prosent halda, at Dan-
mark hevur loyst uppgáv-
una sum formansland sera
væl, og 48 prosent siga seg
vera nøgd við gongdina.
Bara trý prosent halda, at
tað hevur gingið illa, og eitt
prosent siga, at tað hevur
gingið sera illa.
Samanborið við eina
kanning
fyri
tveimum
mánaðum síðanieru tað
munandi fleiri, sum nú siga
stjórnina hava gjørt eitt gott
arbeiði. Í Keypmannahavn
verður hildið, at hetta
kemst helst av tí góða úr-
slitinum á toppfundinum í
Bruxelles
fyri
einum
mánað síðani. Tá samdust
leiðararnir í teimum 15 ES-
londunum um tað búskap-
arliga grundarlagið fyri, at
tíggju
nýggj
limalond
koma upp í samvaldið í
2004.
Irak fær framvegis vápn
úr Evropa
Danir væl nøgdir við ES-formansskapin
Teir fyrstu vápnaeftirlitsmenninir hjá ST komu til Bagdad mánadagin, og í dag fara teir til
arbeiðis
Mynd: Reuters
Anders Fogh Rasmussen. Flestu danir halda, at hann hevur
megnað formanstarvið í ES væl.
C
M
Y
K
12