Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Telefon 11820 Argjavegur 28, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mitiller Utgevari: P/Æ Sosialurin Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfólk: Høgrå Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Mugu kenna ábyrgd VERKFALLIÐ er nú farið at merkjast meira og meira kring landið. Sam felagshjólini eru um at steðga heilt upp. og enn er so einki, sum rekist fyri eini skjótari loysn. Flakavirkini hava ikki tikið ímóti fiski í meira enn fjúrtan dagar, og meginparturin av fiskiflotanum liggur fyri teym. Tó hava einstøk av skipunum avreitt í eðrum londum, og tað skilst, at tað er misjavnt, hvussu hetta hevur gingist ALIVINNAN er kanska tann vinnan, sum minst tolir eitt drúgt verkfall, tí fær henda vinnan ikki arbeiðs umstødur júst í hesi tíðini, so er vandi fyri, at hon heilt fer av knóranum. Hetta er nevniliga tann tíðin, tá laksa- smoltini skulu flytast úr kørunum á landi og í hyljarnar á sjónum. Sum er so hindrar verkfallið tí neyðuga arbeiðnum í hesum sambandi og kann hetta gerast dyggur smeitur fyri teir, sum hava smoltstødir og fyri teir, sum reka aling á sjónum ANNARS eru fleiri aðrir tættir í sam- felagnum hart raktir av verkfallinum. Skúlaverkið virkar als íkki. Flestu næmingar eru sendir heim, tí skúlar- nir verða ikki vaskaðir. Hetta er annars tann tíðin, tå prévtøkurnar standa fyri, so ikki er ilt at meta um, hvussu álvarsligar fylgjur verkfallið kann fáa fyri skúlaverkið. HEILSUVERKIÐ er eisini hart rakt av verkfallinum. Á sjúkrahúsunum er aktiviteturin minkaður munandi og bert sjúklingar, sum hava tørv á akuttari viðgerð, verða innlagdir. So álvarslig er stødan á sjúkrahúsunum, at einstøk av teimum hava hótt við at steingja, um ikki fakfelogini geva teimum loyvi til at hava fleiri fólk í arbeiði. Her er talan um reingerðina. NU hevur so samgongan boðað frá at hon fer ikki at leggja seg út í ósemjuna á arbeiðsmarknaðinum, sum hon metir partarnir sjálvir eiga at loysa. oddagrein HETTA eiga partarnir á arbeiðsmark naðinum at taka til eftirtektar og út frá hesum visa enn størri ábyrgd til tess at finna eina loysn. Tað gongur ikki long tíð, áðrenn alt samfelagið verður lagt lamið. Tí hava partarnir nú skyldu til at finna saman aftur við samráðingarborðið. Her er einki at bíða eftir. MEN skulu vit meta um henda møgu leikan út frá tí sum er sagt seinastu dagarnar, so er lítið gott í væntu. Partarnir tykjast nevniliga ikki at vilja boyggja seg ein tumma. Hvergin teirra vil geva seg, hvørgin vil missa andlit. Báðir halda uppá sítt. TAÐ er tó ein sannroynd, at verkfall- ið í alt ov stóran mun rakar tey óseku og tey, sum eru ringast fyri. Her hugsa vit serliga um tey sjúku. Verka mannafeløgini hava í hesum sam bandi verið trek at geva undantaks loyvi til reingerðarfólk á sjúkrahús unum og tí hevur verið neyðugt at minka um innleggingarnar. Hetta halda vit kundi verið skipað ødrvisi. ANNARS síggja vit, hvussu arbeiðs- gevararnir gera sær dælt av verkfall- inum. Teir royna fyri tað fyrsta at seta fiskimenn og arbeiðsfólk á landi upp ímóti hverjum ødrum. Hetta er ikki ókendur taktikkur. Harnæst royna teir at seta arbeiðarafelggini upp ímóti hverjum ødrum, og hevur hetta fyri ein part eydnast. At tað so er eitt landsstýri, sum situr, ið hevur framt tiltøk til frama fyri arbeiðara- fjøldina og sum ætlar sær at fremja fleiri nýskipanir í hesum valskeið- num, er eisini við í taktikkinum hjá ar- beiðsgevarunum. Eingin heldur enn teir ynskir hetta landsstýrið har piparið gror. STØRSTI trumfurin hjá arbeiðsgevar- unum tykist vera at seta kílar í millum fakfeløgini innanhysis og síðani millum fakfeløgini og sitandi lands- stýri. Um hetta fer at eydnast teimum vil tíðin vísa jamú „Mr. 59 — 26. mai 1987 Borgmeistari við framburðstonkum ??? Soleiðis kann ein væl mál- bera seg tá ein skal um- reða ein fyrrverandi fram- burðsmann, núverandi fólkafloks borgmeistara í Tórshavn. Á kommunufelagsfundi í Kollafirði 2.5. 1987 vóru umboð frá ellum politiskum flokkum, logtingsumboðini fingu tann spurningin settan „Hvat steðu hevur tú til flytan av almennu um- sitingini út úr Torshavn«. Hetta er sjálvandi ein afturvendandi spurning- ur, ein spurningur, sum ikki verður greiddur bara við at siga tað Men Pou! Michelsen, borgarstjóri í Tórsahvn, sum sjálvandi royndi at verja borg, tað var náttúr- ligt, tí hinir umboðandi Fólkaflokkin hevdu jú eina greiða steðu til hetta mál, um ein í heila tikið kann siga, at Fólkaflokk- urin nakrantíð hevur nakra stødu. Tí, um tú legði oyrað til borgarstjóran í Klaksvík, so hevði hann sjálvandi, sum tann heitasti tals- maður fyri flytan úr Tórs- ahvn, sína meting av stød- uni, og legtingsmaðurin Svend Åge Ellefsen, hann hevði somu stødu sum borgarstjórin í Klaksvík, og tað skal hann hava loyvi til. Tað er bara tað brekið við Svend Ága Ellefsen, at meðan hann talar um at verja bygd- irnar, og her hugsar hann sjálvandi um Vágarnar, so talar hann um at flyta um- sitingina úr Tórshavn til Vágar, meðan hann sjálvur flytur úr Vág- unum til Tórshavn. Tað er nakað, sum kallast at tala við spaltaðari tungu, og tað er tað Fólkaflokkurin ikki bara í hesari sek men í ellum søkum ger. Ti alt meðan hini fólkafloks- umboðini tala um flyting, so sigur Poul Michelsen nakað annað. Og heldur ikki hesaferð kundi borgarstjórin í Havn lata vera við at sparka eftir undanmanni sínum í borgarstjóra- sessinum í Tórshavn, Peturi Christiansen, men at Poul sparkar eftir fólka- floksmonnum í Tórshavn, er ikki so legið, tí ilt er at gloyma upprunan í Fram- burðsflokkinum. Poul kunngjørdi, og tað er ikki fyrstu ferð, at hann ger tað, at hann Poul Michelsen, hevur fingið skil á tann fløkta og høpisleysa búskapin hjá Tórshavnar kommunu hann og hann, Poul Michelsen, aleinaður hevur greitt hetta mál Tað má vera beiskur biti hjá fólkafloksmonnum i Tórshavn at fáa eitt slíkt ásnaspark, at teir ikki vóru menn at stýra fíggjarviðurskiftunum hjá Tórshavnar Kommunu, at skil ikki kom á hesi og onnur viðurskifti fyrrenn fyrrverandi = kandidatur hjá Framburðsflokkinum fekk skil á. Poul Michel- sen fekk við valið sum umboðandi framburðs- flokkin heilar 28 persón- ligar atkveður, og tá hann sá, at hetta var eingin framtíð, so stakk hann hala millum beinini cg fór í Fólkaflokkin, har kann alt brúkast. Men gott var tað, at hann fór, so at hann, sam- bært hansara egnu við- merkingum, fekk bjargað búskapinum hjá Tórs- havnar Kommunu. Tann vána fíggjar- politikkur, ferdur av Fólkaflokkinum í Tórs- havn, fekk eg rættað upp, eg bjargaði Tórshavn frá kaos. Hetta er eitt skoðsmál at geva hampamanni sum Peturi Christiansen Verandi borgarstjóri í Tórshavn hevur lætt við at sláa fast, at hann og bert hann var bjargingin fyri Tórshavn So er at vóna, at øll skattamál eru greidd líka effektivt sum øll onnur fíggjarmál. Eitt vánaligt skoðsmál at geva til teir annars sømuligu fólkafloksmenn, sum í dyggari samvinnu við aðrar flokkar hava stýrt Tórshavn í mong ár, og hetta skoðsmál verður givið frá einum íikki føddum fólkafloksmanni, men einum fyrrverandi framburðsmanni. Tað var eisini ein kendur fram- burðsmaður, sum á sinni segði >VÆL Í GAGN- IST«. y ånaligt einum Luttakari urin í Feroya skipað. hver sín lim og varalim. Handverkararnir nýggjan formann Leivur Nygaard á Tveroyri eitur nýggi formað- Handverkarafelag. valdur á aðalfundinum hjá handverkarunum leyg- ardagin. Leivur Nygaard, sum avloysir Høgna Hejgaard, var einasta valevni til formanssessin Fundurin varð hildin á heimi, og nakrir og 30 mans vóru á fundinum. Føroya Handverkarafelag fekk i fjør nýggja lóg, sum fekk við sær, at felagið nú er heilt ødrvisi Frammanundan hevði manna stjórn. Stjórnarlimirnir vórðu valdir á aðalfundi. Nú hevur Feroya Handverkarafelag níggju manna stjórn, sum hevur eitt umboð úr hverjum limafelag. Lokalfeløgini útnevna sjálv Harafturat er ein starvsnevnd. Í hana vórðu valdir Leivur Nygaard, formaður, Hans Michael Hann varð Runavíkar sjomans- felagið fimm | Jacobsen úr Vága Handverkarafelag og George i Niclasen úr Havnar Handverkarafelag | Hegni Hejgaard, sum er formaður í Havnar | Handverkarafelag, heldur fram sum fastur skriv- ri í Foroya Handverkarafelag. i F i | randi —neiii{uu:gð LIGUID MELASS Til øll endamål Besta lakk- og glansverja ímóti øllum hugsandi BECKERS MÅLING .. Tel 13657 Tórshavn