Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 26. maí 1987 Jákup Lindenskov, tingmaður, um verkfallið: S íða 7 Tað er óforsvarligt av landsstýrinum bara at sita sum áskoðari av bangilsi fyri at dálka sínar hendur, skrivar Jákup Lindenskov, tingmaður Leygardagin boðaði legmaður til samgongu- fund um verkfalssteðuna, sum nú hevur staðið við skjótt tríggjar vikur. Eingin av pertunum heldur seg kunna geva so mikið eftir, at farast kann aftur til arbeiðis. Semingsmaðurin hevur fyri langari tíð síðan meldað pass — og síðandi er púrt einki hent. Sjálvsagt spyr fólk nú frá hond, hvat legtingið fer at gera, tí endi má fá- ast á trætuni. Kann vera at spurn- ingurin um aftur at gera seg inn á verkfalsrættin er eymur. Men tað hjálpir lítið at sita við landsins ábyrgd — og so bara standa og hyggja at, meðan landsins virði fara fyri skeytið, uttan annars at rætta hond frá síðu. Tað er ábyrgdarloysi, so tað forslær. Mær tykir verkfallið vera lítið annað enn stríð um keisarans skegg. Tí tað er ikki spurning- urin um lenarhækking. Tann spurningin eru teir fullsamdir um. Óloysiligi knúturin er einki annað enn spurningurin um eina formulering, orðasmíð um, hvussu pensjónsviður- skiftini skulu verða einaferð í framtíðini. Um henda spurning veit eingin nakað serligt, sum er. Sostatt er tað mest at líkna við eitt órímiligt krav, sum arbeiðsgevarar- nir her seta, sum hevur við sær tap av landsvirðum. Men hver missir, hver vinnur? Sjálvsagt tey veikastu liðini í samfelagnum, tey fela sviðan; bæði nú verk- fallið stendur við og eina langa tíð aftaná til gongd er komin á aftur alla- staðni. Og so at seta tey sjúku í gapistokkin, so líðing teirra verður longd kanska í mánaðar — er tað ikki at líkna við miðaldarhugsan? Og — sum nevnt, tað er ikki um lenarhækking verkfallið snýr seg. Sjúkrahúsini eru gíðsl- arnir. Landssjúkrahúsið stendur hálvtómt, men bakteriurnar florera, tí einki má vaskast. Ein skammblettur! Tey, hava, sum meguleikan fara við. bili til KURV UHUE TTV Havnar at keypa mat, bensin o.t. Tey, sum ikki hava henda møguleikan, sita vid sviðanum. Teistin, Smyril 0.0. fer sigla eftirhondini sum klikkjandi bensinbumbur, tí bilarnir koma fermdir við benzindunkum í bagagurúminum. Eingin, sum vil fáa enda á trætuni, missir andlit. Tað er óforsvarligt av landsstýrinum bara at sita sum áskoðari av bangilsi fyri at dálka sínar hendur. 23.5.1987 J. Lindenskov Landssjúkrahúsið stendur hálvtómt, men bakteriur- nar florera, tí einki má vaskast Snarferð til Hetlands við NORRØNU Kostnaður einans KF. 1.270,- Íroknað prisin er: Sigling Tórshavn Lerwick og aftur á 4- koyggjukamari v/hondvaski, gisting á Hotel Lerwick á dupultkamari v/ morgunmati. Meira fæst at vita frá: P/F SMYRIL LINE — Grannskoðanardeild Landskassans sekir skrivstovufólk Sekt verður eftir skrivstovufólki og/ella lærlingi til roknskapar- og tollrevisión, setast nú ella seinni. Umsóknir innan 10. juni 1987, til Grannskoðanardeild Landskassans, Box 376, Áarvegur 2, Tórshavn Útbjóðing Víðkan av kirkjugarðinum í Miðvági verður við hesum boðin út í høvuds- arbeidstøku. Arbeiðið umfatar í stórum: 250 m veg og gøtu 750 m? av gravarteigi Dren og frárenningarskipan 250 m? av túni el- og vatnveiting. Útbjóðingartilfar fæst frá Teknisku deild Miðvágs kommunu, tlf. 32960, móti kr. 1000,- í veð. Tilfarið skal bíleggjast í seinasta lagi | mikudagin 3. juni. | Tilboðini skulu vera teknisku deild í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. juni kl. 14.00. Tá verður lisitasjón á komm- | unuskrivstovuni í Miðvági. MIÐVÁGS KOMMUNA ned