Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Góðu blaðfólk á hampablødum Tit royna tykkara at gera blødini so lesiverd sum gjørligt, og tad er ikki bara lætt. Til tess bruka tit sjålvsagt tær snildir, tit hava lært. Fleiri tykk- ara duga eisini væl. Men onkuntid berst mær fyri sum at tit vid tidinda- skriving tykkara meira vilja tekkjast fjeldini, teimum mongu, teimum sum vilja hava sensasjón- ir, vanlukkur, stór orð og gelur, útspillingar av per- sónum, sum ikki hoyra til teirra egnu „fátæku. fjøld. Freistandi er ikki at gera teimum til vildar. Lesaratalid økist og bladid stendur seg figgjarliga betur. Og kortini áttu tit at latið sproyturnar um hatta slagið av blaðskriv- ing! Álvaratos, eru tit sjálvi negd við skrivingina um verkfallið í hesum degum, fyri at taka eitt domi? Heldur enn at seta fak- felagsfólk upp ímóti hverjum eðrum og birta upp undir ófrið og spjað- ing, so áttu tit heldur at upplýst okkum um, hvat verkfallið veruliga snýr seg um. Tí tey tykjast vera rættiliga fá, sum vita skil á tí — og einki blað hevur enn greitt skilagott frá ti. Tit kundu t.d. roynt sak- liga at greitt frá, hvat tað var, sum hendi eftir sátt- málasamráðingarnar fyri tveimum árum síðani. Hví og hvussu kom málið í Legtingið? Hvat varð samtykt har? Hverja steðu tóku teir ymsu politikararnir tá — og hverja hava hesir somu í dag? Hví segði semings- maðurin seg úr starvinum tá? Hvat siga arbeiðs- gevararnir — sum eru annar parturin í hesum máli? O.s.fr. Tykkara stóra uppgáva er at upplýsa, lýsa málini fyri okkum, ikki at siga okkum hvat vit skulu halda um tey, tað mugu tit líta okkum til sjálvi at greiða. Við tekk og heilsan Sverri Egholm Eitt 95 ára minni Tann 13. mai í ár vóru runnin 95 ár, síðani ein stórhending fór fram í Feroyum. Hetta hendi á Tveroyri, tá ið fyrsta ítróttarfelagið varð stovn- að. Hugsa vit okkum eitt sindur aftur í tíðina, um hvussu tíðirnar tá vóru, sammett við í dag, so má sigast, at hetta, ið hendi á Tveroyri, var meira enn eitt bragd. At føroyingar tá vóru so frammarlaga ger bragdið so mikið sterri, og teir, sum hetta framdu, vóru á altjóða stødi, tí tað eru fá feløg av slíkum slag í eðrum lond- um, sum eru nógv eldri enn TB. »Tverå Boldklub af 1892« og nú Tvøroyrar Bóltfelag hevur virkað í 95 ár. Just hetta at eitt før- oyskt ítróttarfelag fyllir heili 95 ár, hevði verið góð orsek hjá okkara almennu fjølmidlum at dekka hesa hending. Vit vóru mong, sum høvdu roknað við, at Útvarp Feroya og Sjón- varp Feroya fóru at gera nakað við hetta hátíðar- haldið. Tað er so heldur ikki nógv, har vit av álv- ara kunnu meta okkum internationalt, men her hevði so verið ein megu- leiki. Og so sanniliga, hvat hendi, teir lógu framvið! Útvarpið sjálvandi hevði sersending og her varð felagið og tann týdn- ingur tað hevur havt og hevur, væl og virðiliga umrett. Ein sat næstan við tárum í eygunum, og so legdu teir eisini mikro- fonina til sjálvan dystin á Sevmýru, at so eitt kom- andi meguligt 1. deildar- lið, eitt sindur styrkt Royn úr Hvalba, vann, tað setti onga sker í gleðina. Men hetta fekk Feroya fólk sjálvandi at vita um henda sama dagin, og ikki mugu vit gloyma Sjón- varp Feroya, sum av og á skal senda feroyskar ítróttarsendingar, og her vóru teir framvið og sendu og lýstu við myndum og samreðum hesa /stór- hending, lýstu seguna hjá hesum stóra felag væl og virðiliga. Her má sannast, at fyri einaferð skuld, so vistu teir, sum ábyrgdina hava av hesum almennu fjølmidlum okkara, fyri einaferð skuld vóru teir uppgávuna vaksnir, teir vóru á staðnum og gjørdu skyldur sínar og hesaferð uttanfyri Tórshavn. Ja, soleiðis skuldi ein sjálvandi havt skrivað, men tíverri enn einaferð má ein konstatera, at hesir Dagrøkt frå kl. 8 - 16 søkist beinanvegin til 7 mánaða gamlan drong. Tif. 1 1820/arb | En mene Í a tif. 1 7561 . útvarps- og okkara almennu fjelmiðlar sum annars skulu vera fyri allar Feroyar, eru ikki annað enn lokalir pinku- lingar. Tað er ikki týdn- ingurin av hendingini, sum telur hjá hesum tíð- indafjølmidlum, men heldur hvat teir og teir aleina meta hava tydning, og vid slikum tankum, tå eru vit á skeivari leið. Hvat hevði verið meira rímiligt enn, at henda stórhending bleiv umredd, jú, tá sannleikin skal sig- ast, og tað má hann, so var ein lýsing í útvarpinum frá Tveroyrar Bóltfelag tann 13. mai 1987 á middegi og hana skal sjálvandi TB gjalda fyri. Teir gjørdu sær ikki tann ómak at spyrja, men tað skilir ein væl, tíðinda- sendingar teirra henda dagin sum so mangar, eru endursendingar av tí, sum Danmarks Radio hevur sent, men nú skal eg ikki gera teimum órætt, teir hava umsett tað til fer- oyskt og sjónvarpið á sama hátt. Teir hava út- gerð, men hon rekkur ikki til Suðriar, teir vóru eisini á Tveroyri til 150 ára veitsluhaldið í august 1986. Myndirnar vóru sjálv- andi úr Suðuroy, tað var Tvøroyri, sum hevði veitsluhaldið, men myndirnar vóru úr Vági. Eitt eru vit tó greið yvir, vit verða ikki gloymd um ikki annað so tá ið sjónvarps- gjøldini skulu gjaldast. Tá fær tú bæði eitt og tvey krøv, og skuldi tú so gloymt at goldið, so skalt tú ikki órógvast, teir gloyma teg ikki, so verður tú pantaður. Sverre Midjord.- Nr. 59 — 26. maí 1987 PLANTUTÍÐ VAKSTRARHÚSIÐ hevur hesar upplatingartidir: Frá mikudegi 27. mai til sunnudagin 14. juni Tysdag-friggjadag frå kl. 14-19 Leygardag frå kl. l. 9-18 Sunnudagarnar 31. mai og 14. juni frå kl. 14-18 Grønmetissmåplantur Bunar til utplantingar eftir 1. juni: Blómkál, Hvíttkál, Spisskål, Broccoli, Rósinkál, Grasley, Sellerirót. Aðrar grenmetisplant- ur: Rabarburøtur, Tomat, Agurk, Pipar, Melon, Ymsar kryddurtir. Summarblomstur Issalat, Persillu Persillurót, Allyssum maritima - Prýðisnál, Anturhinum majus Ljóns- muður, Calendula officinalis Morgunfrúa, Callistephus chinen- sis - Summarastir, Cineraria maritima - Silvurblað, Dianthus chinensis Kinesarnellikur, Dianthus barbatus - Studentar- nellikur, Chrysantihimum frutes- cens - Høg marguritt, Chry- santhimum paludosum Låg marguritt, Ostospermum ecklon- is - Sponsk marguritt, Dahlia x cultorum - Georginur, Gazania Spendens - Páfuglablóma, Lobel- ia erinus - Brudareyga, Matric- aria exmia, Petunia hybrida - Skreytpetunia, Tagetis patula - Floyalsblomstur, Verbena hybrid - Jarnurt, Viola - Stjúpa, »Sted- mor« Staudir Ajuga hyb., Arabis caucasia, Armeria maritima, Aster alpinus, Astilpe fanal, Aubrieta hyb., Bellis perennis, Centauria bella, Convallaria majali, Draba aizoedes, Dianthus alpinus, Eri- geron hyb., Festuca clauca, Iberis, Lupinus polyphyllus, Lysimachia hyb., Mimulus hyb., Papaver nudicaule, Saxifraga arendsii, Sedum spatifolium, Sempervivum arachonid, Trollius nudicaule Summarblomstur og staudir i anpulpottum Brachychome multifida, Cam- panula poscharskyana, Dianthus caryphyllus, Fuchia hyb., Impat- iens wallerana, Lobelia erinus, Mesembryanthimum, Pelargon- ium peltatum, Tropaelium majus, Verbena elegans. Og nógv ymiskt annað. Eisini hava vit teð, mold, kálk, plantueitur, kaggar, amplar, altankassar o.m.a. Minnist til okkara upplatingartíðir. OKKARA DYGD ER TÍN TRYGD VÆLKOMIN URTAGARÐURIN Í KIRKJUBØ Tlf. 28062 Tit ringja — vit skriva á Ringið telefon på Å KJARTAN DALSGAARD / TRYGGINGAR K UMBODS STOVA NHOYDALSVEGUR 8/ A TLF 1 sm / HEIMA TLF 1 2940