týsdagur 26. mai 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
LÍF-NSÍ, 1. deild, 1-3:
NSÍ fekk útisigur
Í Leirvík mettust LÍF og
NSI. Hesi liðini hevdu
áðrenn dystin ávikavist
trý og fimm stig.
NSI fekk eina ynski-
byrjan. Longu aftaná
fimm minuttir legði
Gestur á Líknagetu teir á
odda til 1-0. Teir trýsti
framhaldandi á LIF-málið,
og tá ið umleið 20 min
vóru leiktir, var Gestur
aftur á blettinum, og við
einum góðum skoti upp í
trýkantin, ekti hann um
leiðsluna til 2-0. Og bert
letu seinni breyt Ingálvur
Olsen hjá NSI igjøgnum
verjuna hjá LÍF, og setti
bóltin í netið til 3-0. NSÍ
átti eisini so at siga allan
fyrra hálvleik og kundi nú
fara til hálvleik við eini
tryggari føring uppá 3-0
Men tå id seinni hålv-
leikur var byrjadur kom
vend i hjå LIF. Aftanå
bert triggjar min. eydn-
adist Perry Bleuit at
minka um munin til 3-1.
LIF royndi eisini at koma
aftur igjøgnum, men tad
eydnadist teimum ikki at
fåa fleiri mål. Hinvegin så
tað ut til at NSI-ararnir
voru nøgdir vid støduna,
ið teir av røttum eisini
kundu vera. Sigur teirra
var ongantíð í vanda, teir
vunnu dystin við trimum
málum móti ongum, og
hava nú sjey stig. LÍF
hevur framvegis trý stig.
kmi
2. deild. EB-B36 1-1 (1-0)
Veðrið nógv Hent handbók
betri enn
spælið
Meguleikarnir hjá B36 at
vinna aftur plássið í 1.
deild minkaðu eina ferð
enn sunnudagin.
B36 fekk bara annað
stigið heim við sær av
Mølini á Eiði. Likindini
vóru av teimum bestu,
men dysturin heldur
vánaligur.
Tey bjartskygdu við-
haldsfólkini hjá B36 vænt-
aðu og vónaðu sjálvandi
eisini, liðið fór at endur-
taka roysnið frá sunnu-
degnum fyri, tá B36 vann
8-2 á Sumba í Havn.
Men so bleiv ikki. Bara
fýra minuttir vóru spæld-
ir, tá Lárus Grettirsson
skoraði fyri EB. Skotið
var heldur leyst, men Jan
Alberg í B36-málinum
fekk ikki fatur í bóltinum.
1-0 stødan helt í 50
minuttir. Tá einir 10
minuttir vóru farnir í
eðrum hálvleiki, javnaði
Bergur Magnussen fyri
B36. Málið líktist nógv tí
hjá Lárusi, skotið næstan
úr sama stað og fór inn á
sama stað.
Bæði liðini royndu nú at
fáa avgerandi málið og
bæði høvdu meguleikar til
tess. Men báðir málmenn-
inir stóðu væl. Tó kann
sigast, at EB var nærri
sigrinum. Serliga gjerdi
Lárus Grettirsson nógv
um seg í teirri veiku verj-
uni hjá B36.
Men meguleikin hjá
B36 at koma upp á annað
plássið í deildini hvarv.
B36 er framvegis nummar
fýra við fimm stigum.
EB hevur nú trý stig.
Tveir leikarar hjá EB
fingu gult kort í dystinum
sunnudagin.
Dómaratrioin var úr
Getu.
um Havnina
Tórshavnar býráð hevur
givið út eina Havnarbók,
ið er send út í hvert hús í
Havnar kommunu.
Í bókini eru upplýsingar
um mangt og hvat, ið
flestu okkara dagliga
brúka tíð til at finna. Tí er
bókin sera hent at hava
við hondina.
Tað kunnu vera upp-
lýsingar um, hver situr í
hverjum nevndum, hver
umsitur ymisk mál í bý-
ráðnum og i
landsstyrinum, hvussu
býráðið er skipað o.a.
Upplýsingar eru um al-
mennar stovnar í Havnini,
hvat teir fáast við og hvar
teir halda til.
Eisini er frágreiðing um
ymisk sosialmál og rætt-
arlig viðurskifti. Hvussu
fólk skulu bera seg at, tá
tey skulu hava grund-
stykki ella sekja um dag-
rektarpláss. Ella tá tey
ætla at giftast, sundurles-
ast ella adoptera eitt barn.
Flestu feløgini eru við i
yvirlitinum við upplýs-
ingum um, hver formaður
er. Drúgv frágreiðing finst
um útbúgvingarnar, sum
fáast í Havn.
Harafturat er skrá yvir
handlar, virki og onnur
vinnurekandi í komm-
ununi. Aftast í bókini er
býarkortið við getunevn-
um.
Tað er umleið eitt ár
síðan, at stovnar, feløg og
fyritøkur skuldu lata inn
upplýsingar til bókina. Tí
eru summar upplýsingar
longu ov gamlar, t.d. um
nevndarformenn og bú-
staðir. Í onkrum føri eru
kortini heilt nýggjar upp-
lýsingar.
Tað er gott at hava eitt
slíkt samlað yvirlit við
ítekiligum upplýsingum.
Og tað átti bókin at hildið
seg til. Politisku sjónar-
miðini hjá býráðsformann-
inum um, at Havnin er eitt
og alt, undirlutakensl-
urnar mótvegis
bygdunum, kunnu kunn-
gerast aðrastaðni.
Eg loyvi mær at ivast í,
Nr. 59 — 26. maí 1987
at ætlanin um at geva
Havnarbók út annað
hvert ár fer at halda. Fyri
tað fyrsta hevur ein brúks-
bók, prentað á avispappir
sum henda, stutta ævi.
Tvey ár heldur hon ikki.
Um tíðarætlanin við
Havnarbókini heldur líka
illa sum tíðarætlanin við
telefonbókini og íbúðar-
byggingini, verður upp
aftur verri. Randi Jacobsen