Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 26. maí 1987 Kapitalistarnir gjordu ein roknifeil: | Teir høvdu ikki væntað at saman- haldið fór at vera so sterkt Tað er nakað, sum eitur altjóða solidaritetur. Verður tað neyð- ugt, kunnu vit leita aðrastaðni eftir stuðuli. Tað hevur verið brúkt fyrr, skrivar Jóannes Nielsen, arbeiðsmaður og rithøv- undur m.a. í greinini. stórverkfall í Feroyum. Aðrumegin standa eilivutúsund kvinnur og menn. Hinu- megin nakrir hundrað kapitalistar, hvers tilveru- grundarlag meiri og minni er treytað av landskassa- veðhaldi. Teir, ið skulu royna semju millum part- arnar, hava eisini lagt frá sær. Á yvirflatuni snýr stríðið seg um, hvar í 60 oyru skulu flytast. Kapitalistarnir vilja hava hesi oyruni i ein pensjóns- grunn. At teir knappliga hava fingið umsorgan fyri útslitnari arbeiðskraft, trýr ongin rættiliga uppá. Valla heldur teir sjálvir. Veit ikki um orðið hykl lýsir steðuna. Í skrivandi lotu finni eg so onki ann- að. Í ár eru liðin 53 ár síðani Fylking á Tveroyri opnaði sína lengjaldsstovu. At fakfeløgini so syta at fara ta hálvu eld aftur í tíðina, tá handilsmenninir sótu sum formyndarar omaná timalønini, er so sjálvsagt. At gjert nakað sum helst annað, hevði verið grov- liga at spotta seg sjálvan. Og tað vita kapitalist- arnir. Tí hóvaði teimum eina verkfalssteðu. Men teir gjørdu ein roknifeil. At samanhaldið millum arbeiðararnar fór at verða somikið sterkt, hevdu teir ikki væntað. Millum kapitalistarnar er samanhaldið ein spurn- ingur um krónur og oyru. Tevja teir fíggjarligan vinning, er yvirbitið fult av smikri, í undirbitinum liggur ein sprænur av eitri tilbúgvin. Skipafelagið sigldi í longri tíð við gjøldum væl niðan fyri vanliga markið. Men hetta var ikki gjørt fyri at lækka flutnings- kostnaðin. Ætlanin var at fáa Líðartind á heysin, og tað eydnaðist. Foss- bankin hevur í longri tíð ligið í stríði við hinar bankarnar. Ikki fyri at fjálga um húsabyggjaran, men fyri at krædda sær Í dag er frammanundan kjøt úr rokaðu hjellunum hjá hin- um pengastovnunum. Í letuni standa kapital- istarnir saman. Men at verkfallið rakar fleiri teirra meint, er onki at ivast í. Og tað er heldur onki at ivast í, at arbeiðs- gevarafeløgini hava havt samráðingar vid bank- arnar um at lata okkurt slag av láni til teir, ið eru ringast fyri. Skuldu fakfelegini t.d. sekt bankarnar um líkn- andi lán, verður svarið valla játtandi. Men tað finst eitt orð, sum eitur al- tjóða solidaritetur. Vit kunnu leita aðrastaðni eftir stuðli. Tað hevur verið brúkt fyrr. Ikki bara í Feroyum, men um allan heim. Í Danmark, Noregi, Sveríki og Íslandi eiga vit brødrafelagsskapir við so- mikið sterkum verkfals- kessum, at hiðani frá til ár tveytúsund, kundu teir fíggjað okkara verkfall uttan at blunka. Gerst tað neyðugt, ber til hjá okkara fakfeløgum at tosa við teir. Og eitt afturat, sum eisini ber til í tílíkari stødu er at hækka lenarkravið við eini tíggjukrónu í við- bót. Vanligt í einum stríði er, at framherjandi parturin vinnur flestu sigrar. Higartil hava kapitalistarnir havt tann leiklutin. Við handverk- arafelegini hava teir fingið tveyára sáttmálar, og eisini við Havnar Arbeiðs- mannafelag. At knasa semjuna hjá teimum ellivutúsund arbeiðar- unum, sum ikki hava boygt seg, hevur verið teirra mál. Men hetta hevur ikki eydnast teimum. Blokad- an av ellum bygdunum og oyggjunum er næstan full- komin. Eisini í Havnini kenst sviðin av blokaduni, og onki ber á tað borðið, at henda steðan er í broyt- ing. Tverturímóti legdu Feroya Arbeiðarafelag og hini fýra lokal felegini nú eina tíggjukrónu omaná lønarkravid, vóru tað vit, sum áttu tann framherj- andi leiklutin. Higartil hava kapital- istarnir ikki smæðst at provokera. Lat okkum nú vísa teimum, hvat ein sovorðin provokasjón kann kosta. Jóanes Nielsen Vann bilin Frá „Foroya Felag móti Krabbameini« Frígerð Jespersen á Tver- oyri vann bilin, sum var høvudsvinningurin í luta- seðlunum, ið felagið hevði í vár. Annar vinningur var ein video maskina, sum Rasmus Rasmussen í Kollafirði vann. Samstundis við seðlunum sendi felagið åheitan til fyritekur, stovnar, feløg og einstak- lingar um peningaligan luta- stuðul, og undirtekan við hesum báðum tiltøkum var so góð, at grunnur felagsins til hjálp fyri fólk, ið eru rakt av krabba- meini, nú er komin upp á eina millión krónur. Og stór peningaupp- hædd er sett av, so at tað fíggjarliga er gjerligt at fara undir kanningina: Sambandið ímillum kost og krabbamein. Verkfall Nú lýði eg á hesa verkfalsferð og kagi í pungin um bati er Hann lætnar í hverjum í øllum Føroyum nu verkfal! er Lenarstríðið nú endað er og semja um krónur og oyru her sum vit hava vunnið í semju funnið hvenn annan her Men næstakniggjan hon gevir blóð Vit hyggja nærri hvat har í stóð um hatta prosentið nú onkur meinti í botni stóð Hvat her kann henda um árini tvey vit ei kunnu vita men nú er neyð Á beru nú liggur tann vinna sum tryggjar øllum føroyingum breyð Tann kalda krónan mangan skilna ger ímillum vinir í hesi verð har viljin trýtur men bóndskheit nýtir í framferð her Lat fjallið kalda sum skilir her ei meiri valda men semju ger Tann krónan ið vunnin men burtur er svunnin í verkfalli her Geila Jóanes Húsar Síða 11 Felagið hevur havt aðal- fund og í nevndini sita nú Sanna Dahl Niclasen. fm Agnar á Dul, kassameist- ari, Jógvan Martin Johansen, skrivari, Kirsten Olsen, Marianna Jensen Julianna Leonsson og Poul Serensen. »UPP- STIGNINGS- VESTAR« 1/2 pris N ASNA - SN (S & / > Þa 5 S Í 250 Undir Glaðsheyggi Box 1321 - tif. 11990 Opið: Mánad. - fríggjad frá kl. 15.00 - 17.00 TURRDRAKTIR BERT 4650,- VÅTDRAKTIR BERT 2400,- Undir Giadsheyggi Box 1321 - tif. 11990 Opið: Månad. - friggjad frå ki. 15.00 - 17.00