hósdagur 28. mai 1987síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
jð í
Tit ringja — vit skriva nd Lysingar:
Er nakað á vási? — ivamål? + Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
Vit eru til reiðar! gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Evnisvika um epli
—iincidiiiie
og framsýning av gomlum
lutum í Porkeris Skúla.
Herfyri skipaði Porkeris
Skúli fyri evnisviku um
epli.
Hetta er fyrstu ferð, at
skúlin í Porkeri skipar fyri
evnisviku, og hildu tey
beinast var, ikki at taka
eitt ov stórt evni. Har-
afturat skuldi tað vera eitt
evni, sum næmingar eisini
í fyrsta flokki kundu vera
við í. Við hesum er ikki
sagt, at evni ikki er við-
komandi.
— ØIl eta vit epli hvønn
einasta dag og hava gjert
tað í langar tíðir. Hinvegin
vóru tað nógv fleiri fólk
fyrr, sum sjálvi settu epli
niður, og hetta er stórt
spell, sigur ein av næm-
ingunum, sum var við í
evnisvikuni. Hann leggur
afturat, at ikki hevur tað
nógv uppá seg at seta
niður, um ein annars
hevur eitt hóskandi eki til
eina veltu.
Veltu sjålvi
Tað var lítil partur av
evnisvikuni, sum fór fram
í skúlanum. Allir teir 44
næmingarnir á skúlanum
úr 1. til 7. flokk fingu hevi
at royna seg at velta og
seta niður, og væl dámdi
teimum.
Næmingarnir lærdu
eisini um gomul arbeiðs-
amboð í landbúnaðinum
og m.a. hetta greiddi ein
eldri maður í bygdini teim-
um frá. Tey sóu film um
eplavelting, lósu um epli,
gjørdu eplaprent og mat-
gjørdu eisini. Ein dagin
gjørdi ein 7. flokkur døg-
urða. Pylsur og millión-
búffur og sjálvandi vóru
epli afturvið. Steikt,
kókað, chips og eplamorl
Henda dagin ótu øll
saman.
Umframt at takast við
eplavelting o.t., hampaðu
tey kring skúlagkið og
settu prýðisplantur niður.
Eisini ruddaðu tey í bygd-
ini.
Framsýning
Onkur dagur í evnisvikuni
varð nýttur til at ganga
hús úr húsi at savna
gamlar lutir saman til eina
framsýning og mangir
lutir komu tá undan kavi,
sum skúlabern í dag
ongantíð áður hava sæð
ella vitað um. Framsýn-
ingin eydnaðist sera væl,
og nógv fólk komu at
hyggja.
tór.-
Væmingar gingu hús úr
húsi og savnaðu gamlar
lutir, sum komu á fram
sýningina, eftir at eunis-
vikan var liðug
Oli í Aarstovu
Tvinnir eru kostirnir
hjå klaksvikingum og
hvørgin er mjukur:
Annar er at avlysa
Norðoyastevnuna. Hin,
at drekka Restorffs ...
Navigatiónstól vóru eisini
at síggja á framsýningini
Næmingarnir gjordu Hilmar Bech er skúlastjóri
eisini modell av bygdum, í Porkeri. Her er hann á
og sjálvandi eru eplavelt- framsýningini at
irnar ikki gloymdar veltingaramboðum