leygardagur 30. mai 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Verkfallið av:
Legmaður legði uppskotið
fyri tingið
Tíðliga friggjamorgun
samtykti ein meiriluti å
Føroya Løgtingi, tad er
samgongan, eitt logarupp-
skot, sum ger, at tað
skjótt tríggjar vikur langa
verkfallið er av.
Tað var aftaná, at sem-
ingsmaðurin hevði gjørt
enn eina og ta allar sein-
astu royndina at fáa
partarnar at góðtaka eina
semju, at arbeiðsgevarar-
nir hevdu vrakað hetta
uppskotið, at landsstýris-
samgongan tók avleiðing-
arnar og kallaði tingið
saman fyri at leggja uppí
ósemjuna á arbeiðs-
marknaðinum.
Tingfundurin varð
settur klokkan hálvgum
tvey á nátt og vóru allir
tingmenn mettir. Tað var
Atli Dam, legmaður, sum
legði lógaruppskotið fram.
Samtykt varð at geva
frávik frá tingskipanini og
avgreiða málið somu nátt.
Síðani var fyrsta við-
gerð av málinum, og har
nýttu formenninir í and-
steðuflokkunum høvid til
at havast at lands-
styrinum fyri tess steðu i ,
sáttmálasamráðingunum.
Fyri samgonguna talaði
bert Atli Dam, legmaður,
og vísti hann aftur ellum
atfinningunum frá and-
steðuni.
Málið fór so í arbeiðs-
marknadarnevndina og
tíðliga leygarmorgunin
varð so álit lagt fram í
málinum. Lógin um uppí-
legging á arbeiðsmarknað-
inum varð samtykt við
øllum 17 atkveðunum hjá
samgonguni. Limirnir i
teimum verkfalsraktu fak-
feløgunum kundu ti fara
aftur til arbeidis friggja-
morgunin. Uppskotið til
lógina er annars soljóð-
andi:
Uppskot
til
samtyktar
Um Feroya Legting ger
lóg um eftirlenarskipan
fyri arbeiðsmarknaðin
áðrenn hetta valskeiðið er
runnið, verða megulig
gjald, ið verða álegd pørt-
unum, í fyrsta lagi at
virka frá 1. maí 1989.
Viðmerkingar
Sáttmálarnir millum ar-
beiðsgevarar og arbeiðs-
menn og arbeiðskvinnur
vórðu sagdir at fara úr
gildi 1. mai 1987.
Meðan sáttmálar eru
gjørdir millum Føroya Ar-
beiðsgevarafelag og
Havnar Arbeiðsmanna-
felag er såttmålaloysi
annars millum arbeiðsgev-
arar og arbeiðsmen og
arbeiðskvinnur.
Verkfallið hevur staðið
við í tríggjar vikur og
semingsstovnurin hevur
endaliga og avgjert boðað
frá, at ongin samráð-
ingarloysn fæst til vega.
Tí er bert í at velja
uppílegging frá
legtinginum ella
framhaldandi verkfall og
verkbann til annar part-
urin undir fíggjarligum
trýsti liggur eftir á.
Hetta seinasta rakar
stórar partar av samfelag-
num og eðrum fakfelog-
um, sum ikki kunnu med-
virka til loysn av trætuni,
t.d. skúlaverkið,
heilsuverkið, fiski- og út-
róðrarmenn, alivinnu, og
búnaðarvinnu, har milli-
ónavirði fara fyri skeytið,
umframt at framhaldandi
ósemja elvir til enn sterri
vørutrot hjá almenn-
inginum.
Serliga óheppið hevur
tað verið, at heilsuverkið
er komið at liggja ímillum,
og vil landsstýrið fram-
yvir royna at skipa so fyri,
at hetta ikki hendir aftur.
Landsstýrið heldur tað
tí vera neyðugt at leggja
uppí ósemjuna nú og
hevur legmaður tí heitt á
legtingsformannin um at
kalla legtingið inn til
eykatingsetu.
Eftir tí sáttmála, sum er
gjørdur í Tórshavn, hækk-
ar lenin eitt 2-ára skeið frá
1. mai 1987 við umleið
8,8%.
Lógaruppskotið fram-
leingir sáttmálarnar, ar-
beiðsgevarafelagið hevði
við Feroya Arbeiðara-
felag, Klaksvíkar Arbeiðs-
mannafelag, Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag,
Samgongan fekk
samfelagshjólini
Havnar > Arbeidskvinnu-
felag og
arbeiðskvinnufelagið
Fjallbrúður gevur feløg-
unum umleið somu
hækking sum arbeiðs-
mannafelagið i Havn
hevur fingið, tó verður
1%, sum
arbeiðsgevararnir rinda
arbeiðsmannafelagnum í
Havn í ein eftirlønargrunn
ikki goldið, men istadin
verður goldid lentak-
arunum 0,9% av lenini,
soleiðis sum hon verður
hækkað.
Í seinasta uppskoti
semingsmansins var tikið
við eitt protokollat um at
seta eina felagsnevnd at
gera uppskot til reglugerð
um eina klokkuskipan.
Hesin parturin er ikki
tikin við í uppskoti lands-
stýrisins, men verður
hann latin pertunum at
greiða.
Atli P. Dam
legmaður
Johan Djurhuus
Tinganesi á
fundi
Nr. 61 — 30. mai 1987
Hilmar, Poul
Tórálvur hava júst verið i
Jacob og
samgongu-
| Legtingsmál nr. 143/ 1987 (eykalingk |
Loysn av arbeiðsósemju.
| Uppskot til
felag og Føroya
um timan.
um timan.
7,20 kr./tima.
| legtingslóg um framleingjan av åvis- |
um lønarsåttmålum og avtalum v.m.
$1.
Såttmålar um lønar- og arbeidsvidurskifti millum
Føroya Arbeidsgevarafelag og Føroya Arbeidara-
felag, Føroya Arbeidsgevarafelag og Klaksvikar
Arbeiðsmannafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag
og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Havnar
Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu-
Arbeidsgevarafelag og
Arbeidskvinnufelagid Fjallbrúður, ið vóru gald-
andi til 1. mai 1987, smbr. eisini legtingslóg nr. 24
frá 17. mai 1985, verða framlongdir at galda til 1.
mai 1989 við fylgjandi broytingum:
1) Frá 1. mai 1987 hækkar grundlønin við 2,75 kr.
2) Frá 1. mai 1988 hækkar grundlønin vid 2,75 kr.
3) Hækkingin uppá 1% av tí til eina og hverja tíð
galdandi løn verður broytt til 0,9%.
4) 1%, ið eftir sáttmálanum frá 1985 millum Fer-
oya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar Arbeiðs-
mannafelag skuldi í eftirlenargrunn, fellur burtur
frá 1. mai 1987 og fáa limirnir í staðin útgoldið
0,9% av tí til eina og hverja tíð galdandi løn
5) $ 3 í sáttmálunum verður orðað soleiðis:
a) Fyri arbeiði við grótjótrara, fyri passan av
motorum, kompressarum, spelum og líknandi
í sambandi við byggiarbeiði, fyri passan av
kranum, fyri koyring av traktorum, dump-
arum og líknandi amboðum, so sum veg-
trumlum, hydrauliskum gravkúm, borivogn-
um og betongbilum verður goldin eykalen
b) Fyri at leða, spreingja og grótboran verður
goldin eykaløn 9,20 kr./tima.
c) Fyri tunnilarbeiði verður goldin eykalen
8,70 kr./tíma.
d) Fyri at reinsa keltlar, vatntangar á skipi,
oljutangar, lýsitangar og smeltitól og reinsk-
an av kloakk og kjeli innan í skipi verður
goldin eykalen 9,50 kr./tíma.
$2.
Framlongdu sáttmálarnir kunnu uppsigast av
báðum pertum við í minsta lagi 2 mánaða ávaring
at fara úr gildi 1. mai, tó í fyrsta lagi 1. mai 1989.
$3.
Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.
„JJ