leygardagur 30. mai 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TTT
- TO TE SN 222 E t
SA |
Nr. 61 — 30. mai 1987
Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður:
leggja upp!
— men vónandi verður hetta ikki
mannagongdin i fram tidini
Atli Dam, løgmadur og
Vilhelm Johannesen,
landsstýrismaður undir
viðgerðini av ósemjuni á
arbeiðsmarknaðinum
Vit hava eisini tosað við
landsstýrismannin í
arbeiðaramálum, Vilhelm
Johannesen, og spurt
hann, um tað verður
vanligt fyri eftirtíðina, at
landsstýrið skal leggja
uppí sáttmálasamráð-
ingarnar.
— Vónandi verður hetta
ikki mannagongdin í fram-
tíðini. Tad er møguligt, at
vit gjørdu nakað skjótt
av, tá vit fyri tveimum
árum síðani løgdu okkum
út í ósemjuna, men hesa-
ferð helt eg tað vera upp-
lagt, at løgtingid nú legði
uppí.
Fyri tað fyrsta hava
partarnir samráðst í langa
tíð, í út ímóti tveimum
mánaðum, og verkfallið
hevur varað í tríggjar
vikur, og Vit hava
konstaterað, at partarnir
vóru samdir um ijønar-
útgjaldingina í hesum
tvey ára skeiðnum. Teir
vóru samdir um, at lenin
skuldi hækka við 2,75 kr.
nú og við 2,75 kr. 1. mai
1988, og at lentakarin
skuldi hava 0,9% a vtí til
eina og hverja tíð gald-
andi len útgoldið. Tað,
sum partarnir ikki kundu
semjast um, var, hvat
skuldi gerast við hetta
eina prosentið ella 0,9%,
tá ið hetta sáttmálaskeiðið
var úti. Tvs. at skuldi tað
gerast avtala um, at
aftaná 1. mai 1989, so
skuldu teir pengarnir
bindast í ein grunn ella til
eina eftirlønarskipan, ella
skuldu teir fella burtur.
Tað var hetta verkfallið
snúði seg um nú.
Afturat hesum, so var
stórur partur av sam-
felagnum raktur. Sjúkra-
húsverkið var rakt, skúla-
verkið var rakt, fiski-
vinnan, alivinnan og so at
siga alt samfelagið var
rakt, soleiðis at trotið á
verum úti um landið rætti-
liga gjørdi um seg, so eg
haldi tað var neyðugt og
rætt, at legtingið kom
uppí nú, men vónandi
verður hetta ikki vanlig
mannagongd í framtíðini.
— Tú hevur annars teg alment
fingið skyldina fyri, at lenarskipan.
knútur kom í við, at úttala
um eftir-
Hverja
viðmerking hevur tú til
tað?
— Tað er ikki heilt beint,
sum tað verður sagt. Sam-
ráðingarnar í 1985 gingu
uppá tað sama, nevniliga
hetta prosentið og eftir-
lenargrunn, og tað vísti
seg, af lentakararnir
býttu seg sundur í tveir
partar, har annar parturin
vildi hava eitt prosent í
eftirlønargrunn, meðan
restin ikki vildi hava hetta
í eftirlenargrunn. Men um
tað mundið hevði Vilhelm
Johannesen ikki tosað um
eina við lóg skipaða ar-
beiðsmarknaðarpensjón,
so hatta er ikki orsekin til
knútin.
Nógv mál
Hinvegin kann eg upplýsa
enn einaferð, at spurn-
ingurin um
eftirlønargrunn hevur
stadid i samgongu-
skjalinum frå 1985. So
kann onkur finnast at og
sita, at eg havi tosað um
hetta beint undan verk-
fallinum, men einki gjert
við tað. Til tað vil eg siga,
at tá eg fekk hetta
målsøkid at umsita, sum
eitur arbeiðara
Ólavur og Henrik í Tinga-
nesi
arbeiðsmarknaðarmál, so
gjørdi eg mær greitt
beinanvegin: hvat skulu
vit fáa frá hondini hesi
fýra árini á hesum ekin-
um, og alt kann ikk
gerast í senn. Her má viss
raðfesting gerast
Tad fyrsta árið, í 1984
tóku vit arbeiðseftirliti
til viðgerðar og
verður um, at hesin stovn-
urin skal itbyggjast
desentralt vid stovnum
kring landið. Vit samdust
eisini um at skipa eitt ar
beiðsumhvervisráð, sum
beinanvegin skal fara
undir at gera uppskot til
eina arbeiðsumhvervislóg
Í 1986 tóku vit lógina
um fritid við løn til við-
gerðar og gjerdu eina heilt
nýggja lóg um hetta ekið.
Sambært hesi lóg, so
verður frítíðin longd úr
fýra upp í fimm vikur, frí-
tíðarprosentið verður
hækkað úr 9,5 upp í 12.
Framhald á síðu 4
x
semja
Nógv fólk var savnað í
tingsalinum alla náttina
meðan tingið var saman at
viðgera trætuna á arbeiðs-
marknaðinum