Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. mai 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 61 — 30. mai 1987 tíðindablaðið Sjóvinnubankin kann byggja uppá Fleiri býráðslimir taka undir við Leivi Jo- 5 hannesen i, at bankin åtti ikki at bygt hægri Tórshavnar byråd gav á fundinum mikukveldið ikki Sjóvinnubankanum loyvi til at byggja eina hædd upp á verandi hús á Kongabrúnni. Umsóknin varð beind aftur í byggi- og býarskipanarnevndina. Ætlanin hjá býráðnum var ikki at leggja málið fyri almennan býráðsfund. Men eftir at nakrir grannar hevdu mótmælt byggingini, var málið fyri í byggi- og býarskipanar- nevndini, har Leivur Johannesen kravdi málið fyri býráðið. Á býráðsfundinum mikukveldið minti Leivur Johannesen á, at tað ikki er so langt síðan, at býráðið læt Sjóvinnu- bankanum eki við SMS at byggja á. Deildin á Kongabrúnni skuldi halda fram sum deild. Honum var komið fyri oyrað, at bankin ætlaði at leiga út nýggju hæddina á Konga- brúnni. Tað helt Leivur Johannesen vera ógvuliga keðiligt fyri grannalagið. Fær bankin loyvi at byggja upp á, missa fólk- ini, sum búgva aftan fyri bankan alt útsýni og ljós, og av Kongabrúnni fer ein partur av Reyninum ikki at síggjast. Tað verður alt krógvað aftan fyri bankan. Tá málið var fyri í byggi- og býarskipanar- neundini = mæltu Arnstein Niclasen, Jan Christiansen og Niels Debes til at geva byggi- loyvi. Leivur Johannesen mælti frá at geva byggi- loyvi. Hann vildi heldur hava byggisamtyktina broytta Fyri ekið, har bankin stendur, er galdandi ein serstøk byggisamtykt frá 1972. Sambært ti byggi- samtyktini kann byrådid nokta at geva byggiloyvi, um ætlada byggingin er til ampa fyri grannarnar. Og tað verður hon í hesum førinum, segði Leivur Stuðul úr Havn til verkfalsvaktir Sjálvt um Havnar Ar- beiðsmannafelag ikki vísti samhuga við verkfallinum hjá teimum fimm fakfe- legunum, sum hava verið í verkfalli í tríggjar vikur, eru fleiri fólk í Havn, sum stuðla. Seinastu dagarnar hevur ein studulsnevnd í Havn savnað pengar saman, og pengarnir verða latnir til fakfeløgini nú um vikuskiftið. Innsavningin skuldi enda í gjárkveldið. — Ætlanin er, at verk- falsvaktirnar, sum ikki hava fingið annan verk- falsstuðul, skulu hava pengarnar. Vit hava gjert innsavningina fyri at vísa, at verkfallið eisini fekk stuðul úr Havn, sigur ein í studulsnevndini. randi w fe | Johannesen, sum vildi hava at vita, hví serstaka byggiráðið ikki er sett. Tað byggiráðið eigur at viðgera mál sum hetta. Tað skiltist á hinum býráðslimunum, at teir ikki heldur vóru serliga heitir fyri at geva byggi- loyvi. Men byggingin heldur seg innan fyri karmarnar, so har er einki at gera, hildu teir. Spurn- ingurin er tó, um bankin hevur moralskan rætt til at byggja, segði Ronald Poulsen. Poul Michelsen helt ikki, at býráðið kundi nokta at geva byggiloyvi, men persónliga helt hann, at bygningurin ikki átti at verðið broyttur, og tekningarnar dámdi honum ikki. HB fær Aftur í nevnd Serstaka byggiráðið er ikki sett, tí býráðið hevur ikki valt sin lim í ráðið. Tað hevur samband við, at býráðið og landsstýrið ikki eru samd um, hvussu reglurnar fyri friðaða býlingin skulu umsitast, kom fram á fundinum. Leivur Johannesen bað um at fáa málið aftur í byggi- og býarskipan- arnevndina, og so varð gjert. Hann mælti ellum nevndarlimunum til at kunna seg um byggisam- tyktina, sum neyvan øll kenna, segði Leivur Johannesen. randi 1,5 mill. frå býráðnum Semjan í býráðnum er sjáldan so stór, sum tá pengar skulu játtast til ítrótt. Soleiðis var eisini á býráðsfundi í Havn mikukveldið. HB fer at byggja nýtt felags hús fyri fimm mill. kr. og býráðið samtykti við ongari atkvødu ímóti at játta sín part, 30%, t.v.s. stívliga 1,5 mill. kr. Fyri stuttum fekk B36 tað sama til sítt nýggja hús. Býráðið skal eisini gjalda fyri útgravingina í inum mikukveldið varð samtykt, at í ár skal bara arbeiðast fyri 1 mill. kr., og at arbeiðið ikki skal byrja fyrr enn í september mánað. Útgrevsturin skal brúkast til nýggjan fótbóltsvell, sum skal gerast sunnan fyri svimjihellina. Tórfinn Smith, sum annars var fyri játtanini til HB, ávaraði ímóti at stuðla ambitiøsum projekt- um hjá ítróttarfelegum í sjálvdrátti. Hjá eðrum minni felegum stendur verri til. Við at stuðla slík- um stórum projektum, er býráðið við til at reka felegini út í fíggjarligt óferi, segði Tórfinn Smith, sum heitti á býráðið um at umhugsa støduna hjá teimum smærri felegunum. i sambandi við tær báðar byggingarnar. Á fund- | randi Soleiðis sá einaferð út, har Sjóvinnubankin heldur til á Kongabrúnni BECKERS MALING Tel 13657 Torshavn Eldsløkkjara røkt Ringio 14922 og biðið um tilfar til óbindandi tilboð uppá tíðarvissa kanning av øllum slgkkiamboðum tygara. Trygdareftirlit eina ferð árliga á viðurkendum serverkstað — DS 1165 — tyg- um nýtast ikki at minnast til — tað gera vit. HALCO p/f Y. v. Strond 9, Tórshavn — ——