Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. mai 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ERNE á Nr. 61 — 30. mai 1987 anin kom. Her fingu arbeidsgev- ararnir ikki sin vilja. Havnar Arbeiðsmanna- felag fekk sina lønarhækk- ing, behelt sitt prosent og behelt sin grunn. Samrådingarnar so fram. Hini arbeidarafeløgini i landinum møttu til sam- rådingar við nakað yvir 20 uppskotum at samráðast um, og allan vegin hevur Feroya Arbeiðsgevara- felag feiað alt av borð- inum. Samstundis má sig- ast, at arbeiðarafelegini hava víst eitt ótrúligt tol undir samráðingunum — alla tíðina at verða av- vístir við teirra krevum. Arbeiðsgevararnir av- vístu alla tíðina prinsipielt at útgjalda hetta lenar- prosentið, sum so nógv hevur verið tosað um, men í semingsuppskoti nr. 9 tykist ein vend at vera hildu komin í. Har ganga arbeiðsgevararnir við til at gjalda 0,9%, sum arbeiðarafelegini slakaðu niður í, tí frítíðargjaldið er 12%, so tað blívur 1% tilsamans. Fyri mær at síggja, sær tað út til tá, at arbeiðs- gevararnir hava viljað, at arbeiðarafelegini skulu ganga inn fyri, at um ein almennur grunnur verður stovnsettur áðrenn sátt- málaskeiðið er úti, so skal prosentið fara í hendan grunn. Kom at hugsa um, um arbeiðsgevararnir nú hevdu broytt kós við at vilja útgjalda prosentið, men soleiðis er ikki. Segan er stutt og greitt, at um arbeiðsgevararnir fingu arbeiðarafelegini at ganga við til at gjalda hetta prosentgjaldið inn í eina almenna lenarskipan, og kanska fingið samtykt hetta semingsuppskotið við lóg, so vildi tað verið fyrsta stigið at stungið Havnar Arbeiðsmanna- felag í bakið, fyri at fáa fatur á tí prosentinum, sum hesir hava. Tað vildu teir so stilla Havnar Arbeiðsmannfelag yvir- fyri til samráðingarnar í mai í 1989. Teir fingu tað ikki hesa ferð og teir eru uppá jakt eftir tí longu nú og givið er, at hetta skuldi verða fyrsta stigið á veg- num. Semja bleiv kortini ikki og nú til seinast sóu vit eitt semingsuppskot, har heitt verður á løg- tingið um ikki at áleggja feløgunum gjøld til ein al- mennan eftirlønargrunn, um hesin verður sam- tyktur i såttmåla- skeidinum. Hetta vildu arbeidsgev- arar ikki ganga vid til, ti at her fingu teir ikki tad amboðið við, sum teir skuldu brúka til at knúska Havnar Arbeiðsmanna- felag við í 1989. »Del og hersk«-prinsipp- ið gongur sanniliga aftur hjá arbeiðsgevarunum. Vit hava sæð tað fyrr, ser- liga tilknýtt onkran av legtingsflokkunum, men lat tað fara. Verkfall hevur verið nú í 3 vikur og vit hava sæð, at verkfallið er hert rættiliga nógv seinastu dagarnar og vit hava sæð skaða- tilburðir og kundu, um verkfallið = helt fram, frykta fyri enn álvarslig- ari skaðatilburðum. Samgongan hevur ikki verið samd um at grípa inn í verkfallið, sjálvt um vit vóru saman fyri eini viku síðani, tí vit fryktaðu tí, sum vit síggja í dag, har meginparturin av samfelagnum liggur lamin, og ein rúgva av fólki og virkjum líða undir verkfallinum. Soleiðis sum verkfallið og blokadur hava gingið, so má eg siga, at arbeið- arafeløgini hava syrgt fyri, at tað er farið ógvu- liga hóvliga fram. Teir hava ikki mist tamar- haldið á sær sjálvum. Men hetta kann ikki halda fram. Hetta gongur út yvir alt samfelagið. Hetta gongur útyvir verka- mannafjeldina. Tann einasti parturin, sum tykist at vera ógvu- liga óávirkaður av blokad- um og verkfalli eru Ar- beiðsgevarafelagið og Reiðarafelagið. Arbeiðsgevarafelagið hevur rættiliga einmælt Soleiðis sum verkfallið og blokadur hava gingið, so má eg siga, at arbeiðara- felegini hava syrgt fyr, at tað er farið ógvuliga hóv- liga fram. Teir hava ikki mist tamarhaldið á sær sjálvum, sigur Thomas Arabo samtykt at fylgja tí linju, sum hevur verið. Eg haldi, at 65 limir vóru mettir á Hotel Borg og 60 stemmaðu fyri at halda fram við konfliktini. Arbeiðarafelegini og limirnir har eru klárt hart raktir fíggjarliga. Tað er soleiðis, at ein arbeiðari og verkamaður, fiskimaður í dag skal svara hverjum sítt, tað er eingin, sum be- talur fyri hann, tá rokn- ingin kemur. Arbeiðsgevarafelagið og Reiðarafelagið hava ikki somu trupulleikar. Teir hava ikki enn havt fyri neyðini at uppbygt nakran, um eg so má siga verkfalskassa ella blokadukassa, tí teir vita sum er, at tann dagin, ið rokningin skal gjaldast, eiga teir ikki fyri hana sjálvir — so er tað lands- kassin sum leggur út. Partarnir sum í dag eru í konflikt á arbeiðs- marknaðinum eru mest at sammeta við David og Goliath. Har annar hevur landskassan til verkfals- kassa og hini mugu sláast fyri lívinum. Eg havi sæð ein lista yvir landskassaútlegg, og hann vísir útlegg uppá 280 milliónir. 925 Á hesum lista finnast fleiri nevn úr Feroya Ar- beiðsgevarafelag. Her finnast fleiri nevn úr Fer- oya Reiðarafelag, og hesin listin er í letuni so og so langur. Hetta er útskrivað á pappír í endaleysum banum, soleiðis, at sjálvt um arbeiðsgevararnir og reiðarafelagið konflikta líka til jóla, so ber hetta bert í sær, at hesin listin verður enn longri til ta tíð. Telini bara vaksa. Rokningina betalur lands- kassin. Hendan arbeiðsósemj- an, vit hava sæð nú í tríggjar vikur, hevur lært partarnar nakað. Seinast tá legtingið greip inn — í 1985 — tá lærdu vit í javnaðarflokk- inum nakað. Vit lærdu tað, at vit óivað vóru ov tíðliga á veg, men hesu ferð hava vit so mett, at vit eru í so seinir, men um- steðurnar hava verið soleiðis, at vit hava ikki kunnað gripið inn, fyrr enn nú. Tað, sum ein samfelags- liga eigur at læra av hesum, er, at tað líkist ongum, at tað verður ferd- ur ein egiliga kyniskur og harður kampur ímóti ar- beiðarunum í hesi sátt- málaósemjuni — í hesi Arbeiðarafelegini = hava víst eitt ótrúligt tol undir samráðingunum verkfalssteðuni — men stórur partur av teimum monnum, ið hava umsókn inni um at fáa eitt vinnu- 65, sum vóru mettir á tól at reka, at lata teir fáa Hotel Borg, ímóti arbeiðarunum, eru virkir, sum landskassin eigur 20% í. Okkurt av teimum hevur landskassin meginpartin av ræðinum á. Kommunur eiga stórar partar og arbeiðsfólkið eigur stóran part. Hetta má man syrgja fyri at fáa upp á pláss til eina aðru ferð, og eg kundi hugsað mær, at landskass- in, sum tað stendur í sam- gonguskjalinum, fær nevndarlimir fyri síni 20% og at hesir nevndar- limir syrgja tyr, at vit 1 framtíðini fáa eitt ar- beiðsgevarafelag fyri fiska- og flakavirkir, soleiðis at vit kunnu taka hesi virkini, sum vit øll eiga, og sum hava ein veldugan týdning fyri samfelagið, úr eini streiku- skipan og somuleiðis kunnu vit siga, at alivinn- an átti at gjert eitt ar- beiðsgevarafelag eisini. So kundu vit fingið kon- fliktir á arbeiðsmarkn- aðinum, sum raktu betur, sum vóru betur at stýra og sum vóru rættvísari. Viðvíkjandi reiðara- felagnum er sama steðan. Eg má siga, at tað er sjokkerandi at uppliva, at reiðarafelagið púra á- byrgdarleyst fer í part við arbeiðsgevaran, ið ferir eina politiska konflikt ímóti hesum landsstýr- inum. Eg haldi tað vera fantastiskt. Teir, sum hava fingið okkara kvotur at umsita, teir sum hava fingið okkara skip at um- sita. Mær er fortalt, at nógvir av hesum limum hava inn- flutningsloyvir til nýggj skip og fáa loyvi til um- bygging av verandi, skipum. Eg haldi sjálvur, tað átti at verðið ógvuliga gjølla umhugsað, at kalla hesi innflutningsloyvini inn aftur og latið teir hundraðtals av ungum stemmaðu hesi tól at reka. So hevdu vit kanska fingið eitt reið- arafelag, sum visti eitt lítið sindur meira sam- felagsábyrgd og sum ikki luttók í einum politiskum verkfalli = ímóti einum landsstýri, sum hóast alt er stórur partur av teirra lívsgrundarlagi. Thomas Arabo »UPP- STIGNINGS- VESTAR« 1/2 pris Undir Glaðsheyggi Box 1321 - tif. 11990 Opið: Mánad. - friggjad frá kl. 15.00- 17.00 TURRDRAKTIR BERT 4650,- VÁTDRAKTIR BERT 2400,- Undir Glaðsheyggi Box 1321 - tif. 11990 Opið: Mánad. - fríggjad frá kl. 15.00 - 17.00