týsdagur 2. juni 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 62 — 2. juni 1987
Ísafjarðasúlukappingin: EB—Streymur 4—5 (2—1)
I hampuliga góðum likind-
um eydnaðist tað Streymi
seinasta hósdag at sláa
EB út úr Ísafjarðarsúlu-
kappingini í ár.
Tað var Streymur, sum
legði harðari út í fyrra
hálvleiki og legði nógv
trýst á EB. Men tó var tað
EB, sum fekk fyrsta
málið. Málið, sum kom í
19. min., skeyt íslendski
leikarin Øynnsteinn. Bert
tveir minuttir seinni økti
EB-leikarin, Conrad, til 2-
0. Nú var væntandi, at EB
fór at vinna stórsigur,
men so varð ikki. Leikar-
arnir hjá Streymi, sum
hava verið sera óhepnir í
fleiri landskappingar-
dystum í ár, vístu seg at
vera í góðari venjing.
Í staðin fyri at missa
mótið, fóru Streym-leikar-
arnir nú rættiliga at gera
um seg, og eydnaðist tað
teimum í seinasta min.
áðrenn hálvleik at minka
um munin til 1-2. Hetta
málið kom uppá beinleiðis
fríspark, ið evnaríki leik-
arin, Finnbjern Zacharia-
sen setti trygt í netið.
Seinni hálvleiki byrjaði
á sama hátt sum fyrri
hálvleikur endaði,
nevniliga við herðum
trýsti á EB-málið. Og tå.
fimm min. vóru leiktir,
eydnaðist tað Jógvan Páll
Joensen at javnað út fyri
Streym til 2-2. Aftaná
hetta komu ikki fleiri mál,
og tí var neyðugt við um-
dysti, tvær ferðir 15 min.
Men ongi mál komu í um-
dystinum, hóast fleiri
møguleikar = til báðar
Streymur vann ;;
uppibornan sigur +
partar. Neydugt var ti at
avgera dystin vid brots-
spørkum. Tá eydnaðist
tað so Streymi at fáa trý
mál, meðan EB bert fekk
tvey.
EB er sostatt úti av Ísa-
fjarðarsúlukappingini fyri
í ár, meðan Streymur fer
Síða 11
víðari. Samanumtikið ein
sigur til
uppiborin
Streym.
Gdm
I HAGAR
5 á
Ein EB-leikari skjytur her eitt av brotsspørkunum
Liðið hjá Streymi er her aumyndað eftir dystin móti EB Kristi himmalferdardag
NSÍ—ÍF, 0—2 (0—1):
ÍF betra liðið
6
Málmaðurin hjá ÍF bjargar einum skoti frá NSÍ
Í Runavík mettust í Ísa-
fjarðarsúlukappingini,
NSÍ og ÍF.
Bæði liðini hava klárað
seg rættiliga væl í lands-
kappingini, og roknað var
við einum góðum og
spennandi dysti. Tað
gjørdist hann eisini.
Dysturin var ikki meir enn
fåar minuttir gamal, ådur
nn ÍF hevði bóltin i
netinum. Margar Hansen
fekk bóltin innanfyri, legði
hann, og langaði til í netið
til 1-0. Eitt ógvuliga gott
mál, ið rættiliga setti ferð
á IF. Teir stýrdu so at siga
ellum fyrra hálvleiki. NSÍ
kom sjáldan nær málinum
hjá ÍF. Hetta fyri ein stór-
an part eingilskmanninum
Steve Comer fyri at takka.
Hann spældi ein brand-
dyst sum aftasti maður í
verjuni hjá ÍF.
IF hevði eisini yvirvág í
seinna hálvleiki, og tá ið
umleið 27 minuttir vóru
spældir, fær Peter Lowe
bóltin og kundi leggja ÍF
á odda til 2-0. NSÍ hevði
eisini onkran
málmeguleika í seinna
hálvleiki, men tað eydn-
aðist teimum tó ikki at fáa
bóltin inn. Dysturin
endaði sostatt 2-0 til ÍF.
Um liðini er at siga, at
NSÍ nokk ikki hevði ein av
sínum bestu degum,
meðan ÍF var í »topp-
form«, og hevði lættliga
klárað seg í 1. deild sum
teir leika í letuni. Teir
hava eina sera góða verju,
við Steve Comer og Kristi-
ani Petersen á odda, og
Peter Lowe og Margari
Hansen í álopinum. Teir
hava nú tryggjað sær
pláss í kvartfinaluni í Ísa-
fjarðarsúlukappingini.
kmi-
BINGO
|
|
|
— várið 1987 |
|
|
Seinasti dagur til at lata okkum plátur og tel
varð settur til 26. mai.
Tíbetur kom tað nógva áðrenn henda |
dagin, so skiljingin av brevunum hevur
gingið so javnt og samt, at vit longu í næsta
blað fara at kunngera vinnararnar. |
Í ————