týsdagur 2. juni 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
B68—GÍ: 6—4 (1—2):
Undirhaldandi
dystur
Dysturin å Toftum millum
B68 og GÍ Kristi Himmal-
ferðardag gjørdist bæði
spennandi og góður.
Fyrri hálvleikur var,
hvat spæli viðvíkti, ógvu-
liga javnur. Tað var GÍ, ið
fyrst fekk hol á. Spældir
vóru einir 17 minuttir av
fyrra hálvleiki, tá ið Sím-
un Petur Justinussen fekk
ein góðan bólt innanfyri úr
vinstru síðu og kundi við
hevdinum lættliga seta
bóltin í netið til 1-0.
Tá ið umleið hálvur tími
var farin, fekk Petur Hans
Hansen, ið nú aftur var at
síggja á liðnum hjá B68,
eina góða avlevering frá
Aksel út í vinstru síðu, fer
sjálvur ígjegnum verjuna
hjá GÍ og setur bóltin í
netið til javnleik 1-1. Men
bert seks minuttir seinni
eydnaðist aftur GÍ at
—r———————————————"———————iiWiWWici—
Framhald av síðu 9
6. Sílið
7. Tarvurin
8. Svanur
9. Fípan Fagra
10. Erla Kongsdóttir
11. Beinta
Í Feroyameistarakapp-
ingin hjá dreingjunum
sær tað nú soleiðis út:
1. Kollur 7 stig
2. Blikur 5 stig
3. Havfrúgvin 4 stig
4. Firvaldur 3 stig
5. Tjaldrið 2 stig
6. Sílið 1 stig
6-mannafør, menn
Næst å skrånni var kapp-
ingin millum menninar i 6-
mannaførunum.
Hetta var ein sera herð
LÅ
koma fram um, við einum
máli, ið Hans Leo í
Bartalsstovu stóð fyri, til
hálvleikssteðuna 2-1.
Fyrstu minuttirnar av
seinna hálvleiki hevði GI
yvirtakið og kundi komið
uppá 3-1, men hetta eydn-
aðist teimum ikki. Ístaðin
var tað B68, ið nú rætti-
liga var komið fyri seg, ið
javnaði út. Hetta hendi í
16. minuttir, at Mathias
fær bóltin, letur hann víð-
ari til Aksel, ið gjørdi eitt
skjótt trekk ímóti mål-
inum, langar til, og Carl
Whitehouse í GÍ málinum
hevði ongan møguleika at
bjarga. Letu seinni fær
B68 fríspark beint uttan-
fyri brotsteigin. Jógvan
Martin leggur bóltin fyri
feturnar á Aksel, ið skjýt-
ur beinleiðis móti málin-
um. Carl Whitehouse hálv-
kapping millum 7 bátar.
Gongurólvur, Selmundur
og Hvessingur bardust
alla tíðina um fyrsta
plássið.
Sølmundur lá á odda, tá
teir komu inn móti málin-
um, men knappliga legdu
teir inn, nakað áðrenn teir
komu á mál.
Teir segdu seg at hava
hoyrt eitt skot, men so
hevði ikki verið, og í
teimum seinastu tøkunum
fór Gongurólvur so fram
um hann og vann róðurin.
Endaliga úrslitið gjørd-
ist:
1. Gongurólvur 8.10,6
2. Sølmundur 8.13,4
3. Hvessingur 8.14,6
4. Påll Fangi
5. Hésvikingur
6. Nordistovu Dånjal
7. Riddarin
Toftum
Nr. 62 — 2. juni 1987
Axel Højgaard javnar út fyri B68 til 2—2
klárar skotinum, men
megnar ikki at halda
bóltinum, ið sostatt endar
í málinum til 3-2.
B68 hevði nú rættiliga
takið á dystinum, og var
tað sum at síggja teir í
teirra bestu degum. Teir
kundu bæði komið uppá 4-
og 5-2, við ellum mál-
meguleikunum teir høvdu,
men ístaðin var tað GÍ, ið
fekk tað næsta málið.
Einaferð enn var tað
Símun Petur, ið var uppá
spæl. Hesaferð var tað
aftaná eitt langt útspark
úr GÍ málinum. Símun
Petur fær fatur á bóltin-
um, trekkir skjótt móti
málinum, og langar bóltin
í trýkantin, til javnleik 3-
3.
Tað vóru nú einir 10
minuttir eftir av dystin-
um, men onki mál kom
Og í kappingini um Fer-
oyameistaraheitið er stød-
an nú hendan:
1. Gongurólvur 7 stig
2. Sølmundur 5 stig
3. Hvessingur 4 stig
4. Påll Fangi 3 stig
5. Hósvíkingur 2 stig
6. Norðistovu Dånjal ] stig
Nýggi báturin úr Mið-
vági, Riddarin, hevur enn
onki stig.
8-mannafør
I kappingini millum 8-
mannaførini luttóku eisini
7 bátar.
Her var tað Oyndri úr
Oyndarfirði, sum legði seg
klárt á odda, og tað var
eingin meguleiki hjá Ørvi,
Miðvingi ella Knerri, ið
lógu honum næstir, at
vinna á Oyndra.
afturat, og tískil varð farið
undir umdyst í tvær ferðir
15 minuttir. Her var tað
eisini B68, ið hevði yvir-
takið, men megnaði
kortini ikki at fáa nakað
mál, og tá ið dómarin
bríkslaði dystin av, var
framvegis javnleikur 3-3.
Dysturin skuldi tó av-
gerast, og so var bert eftir
at taka til brotssperkini.
Hesa kapping vann B68,
og endaliga úrslitið gjørd-
ist sostatt 6-4 til B68, ið
kom víðari til kvartfinal-
una í Ísafjarðarsúlukapp-
ingini.
kmi-
Eingin ivi var um fyrsta
plássið, meðan næstu
bátarnir harafturímóti
vóru sera javnir, tá teir
fóru um málið.
Úrslitið av róðrinum
var:
1. Oyndri 7.34,7
2. Knerrur 7.937,17
3. Ørvur 7.38,1
4. Midvingur
5. Argjabåturin
6. Friggjarin
7. Nevið Reyða
Í Feroyameistarakapp-
ingini hava bátarnir hesi
stig:
1. Oyndri 7 stig
2. Knørrur 5 stig
3. Ørvur 4 stig
4. Miðvingur 3 stig
5. Argjabåturin 2 stig
6. Friggjarin 1 stig
Og Nevid Reyda hevur
Vanlukkutrygging
Fyri ikki at verða fyri ov stórum fíggjarligum
missi, um vanlukkutilburður berst á, er
neyðugt at hava tryggingarviðurskiftini í lagi.
Tryggingarsløgini eru:
Vanlukkutrygging av hjálparfólki
á sjógvi og landi — løgskipad.
Tey. ið hava fólk í arbeiði á sjógvi ella landi,
hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið van-
lukkutryggjað.
Eigarar av skipum og bátum yvir 4 tons
hava skyldu til at vanlukkutryggja mann-
skapið.
Heimatrygging av sjófólki
løgskipad.
Tey, id vinna meir enn 1/5 av årsinnløguni av
sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu.
Sjálvboðin arbeiðsvanlukkutrygging
sjálvkravd.
Arbeiðsvanlukkutrygging fevnir
um van-
lukkutilburðir, ið henda í persónligum arbeiði
hjá tryggjaða.
Hartil fevnir henda arbeiðsvanlukkutrygg-
ing eisini um vanlukkutilburðir, ið henda
beinleiðis á veg til og frá arbeiðsplássi.
Sjálvboðin frítíðarvanlukkutrygging
sjálvkravd.
Frítíðarvanlukkutryggingin verður
teknað
sum uppískoyti til arbeiðsvanlukkutrygging-
ina, so tryggjaði eisini er vanlukkutryggjaður
í frítíðini.
Vanlukkutryggingin gevur nærri upplýsingar
og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella stokkið
inn á gólvið.
Tað er líusneyðugt...
Foroya Vanlukkutrygging S/F
Telefon 11466 # 15952
Yviri við Strond 23
Postboks 59 + 110 Tórshavn
Lýsið í SOSlalinum
enn einki stig.
10-mannafør
At enda róðu so 10-
mannaferini.
Hetta var ein sera
spennandi róður, har
Tverábáturin lá á odda so
at siga allan róðurin, men
hann fekk sera harða
kapping frá Vágbingi og
Vestmenningi.
Í endaspurtinum komu
Tverábáturin og Vág-
bingur so at siga stavn um
stavn inn móti málinum
við Vestmenningi í helun-
um.
Urslitiå av hesum
spennandi róðrinum
gjørdist:
1. Tverábáturin = 10.27,6
2. Vestmenningur 10.27,7
3. Vågbingur
4. Nólsoyingur
10.30,6
5. Havnarbåturin
6. Klaksvikingur
7. Eysturoyingur
8. Norðingur
Stødan hjå 10-manna-
førunum i FM-kappingini
er hendan eftir fyrsta róð-
urin:
1. Tverábáturin 7 stig
2. Vestmenningur 535 stig
3. Vågbingur 4 stig
4. Nólsoyingur 3 stig
5. Havnarbåturin 2 stig
6. Klaksvikingur 1 stig
Eysturoyingur og Norå-
ingur hava enn onki stig
fingid.
Næsti róður, sum telur
við í kappingini um Feroy-
ameistaraheitið verður á
Jóanseku á Tveroyri.
sj.