Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ACE TU GR KKK ———— Nr. 62 * tysdagur 2. juni 1987 me KA KUE Kø 90 %%% | | s… 7 — 1 úr sm - dk: Kappróðurin á Norðoyastevnu 1987: Ársins fyrsta stevna, har kappróðurin telur við í FM-kappingin — Noré- oyastevnan — var seinasta vikuskifti. Veðrið var ikki av ti besta, tað regnaði, men tó var væl av fólki komið til Klaksvíkar til stevnuna. Sum vanligt er, var kappróðurin leygardagin kl. 15.00. 5-mannafør, gentur Fyrst róðu 5-mannaferini við gentum. 13 bátar luttóku í róðr- inum, og beint eftir at róðurin var byrjaður, róðu tríggir bátar saman, so hevuðsdómarin steðgaði róðrinum og bað bátarnar byrja av nýggjum. Tá gekk alt eftir bókini, og her var tað báturin av Oyri, Hvassi, sum stóð sg best. spurtinum kappaðust sundagentur við Ørnina og Dúgvuna, men hesir seinnu bátarnir gjerdust tó ongantíð nekur álvars- lig hóttan móti Hvassa, sum eisini vann róðurin. 18 % Endaliga úrslitið av genturóðrinum gjerdist: 1Hvassi 5.34,1 2. Ørnin 5.35,7 3. Sílið 5.39,1 4. Blikur 5. Dúgvan 6. Tarvurin 7. Erla Kongsdóttir 8. Tjaldrið 9. Aldan 10. Firvaldur 11. Havfrúgvin 12. Fípan Fagra 13. Báran Í kappingini um Feroya- Dyragentur vóru tær tær »hvassastu« meistaraheitið fáa 6 teir fremstu bátarnir stig, og nú fyrsti FM-róðurin hevur verið, er steðan um FM-heitið hendan: 1. Hvassi 7 stig 2. Ørnin 5 stig 3. Silid 4 stig 4. Blikur 3 stig 5. Dúgvan 2 stig 6. Tarvurin 1 stig Hinir bátarnir hava einki stig enn. 6-mannafør, kvinnur Síðani róðu kvinnurnar í 6- mannaferunum. Her luttóku fýra bátar. Páll Fangi hevði »heima- vell<, og hesin báturin lá eisini fremst, tá bátarnir nærkaðust málinum. Páll Fangi var einar tvær báts- longdir frammanfyri Havnarbátinum Gongu- rólv, sum so var nakrar bátslongdir frammanfyri næsta bát. Endaliga raðfylgjan hjá 6-mannaførunum um málið gjørdist hendan: 1. Páll Fangi 6.01,1 2. Gongurólvur 6.05,8 3. Hósvíkingur 6.15,2 4. Riddarin 6.30,4 Hjá 6-mannaferunum við kvinnum sær nú soleiðis út í kappingini um Feroyameistaraheitið: 1. Páll Fangi 7 stig 2. Gongurólvur 5 stig 3. Hósvíkingur 4 stig 4. Riddarin 3 stig 5-mannafør, dreingir 11 båtar luttéku i kapp- ingini millum dreingirnar i 5-mannaførum. Hvassi úr Sundalagnum hevði eisini teknað seg til róðurin, men hann metti ikki, so hann sleppur heldur ikki at luttaka á næstu stevnu, ið telur við í FM-kapping- ini. Tað er nevniliga so- leiðis, at um bátur ikki meldar frá í seinasta lagi 5 dagar áðrenn stevnuna, so sleppur hann heldur ikki við til næstu stevnu. Dreingirnir úr Kollafirði legdu seg næstan beinan- vegin á odda, og Kollur stóð seg væl allan róðurin. Tá teir nærkaðust mál- inum, var Kollur einar tvær bátslongdir frammanfyri Blik, og har- næst komu Havfrúgvin úr Vestmanna og Firvaldur av Tveroyri, men ongin av hesum bátunum kundi á nakran hátt hótta sigurin hjá Kolli. Úrslitið av róðrinum gjerdist: 1. Kollur 5.06,2 2. Blikur 5.11,0 3. Havfrúgvin 5.14,5 4. Firvaldur 5. Tjaldrið Framhald á síðu 10