týsdagur 2. juni 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Haldor Hansen
15. mai var Haldor Han-
sen, yvirvrakari 60 ár.
Haldor kenna mong ser-
liga frá politiska vellinum.
Hann varð fyrstu ferð
valdur á ting í 1958, ta
ferðina Javnaðarflokkurin
vann 3 tingsessir og
gjørdist stersti flokkur
við 8 tinglimum. Síðani
varð Haldor afturvaldur
fleiri ferðir og hevur hann
sitið á tingi til 1980, sam-
anlagt í 18 ár.
Haldor Hansen kom á
ting í eini tíð, sum var so
nógv eðrvísi sammett við
nútíðina. Samfelagið var á
mongum økjum lítið fram-
komið sammett við onnur
samfeløg. Tað var iki
minst á samferåsluøki-
num hann gjerdi sín lut
galdandi. Hann hevði sera
góð evni at tala so menn
fataðu tað, hann vildi
siga.
Haldor megnaði at
síggja mong av teimum
málum framd, sum hann
serliga bardist fyri. Hann
helt ikki steðuna vera
haldbara fyri oyggjasam-
felegini, um broyting ikki
kom í og útbygging varð
gjørd á samferðslugki-
num, tí so leingi tað ikki
hendi, fingu vit ikki lut í
teimhentleikum, sum onn-
Nr. 62 — 2. juni 1987
ur framkomin samfelog
hevdu.
Fyri valdemi sítt var
Haldor ein íðin talsmaður,
hann setti fetur í spenni
at fáa vegagerðina til
Oyragjógv framda — og
tað var ikki tað hevi hann
ikki brúkti, at siga frá
hvenn týdning flogmálið
hevði fyri samfelagið, fyri
framburðin hjá okkum.
Hann hevur verið ein
góður legtingsmaður og
álitismaður á fleiri økjum.
Tillukku!
Tórolvur Mohr Olsen
Í dag, 2. juni, verður Tór-
olvur Mohr Olsen, leg-
tingsmaður, á Sandi, 60
ár.
Tórolvur er ættaður av
Tveroyri, men búsettist á
Sandi. Hann hevur verið
sjómaður, fiskimaður
nógva av tíðini, hevur ver-
ið nógv í Grenlandi, men
tá ið Jóan Petur Davidsen
legði frá sær sum leg-
tingsmaður í 1970 stillaðu
sandoyamenn Tórolv upp.
Hann varð valdur á ting
og hevur verið tingmaður
síðani, uttan nov.
1978—nov. 1980.
Sum legtingsmaður er
Tórolvur mettur sum ein
sakligur politikkari, hann
hevur sjálvsagt síni ser-
ligu målsøki, og tey eru
m.a. fiskivinna og sam-
ferðsla. Hann er álitismað-
ur Javnaðarfloksins í
fiskivinnumálum og ser-
liga hevði tað sín týdning
í 70-árunum við stóru
broytingunum, sum tá
vóru innan fiskivinnuna.
Hvar hjart hansara ligg-
ur, tá talan er um at
byggja út oyggjarsam-
feløgini, er einki at dylja
yvir. Hann kemur eisini at
síggja fruktir av arbeiði
sínum, tí ikki verður leingi
áðrenn stórbroyting í
samferðsluviðurskiftu-
num við Sandoynna er
veruleiki.
Hesa feðingardagsgáv-
una unna vit feðingar-
dagsbarninum, sum
annars ikki er heima sjálv-
an feðingardagin.
j.1.
Jóannes á Kjalnesi
farin
Fríggjadagin 29. mai andaðist Jóannes Han-
sen, á Kjalnesi, Kollafirði, á Landssjúkra-
húsinum, 84 ára gamal. Hann var føddur 30.
juli 1903.
Við Jóannesi er eitt sjáldsama livandi
menniskja farið; tað var altíð ein fragd at
koma á tal við hann, og tað var tað sama at
siga um konuna, Súsonnu, sum doyði fyri
nekrum árum síðani.
Jóannes á Kjalnesi var fiskimaður burtur-
av; tá hann legðist uppi hevði hann verið á
sjónum í meira enn 40 ár — og seinri árini
var hann heldur ikki serur, — bátin hevði
hann og so leingi hann var mentur var hann
á floti. Tey síðstu árini gjørdust tyngri hjá
honum, hann gjerdist lamin, men mentist
nakað aftur, og tú sást hann meira enn so, tá
okkurt var á vási og hann var so frægur at
hann kundi fara.
Jóannes var álitismaður allastaðni har
hann var; umborð á skipi, sum arbeiðsfor-
maður, sum vrakari. Ein aðalumboðsmaður
fyri fólk okkara. Hann var m.a. í Grenlandi
sum leiðari hjá KGH í Holsteinsborg og
Arsuk, har hann lærdi teir at viðgera fisk,
vaska og salta. Hetta hevur Jóannes greitt
frá í sera áhugaverdari samreðu í Sosiali-
num. (Jóhann Mortensen tá Jóannes fylti 80
ár í 1982).
Jóannes var fulltikin í ollum tí, hann tók
sær fyri, kendur av føroyingum víða um.
Hann hevur so mangan fortalt um politisku
seguna, soleiðis sum hon kom at vera hjá
honum.
Í langt áramál var hann valevni hjá Javn-
aðarflokkinum í Norðurstreymi. Hann visti
væl hverja uppgávu hann hevði fingið, tí,
sum hann sjálvur greiðir frá, var ilt at fáa
fólk at taka undir við javnaðarpolitikkinum í
teirri tíðini, men Jóannes sá tað sum upp-
gávu sína at verja henda politikk — og varð
hann ikki valdur, so kom tað onkrum eðrum
til góðar. Soleiðis var Jóannes.
Hann var trúgvur móti vinum sínum —
politiskum sum eðrum — og teir vóru mang-
ir, víða um. Tað var sjáldan hann ikki var at
síggja, tá flokkurin hevði fund ella stevnu —
og tá talaði Jóannes. Reddin er nú tagna,
men tað hann so trúliga og dúgliga sáddi við
sáttligu, men avgjørdu framferð síni, hevur
munað.
Í heiminum hjá Jóannesi og Súsonnu er nú
eskukalt, men heimið hjá teimum fer enn eitt
langt skeið at verða minnisvarðin um hesi
bæði fólkini, ið so væl dugdu at vera nakað
fyri onnur. Vit eru mong, sum eru takksom.
Vit goyma minnið teirra — friðhalgað
verður minnið um Jóannes á Kjalnesi.
jl
i
£