Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 1987síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða | 18 Eftir drúgva og pínu- fulla sjúkralegu hevur Erling Eidesgaard, vara- skúlastjóri, fingið frið. Hann andaðist í heimin- um á Tveroyri 21. mai. Eitt stórt hol er sligið í teir ymisku manngarðar, har Erling var eitt av lið- unum. Við síni vitan — og hon fevndi víða, bæði hvat gaman og álvara viðvíkti — síni lívsgleði og verumáta fylti hann eitt stórt pláss, har hann var. Erling Eidesgaard varð borin í heim í Oyndarfiråi 30. juli 1920, sonur Magninu og Jústinus Ejdesgaard. 12 ára gamal fór hann til Havnar í realskúla, har hann tók prógv í 1937. Og hann gjerdist studentur í Hoydelum í 1940. Síðan kom hann higar á Tveroyri r undan- tikið tey trý árini, hann gekk á læraraskúla 1943- 46, var hann knýttur at Tveroyrar skúla, inntil hann vegna sjúku fór frá fyrr í ár. Fyrst sum vikarur 1940-43, frá 1946 sum lærari og frå 1971 sum varaskula- stjóri. Íðin og nærlagdur var hann sum lærari, og barnið hevði hansara stóra áhuga. M.a. hevur hann eisini nú í nógv ár verið limur av barna- verndini á Tveroyri. Í 1946 giftist hann við Jonu Magnussen úr Trongisvági, og fingu tey fýra bern saman. Hetta var sjálvandi eisini við til at binda hann til plássið her, og var hetta band vorðið so sterkt, at hann nú kendi seg meira sum suðringur enn norðingur. Eisini í kirkjuni hevði hann eina langa og trúgva tænastu. Við honum hava okur mist ein góðan og trúgvan medarbeiðara og vin. Í 39 ár var hann dekn- ur í Tveroyrar kirkju, og undantikið tíðina hann var á læraraskúla, vóru tað ikki nógvir sunnu- dagar, hann ikki var í tænastu, umframt at hann var við til tær ymisku kirkjuligu handlingarnar uttanum Nr. 62 — 2. juni 1987 Minningarorð um Erling Eidesgaard gudstænasturnar. Ein- um má vera loyvt at siga, at hann sum dekn- ur hoyrdi teirra millum, sum skaraði framúr, ikki minst, tá hugsað verður um, tann livandi mátan hann las lestur uppá. Í útvið líka langa tíð var hann við sum fastur sangari í samband við jarðarferðir. Málið hevði hann gott og sterkt, og fylti tað gott í kirkjuni. Hansara sanggleði kom væl við eisini í eðrum samanhangum, ikki minst í skúlanum og í heiminum. Ta tíðina Ej- vind Vilhelm var prestur her á Tveroyri, var Erling saman við eðrum fastur sangari, tá hesin hevði andaktir á sjúkra- húsinum. Hansara kærleiki og trúskapur móti kirkjuni hevur eisini víst seg í tí, at hann í 26 ár var limur av kirkjuráðnum, frá 1961 og inntil hann nú legði árarnar inn. Trúgvur og nærlagdur var hann í ellum hann tókst við, eisini í tí tæn- astu hann hevði í okra kirkju. Og at henda tænasta hevur havt nógv at týða, bæði fyri hann sjálvan og kirkju- fólkið, hava okur nógv demi um. Rótfest og djúp var hansara Guds- trúgv. Hon var tað ber- andi í tænastuni, í lív- inum og ikki minst nú sjúkan nívdi, og tað var hon sum bar, nú deyðin sendi ferðaboð. Eisini okra millum fylti hann væl upp, í gleði so væl sum í sorg. Tí kennist tað so tómt, nú hann ikki er meira. Men okur sita eftir við einum djúpum takksemi til Guds fyri tað okum varð givið gjegnum Erling Eidesgaard. Persónliga vil eg minn- ast gott vinarlag og sam- starv, hesi sleku fimm árini, eg havi verið her sum prestur, við tekk. Eitt vinarlag, sum ikki bara var galdandi innan kirkjugátt, men eisini í gerandisdegnum. Íkki tað, at vit vóru samdir í ellum ella høvdu somu meiningar um alt. Var tað neyðugt, segði Erling sína hugsan, so tað hoyrdist. Men tað var sovist eingin skaði í tí. Ein visti hvar ein hevði hann, og altíð kundu okur tosa okum til rættis aftur, og soleiðis var tað heldur við at styrkja um vinar- bondini enn at gera tey veikari. Men tey, sum mist hava mest við hansara burturferð, er sjálvandi tykur, hansara kæru. Og kær vóru tykur honum. Heimið setti hann ómetaliga hegt, og var hann ógvuliga takk- samur fyri tykum øll. Við kærleika og um- sorgan fylgdi hann tykum líka til tað sein- asta. Hóast tykur hava havt tíð at fyrireika tykum til henda skilna, so kennist hansara burturferð svár og tung, og sorgin og saknurin vilja vara við eina rúma tíð framyvir. Men eg veit, at tykur sita eftir eisini við einum djúpum takksemi fyri alt tað, hann hevur havt at týða fyri tykum. Harrin veri tykra troyst og styrki í sorgini og sakninum. Hann hevði fyrireikað seg væl til pensjónista- tilveruna — báturin og seyðurin hevdu hansara stóra áhuga, og gleddi hann seg nú at fáa betri tíð til teira — men líka áðrenn hann kom so langt, varð hann inn- heintaður av sjúkuni og deyðanum. Tað kann tykjast okum meinings- leyst, at tað ikki skuldi verða lagað honum ein longri lívsdagur, hann, sum hevði so nógv at liva fyri framvegis. Men okum er ikki givið at fata lívsgátur. Haraftur- ímóti er givið okum nakað, sum er sterri enn tað, lívsvónin í Jesu Kristi. Ein lívsvón, sum bar Erling, ein lívsvón, sum ber og gevur troyst í sorgini og sakninum. Signing og friður veri yvir minninum um Erling Eidesgaard. Jónsvein Bech. H í | KN