hósdagur 11. juni 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
tíðindablaðið
Føroyingur verjir
vísindaliga ritgerð
fyri heitið »Doctor
scientiarum« vid
Norges Landbruks-
høgskole.
Mikudagin 10. juni 1987
verður aftur løgd ein alin
aftrat vísindaliga steðin-
um millum feroyingar.
Tann 32 ára gamli cand.
agric. Rólvur Djurhuus úr
Kollafirði skal tá verja rit-
gerðina „Studies on the
growth and development
of Begonia tuberhybrida
(Voss)« fyri tí akademiska
heitinum Doctor
scientiarum við Norges
Landbrukshegskole.
Hetta er fyrstu ferð, ein
feroyingur verjir doktara-
ritgerð á landbúnaðarek-
inum. Við disputasin skal
hann eisini halda fyri-
lestur yvir givna evnið:
»Lyskvalitet og plante-
vekst, fysiologiske virkn-
ingsmekanismer og den
praktiske anvendelse i
planteproduksjonen«.
Ritgerðin er bygd upp
av sjey vísindaligum
greinum. Tvær hava longu
staðið á prenti í altjóða
fróðskaparritum fyri
plantufreði, og hinar eru
lidnar til prentingar. Rit-
gerðin er á enskum máli
og við norskum úrtaki.
Opponentar vera dr. Ola
M. Heide, professari og dr.
Harald Pettersen, lektari.
Heitið Dr. scient. varð
innfert við Norges Land-
brukshegskole í 1979.
Hendan post graduate ser-
greingin er bygd upp eftir
bretskum og amerikansk-
um mynstri, og er at javn-
meta við teirra Ph.D.
heiti. Tann, ið vil náa
hetta heitið, má gjøgnum-
fera ein stóran sergreina
lestur og harafturat av-
rika dygdargóð vísindalig
verk samsvarandi full-
tíðararbeiði í minst trý ár.
Aftaná at hava arbeitt á
Royndarsteðini í Hoyvík
fór Rólvur í 1973 til
Noregs á jarðarbrúks-
skúla og á gartnaraskúla.
Á
Seinni, eftir studenta-
skeið, bar leiðin til hægri
lestur við Norges Land-
brukshøgskole (NLH) hað-
ani hann ték embætis-
prógv í landbúnaði, cand.
agric., í 1981. Rólvur ar-
beiddi síðan eitt skifti á
Universitetinum í Oslo,
áðrenn hann í 1982 fór í
vísindaligt starv innan
plantufreði við NLH. Ta
tíðina hann hevur starvast
har, hevur hann umframt
granskingararbeiði virkað
sum lærari hjá kandidat-
studentum, eins og hann
hevur ferðast víða í
Europa og hildið fyri-
lestrar á eðrum landbún-
aðaruniversitetum. Frá
oktober 1985 starvaðist
Rólvur eitt ár sum gesta-
granskari við Wye
College, University of
London. Hetta var í sam-
band við eitt gransk-
ingarastipendium, hann
fekk frá Norges Land-
bruksvitenskapelige
forskningsrád (NLVF).
Arbeiðið, ið doktararit-
gerðin byggir á, er gjert á
NLH, við University of
London og á ensku roynd-
arsteðini East Malling Re-
search Station.
Ritgerðin er sjálvandi
eitt dygdargott verk tá
tað snýr seg um at ekja
kunnleikan til hvussu
Begonia-plantur skulu
dyrkast å bestan hått. Av
enn størri týdningi er tó
tann parturin av arbeiði
Rólvs, ið er tillag til
plantufysiologiska kunn-
leikan generelt. Her er ser-
liga vert at nevna síná-
millum ávirkanina sum
dagalongd, ljósdygd, ljós-
styrki, temperaturur og
aðrir umhvørvisfaktorar
hava á planturnar tá tað
snýr seg um vegetativan
vøkstur (blød og stelkir)
samanborið við
generativan vekstur
(blómur og fræ).
Sera áhugavert er
arbeiði, Rólvur hevur
gjørt, vid at flyta ymisk
plantuhormon til piantur
og tær mátingar, hann
hevur gjert av árininum,
tey hava á plantuvekstur
(bioassay). Serliga skal her
takast fram tað biotekno
logiska arbeiði við at
kvantifisera endogen
plantuhormon við hjálp av
sera framkomnum hátti,
nevniliga »enzyme-linked
immunosorbent assay
(ELISA)«. Hetta er dømi
um sera framkomnan bio-
teknologiskan kunnleika,
ið ikki bert kann nýtast
innan plantufreðina, men
eisini innan aðra vinnu.
Ritgerðin fæst til láns
við at venda sær til
hevuðsbókasavnið á
Norges Landbruksheg-
skole.
BARA
FG Á
NDL
»Bara eg blundi« eitur
barnabók, sum Føroya
Lærarafelag gav ut fyri
stuttum.
Mimi Khalvati hevur
skrivad søguna um små-
drongin vid ti sera rika
hugaheiminum, sum
Beverly Manson teknar.
Bókin er á tremur við
litum og stuttligum
„hendingum, hon er
innbundin og kostar 75 kr.
Ella Smith Clementsen
hevur týtt seguna.
Slapp ikki
at velja
L.A ” -
sjolivid
Ein maður í Havn, sum
hevur egiliga góðan hug
at far aut í fjørdin í einum
seksæringi, hevur givið
løgregluni nakað at
hugsað um hesa seinastu
tíðina og eisini um hvítu-
sunnuna. Ikki tí tað er
ólógligt at fara út við báti.
Men tí maðurin er drukkin
hverja ferð, hesin hugurin
til sjólívið vaknar hjá
honum. Og tað er ikki lóg-
ligt at føra bát ávirkaður.
Klokkan hålvgum-
niggju hvitusunnumorg-
un og aftur klokkan fyra
tysmorgunin bleiv
maðurin tikin, áðrenn
hann setti kósina út um
molarnar. Fyrr er hann tó
sloppin út. Ta einu ferðina
sleipaði Tróndur hann inn
aftur.
Annars var friðarligt á
Hvítusunnu, upplýsir
politisteðin. Ein bilferari
er skuldsettur fyri skila-
Nr. 64 — 11. juni 1987
leysa koyring, tá hann
mánadagin koyrdi fram
um fleiri bilar inni í Leyna-
bergholinum.
Um morgunin annan
hvítusunnudag varð eldur
settur á ein arbeiðsskúr í
Viðalundini og eina letu
var vandi fyri, eldurin
festi í treini.
Leygardagin tók leg-
reglan trý fólk, sum
gjørdu ónáðir á útifundin-
um hjá Natostuðlum í
gongugetuni. Tað ljóðar,
at ein av hesum ólátaðu
fundargestunum varð
tikin beint fyri, at Óli
Breckmann av reðarapall-
inum hevði sagt honum, at
soleiðis hevði hann ikki
sloppið at gingið á Reyða
Torginum …
TRYGGINGAR
UMBODS
STOVA
Arbeiðið
kann skjótt
byrja aftur
Fleiri hús mugu fyrst tryggjast
Arbeiðið við at spreingja
fyri nýggjari Fiskirann-
sóknarstovu i Havn
verður væntandi tikið upp
aftur í dag ella í morgin.
Men ikki fyrr enn
spreingimeistarin hevur
tryggjað trý hús afturat í
Hornabø.
Tað var av ringum
royndum, at Tryggingar-
sambandið setir hetta
krav. Fyri viku síðani
fingu fleiri hús og bilar
skaða av gróti, tá skotið
varð, uttan at nakað var
breitt út yvir.
Nekur hús hevði
spreingimeistarin trygg)-
að, men fleiri onnur fingu
skaða. Onkustaðni fór ein
steinur niður gjegnum
takið. Á summum húsum
er klædningurin skaddur.
Nakrir bilar fingu eisini
grót niður yvir seg, men
teir skadarnar dekkar
tryggingin
Teir skaðarnar, sum
tryggingin ikki dekkar,
skal spreingimeistarin
sjálvur gjalda fyri. Tann
upphæddin verður millum
150 og 200 túsund krónur,
metir Signar Olsen á
Tryggingarsambandinum.
Hevði eingin trygging
verið, hevði upphæddin
lættliga komið upp á 400
túsund krónur, heldur
hann.
Tryggingarsambandið
hevur eftir hendingina av-
talað við spreingimeist-
aran, hverji hús aftrat
hann skal tryggja. Tey
hava eisini tosað við hann
um, hvussu hann í fram-
tíðini skal breiða út yvir.
randi