Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 64 — 11. juni 1987 Skrivstovurnar fáa útsýnið Býráðið broytir byggisamtyktina Tórshavnar býráð hevur samtykt at broyta byggi- samtyktina fyri eitt eki oman fyri Boðanes, soleiðis at har skulu byggjast skrivstovur í staðin fyri sethús. Broyt- ingin er tó treytað av, at landsstýrið góðkennir hana. Allir býráðslimirnir vóru á fundinum í seinastu viku ikki líka fegnir um broytingina. Leivur Johannesen minti á, at byggisamtykt- in áður varð broytt, soleiðis at ekið bleiv til sethúsaeki, tí útsýnið var so gott, at tað hevði verið synd at brúkt ekið til nakað annað. Hann segði seg ikki skilja, hví tað skuldi vera so átrokandi við einum eki afturat til skrivstovubygging. Leiv- ur Johannesen kendi einki til, at so nógvar umsóknir skuldu vera um at byggja skrivstovu. Hann vildi síggja umsóknirnar, vildi vita hvat »klientell« tað var, sum hann málbar seg. Men hann visti, at fleiri hundrað fólk stóðu á bíði- lista fyri at fáa grund- stykki. Býráðsformaðurin var einki fyri at skifta orð um umsóknir og vildi beinan- vegin seta málið undir atkvødugreidslu. Men Petur í Gong steðgaði hon- um. Petur i Gong og Leivur Johannesen mæltu i byggi- og byarskipanar- nevndini báðir frá at broyta byggisamtyktina. Teir vildu heldur hava ekið verandi til sethúsa- bygging. — Eg ivist ikki i, at landsstýrið gevur okkum viðhald, segði Petur í Gong. Poul Michelsen, býráðs- formaður, segði, at upp- skotið var komið frá embætismonnunum, sum vístu á tær mongu umsóknirnar um loyvi at byggja skrivstovu. 1300 umsóknir um grundstykki Tórfinn Smith helt tað eisini vera legið, at tær 1300 umsóknirnar um grundstykki skulu telja minni enn umsóknir til skrivstovu og smáhandil. Hann spurdi Lisbeth Petersen, hvussu tað bar til. at hon sum sosial- nevndarforkvinna kundi vera so altrá eftir at minka um sethúsagkið, sam- stundis sum hon er við til at lata byggja ein barna- garð nærhendis. Nú búgva ikki so nógv bern har, og hóskandi hevði verið um fleiri fingu loyvi at bygt. (Tað hevur áður verið ført fram í hesum málinum, at eingi børn eru á økinum hvørki til barnagarð ella til tann stóra Eystur- skúlan). Lisbeth Petersen umbar | Á seg við, at tað var ikki hon, sum var komin við at byggja barnagarð og veggustovu har. Henda samgongan hevði bara sett málið í verk. Annars helt hon, at bernini kundu koma til stovnarnar longri frá. Og hon vildi ikki varðveita ekið sum set- húsagkið bara fyri at fylla barnagarðin og veggu- stovuna, ið bygd verða. Sjey býráðslimir at- kveddu fyri at broyta byggisamtyktina til skriv- stovubygging. Fýra at- kveddu ímóti. Tað tekur kortini sína tíð, áðrenn nekur skriv- stova kann byggjast á økinum. Borgararnir hava meguleika at kæra av- gerðina, og landsstýrið skal staðfesta hana. randi Hans Petur Joensen, SKK: Vit fingu tað vit kravdu Lønarhækkingin í nýggja sáttmálanum svarar næstan til upprunaliga kravið hjá SEK Lenirnar hjá limunumí S&K hækka í år nøku- lunda sum hjå ødrum løn- takarum. Tysnåttina gjørdu S&K-feløgini i Før- oyum såttmåla vid Føroya Arbeidsgevarafelag og Føroya Keypmannafelag, og hesin såttmåli gevur eina lønarhækking upp å i miðal 10 pst. yvir tvey ár. Men øll fáa ikki tað sama. Tey ólærdu fáa í miðal 8,9% og tey lærdu og tey við yrkiskunnleika 10,6, men samstundis verða lenirnar hjá teimum lægru bólkunum, lærling- um og ungdómum reguler- aðar. Munurin millum lærd og ólærd økist ikki. Limir i S&K, uttan yrkiskunnleika ella læru, fáa umleið 8.000 krónur um mánaðin at byrja við, tá teir eru fyltir 18 ár. Umframt at lenarstigið hjá teimum hækkar, fer løn teirra upp við umleið 400 krónum. Fólk við trý ára yrkis- kunnleika fáa umleið 9.000 krónur. Teirra len hækkar uml. 470 krónur um mánaðan. Lenin hjá lærdum hækkar uml. 600 krónur. Tað munar væl, sigur Hans Petur Joensen, formaður í S&K í Havn. Meira hevði SÆK ikki væntað at fingið. Lønar- hækkingin samsvarar eisini heilt væl við upp- runaliga kravið hjá S&K, 10% fyri ólærd og 12% fyri hini. Tað varð sett fram áðrenn nakað kom fram um, hvat hini feløgini kravdu, og hvat tey fingu, sigur Hans Petur Joensen. S&K feløg eru í Klaks- vik, Vågum, Suduroynni og i Havn. S&K var eisini i Eysturoynni, men tað felagið er dottið niðurfyri, og nýggi sáttmálin um- fatar tí ikki Eysturoynna. Tey fýra SÆK felegini hava samráðst saman. Í felags samrådingarnevnd- ini sótu trý umboð fyri felagið í Havn og eitt um- boð fyri hvert av hinum feløgunum. S&K hevði onnur krøv til nyggjan såttmåla. Eitt var at geva álitisfólki og bókhaldarum hægri len, men tað varð ikki eftirlík- að. S&K hevði onnur krøv til nýggjan sáttmála. Eitt var at geva álitisfólki og bókhaldarum hægri len, men tað varð ikki eftir- líkað. randi Koyring uttanlands LUTZHØFT & CO. APS. Højbro Plads 77, 1200 København K., Tlf. 0193 45 90 TRYGGINGARSAMBANDID FØROYAR Um bilurin er skrokk- tryggjaður er SOS-kortið altíð ein eyka trygd Biðið um kortið í rumari tíð — og ikki seinni enn 8 dagar áðrenn farið verður Tað ber eisini til at venda sær til umboð TRYGGINGARSAMBANDSINS: