hósdagur 11. juni 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 64 — 11. juni 1987
sambandi kring heimin
Við nýggja foroyska flogfarinum og teimum avtalum,
sum eru gjørdar við altjóða flutningsfelog, er sambandið
við umheimin munandi betrað
Nú nærkast dagurin, tá ið
vestmenningurin Kaj
Egholm kann byrja at
flúgva við nýggja flog-
farinum — Super King
Einasta, sum nú verður
bíðað eftir, er teimum
seinastu skjølunum.
Saman við Faroe Ship
bjóðar Kaj Egholm tí nú
eina tænastu fram, sum
ger, at partarnir kunnu
átaka sær at flyta góðs til
Feroya frá ellum heim-
inum, uppá munandi
styttri tíð, enn hetta
hevur verið gjørt fyrr.
Flutningsdeild
Faroe Ship hevur arbeitt
við flutningi altíð, og teir
hava eisini verið við í
flúgving fyrr, m.a. átti
Skipafelagið ein stóran
part av Faroe Airways,
sum fleyg millum Feroyar
og útheimin í seksti-
árunum.
Kortini hevur felagið
víðkað um virksemið nú.
Ein serlig flutningsdeild
er sett á stovn — ein so-
kallað speditiónsdeild.
Henda deildin kann veita
kundunum eina enn betri
tænastu.
Tann, sum hevur
flutning fyri neyðini, kann
í dag venda sær til
deildina, og har fáa bein-
leiðis at vita, hvat tað
kostar at flyta okkurt úr
einum stað í annað.
Samstundis fær viðkom-
andi kundi at vita, hvussu
langa tíð hetta fer at taka.
Um flutningurin so verður
við skipi, flogfari, toki ella
bili finnur nýggja deildin
út av.
Leiðari á deildini er
danin Kim Pallesen, sum
hevur starvast i Føroyum
eina tíð.
Flúgvingin
Nýggja flogfarið hjá Kaj
Egholm fer fyrst og
fremst at taka sær av
flutningi millum Danmark
og Feroyar. Tey samband,
sum eru knýtt við fyri-
tekur í Danmark gera, at
partarnir nú í felag kunnu
átaka sær at flyta farm úr
Danmark til Feroya inn-
anfyri 24 tímar.
Snýr tað seg um
sendingar aðrastaðni frá í
heiminum, er sjálvandi
eitt sindur ymiskt, hvussu
skjótt tær kunnu fáast til
Feroya — tað hevur sjálv-
andi eitt sindur við fjar-
steðuna at gera, men í
flestu forum kann farm-
urin vera i Føroyum innan
60 timar.
»Kurér-tænasta«
Ein serligur flutnings-
háttur er kurér-tænasta.
Vanliga verður tað
roknað sum tryggasti og
skjótasti máti at flyta
smærri pakkar.
Hetta slagið av flutn-
ingi fær fyrsta rætt hjá
øllum flogførum, eins og
postverkini kring allan
heim geva hesum fyrsta
rætt.
Nøkur heimskend feløg
eru, sum taka sær av
hesum serliga slagi av
flutningi, og hesi feløg
hevur Faroe Ship fingið
avtalur við.
Vinnulívið
Nýggja flogsambandið og
flutningstænastan fer
helst at fáa alstóran týdn-
ing fyri feroyska vinnu-
lívið.
Onki dulsmál er, at tað
mangan hevur tikið langa
tíð at flyta farm við flog-
farið millum Feroyar og
Danmark. Hetta, tí at
Maersk fyrst og fremst
hevur flutt ferðafólk mill-
um londini. Farmurin er
komin við, tá ið pláss
hevur verið.
Hetta hevur mangan
verið ógvuliga kostnaðar-
mikið — kanska serliga
fyri skip ella virki, sum
hava bíðað eftir eyka-
lutum.
Men hesin trupulleikin
er nú loystur.
Umframt at flyta farm
við nýggja flogfarinum —
sum eisini er bygt við ser-
ligari farmahurð — kann
flogfarið eisini flyta ferða-
fólk. Pláss er fyri 10
fólkum, og flogfarið er út-
gjørt við øllum nútímans
hentleikum.
hevur
samstarv við
Kaj Egholm
neyvt
danska flogfelagið Busi-
ness Aviation i Roskilde.
Hetta
flogfør.
felag eigur fleiri
Fakta um
flúgvingina
Slag: Beechcraft
Air King 200 B.
Stedd: 11 rúmmetrar
ella 10 ferðafólk.
Negd: 1.350 kilo.
Kostnaður: 8 mill. kr.
Super
FAROE
AIRWAYS
Eigari: Faroe Airways/
Fligth Service Pf.
Operaterur: Faroe Ship.
Innlatingarsteð: Faroe
Ship, Keypmannahavn.
Floghavnin í Tune
(Business Aviation). Faroe
Ship, Tórshavn (Harum-
framt verður farmur
heintaður kring allan
heim).
Kontaktpersónar: Kaj
Egholm, FA, Kim Palle-
sen, Faroe Ship, Havn, og
Svend Skriver, FS í Keyp-
mannahavn.
HO LE
fe
Á FS
í