Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—— Á SS NE GE Nr. 64 — 11. juni 1987 Urtagarðurin nógv at siga fyri trivnaðin Bæði stovnar og privatfólk leggja dent á at fáa fríðkað uttan um húsini At gera urtagarðar og rekja teir er arbeiðið hjá Símuni Dalsgaard og ar- beiðsfólki hansara. Hetta hevur verið arbeiði hans- ara seinastu 11 árini. So hvert sum Havnin veksur, stovnar byggja, og privathús koma afturat í stórum tali, verður meira og meira urtagarðsarbeiði at gera. Men ikki meira enn býurin veksur, áhugin millum fólk økist ikki, heldur Símun Dalsgaard. Tó eru tað nógv, sum brúka ein part av frítíð síni til at arbeiða í urta- garðinum. — Tað nógva arbeiðið já okkum er viðlíkahald IV rtagørdum hjå stovnum og privatfólki. Í ár hevur Símun ikki havt nakað stórarbeiði fyri. Okkurt segði hann frá sær, tí honum vantaði ar- beiðsfólk. Áður hevur hann havt upp í átta fólk í arbeiði, men tað var í meira lagi. So nógv er arbeiðið ikki. Men nekrum hevur hann altíð brúk fyri. Nekur ar- beiðsfólk hava steðast hjá honum í upp til fimm ár, men ein stórur partur er ungfólk, sum bara hava arbeitt um summarið. Gentur hevur hann ofta havt í arbeiði. Útlendingar eisini, íslendingar og onkran svia. Tveir íslend- ingar søktu í år um ar- beiði, men Símun mælti teimum frá at koma, tí hann væntaði verkfall. Gott arbeiði Eingin serlig krev verða sett til arbeiðsfólkið. Hug- urin at gera arbeiðið er tað fremsta, go síðan eitt minstamark i likamsstyrki, sigur Sim- un. Sjålvur er hann fegin um sitt arbeidi. Tad er ein fragd at síggja liðug verk, og í góðum veðri er frálíkt at hava møguleikan at ar- beiða úti. Onkuntid kann vera eitt sindur illsligt, men so ræður bara um at lata seg í eftir veðrinum. Ein dag í góðveðrinum herfyri hittu vit Símun uttan fyri eini nýggj set- hús í Havn. Saman við honum arbeiddu Hákun Rasmussen og Teitur Samuelsen. Teitur hevur í seinastuni arbeitt hjá Sím- uni eftir skúlatíð. Undir verkfallinum hevði hann allan dagin at arbeiða í. Uttan fyri húsini gekk eisini urtagarðsplanleggj- arin Sigga Rasmussen. Hon og Símun arbeiða nógv saman. Uppgávan hjá Siggu er tá at gera ætlan fyri, hvussu urta- garðurin kal verjar plantur skulu til gerast, V Og hin gera So rbeidid. Simun letur væl esum samstarvinum. Nógv fólk leggja stóran dent á at fáa hampað uttan um húsini. Fyri tey hevur tað ofta líka nógv at siga sum at hava tak yvir hevdinum. Og tað vilja tey hava gjørt, sjålvt um arbeidid kostar. Uttanfyri Brunatrygging- ina sæst, hvat kann koma burtur ur samstarvi millum Simun Dalsgaard og Siggu Rasmussen. Síðan tey gjørdu arbeiðið, hevur húsaverðurin rekt plantingina væl - Tað er deiligt at arbeiða úti, heldur Teitur orð: randi myndir: kalmar Símun Dalsgaard við ar- beiðsfólki sínum, Håkun Rasmussen og Teitur Samuelsen. Alt arbeiðið hjá teimum er uttandura Røkt skal til Tað eru fleiri stovnar, har Símun og hansara fólk hava fríðkað uttan um. Eitt nú Elektron, post- húsið á Argjum og Bruna- tryggingin, sum Símun og Sigga vóru felags um. Aðrir stovnar eru eisini, sum Símun ikki leggur í at tosa um. Tað eru stovnar, har av fyrstan tíð nógv arbeiði varð lagt í at gera tað vakurt uttan um. Síðan hevur eingin tikið hondina í, og alt er farið í misrekt. Tað er harmiligt at síggja, sigur Símun. Ymist er, hvussu fólk vilja hava ekið uttan um húsini. Ofta eru tað gras- vellir. Tað hendir, at fólk biðja Símun gera sær epla- veltu, men tá plagar hann at mæla frá. Tað loysir seg ikki fyri tey. Ofta tosa Símun og fólkini saman um, hver frægasta loysnin er. Øll vita ikki líka væl, hvussu nógv arbeiði tað er at gera stykkið uttan um húsini. Summi koma, tá sólin kemur, og vilja beinan vegin hava urta- garð. Men tað ber ikki til Ein partur av arbeiðinum má gerast árið fyri, velta og grava, og eini tvey, trý ár tekur tað til urtagarð- urin er heilt liðugur. Byrj- ast má við at skapa lívd, so má hitt koma so við og við. r 1 heldur | | tú | ikki | | | |- —"