hósdagur 11. juni 1987síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Ein knívur kann drepa, og
ein knívur kann lekja. Tað
ber til at bróða niður við
einari eksu, men tað ber
vissuliga eisini til at nýta
øksuna til at byggja upp.
Hvussu tingini verða
nýtt, er fyri ein stóran
part upp til okkara. Men
tann segu- og heildar upp-
fatan, ið hevur rátt tey
seinastu árini, hon eins og
hevur tikið ábyrgdina frá
okkum menniskjum — tað
eru ikki vit, ið hava
skuldina ella ábyrgdina.
tað eru umsteðurnar, tað
eru tingini. Broyt umsteð-
ur menniskjunnar, og tú
fært ein nýggjan
skapning.
Eitt nýtt umhvervi,
broyttar umstødur, hava
gjørt mannalívið nógv
lættari, og nógv meira
verdugt — men alt tað
nógva nýggja, betandi og
góða, hevur ikki broytt
okkum menniskju eitt
Ég og tú
kunnu
skapa frið
lítið vet. Vit hava, bæði há
og låg, fingið túsund ferðir
betri livikor — men við
hesari túsundfaldan eru
evni okkara til at oyði-
leggja eisini túsundfaldað.
Okkara gerandisdagur
er lætnaður so nógv tey
seinastu 50
árini, at hann er ikki til at
kenna aftur — húsa- og
heilsuviðurskifti, matur,
arbeiði, frítíð og aldur-
dómur eru batnað í so
stórum, at ein og hver. ið
dugir at lesa, ella bert
kennir eitt lítið sindur til
seguna, átti at kent seg
hjartaliga takksaman.
Men eru vit menniskju
vorðin betri og góðsligari
av ellum hesum? Eru vit
vorðin meira hjálpsom?
Hava vit betri stundir til
at lurta eftir, ella at taka
okkum av næstanum??
Hava vit lagt av slatur og
allan fíggindaskap — eru
vit meira rívilig yvirfyri
íðindablaðið S0Stalurin
| Friður kemur aldrin av sær
| sjálvum, segði Bergur Jacobsen
i friðarreðu síni Í
teimum, ið eru ella hugsa
annarleiðis?
Svarið er nei, og aftur
nei! Tað góða, sum er
hent, tað at vit nýta
skattapeningin til annað
enn hernaðarlig endamál,
og eisini til at beta um
a ——it88<icWaa
krøv til friðarrersluna, um
at taka meira beinleiðis
lut í samfelagsviðurskift-
um, og at viðgera tey við
steði í teimum fyritreyt-
um, sum eru í okkara egnu
samfelegum beint nú.
Friðarrerslan byrjaði
sum mótmæli móti atom-
vápnum og amerikansk-
um rakettum og tað var
eitt gott stað at byrja.
Men nú er ikki nóg mik-
ið bara at mótmæla, nú
má farawst í holt við
meira konstruktiv arbeiði
innan friðarrersluna.
Menniskju góðtaka,at
um tað verður kríggj nú,
so fara fólk í milliónatali
at doyggja. Á militera
málinum tosa tey um
mega-deyða, sum nakað
s3um kann góðtakast.
Hendan hugsunarhátt
má friðarrerslan virka fyri
at broyta.
Eisini er neyðugt, at
friðarrerslan fer umdir
ítekiliga at vísa á, hvussu
vit veruliga fáa avdubb-
ing. Allar góðar kreftir
mugu til fyri at finna fram
til eitt felags alternativ til
terrorjavnvágspolitikkin.
Vit eiga at virka fyri at
beina fyri fåtækradømi og
neyð.
Vit eiga at beta um út-
kann undan vankunn-
leika, rasismu, fordómum
og indoktrinering.
Vit eiga at stríðast
ímóti dálking og merg-
súgving av náttúruni.
Tí øll hesi eru orsøkir til
kríggj, kúgan, ófrið og
vápnadubbing.
Nú vil helst onkur siga:
ja men hví skulu vit í
Vesturheiminum gera alt
hetta, og ikki ell hini, sum
eisini búgva á jerðini.
Her er svarið heilt
greitt: vit hava skyldu til
tað.
Stórur partur av menn-
iskjunum á jerðini eru an-
alfabetar, og nógv fáa
heldur ikki alt at vita,
Vit her duga at lesa og
skriva, og vit vita tað,
sum hendir.
Stórur partur av menn-
iskjunum á jerðini noyð-
ast at arbeiða meginpart-
in av samdegrinum fyri at
lívbjarga sær og sínum.
Vit her hava stutta ar-
beiðstíð og nógva fritid.
Stórur partur av menn-
iskjunum á jerðini liva
undir hungursmarkinum,
og sakna tí bæði mátt og
megi.
Vit her hava nóg mikið
at eta.
Stórur partur av menn-
iskjunum á jerðini liva í
londum, ar ikki er loyvt at
finnast at stýrinum.
Vit her hava tali- og
skrivifrælsi og verða ikki
sett fest ella torturerað,
um vit siga okkara
hugsan.
Vit hava vitanina, tíðina,
liviumsteðurnar og
meguleikarnar at virka
fyri friði og avdubbing, og
vit hava skyldu til tað.
Vit hava skyldu til at
siga við okkara politikar-
ar, at nú má vend koma í.
Vit hava ikki meguleika
at koma á tal við hin part-
in, og tí skulu vit tosa við
okkara egnu, og um vit
fáa teir at steðga á og
hugsa seg um, so er megu-
leiki fyri broyting.
Broytingar hjá okkara
monnum vilja føra til
broyttar samráðingar og
betur samstarv. Hetta vil
smitta yvi- á hin partin,
so hann eisini broytist.
Men neyðugt er at gera
nakað nú. Vit kunnu ikki
sita hendur í favn, tí skilið
er so ringt, at bert eitt
lítið mistak kann fáa allan
heimin at fara í sor.
húsinum
umsteðurnar hjá med-
menniskjunum. Tað er
hent, tí tað finnast ideal-
istar, ið hava noytt tað
igjøgnum, og tí at tað er
okkum ellum at gagni.
Men meðan so mangt er
broytt rundan um okkum
tey seinastu fimm seks
túsund árini og ikki minst
tey seinastu 50 árini, so
eru vit menniskju tó ikki
broytt — muran í okkum
er tann sama sum altíð.
Heimið, bygdin, lands-
luturin, landið og allur
heimurin eru soleiðis, sum
vit eru. Tí hyggja vit at
seguni og at tí, sum fer
fram í dag, so síggja vit,
at tað sum hendir, av
góðum og illum, at tær
persónligheitir, kreftir og
rerslur, ið hava merkt
seguna, og sum seta
kósina í nútíðini, tær
endurspegla, tað sum
gongur fyri seg inni í tær
og mær. Segan og sam-
felagið er ein super-
projektión av tínari og
mínari psyku. Tað býr ein
khomeini og ein Idi Amin í
okkum øllum — tad byr
okkum øllum — men er
hon litil og vesalig i veru-
leikanum, so er hon tað
eisini i okkum. Vit kunnu
geva Gorbatjov og
Reagan alla skuldina —
men teir eru bert tad, sum
eisini er ein partur av
okkum.
Innanfyri heilsuvisind-
ina verður í dag tosað
nógv um profilaxis, um
fyribyrgjandi medisin, um
at bæsa sjúkunum áðrenn
tær nakrantíð koma fram,
um at raka sjálva rótina í
í Norðurlanda-
sjúkdóminum.
Tað er soleiðis, at friður
kemur ikki av sær sjálv-
um. Tað hevur aldri verið
friður — og við tað, at tað
at vera menniskja,
mótvegis tí at vera eitt
djór, er at liva í spenningi
og konflikt, so eru útlitini
fyri friði ikki tey bestu. Og
aldri nakað sum kemur av
sær sjálvum.
Tað, sum ger okkum
menniskju til tað vit eru,
av illum og góðum, tað er
tað forvitni, tann longsul,
óvissa og ótti, ið býr í
okkum ellum — hesir
veldugu spenningar
kunnu munna út í tí reina
himmiriki, í tónleiki,
málningi, yrking, kærleika
og hvat vit annars kunnu
nevna. Men eldgosið
innaní okkum kann eins
væl oysa oyðilegging
burturúr sær — og munur-
in millum at skapa og
oyðileggja er viðhvert hár-
fínur.
Tað eru ikki einans
Gorbatjov, Reagan,
kapitalurin ella sosialism-
an, ið kunnu elva ófrið ella
skapa frið — men tað eru
vit, tú og eg. Ein sonn
friðarrersla, ein friðar-
rersla, ið skal gera sær '
nakrar vónir um frið,
noyðist at venda sær
hagar, sum ófriðurin byrj-
ar — nevniliga hjá tær og
mær. Skulu vit hava frið,
so krevst onki minni enn
ein revolutión, ein koll-
velting.
Tað finst í veruleikanum
bert eitt slag av friði —
ella rættari sagt, bert ein
friður, og hann er at finna
innaní okkum sjálvum.
Nr. 64 —
11. juni 1987
Av Vaglinum før fridar-
gongan nidan i Norður-
landahusid, og har var
fundur vid fleiri hundrad
luttakarum
Tað verður ongin friður á
jerð, í hvussu so er eingin
varðandi friður, um vit
ikki dyrka ta friðar-
spíruna, sum finnst í
hverjum einstskum av
okkum.
Ein av teimum stóru
upprunamonnunum innan
sálarfreðina tosaði um ta
almennu sálina, ella
felagssálina; og her koma
vit aftur til tað, sum eg
byrjaði við) um at
heimurin er soleiðis sum
vit eru. Bæði gudfreð-
ingar, heimsspekingar og
sálarfreðingar tosa enn
um felagssálina ella
heimssálina, um hetta
verðishavið av hugsjónum
og kenslum, ið vit bert eru
dropar í — og tað er her, ið
kollveltingin eigur at fara
fram, um vit veruliga
ynskja frið. Vit mugu
broyta sinnalag, og broyta
sinnalegini, soleiðis at
felags sinnalagið verður
fyri friði.
Ein friðarrersla, ið vil
hava frið, eigur at leggja
ábyrgdina fyri kriggj og
ófrið á herðarnar á
hverjum einstøkum menn-
iskja — tað batar ikki bert
at geva ávísum persónum,
rerslum ella stættum
skyldina. Tað eru tú og eg,
ið hava alla skyldina, tí so
leingi tað finnast menn-
iskja eins og tú og eg í
heiminum, so verður ófrið-
Framhald á síðu 23
VA