hósdagur 11. juni 1987síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 11. juni 1987
av heiminum, tað vil siga í
framkomnu londunum
vestanfyri og eystanfyri.
Men friðurin, sum valdar
er ein vápnaður friður.
Vit hava rætt nokk ikki
kríggj, og tað er sjálvsagt
tað týdningarmesta, men
vit liva alla tíðina við ótta-
num um at kríggj kann
bresta á, og tá vita vit at
eingin meguleiki er at
sleppa undan hjá nøkrum
okkara, líka mikið hverj-
um parti vit eru í, og
doyggja vit ikki beinan
vegin, so verður alt so
eitrað, at menniskjaættini
verður iki lív lagað,
Og hvussu brúka vit so
tann friðin, vit hava. Jú,
hann verður brúktur til at
fyrireika okkum til
kríggj. Vit nýta ein stóran
part av ti rikidømi, sum
jerðin gevur, til fleiri
vápn, nýggjari vápn og
betur vápn, tí meira vit
dubba, jú tryggari er frið-
urin.
Leiðandi politikkarar í
framkomna heiminum
siga seg vilja tryggja frið-
in við at fara til samráð-
ingarborðið, men samráð-
ingarnar líkjast meira
træting enn vanligum
samreðum.
Besta dømi um, hvussu
samráðandi politikarar
gera alt fyri at forða
semju, er fundurin í
Reykjavík seinasta heyst
millum Reagan og Gorba-
tjov.
Tær rørslur og tær
hugsanir, sum meina at
ósemjur skulu loysast við
makt og harðskapi verða
vanliga nevndar »militar-
istiskar«.
Hesin hugsunarhåttur-
in er tann mest vanligi
bædi eystanfyri og vest-
anfyri. Ti ber tað til at fáa
næstan óavmarkaðar
játtanir til hernaðarlig
endamál.
Hesin serligi militarist-
iski hugsunarhátturin
sæst aftur alla staðir. Eitt
ógvuliga týðiligt demi er
enska valstríðið.
Arbeiðaraflokkurin hev-
ur á seinasta landsfundi
viðtikið, at um teir koma
til valdi so skulu øll
fremmand kjarnorkuvápn
beinast burtur av enskari
jerð innan fimm ár.
Hendan vidtøkan er nú
undir valstríðnum eitt av
fremstu álopsmálunum
hjá konservativa flokki-
num á arbeiðaraflokkin,
Hendan viðtekan er nú
undir valstríðnum eitt av
fremstu > ålopsmålunum
hjå konservativa flokki-
num á arbeiðaraflokkin,
sum hinvegin roynir at
krógva yvir landsfundar-
vidtøkuna, við at siga, at
teir meina tað ikki rætti-
liga so avgjert, og hetta
gera teir fyri ikki at missa
atkveður.
Líka mikið hverjir
trupulleikarnir enn eru hjá
tí einstaka í samfelagnum,
so kemur militaristiski
hugsunarhåtturin fram
hjå teimum allarflestu.
Å Vaglinum helt Marita
Petersen rødu
Vit síggja nakað tað
sama í eðrum londum.
Í Spania og Grikkalandi
var eisini almenni poli-
tikkurin hjá teimum,
sum í dag sita við ræði, at
londini skuldu burtur úr
NATO, men nú er málið
líkasum vent.
Sjálvt her hjá okkum í
Feroyum síggja vit tað
sama. Eitt einmælt Løg-
ting hevur viðtikið, at
Feroyar skulu vera óheft-
ar av hernaðarligum sam-
gongum — at ongar hern-
aðarsteðir skulu vera í
Feroyum.
Men hóast hetta hevur
ein av teimum stóru
flokkunum stutt síðan
broytt stevnuskrá sína og
gongur inn fyri NATO, og
í fyrradagin skipaðu nakr-
ir, sum nevna seg NATO-
stuðlar fyri fundi her í
gongugetuni, har leiðandi
politikarar fyri tveir av
sterstu flokkunum talaðu
fyri NATO, vápnadubb-
ing og terrorjavnvág.
Hvussu ber tað til at so
nógv av okkum ganga inn
fyri at loysa ósemjur við
harðskapi?
Er tað tí at menniskja er
so vorðið, er tað okkara
uppaling ella eru tað tær
sosialu umsteðurnar, vit
liva undir, sum gera tað?
Nekur siga, at
menniskjan er ónd og
agressiv, og at kríggj er
bert ein natúrlig fylgja av
okkara náttúru, meðan
onnur siga, at tað er upp-
alingin, sumer orsekin til
at vit ganga inn fyri
kríggi og harðskapi.
Kanna vit eftir, hverja
steðu vanlig fólk í USA og
vanlig fólk í Sovjet hava
til hertænastu ella tað at
vera hermaður, so er
eingin munur á teimum.
Næstan ell halda tað vera
í lagi at fara í hertænastu
og í kríggj.
eðrum londum um
okkara leiðir er steðan
nakað tað sama. Tað er
einki undarligt í hesum, tí
í ellum hesum londum er
uppalingin á hesum
økinum eins.
Øl] fáa eina tjóðskapar-
liga uppaling. Tey læra, at
teirra land er tað besta og
vakrasta í heiminum,
teirra fólk er tað besta og
klókasta, og at tey eiga
um tað gerst neyðugt at
fara í kríggj og kanska
lata lív fyri feðilandi.
Um kríggj læra tey, at
tað er spennandi og
áhugavert. So læra tey
eisini at fíggindin eru
minni verd menniskju, tey
eru ónd og órein, og tað
besta tú kanst gera er at
beina fyri teimum.
Bern og ung í ellum
londum verða indoktriner-
að um øll hesi viðurskifti.
So tey alt teirra lív hava
fordómar mótvegis eðrum
fólkaslegum ella minni-
lutabólkum.
Tann myndin, sum russ-
isk bern hava av amerik-
anarum og tann myndin
amerikansk bern hava av
russum og serliga kommu-
nistum, hava tey fingið
við ávirkan frá uppalar-
um, skúlum og fjølmidl-
um, og báðir partar hevdu
etast við, um teir sóu við
eygunum hjá hinum parti-
num.
Ber tað til at broyta
»militera« hugsunarhåttin
Síða 17
hjå menniskjunum?
Ju, tad ger tad, og vit
hava øll skyldu at gera
tad.
Foreldur og barnauppal-
arar hava skyldu til at
uppala børnini til fræls og
sjálvsteðug menniskju,
sum ikki longu í barna-
árunum hava fingið lagt
fordómar niður í seg.
Útvarp, sjónvarp og
blød hava skyldu til at
geva greiðar og fjeltáttað-
ar upplýsingar um viður-
skiftini bæði heima hjá
okkum sjálvum og í út-
heiminum.
Politikarar hava skyldu
til at viðgera ell mál á ein
skynsaman og moralskt
forsvarligan hátt. Eisini
eiga teir at tryggja ellum
børnum og ungum eina
góða skúlagongd og út-
búgving.
Eisini onnur kunnu vera
við at vísa á vandan við
kríggi og at fáa fólk at
steðga á og hugsa seg um,
og her meini eg at Friðar-
rerslan m.a. hevur sín
týdning.
Friðarrerslan byrjaði í
sjeytiárunum í Miðeuropa
sum ein mótmælisrersla
móti neutronbumbuni og
miðaldistancuatomvápnu-
num. Hetta var fyrst og
fremst mótmæli og atfinn-
ing móti politikarum og
hervaldi heima í egnum
landi. Síðani tá hevur
rerslan breitt seg til nógv
lond og hevur fleiri ferðir
gjert vart við seg.
Nógvar atfinningar
hava verið og eru ímóti
friðarrersluni.
Funnist verður m.a. at,
at rerslan bara er
ímóti,
— at hon er eintáttað, tí
hon arbeiðir bert við
einum máli,
— at hon onga fasta skip-
an hevur og tí er so
veik,
at hon bert er atfinn-
ingarsom mótvegis
USA og vesturheimi-
num, meðan einki verð-
ur sagt um kommun-
istisku londini, ja, í ein
mun verður hon legd
undir at vera Sovjet-
vinarlig.
Annars verða friðarfólk
løgd undir at vera:
— »hentir idiotar«,
— ónational,
— blåoygdir idealistar,
sum bara tosa um av-
dubbing men einki
gera.
Afturat hesum verður
gjøldur gjørdur burtur úr
hesum »byttlingum«, sum
halda seg kunna beina fyri
vápnum við at ganga til
París, til Moskva, til
Washington ella úr
Mjerkadali til Havnar.
Men hvat ið enn verður
sagt um friðarrersluna, so
er veruleikin tann, at hon
er neyðug. Tað er eingin
annar vegur at koma burt-
ur úr tí vanlukku steðu
menniskjuni hava skapað.
Tað er bert ein friðar-
vegur, og tað er avdubb-
ing.
Friðarrerslan hevur
eitt mál at arbeiða ímóti,
og tað er burturbeining av
vápnum. Hetta er eitt
mál, sum tað ber til at ar-
beiiða ímóti. Her fara
ítekilig stig á vegnum at
kunna síggjast.
Alternativið til avdubb-
ing er terrorjavnvág, og
nær er komið á mál her?
Soleiðis sum politikarar
og hernaðarleiðarar hugsa
um alla tíðina at vera
framman fyri mótpartin,
so verður ongantíð komið
á mál. Men dubbingin er
sum ein karusell, ið melur
skjótari og skjótari til alt
ein dag brestur — er tað
máli?
Fridarpolitikkur er ikki
nationalur i vanligar
merking. Hann fevnir um
allan heimin og ikki bert
tann litla blettin, sum er
fødiland okkara.
Fridarpolitikkur gongur
inn fyri samstarvi millum
lond.
Fridarpolitikkur visir å
aðrar mátar at loysa
ósemjur enn at nýta harð-
skap. Eisini í ósemjum
millum lond.
Friðarpolitikkur tekur
undir við fólkarættinum,
sum er staðfestur í ST-
sáttmálanum, har sagt
verður, at einki land hevur
loyvi til at nýta ella hótta
við at nýta vápnamegi
móti eðrum landi.
Sum nú er, eru tað bæði
stórveldini, sum gera alt
av, meðan tey smáu lond-
ini bara standa og hyggja
at og annars gera tað, tey
fáa boð um. Her er eingin
munur á, um londini hoyra
til NATO-samgonguna
ella til Warshawa-sam-
gonguna.
Tað er neyðugt fyri frið-
arpolitikk, at tey smáu
londini verða meira
Av ellum hesum £,
it fridarpolitikkur n
sti møguleiki hjá ja-
zóðum politikarun m
vilja menniskjum t
Men hetta setu ni
Fleiri børn gingu vid allan
teinin ur Mjørkadali til
Havnar