hósdagur 11. juni 1987síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
rå
Ganga
truliga
Undirtøkan økist i
fridarrørsluni
Úti við 150 fólk vístu ann-
an hvítusunnudag sítt
ynski um frið í heiminum
við at ganga friðargongu
teir 15 kilometrarnar úr
Mjerkadali til Havnar.
Sum tey hava gjert í fleiri
ár. Nekur hava gingið ár
eftir ár, eðrum berst frá,
og nógv nýggj koma
afturat.
Maud Næs byrjaði
friðargonguna i
Mjørkadali vid at siga
nøkur orå um fridarviljan
og at venda harnadinum
bakið
Í besta veðri stevndu
friðarfólkini suðuryvir.
„Steðgið Dounreay«,
»Kjarnorkuvåpnafri Norð-
irlond«, »Tjernubyl — ein
åvaring« stóð á dreglun-
um, sum friðarfólkini bóru
vid sær.
Stedgad var å Lamba-
felli, har kaffi og kaka
vóru at fáa og onkur treiv
í ein sang. Og so gekk
leiðin víðari oman á Vagl-
ið. Allan vegin suður
komu fleiri fólk afturat.
Á Vaglinum stóðu enn
fleiri og bíðaðu. Har
sungu fólk fyrst ein sang,
og síðan helt Marita
Petersen reðu. Og so gekk
leiðin niðan í Norðurlanda-
húsið, sum var stúgvandi
fult av fólki. Ung og eldri.
Allir aldursbólkar vóru
umboðaðir, men talið av
ungfólki og ungum
foreldrum við bernum
ekist í hverjum.
Skráin í Norður-
landahúsinum var drúgv.
Gunnar Hoydal og Bergur
Jacobsen hildu reðu,
Rytmukórið í Hoydelum
sang, og Nora Bærentsen
las nakrar yrkingar eftir
Jóannes Dalsgaard. Tey
mongu bernini krógvaðu
ikki, hvussu fegin tey
vóru um at hoyra Robert
og genturnar, sum tey
kenna úr barnaútvarpin-
um. Hanus Johansen
dámdi eisini ellum at
hoyra. Inn ímillum vóru
fleiri felagssangir. Bólkur-
in Orion hevði undirspælið
til teir mongu felags-
sangirnar, og Orion endaði
eisini tiltakið við at spæla
Friðargongan vendi
hernaðarútgerðini bakið
og fór til Havnar
nekur av sínum legum.
Ætlanin um at byggja
kjarnorkuendurvinning-
arvirki í Dounreay í Skot-
landi fellur ikki friðar-
rersluni, og í sambandi við
friðartiltakið var ein fram-
sýning í Neorðurlanda-
húsinum. Fólk høvdu har
eisini hevi at skriva undir
mótmæli móti ætlanini.
Talið av friðarfólki veks-
ur fyri hvert ár, og tað ger
eisini talið av felags-
skapum, sum leggja navn
til friðargonguna. Í ár
vóru felagsskapirnir: Fólk
fyri friði, CISV, Feroysk
Myndlistafólk, Rithev-
undafelagid, Føroya Peda-
gogfelag, Sosialrådgevara-
felagid, Friu Føroyar, Før-
oyskir Sosialistar, Unga
Tjóðveldið, Sosialistiskt
Ungmannafelag, Tjóð-
veldisflokkurin og
Javnaðarflokkurin.
randi
Barnavognarnir vóru ikki
so fáir í friðargonguni. Tey
smáu hevdu eisini ein
hugnaligan dag
Friðarpolitikkur er einasta
loysnin, segði Marita Peter-
sen í roðu síni á Vaglinum
Seinastu tríggjar dagar-
nar hava verið tríggjar
atomspreingingar.
Fríggjadagin sprongdi
Kina eina atombumbu,
sum var átta ferðir so
sterk sum Hiroshima-
bumban. Tað vil siga, at
ein slík bumba kann gera
av við meir enn eina
millión menniskju.
Leygardagin sprongdi
Sovjet eina atombumbu
undir jerð, og hvítusunnu-
morgun sprongdi Frak-
land eina atombumbu á
Moriroa í Stillahavinum.
Tað eru í heiminum í
dag umleið 50.000 atom-
spreingiløgingar, um-
framt konventionel våpn,
kemisk våpn og råmdar-
våpn. Hesi kunnu
spreingja knøttin i luftina
fleiri ferðir um tað var
gjørligt.
Men hóast hesar stóru
goymslur so halda roynd-
arspreingingar fram. Út-
reiðslur til vápn veksa ár
undan ári, og veksturin
verður sterri fyri hvert ár.
Í dag verða brúktar
meira enn 8.000 milliardir
kr. til vápn og til kanning
og menning av nýggjum
vápnum, og tað stendur
ikki á at fáa játtanir til
hernaðarlig endamál. Sum
demi kann nevnast, at nú
eitt árið fekk amerikanski
herurin játtanir til 97,5%
av øllum tí, teir høvdu
ynskt. Um somu tíð vóru
játtaninar til skúla, heilsu-
verk og sosialar veitingar
nógv skerdar í USA.
Vápnaframleiðandi
londini, og her verður ser-
liga hugsað um stórveld-
ini bæði, hava ein hóp av
kanningarsteðum og ein
rúgva av vísindafólki ar-
beiða har. Mett verður at
1/3 av heimsins vísinda-
fólki arbeiða við vápna-
framleiðslu, og okkurt
skulu tey gera. Hverja
ferð tey finna fram til
nakað nýtt, eru tey við til
Nr. 64 — 11. juni 1987
at gera jerðina meira
vandamikla at liva á. Eitt
úrslit av slíkum menning-
ararbeiði er neutronbumb-
an, sum týnir alt livandi,
meðan hon sparir bygn-
ingar og installatiónir.
Arbeiðshátturin hjá
hesum hernaðarligu kann-
ingar- og menningarsteð-
um er vanliga tann, at
fyrst verður roynt, hvat
tekniskt ber til. Tá tað er
eydnast, so verður sagt,
at fíggindin helst hevur
nakað líknandi, og tí má
nýggja vápnið setast í
framleiðslu. So fær hin
parturin frænir um hetta
nýggja, og fer undir at
framleiða nøkulunda tað
sama, og hetta kann so
brúkast sum prógv fyri at
rætt var, sum sagt varð
av fyrstan tíð.
Hesa gongd síggja vit
týðiliga í USA, tí har er
meira opið, hvat hendur á
hernaðarliga økinum. Men
sjálvt um russar ikki
kunngera sínar framtíðar-
ætlanir, og vit eru noydd
at líta á tað, sum amerik-
anskar njósnaraskipanir
koma við, so er eingin ivi
um at tað sama fer fram í
Sovjet sum í USA.
Sambært upplýsingum
eru russar í ferð við at
menna 17 nýggjar atom-
vápnaskipanir. Hetta gera
teir, sjálvt um teir eiga
nóg nógv atomvápn at
týna allan heimin fleiri
ferðir.
Ofta verður sagt, at vit
hava frið í heiminum, og
at vit kunnu takka makt-
javnvágini fyri at so er.
Men er verðin nú so friðar-
lig, sum summi halda?
Síðan seinasta heims-
bardaga hava verið meira
enn 150 krígg, so at siga
øll i 3. heiminum. Illa ber
til at siga at vit liva í
einari friðarligari tíð.
Rætt er tað, at tað ikki
hevur verið beinleiðis
kríggj her í okkara parti