Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 64 — 11. juni 1987 Ur m.a. á, at virkið hevur verið við til at undirbjóða fisk hjá Fiskaseluni. Tí má virkið gera sær greitt, um tað vil vera í ella uttanfyri Fiska- seluna stóð í brævinum. Nevndarformaðurin á Tveroyrar flakavirki metti brævið so mikið álvarsligt og helt, at tað kundi bert verða svarað við eini einvísari og avgjørdari útmeldan úr Fiskaseluni. Brævið varð viðgjert á nevndarfundi tann 2. apríl og vóru vit rættiliga óvitandi um hesi viðurskiftini. Tað er nevailiga so, at nevndin hevur vitað alt ov lítið um dagliga raksturin á virkinum, men hon hevur sum so heldur ikki viljað lagt seg út í hann. Dánjal av Rana sigur, at hann sjálvur var við til at seta Hera Mortensen sum stjóra á sinni og tá fekk hann at vita, at nevndin gav honum fríar teymar at reka virkið sum hann sjálvur metti best. — Okkara leiklutur hevur so verið at vera standby, tá á hevur staðið. M.a. veðhelt bý- ráðið fyri 13 mill. kr. tá út- bygging fór fram á virkinum og enn veðheldur kommunan fyri (11 mill kr fyri meguligum kurstapum. — So vit hava alla tíðina havt henda leiklutin at vera klárir at hjálpa, um virkið kom í trupulleikar, men í aðrar mátar hava vit lagt okkum lítið út í sjálvan raksturin. Óvitandi Dánjal av Rana sigur víðari, at nevndin tó hevði eitt ynski til nýggja stjóran og tá- verandi nevndarformann, og tað var, at hildin varð nevndarfundur eina ferð um mánaðin. So var eisini í byrjanini, men Bell tey seinastu árini hevur bert verið ein til tveir nevndar- fundir um árið. — So vit hava verið rætti- liga óvitandi um hesa steð- una millum Fiskaseluna og virkið, nú vit bráddliga eftir stuttari tíð skuldu taka eina so stóra avgerð sum at fara úr Fiskaseluni. At henda av- Føroya Fiskasela fær skjótt vitjan av nýggju nevndini i Tveroyrar Flakavirki, sum m.a. vil hava upplysingar um søl- una av kongafiski o.e., sum virkið hevur selt gjøgnum Fiskaseluna gerðin so varð tikin kom rætt og slætt sum eitt sjokk, tí ell høvdu mett, at fleiri upplýs- ingar skuldu koma fram, áðrenn ein tílík avgerð varð Fyra av teimum sjey nevndarlimunum vóru tí eisini ógvuliga ivasamir, tá málið um útmeldan kom fyri á nevndarfundi. — Vit hildu hetta vera eitt alt ov drastiskt stig at taka og settu tí uppskot fram um at fáa málið lagt fyri eig- ararnar á komandi aðalfundinum, sum stóð fyri durum. Síðani vóru fleiri nevndar- fundir, men málið kom ikki til atkveðugreiðslu, tí tað var meiriluti ímóti útmeldan á henda hátt. Á nevndarfundinum 8. apríl varð dentur lagdur á, at tað var av stórum týdningi at avgreiða málið um limaskap sum skjótast. (Kallað varð so aftur til nevndarfund tann 15. apríl). Men tann 13. apríl sendu tey fýra nevndar- umboðini, ið ynsktu at bíða við avgerðini um útmeldan ella ikki bræv til nevndar- formannin, har skotið varð upp at hava fund við Fiska- seluna og seinni við býráðið sum hevuðseigara. Aftur var fundurin útsettur og somu- leiðis var aðalfundurin, sum longu var útsettur fleiri ferðir, útsettur enn einaferð til 4. juni. Tann 30. mai kallar nevndin so til fund aftur og tá er steðan tann, at ein av teimum fýra, sum vóru ímóti útmeldan, var vorðin sjúkur, og eykamaður kom í hansara stað, sum tók undir við upp- skotinum frá nevndar- formanninum um útmeldan beinanvegin. Sostatt var meiriluti fyri útmeldan og tí varð hesin fundurin hildin um málið og tá fall eisini avgerðin um útmeldan. — Okkara metan er tann, at tað var ikki ein meiriluti av eigarunum, sum tók avgerðina at fara úr Fiskasøl- uni, og at málið heldur ikki var lýst frá báðum síðum, t.v.s. hverjir fyrimunir og vansar vóru við at vera uttanfyri. Roknskapurin fyri 1986 Nú er so tað hent, at nevndar- formaðurin og ein av nevnd- arlimunum eru skiftir út og nýggj fólk eru komin í teirra stað, sum meta, at spurning- urin um limaskap í Fiska- søluni er ikki endaliga av- greiddur. Dånjal av Rana sigur, at i roknskapinum fyri 1986 er ikki eitt tal sum vísir, at tað er ein fyrimunur at vera uttanfyri Feroya Fiskaselu. Úrslitið er nul og skiftis- avlopið er 1.67 kr., og tað er langt niðanfyri tað hjá fleiri eðrum virkjum. Har er eitt yvirskot á rokn- skapinum, men tað stavar frá tí, at limirnir í Fiskaseluni, frá at kunna fáa 75% av til- taksgrunninum við sær út um teir fara úr Fiskaseluni, nú kunnu fáa ell 100% við. Hesi 25% eru so inntekuferd í 1986-roknskapinum, og saman við nakað av laksa- arbeiði og agnselu so gevur tað eitt yvirskot uppá góða mill. kr. Men verður hetta tikið burtur, so sigur tað okkum so mikið sum, at verandi selupolitikkur við at selja uttanfyri Fiskaseluna hevur ikki givið nakað yvirskot í 1986, sigur Dánjal av Rana. Hann vísir eisini til onnur virki, sum eru limir í Fiska- seluni og sum hava klárað seg nógv betur enn Tver- oyrar flakavirki. Eitt nú Nykur á Toftum, sum hevði eitt skiftisavlop uppá 2.36 kr. og Fisk í Hvalba, sum ikki hevur ein kongafisk minni enn virkið á Tveroyri, og sum hevði eitt skiftisavlop uppá 1.90 kr. Hetta eru so tel, sum gera, at neyðugt er at hyggja nærri at roknskapinum hjá Tveroyrar flakavirki fyri 1986, sigur nýggi nevndar- formaðurin. Hann vísir annars til úttal- ilsini hjá Svend Thulesen í Sosialinum herfyri, har hesin sigur, at kemur tað uppá tal at taka Kósavirkið úr Fiska- søluni, so skulu neyvar kanningar gerast fyrst. — So her eru vit so avgjert á bylgjulongd við Svend Thulesen. — Tú heldur sostatt ikki, at úttalilsini og grund- gevingarnar hjá Signar Dam og Hera Mortensen um málið eru nóg gott grundarlag til at taka eina avgerð um útmeld- an? — Lat meg siga tað soleið- is. Úrslitið fyri 1986 vísir ikki, at tað er ein fyrimunur at fara úr Fiskaseluni. Serstakt virki — Men hver er so tín persón- liga steðutakan til limaskap í Feroya Fiskaselu? — Tá vit stovnaðu Tver- oyrar flakavirki vóru mangir um boði at selja okkara fisk. Eg sjálvur droymdi um, at vit kundu fáa eitt virki við núverandi ognarviður- skiftum, har framleiðslutólini eru fólksins ogn, og helt, at hetta virkið skuldi vera eitt serkstakt virki, sum ikki hevði fyri neyðini at vera limur í hverki Fiskaseluni ella Arbeiðsgevarafelagnum. Men tá vóru tað aðrir, sum segdu, at tað var ein lívstreyt at vera í Fiskaseluni og í Arbeiðsgevarafelagnum. Mín gerandisdagur er annars merktur av, at eg havi eina lívsáskoðan, eina idé, eina hugsjón og henni sleppi eg ikki so lætt. Og í tí málin- um helt eg ikki limaskap í Fiskaseluni vera avgerandi. Vit kundu standa uttanfyri bæði Fiskaseluna og Arbeiðs- gevarafelagið í byrjanini í hvussu so er. Men so varð ikki. Men hetta merkir ikki, at eg havi nakað ímóti at standa saman og selja saman. Nú vit so hava verið limir í Fiska- seluni í meira enn 10 ár og nú bráddliga skulu til at kvetta á stokkinum út frá einum einstøkum brævi frá Fiska- seluni, so meti eg hetta vera eitt so álvarsligt stig, at tað í hvussu so er má kannast gjella. Lad gá at vit fáa tiltaksgrunnin við okkum út, men koma vit í óferi og verða niðurtrumlaðir á selumarkn- aðinum, so noyðast vit inn aftur í Fiskaseluna og tá skulu vit hava tiltaksgrunnin við. Dånjal av Rana sigur víðari, at tað at fara úr Fiska- seluni, verður so eisini farvæl til ein hóp av virðum. Sum limur í nógv ár, so er Tveroyrar flakavirki eisini medeigari í tí, sum Fiska- selan eigur, t.v.s. bygningin- um úti við Strond, partabrev- unum í Sjóvinnubankanum, Tjaldur og Føda-Fisk o.s.fr. — Vit eiga í hesum virðum og ikki kann tað vera rætt bara at sleppa teimum á ein slíkan hátt, sum undanfarni nevndarmeiriluti gjerdi. — Nú er tú valdur til for- mann í nevndini, merkir tað, at tú fer at brúka sterri part av tíni tíð til hetta arbeiðið? — Tað er greitt, at álit bindur. Annars haldi eg ikki, at nevndarformaðurin einsa- mallur skal taka avgerðir yvir hevdið á nevndini. Av- gerðir, sum verða tiknar, skulu verða viðgjerdar á nevndarfundi saman við hinum nevndarlimunum. Heldur ikki ber til at leggja alla ábyrgdina í hendurnar á einum stjóra, tí tá avtornar, so er tað nevndin, sum hevur alla ábyrgdina. jan. Ársplakatin komin Bárður Jákupsson hevur gjørt ársplakatina hjá Norðurlandahúsinum fyri 1987. Kollagan, sum er brúkt til plakatina, eitur >Fugla- mynd« og hon er ein vár- vetrarmynd, sum kallar á hugflogið hjá fólki. Bárður Jákupsson er millum kendastu listafólk í FØroyum. Verk hansara prýða nógvar bekur, frí- merki og veggir hjá al- mennum og privatum bygnum. Sinnisbati nógvar ætlanir Nýggja nevndin hjá Sinnisbata ætla at víðka um virksemið hjá fe- lagnum, verður upplýst í tíðindabrævi. Hon ætlar m.a. at fáa til vegar høli, har limirnir kunnu hittast og fáa góð ráð. Eisini hevur nevndin av- gjørt at fara víðari við hjartamáli felagsins, at desentralisera viðgerðina av sinnissjúkum. Ein bólkur er settur at arbeiða vid spurninginum um distriktpsykiatri og skal hann í næstum hava fund við Landsstýrið. I september í fjør hevði Sinnisbati skeið á Hå- skúlanum um steðuna hjá sinnissjúkum í Feroyum. Har vóru við avvarðandi og serkøn og úr Danmark kom Lise Weile, fyristødu- kvinna á Nordvang. Skeiðið eydnaðist væl og ætlanin er at hava fleiri skeið. — Vit meta, tervur er á hesum, tí ein tann týdn- ingarmesta uppgávan hjá einum felag fyri brekað er upplýsing, sigur nevndin í Sinnisbata. Útferðin í ár verður í Vágar og verður nærri kunngjert um hana seinni. Í nevndini hjá Sinnis- bata eru nú Svenning av Lofti, formaður, Óli Jacob- sen, kassameistari, Jórun Joensen, skrivari, Ebba Miller og Karin M. Joen- sen-Næs.