hósdagur 11. juni 1987síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Tvøroyrar flakavirki á einum vegamóti:
Framvegis Óvissa
um limaskapin í
Føroya Fiskasølu
Urslitid fyri 1986 vísir ikki, at tað er nakar
fyrimunur at vera uttanfyri Foroya Fiska-
sølu, sigur
nÝggI
Dánjal av Rana
Tveroyrar flakavirki hevði
aðalfund í farnu viku. Á
fundinum varð nýggj nevnd
vald, og í hana komu: Dánjal
av Rana, Asla Jespersen,
Kristin Michelsen, Gunnar
Vestergaard, Olavur Simon-
en, Daniel Jacob Jensen og
Karl Jespersen
Gunnar
Vestergaard og
Kristin Michelsen eru
valdir. Ur nevndini féru
Signar Dam og Hermundur
Michelsen
Nýggja nevndin hevur síð-
ani skipað seg við Dánjal av
Rana sum formanni og Áslu
Jespersen sum næst-
formanni.
Vit hava tosað við nýggja
nevndarformannin og spurt
hann, hvat broytingarnar i
nevndini fåa at siga fyri
framtíðar gongdina á Tvør-
ovrar flakavirki.
Limaskapurin
i Fiskasøluni
Dånjal av Rana sigur, at
nýggja nevndin nú gjølla fer
at kanna viðurskiftini á
virkinum og er eitt tað fyrsta
máiið, sum nevndin fer at
taka til viðgerðar spurn-
ingurin um limaskapin i
Feroya Fiskaselu. Undan-
farna nevndin avgjerdi á
einum fundi herfyri at siga
upp limaskapin i Føroya
Fiskasølu Men tann
nevndin, sum nå situr, heldur
ikki, at avgerðin um at melda
virkið úr Fiskasøluni er tikin
á nóg góðum grundarlagi og
sóknast tí eftir fleiri kanning-
um í málinum. Og tað er so
eisini júst hetta, sum nevndin
nú er at taka upp. Ætlanin er
at fáa samtalu í lag við
Fiskaseluna fyri á tann hátt
at fáa málið lýst frá báðum
síðum. Grundgevingin hjá
undanfarnu nevnd var
annars tann, at Fiskaselan
er ikki fer fyri at selja konga-
fiskin hjá Tveroyrar flaka-
virki nóg gott, og skal virkið
tí hava meguleika at yvirliva
er einasti vegur: út úr Fiska-
seluni.
Signar út
Aðalfundurin hevði so við
sær, at Signar Dam, sum
hevur verið nevndarformaður
í 10 ár, ikki varð afturvaldur.
Vit spurdu nýggja nevndar-
formannin, um hetta ikki skal
takast sum ein dyggilig mis-
álitisváttan til undanfarna
neundarformaðurin
formannin og tað hann hevur
staðið fyri og at tað í seinasta
enda er lykilin til fram-
haldandi limaskap í Feroya
Fiskasølu! — Hvat nevndar-
skiftinum viðvíkur, so vóru
fleiri uppskot frammi um
nýggjar nevndarlimir. Tað
plaga annars ikki at verða
gjørdar broytingar í nevnd-
ini, men hesaferð varð úr-
slitið so, at m.a. Signar Dam
ikki varð afturvaldur.
Nú veit eg so ikki, um 10 ár
er eitt óvanliga langt tíðar-
skeið at sita sum formaður í
tílíkari nevnd, men tað er so
einki óvanligt í tí, at nevndar-
limir verða skiftir út av og á.
Tað er so eisini ein demo-
kratiskur rættur, sum aðal-
fundurin hevur, og hann varð
brúktur hesaferð.
Dánjal av Rana vísir eisini
á, at vinnulívsmynstrið á
Tveroyri er soleiðis háttað, at
tann politiski meirilutin í
býráðnum til eina og hverja
tíð hevur ávirkan á nevndar-
valið.
Politiski
meirilutin
— Tað er tí heldur ikki so
logið, at tað er tann politiski
Nr. 64 — 11. juni 1987
neirilutin í býráðnum, sum
má vera tann, sum hevur
ábyrgdina tá á stendur. Ikki
tí, vit hava havt aðalfund,
síðan seinasta samgonga
varð skipað, men tá hava ikki
verið gjerdar broytingar í
nevndini.
Men nú er stødan so vorðin
nakað eðrvísi. Dánjal av
Rana dylur tí heldur ikki fyri,
at sum steðan var vorðin, so
var nevndin í veruleikanum
ikki umboðað av meiri-
lutanum av partaeigarunum.
Har er Tveroyrar býráð tann
stersti við 48% av partapen-
inginum.
Og júst her er tað so, at
spurningurin um limaskapin í
Fiskaseluni ger seg galdandi.
“
-
á SNIÐ á
mm“
2* Pak AT IN
Ti hóast tað upprunaliga
vóru fýra av sjey nevndar-
limum, sum ynsktu at útseta
avgerðina um at fara úr
Fiskasøluni, so var tað í veru-
leikanum ein minniluti av
partaeigarunum — ein sera
lítil minniluti — sum avgjerdi
at virkið skuldi fara úr Fiska-
seluni.
— Merkir hetta so, at
nevndin fer at taka alt hetta
málið upp til heilt nýggja
viðgerð og meguliga taka
uppsegnina aftur?
— Vit halda, at nevndin
hevur ikki havt nóg góðar
upplýsingar um málið, og tí
ætla vit nú at kanna tað út í
æsir.
Dánjal av Rana, nýggjur
nevndarformaður í
Tveroyrar Flakavirki,
heldur ikki, at undanfarna
nevnd hevði nóg nógv av
upplýsingum til at kunna
taka avgerð um at fara úr
Fiskaseluni
Brævið frá Fiskasøluni
Dánjal av Rana vísir annars
til sjålva gongdina og
nevndarvidgerdina í målin-
um.
Tað var i februar, at
Tveroyrar flakavirki fekk
eitt bræv frá Fiskaseluni, har
gjørt varð vart við skyldur-
nar hjá limunum í samband
við selu av fiski. Víst varð
SKER