Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juni 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 65 — 13. juni 1987 ses forhandleren #1 er ved ethvert køb | + Tilladelse til køb af sprængstof gyløig t n klasans med andleren unde mene ever og dateret pálegnnna Á eitt tílíkt blað verður spreingiloyvið skrivað. Á hinari síðuni verður skrivað, hverja ferð spreingimeistarin keypir spreingievni og hvussu nógu verður keypt. Spreingiloyvi skal endurnýggjast hvert ár. Nú verður kravt, at tann, sum fyrstu ferð sekir um loyvi, skal hava verið á skeiði. Hetta var ikki kravt fyrr. Og teir, sum blivu spreingimeistarar, áðrenn kravið kom, sluppu at halda fram uttan skeið. Krevur skeið og viðmæli at fáa spreingiloyvi Hendingin í Hornabe í síðstu viku hevur fingið fólk at spyrja, um onki sum helst eftirlit er við teimum, sum spreingja. Vit hava latið spurn- ingin víðari til Hjartvard Skálagarð á Politigarð- inum. Hann umsitur spreingiloyvini. Hjartvard Skálagarð greiðir frá, at nú í nøkur ár hevur verið kravt, at tann, sum skal hava spreingi- loyvi, hevur verið á spreingiskeiði. Og saman við umsóknini skulu vera viðmæli frá tveimum spreingimeistarum. Hesir skulu vátta, at umsekj- arin er skikkaður at fáa loyvið og, at hann hevur ábyrgdarkenslu. Spreingiloyvi skal endurnýggjast hvert ár. Hetta >r umsitingin. Hin- vegin verða umsóknir um at fáa spreingiloyvi latnar fútanum, sum avger, um tær skulu játtast. Tað kemur fyri, umsekjari fær nei. Og onkur umsøkjari fær bara loyvi at spreingja, ikki at keypa spreingievni. Hjartvard Skálagarð vildi ikki siga okkum, hverjum gingið verður eftir, tá umsókn- ir um spreingiloyvi verða noktaðar. Nógvir á skeiði Í fjør høvdu 121 spreingi- loyvi. Hetta eru óvanliga nógvir. Men orsøkin er sjálvandi | tað nógva byggivirksemi í landinum. Eitt spreingiskeið hevur verið fyri stuttum, sum norska dynamittvirkið Dyno skipaði fyri. Har var stór undirteka, yvir 40 mans. Hjartvard upplýsir, at keypir spreingimeistari yvir 1.000 kg. av spreingievni, verður kravd goymsla. hd Skálagarð Síða 5 Bygdaráðið tekur undir við treytunum Bygdaráðið í Nes komm- unu tekur undir við Heilsu- freðiligu Starvsstovu við- víkjandi ruskplássinum á Fossdalsbakka. Bygda- ráðið viðgjerdi fríggja- dagin í síðstu viku svarið, HS hevur givið fólki í Æðuvík, sum klagaðu um dálkingina frá ruskpláss- inum. Í hesum svari sigur HS, at hon ikki vil lata aftur ruskplássið, tí onki annað pláss er tekt og nú er ikki so leingi, til ruskið úr teimum níggju komm- ununum, sum brúka Foss- dalsbakka, kann fara í ovnin hjá IRF í Leirvík ella meguliga í ovnin hjá Tórshavnar Kommunu á Sandvíkahjalla til brenni- steðin hjá IRF er liðug. Men HS setur Renova- tiónsfelagsskapinum fyri Suðureysturoy harðar treytir. Og Nes bygdaráð tekur undir við hesum treytum. Renovatiónsfelagsskap- urin hevur ikki enn viðgjert krevini hjá HS. Men, sum tað skilst, skal felagsskapurin hava umboðsnevndarfund í dag. Ein talsmaður hjá fólk- inum í Æðuvík, Petur Hans Davidsen, segði við Sosialin í síðstu viku, at tey góðtaka svarið frá HS. Men tey fara at ansa eftir, krevini verða fylgd. — Vit koyra framvið plássinum hvenn dag, so vit síggja, um kravdu broytingarnar verða gjørdar. Verða tær ikki gjørdar, fara vit sjálvandi at gera vart við hetta á rettum stað. Fossdalsbakki er bara slakan hálvan kilometur norðan fyri fyrstu húsini í Æðuvík. hd Tey, sum fara á framsýn- ingina Føroyar undir krignum 1940 1945, studla Savninum 1940 - 1945. Kriggj i utvarpshøllini Eiga tit lutir, skjøl, mynd- ir ella okkurt annad, sum lýsir lívið á sjógvi og landi krígsárini 1940-45? So vil Lions Club Tórs- havn fegin frætta. Tí hann fer at hava framsýning um Feroyar undir krígnum 1940 - 1945 í Útvarpshell- ini á ólavseku. Lions Club hevur áhuga fyri ollum, sum kann siga okkurt um hesi árini, bjargingarbátar ella - flakar, Reyðakrossbrev, frímerki, klæði, sum sýna mótan tá. Eisini er áhugi fyri frágreiðingum um hendingar undir krígnum. Í stuttum: alt hevur áhuga. Lions Club hevur longu lænt nógv tilfar til fram- sýningina frá almennum og privatum søvnum og frá einstaklingum. Men ætlanin er at fáa fram- sýningina so fjelbroytta sum gjerligt, tí verður heitt á ell, sum hava okk- urt at lána, um at ringja 13308 og/ella 12059. Hava fólk ikki hug at lata frá sær lutir, vil Lions Club kortini frætta. Tí so ber til at taka myndir av teim- um. Agóðin til savnið Ágóðin frá framsýningini Feroyar undir krígnum 1940 - 1945 fer til Savnið 1940 - 1945, sum varð stovnað í 1983. Hetta er ikki fyrstu ferð, Lions Club hevur fram- sýning á ólavseku. Í 1983 var framsýning um modellskip og -bátar í Norðurlandahúsinum. Tá bleiv = åg6din býttur millum sluppirnar Jó- hannu og Westward Ho (1/4) og Meginfelag teirra brekaðu (3/4). Í 1985 var framsýning um grind í Útvarpshellini. Ein lyfta til rerslubrekað varð keypt til Svimjihell- ina fyri ágóðan av teirri Rein og frísk innanduraluft