Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juni 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Meira enn neyðugt HETTA er árstíðin, tá vit fáa skrivaðu frágreiðingarnar frá teimum máttmiklu sam- felagsstovnunum, sum eru stovnsettir fyri at tæna samfelagnum og harvið tí einstaka borgaranum sum best. Vit fáa í hondina vakrar prentlutir við føgrum myndum, sum siga okkum eitt sindur um tað, sum fer fram í samfelagnum, um tann stóra týdning bankar, fiskasøla, tryggingarfeløg hava fyri samfelagið. SKILAGOTT er at fáa frá- greiðingarnar, men tað skortar tó við upplýsing um, hvussu peningurin verður brúktur og um tðda er so neyðugt at hála so stórar rentur, so stóran umsiting- arkostnað og so stórt trygg- ingargjald frá tí einstaka. Tað sær út sum um tú uttan at blunka kanst hækka vøruprisir, tryggingargjøld og bankakostnad, sum tú hevur hug til, eingin mót- mælir. Men er tað haraftur- ímóti landsins politiska leiðsla, sum krevur meira inn, tí tað er neyðugt m.a. fyri at stuðla arbeiðspláss- ini, ja so er ikki orðið fyri at- finningum bæði frá fakfe- løgunum o.m.g. TAÐ er langt síðan løg- tingid álegði landsstýrinum at koma við uppskoti um umskipan av tryggingar- oddagrein hent uttan tað, at Jóngerð Purk- hús hevur svarað fyrispurn- ingi í tinginum, at lands- stýrið hevur so nógv ánnað at gera, at hetta er ein so lóggávuni, einki er álvarsamur spurningur. Javel, men hví setur lands- stýrið ikki ta nevnd, sum hon hevur hugsað um nú skjótt í 2 ár. TAÐ er sjálvsagt at fegnast yvir hjá húsaeigarum, at Brunatryggingin setur tryggingargjaldið nakað niður, men hví er tað ikki gjørt fyri langari tíð síðani? Hesin stovnur hevur í mong ár kravt fleirifaldað tað inn, sum hann letur í skaðagjaldi og annað slíkt fyri at endur- tryggja seg. Var tað tí so neyðugt at leggja so nógvan pening til viks, sum ikki skal brúkast til nakað. Tí vituligt eru tað tey, sum sita við stórum lánum og dýru tryggingunum, sum bløda mest, har var ikki neyðugt at tikið meira en absolutt neyðugt. NÚ má Jóngerð Purkhús seta hasa nevndina, so vit fáa eftirlit við tí, sum kravt verður, tí roknskapirnir hesi nógvu árini hava víst, at Brunatryggingin krevur meiri inn enn neyðugt. Og tað er meiningsleyst. Nú liggur ábyrgdin hjá lands- stýrinum. Nr. 65 — 13. juni 1987 Tað gongur nokk! Tað hevur hent seg meira enn eina ferð, at suðringar hava gramt seg um postin, ið ofta er nógv seinkaður. Man tað vera so galið, sum tey siga? Eg eri eisini sudringur og havi ongar trupul- leikar, blødini koma reglu- liga. Hygg nú á Hvítu- sunnu, Sosialurin kom út fríggjadag, og eg hevði hann longu í hondunum leygardag. Tá hann var lisin ringdi eg heim at ynskja mammu góða Hvítusunnu, og sum vant gramdi hon seg um at bleðini vóru ikki komin. Eg kendi meg sum hetju, tá eg kundi greiða henni frá tí, sum stóð í Sosial- inum, tí teim flestu dámar best fesk tíðindi, og tað skiltist á lagnum, at hjá henni vóru ongar vónir um at fáa Sosialin fyrr enn týsdag, fýra dagar eftir at hann var komin út. Onkur spyr sjálvandi, hvussu tað ber til, at ein suðringur fær Þbleðini beinanvegin, meðan annar skal bíða fýra dagar. Jú, loysnin er sera einføld, eg búgvi niðri, umleið 800 fjórðingar úr Havnini, og tey, sum búgva til dømis á Tvør- oyri, eru 32 fjórðingar úr Havnini, og ell vita, at tá tað er harður streymur og ódnarveður, er ikki gjer- ligt hjá mjólkarbátinum at vinna vegin fram, men vit vita eisini, at í goml- um degum var tað upp- aftur verri, tá posturin skuldi við árabáti, tá kundi tað lættliga taka ein heilan mánað, so tað er sanniliga eingin grund hjá suðuringum í Suðuroynni at gremja seg, posturin kemur tá hann kemur. Suðringur Ognaruppgerðin og persónstalið Í samband við tann stóra ágang, sum andsteðan hevur fert fram í samband við persónstalið og tann rætt, sum skattavaldið hevur fingið sambært lóg- ini, um kannan av viður- skiftunum hjá borgarun- um, gongur andsteðan so langt, at hon vil vera við, at henda lóg er í stríð við sjálva grundlógina. Tað, at kanna persón- ligu viðurskifti hjá hverj- um einstøkum skattgjald- ara, er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men tað er skrásett í lógini um »Ognaruppgerå«, sum bleiv samtykt av ti lands- styri, sum sat frå 1962 til 1966, tað sokallaða sjålv- stýrislandsstýrið. Tað stendur klárt og týðuliga í teirri légini, at borgarin hevur skyldu at uppgeva til skattavaldið, og tað er undir trúnaðar- váttan, at tað eru rættir upplýsingar um allar ongir sínar, tað veri seg partabrev, jørð, hús, bátar og skip, og somuleiðis skal uppgevast ogn standandi í banka, tað vil siga inni- standandi peningur, og her skal sambært ognar- uppgerðslógina eisini upp- gevast kontonr. og í hverj- um banka peningurin er, soleiðis at skattavaldið kann eftirkanna, um upp- lýsingarnir eru teir rettu. Somuleidis er skrásett í hesi somu lóg rætturin hjá skattavaldinum at fara í peningastovnarnar og kanna eftir, um teir givnu upplýsingarnir eru rættir. Hetta er skrásett týðu- liga og klárt, sostatt er lógin um persónstalið einki nýtt fyribrigdi, tverturímóti er hetta ein gomul lóg, sum skuldi havt virkað í mong ár. Og tá ið nú andsteðan við heilum tveimum stats- viðurkendum grannskoð- rum og onkrum banka dillutár yvir mist rættindi hjá borgarunum, so tykist mær, at tárini renna niður eftir rygginum, tí tað teir fora fram, er ikki satt. Lógin um ognaruppgerð, sum varð samtykt av sjálvstýrislandsstýrinum frá 1962 til 1966, gevur myndugleikunum tann rættin, sum nú er persóns- talið. Sum sagt, persónstalið er einki nýtt fyribrigdi, men er skrásett í lógini um »Ognaruppgerå«. Bara orðingin lóg um ognar- uppgerð sigur, hvat ætl- anin var við lógini frá 1962/66. Men í ødrum føri er tað rætt, at verandi stýri hevur broytt skyldur borgarans til at geva upp- lýsingar, til í staðin fyri at áleggja bankunum rætt og skyldur at senda líkn- ingarvaldinum teir í »Ognaruppgerådini« skrá- settu skyldur. Men hetta er í veruleik- anum eingin broyting, tí líkningarvaldið hevur havt henda rættin í mong ár. Men er tað so, at okk- ara statsviðurkendu grannskoðarar við vilja í áravís hava umgingið tær skyldur, sum liggja í lóg- ini um >Ognaruppgerð<? Um teir ikki í samband við teirra egnu og skatta- uppgerðini hjá kundum teirra hava fylgt hesari lóg, so er væl skiljandi, at teir hava nervar, tí um skattauppgáva teirra og viðskiftafólki teirra ikki er fylt út eftir »Ognar- uppgerðis lógini“, so er skattalógin brotin og er hetta hent, so er tað straf- bært. Hesi viðurskifti eiga myndugleikarnir at kanna, tí sambært lógini um »Ognaruppgerå« frá 1962/1966, so skulu allir upplýsingar gevast, og hetta er óbeinleiðis tað sama, sum nú verður meira fastlagt við persóns- talinum, sum sambært nevndu lóg hevur verið galdandi í fleiri ár. So sjálvt hetta tiltakið um persónstalið kann verandi samgonga heldur ikki taka sær æruna av. Sverre Midjord Skrivari Viðkomandi skrivstovu- og savnsins. Løn eftir 12. oya Landsstyri. lønarflokki i såttmålan- um millum Starvsmannafelagid og Før- Umsóknir við møguiigum provskjøl- um og viðmælum skulu vera Lands- bókasavninum í hendi í seinasta lagi 29. Starvið sum skrivari á Landsbókasavn- inum er leyst at seta skjótast gjørligt. má kunna átaka sær umsitingarviðurskifti | juni 1987. | FØROYA LANDSBÓKASAVN | Box 61 110 Tórshavn i | t i Í |;