Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juni 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EF Nr. 65 — 13. juni 1987 Hvitanes — størsta fiskiskip bygt i Føroyum Nyggjasti rækjutrolarin i foroyska fiskiflotanum varð navngivin hósdagin. Hann hevur fingið navnið Hvita- nes og er bygdur á Skála Skipasmiðju Hvítanes er nú aftur at síggja í føroyska rækju- navngivin á Skála Skipa- smiðju. Tað er parts- flotanum. Hósdagin varð reiðaríið Hvítanes í Havn, tann triði rækjubáturin sum hevur latið bátin við Hvítanesnavninum byggja nú aftaná at hava , verid vid føroysku rækju- vinnuni í skjótt 20 ár. Tann fyrsti Hvítanes kom í 1969 og tann næsti í 1975. Báðir hava teir skift eigara síðani. Hesin seinasti í reðini er bygdur lutvíst í Danmark og í Feroyum. Sjálvur skrokkurin kom úr Dan- mark í november, og síðani tá hava fólk á Skála Skipasmiðju gjert skipið Sigrun Danielsen gav nýggjasta rækjuskipinum navnið Hvítanes. Við lið hennara Óli Zachariassen, stjóri liðugt. Hetta er eisini stersta skipið, sum er bygt á Skála. Tað er annars nýbygningur nummar 52. Hvítanes er snotuligt far, 60 metrar langt og 13 metrar breitt. Skipið lastar eini 600 tons av rækjum og stendur eigar- unum í 90 mi6. kr. Ætlanin er at fara til Sval- bard um eina góða viku. Við skipinum vera 25 mans. Dánjal Pauli Danielsen verður skipari henda fyrsta túrin. Av- loysari fyri hann verður annars Rólant Christian- sen, sum fyrsta túrin er yvirstýrimaður. Hvítanes skal fiska fyri einar 35 mió. kr. um árið fyri at kunna svara hverj- um sítt. Roknað verður við, at teir kunnu fáa einar tríggjar túrar við Sval- bard, og harafturat kemur so kvotan í Eysturgren- landi. Er so megueliki at sleppa til Kanada at fiska eisini, so fer tað at vera gott ískoyti. Men tað hevur reiðarin Dánjal Pauli Danielsen íkki stórar vónir um. — Vit fara fyrst og fremst at dúva uppá Sval- bard og síðani vera tey umleið 1000 tonsini undan Eysturgrenlandi eitt gott íkast afturat. Eg ivist tó Nýggjasta skipið í rækju- flotanum, Hvítanes, stevnir inn á Havnina fyri fyrstu ferð stórliga í, um vit sleppa at fiska við Kanada aftur. Men tað er so avgjert ynskiligt. Hvat útlitinum við- víkur, sigur hann, at tað sjálvandi er torfert at Framhald á síðu 9 - ; ; Petur á Hvítanesi og Signild uppliva, at sonur- in saman við eðrum byggir tann triðja Hvíta- nes. Her eru tey saman við skipasmiðjustjóra, gummu, manning og eig- arum