leygardagur 13. juni 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Fyrsta konsertin hjá Tórshaunar Kamarorkestri:
Góð byrjan
„Fyrsta sjálvsteðuga kon-
sertin hjá orkestrinum ..<
stóð í skránni. Hygga
síggj! Altíð eitt sindur for-
vitnisligari enn vanligt, tá
ið eitt orkestur spælir fyri
fyrstu ferð. Hverji munnu
spæla við? Hvat munnu
tey spæla? Hvussu man
fara at gangast? Altíð
væntar tú tær okkurt nýtt
og eyka.
Skráin segði frá, at her
var talan um nakað nýtt:
mandolin og guitar saman
við orkestri! Ikki oftari
enn so. Yvirhøvur gera
teir feroyingar, ið spæla
klassiskan guitar, lítið um
seg. Vónandi verður
guitar meira at hoyra fram
yvir — tí har eru megu-
leikar.
Fyrst á skránni var kon-
sert fyri 2 mandolinir og
orkestur eftir A. Vivaldi.
Tummas Michael Smith
og Heðin Thomsen, kendir
úr m.e. Ad Libitum,
spældu. Fáur mundi vita,
at slíkur iånleikur er
skrivaður fyri mandolin.
Men væl riggaði.
Mandolin kann brúkast til
meira enn eg hevði trúð.
Væl sluppu teir báðir frá
tí. Og hjá Hans Christiani
Clementsen gekst ikki
verri! Men tað hevdu vit
eisini væntað, tí Hans
Christian hevur áður víst
okkum, hvat hann dugir.
Hann spældi kendu kon-
sertina hjá Vivaldi fyri
guitar og orkestur. Ein
klassiskur >slagari<, ið
ongantíð er at hoyra ov
oftani.
At spæla fylgispæl til
»veik« ljóðfer er ikki bara
sum at siga tað. Hesum
man mangur klaverspæl-
ari hava beiskar royndir
av. Uppaftur verri er hjá
einum heilum orkestri!
Men, balansan var stak
góð, og alt fleyt saman í
eina náttúrliga heild.
Annars er at siga, at
»nuansir« vóru sera góðar.
Og — tíbetur — lætt og
livandi spæl. Altíð er
okkurt smávegis at finn-
ast at hjá einum so nýggj-
um orkestri. Tað vil so
vera. Men eg haldi, at
bæði áhoyrarar og tón-
leikarar kunnu vera
nøgdir.
Jóhannes Andreasen,
sum higartil hevði havt
fylgispæl á cembalo, flutti
seg nú yvir til flyglið — og
flutti samstundis áhoyr-
ararnar eini 100 ár fram í
tíðina — til ein annan
klassiskan »slagara«: kon-
sert fyri klaver og orkest-
ur eftir W.A. Mozart.
Få eru tey tónaskald, ið
vita líka væl sum Mozart,
Martin Mouritsen, leiðari fyri Tórshaunar Kamarorkestri:
Nr. 65 — 13. juni 1987
hvussu tey vilja hava tón-
leikin at ljóða. Har er alt,
sum tað skal vera.
Jóhannes hevur fyrr
víst sítt tekniska steði.
Tað musikalska er ikki
lægri. Hann veit, hvussu
eitt klaver skal ljóða! Og
serliga, tá ið hugsað
verður um, hvussu ótakk-
samt tað er at spæla
klaver í Kommunuskúla-
hellini. Her vóru tónleik-
arin og ljóðferið eitt.
Bæði
Christian
nótarnar við hús.
Orkestrið endaði við 1.
satsi úr Symfoni í A-dur
eftir W.A. Mozart.
hann og Hans
hevdu lagt
Gleðiligt, at so nógv
ættarlið kunnu spæla
saman. Tey yngstu — eini
15 - 16 ár — og »veteran-
ar«, har Viggo Dahl-
Christiansen er >still
going strong«.
Kundi kanska hugsað
mær eitt sindur fjølbroytt-
ari skrá. Men sjálvandi —
hjá einum nýggjum
orkestri er tað ikki bara
sum at siga tað. Skráin
var í ellum ferum lett, og
tað hoyrdist á áhoyrar-
unum, at teir vóru negdir.
Tað er at vóna, at
orkestrinum verður lív
lagað. Og til seinsat —
takk fyri, Martin Mourit-
sen.
ð
Orð og myndir: Heri Eysturlíð
— Eitt sera lærurikt ár
— Men hóast tað, so haldi eg ikki fram,
sum leiðari til heystar — eg havi ov nógu
at gera.
So tað, tú hoyrdi fyri eini 10 árum
síðani, at tónleikarar fáa einki at gera í
Foroyum — tað er soga í dag.
Sigur Martin m.a. í hesi samrøduni, sum
vit høvdu við hann í sambandi við at
orkestrið heuði fyrstu sjálustoðugu kon-
sert sína mikukvøldid.
— Annars hevði eg ongan-
tíð ætla at gjørst orkestur-
leidari. Ætlanin hjå mær
var at spæla klarinett og
undirvísa. Men áðrenn eg
visti av, var eg leiðari í
trimum orkestrum —
GHM, Symfoniorkestrin-
um og Kamarorkestrin-
um!
Tó, hetta er stuttligt og
læruríkt, so mær dámar
tað væl. Orkesturleiðslu
lærir tú ikki frammanfyri
spegili ella plátuspælara,
men við at fáast við fólk —
sjóða orkestrið saman í
eina heild. Tónleikararnir
mugu spæla saman við
hverjum eðrum og ikki
ímóti hverjum eðrum —
duett og ikki >duell<!
At fáa tónleikararnar at
konsentrera seg er nakað
av tí týdningarmiklasta.
— Orkestrið er rættiliga
nýtt?
— Ja, vit byrjaðu í
heyst, tí ið tónleikalærarar
og onnur vildu spæla í
kamarorkestri. Eg varð so
biðin um at vera leiðari, og
vit hava vant hvenn
mikudag úti á Frúutreð.
Stimbrandi fyri
næmingarnar
— Grundmanningin eru
strúkarar, og blásarar eru
við, so hvert sum tervur
er á teimum. So mann-
ingin varierar rættiliga
nógv.
— Eru nekur uppteku-
krøv?
— Við í orkestrinum eru
bæði tónleikalærarar og
onnur. Næmingar koma
uppí, tá ið teir duga
nóg væl. Vit royna at
halda eina ávísa balansu í.
T.d. er tervur á bratsch og
kontrabassi. Men vónandi
javnar tað seg til heystar
— So manningin er
rættiliga blandað — bæði
»veteranar« og yngri spæl-
arar. Men tað riggar?
— Ja, fyri manningarnar
er stimbrandi at fáa eina
uppgávu — og tað, at
lærararnir = spæla við,
gevur teimum eina góða
uppaling. Aldursmunurin
er eingin vansi. Hýrurin í
orkestrinum er sera góður.
Og tað er treytin fyri, at
fólk tímir at spæla við.
— Tónleikararnir eru
eisini kritiskir, ganga upp
í tað og vilja avrika tað
besta.
Ræður um at finna
hóskandi tónleik
— Mandoliin og guitar eru
ikki ofta at hoyra á
konsertum í Feroyum.
— Nei, men onkuntíð
hevur verið roynt fyrr. Og
vit ætla at royna hetta
framyvir. Eitt endamál
við orkestrinum er júst at
geva solistum hevi til at
spæla saman við orkestri.
— Skráin á konsertini,
var hon ikki eitt sindur