Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 229 - 28. november 2002 Nr. 229 - 28. november 2002 3 Jólatræið á Vaglinum í Havn verður tendrað komandi leygardag JÓLATRÆ Tíðindaskriv Havnar Hornorkestur fer at spæla, tá jólatræið á Vagl- inum í Havn verður tendrað leygardagin kl 15:30. Bjarni Bæk, dómpróstur, og Jan Christiansen, bý- ráðsformaður, fara at halda røðu. Aftaná syngja Ung Stjørnuskot á Glade Hjørn. Jólatrøini á Argjum, Hvítanesi, í Kaldbak, Norðradali og Kollafirði verða tendrað vikuskiftið eftir, sigur Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunn- ingarstovuni í Havn. Frá 29. november til 21. desember hevur Galerie Focus í Havn, sum Mariannu Norð- oy rekur, framsýning við ymiskum lista- fólkum LIST Tíðindaskriv Við á framsýningini eru eitt nú Bárður Jákupsson, Janus Kamban, Elinborg Lützen, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Jóna Ras- mussen, Eyðun av Reyni, Ingálvur av Reyni og Kári Svensson. Galerie Focus, sum ligg- ur í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn, lat upp fyrstu framsýningina 19. juli í ár og hevur higartil havt fimm separatframsýningar. Tey, ið hava sýnt fram myndlist eru: Bárður Jákupsson, Eyðun av Reyni, Jóna Ras- mussen, Amariel Norðoy og Zacharias Heinesen. Framsýningarnar í Galerie Focus hava verið sera væl vitjaðar av fólki um alt landið og av ferðafólki. Næsta ár er ætlanin at hava seks framsýningar við einstøkum listafólkum og tvær framsýningar við ym- iskum listafólkum, soleið- is: 28. febr. - 14. mars: Torbjørn Olsen og Andrias Andreassen 28. mars - 11. apríl: Kári Svensson 30. mai - 13. juni: Anker Mortensen 1. - 18. juli: ymisk listafólk 1. - 15. august: Marius Olsen 7. - 21. november: Olivur við Neyst 2. - 19. desember: ymisk listafólk Framsýning í Galerie Focus er opin týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18, leygardag kl. 16 til 18. Fernisering til separatframsýningar er fríggjadag kl. 16 til 18 Tendra jólatræið í Havn leygardagin Fleiri sýna fram í Gallerie Focus Fleiri av kendu listafólkum okkara sýna fram í Gallerie Focus hjá Marionnu Norðoy í Havn í jólamánaðinum Mynd: Jens Kristian Vang Jólatræið á Vaglinum í Havn verður tendrað leygardagin. Jólatrøini á Argtjum, á Hvíta- nesi, í Kaldbak, í Norðradali og í Kolla- firði verða tendrað leygardagin í næstu viku JÓLAHUGNI Tíðindaskriv Árligi jólahugnin í Viðar- lundini verður komandi sunnudag, 1. sunnudag í atvent. Tiltakið byrjar kl. 14 og heldur á til kl. 16. Her verður møguligt at keypa dekoratiónir. Heldur tú tað vera stuttligari at gera dekoratiónirnar sjálv- ur, so kanst tú keypa tilfar at taka heim við tær. Kakao og okkurt afturvið fæst til keyps. Jólamenninir vitja og hava okkurt í posanum at geva børnunum. Havnar Hornorkestur tekur eisini lut við jóla-tón- leiki. Teir byrja at spæla kl. 14.15. Ágóðin av tiltakinum fer til góðgerandi endamál. Jólahugni í Viðarlundini C M Y K 3 2