Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 229 - 28. november 2002 Nr. 229 - 28. november 2002 5 – Tað, sum gongur fyri seg í samgonguni, er ein sjónleikur og hetta er tað mest ábyrgdarleysa, eg havi upplivað, sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins SAMGONGUSTEV Áki Bertholdsen – Tað, sum gongur fyri seg í samgonguni hesar dagarn- ar er ein sjónleikur og hetta er tað mest ábyrgdarleysa, eg havi upplivað í míni tíð í politikki. Tað, hann sipar til, eru tíðindini í Sosialinum týs- dagin um, at Óli Breck- mann í samgonguni hevur biðið landsstýrisfólk spara tilsamans útvið 200 milli- ónir av uppskotinum til fíggjarlóg, sum hansara egna landsstýri annars legði fram fyri kortum. Uppskotið er til viðgerð- ar í fíggjarnevndini og tá ið landsstýrisfólkini vóru á fundi við nevndina, fingu tey boð frá nevndarfor- manninum, Óla Breckmann um at lækka játtanirnar, sum ætlanin var at lata til teirra øki 200 milliónir. Páll á Reynatúgvu skuldi skarva 90 milliónir av ætlaðu játt- anini, Annlis Bjarkhamar og Bill Justinussen 40-50 milliónir í part og Jørgen Niclasen 15 milliónir. Hetta hevur skapt rætti- ligt rok í samgonguni hesa vikuna og týsdagin varð málið tikið upp á sam- gongufundi. Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins viðgong- ur nú, at stevið í samgong- uni er vánaligt. Eftir hansara tykki kann tað bara ganga framá nú. Men so leingi tær polit- isku avtalur verða hildnar, sum samgongan hevur gjørt ætlar tjóðveldisflokkurin sær at verða verandi í sam- gonguni og flokkurin ætlar heldur ikki at leggja seg út í, hvørji fólk aðrir flokkar velja í sini álitisstørv. Skulu kanska bera yvir við Óla Høgni Hoydal sigur, at hóast Óli Breckmann hevur verið 30 ár í politikki, er hetta fyrstu ferð, at hann er formaður í nakrari nevnd. – Tí er tað kanska rættast at bera eitt sindur yvir við honum.Tað, hann sigur nú, er í grundini ikki annað enn tað sama, hann hevur sagt alla sína tíð í politikki. – Hann hevur altíð verið í andstøðu, hóast hann hevur verið í samgongu. Men nú er hann blivin formaður í fíggjarnevndini og so fær tað, sum hann sigur brád- liga avleiðingar og tað er hann ikki vanur við, heldur formaður Tjóðveldisfloks- ins. Men Høgni Hoydal sigur, at sjálvur hevur hann ilt við at skilja politiskt arbeiði, tá ið tað verður útint, soleiðis sum formaðurin í fíggjar- nevndini ger tað. – Landsstýrið hevur gjørt eitt uppskot til fíggjarlóg, sum er lagt fyri tingið. Eg havi onki ímóti, at roynt verður at broyta tað. – Men skal tað broytast, skal tað gerast við skili. Skal tað broytast, eigur fíggjarnevndin at tryggja sær at hon hevur samgong- una við sær. Fìggjarnevnd- in eigur at gera sær greitt, hvussu nógv eigur at verða spart afturat og hvar tað ber til at spara upphæddina. – Men tað verður ikki gjørt í hesum føri. Høgni Hoydal sigur, at hetta virkar meiri sum eitt persónligt mál hjá for- manninum í fíggjarnevnd- ini. – Tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst at sleingja um seg við tølum, sum bara skapa ósemju, ótta og ótryggleika allastaðni. Høgni Hoydal sigur, at á samgongufundinum spurdi hann fleiri ferðir Óla Breckmann, hvat ætlanin var og hvat endamálið var, men hann fekk ongantíð svar. – Tað er fullkomiliga vit- leyst, at formaðurin í fíggj- arnevndini sleingir um seg við tølum, sum skulu spar- ast, uttan at hava nakað boð uppá, hvar sparingarnar skulu fremjast, Fara at spara 100 milliónir Annars sigur formaður tjóðveldisfloksins, at síðani uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár varð lagt fyri ting- ið, hevur samgongan lagt onnur uppskot fram, sum skarva 64 milliónir av upp- skotinum. Ætlanin er at leggja fleiri uppskot fram, so at fíggjar- lógaruppskotið fyri næsta ár lækkar einar 100 milli- ónir. – Men hetta eru ikki sparingar á teimum økjum, sum samgongan raðfestir, tvs, at hesar sparingarnar raka ikki almannamálini, heilsumálini, skúlamálini og mentamálini. – Hetta eru alt sparingar, sum samgongan er samd um. Høgni Hoydal sigur, at hevði Óli Breckmann eitt veruligt ynski um at spara, hevði hann ikki farið fram, soleiðis, sum hann ger nú. – Ætlaði hann veruliga at spara, var hann komin til samgonguna fyri at fáa semju um sparingarnar. Hann leggur afturat, at tjóðveldisflokkurin kann ikki liva við tí, sum fer fram nú. – Vit hava eina avtalu í samgonguni og hana halda vit okkum til. Og tann av- talan er, at vit skulu rað- festa eldraøkið, serforsorg- ina, heilsuøkið, skúla- og mentaøkið frammaliga. – Tað, sum verður spart, er við óneyðugari umsiting og óneyðugum studningum og øðrum. – Hetta eru sparingar sum fáast við at broyta barnsburðarskipanina, studningur til lærupláss, sjálvstryggingfyri almenn- ar stovnar, almennir stovnar skulu keypa í felag, realurin skal betala skatt o.s.fr. Høgni Hoydal sigur, at ein minni partur av tí, vit spara vit spara á hesum økj- um, skal brúkast útaftur til eldraøkið og til skúlaøkið. – Hevur Óli Breckmann ella fólkaflokkurin aðrar loysnir, eru teir vælkomnir at leggja uppskot um spar- ingar fyri samgonguna, men tað hava vit onki sæð til. – Einasta endamál, eg síggi við framferðini hjá Óla Breckmann, er, at nú kann hann aftaná siga tað, at tjóðveldisflokkurin bara brúkar pening, men sjálvir royndi hann at spara – sam- stundis, sum landsstýris- menn fólkafloksins í nógv- um førum sleppa lætt til sínar sparingar, tí í mong- um førum eru teir studning- ar, sum ikki eru lógarfestir og sum tískil eru lættir at taka av. Má verða skipað Annars heldur Høgni Hoy- dal, at niðurstøðan av sam- gongufundinum týsdagin, var, at samgongulimir taka undir við, at tær sparingar, sum skulu gerast, mugu leggjast væl til rættis, tí tær krevja lógarbroytingar í heilt nógvum førum. – Eg haldi kki at nakar av samgongulimunum, sum tóku orðið, hildu, at tær raðfestingar, vit hava avtal- að um almannaøki, skúla- og mentaøki og heilsuøki, skulu broytast. Tjóðveldisflokkurin hev- ur eisini tvey umboð í fíggj- arnevndini? – Ja, men tey hava ikki úttalað seg sum Óli Breck- mann. Tey hava ikki slongt um seg við tilvildarligum tølum ið mest minna um álop frá andstøðuni. Okkara umboð í fíggjar- nevndini hava sagt, at enda- málið er at fáa yviskotið at veksa, so at vit kunnu gera okkum leys av danska blokkinum, men vit hava eisini uppskot um, hvussu tað skal gerast. Kristina Háfoss hevur boðað frá sparingum uppá 150-200 milliónir? – Eg meini nú at hon hev- ur sagt 100 milliónir. Men hon hevur eisini víst á, hvar tað ber til at spara. Eitt nú tey uppskot, sum eru løgd fyri tingið og onnur upp- skot. Slík uppskot ber tað til at viðgera í samgonguni. Hon hevur ikki slongt tøl út í tóman heim. Tú segði í áðni, at tit kunnu ikki liva við hesum. Hava tit fingið lyfti frá fólkaflokkinum um at trup- ulleikarnir verða loystir? – Nevndarformenn hava eina stóra ábyrgd og tí er Óli Breckmann komin ómetaliga tvørt fyri í hes- um máli, men hetta er ein innanhýsis trupulleiki í fólkaflokkinum. Og so leingi tær avtalur, vit hava, verða hildnar, fara vit ikki at leggja okkum út í, hvørji fólk fólkaflokkurin velur í tey álitisstørv, hann hevur. So leingi avtalurnar verða hilndar, er restin bara polit- iskur larmur. Hann heldur, at sjálvsagt ber tað til hjá samgonguni, sum heldur fram. – Men tað er óneyðuga trupult, tá ið ávísir politik- arar hava slíka trongd til at gera vart við seg, sum tað er hent í hesum føri. – Tað ringasta er, at Óli Breckmann tosar andstøðu- tos. Hann málar eina dapra mynd av føroyska búskap- inum, sum ikki er sonn. Føroyski búskapurin hevur verið ótrúliga væl fyri og hann er sera væl fyri enn. – Men satt er tað, at framgongdin er ikki longur líka stór, sum hon hevur verið og tað eiga vit at leggja upp fyri, tað er ongin ósemja um tað. Men tað skal bara leggjast væl til rættis fyri at forða fyri óhepnum avleiðingum, sig- ur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal viðgongur at stevið í samgonguni er ringt – Hóast Óli Breckmann hevur verið í politikki í 30 ár, er hetta fyrstu ferð, at hann er formaður í nakrari nevnd og tí er tað kanska rættast at bera yvir við honum, hann er ikki vanur við, at tað, hann sigur, fær avleiðingar, sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins.Her er Høgni Hoydal avmyndaður á samgongufundi týsdagin ímillum Eyðun Elttør, vm og Rúna Hentze Fjórða bókin um Harry Potter er kom- in á føroyskum. Týtt hevur Malan Háberg, sum sigur uppgávuna hava verið bæði strævna og spenn- andi. Bókin er tann drúgvasta higartil og hevur sligið øll met kring allan heimin BÓKAÚTGÁVA Ingi Rasmussen J. K. Rowling: Harry Potter og Eldbikarið 578 síður, 298 krónur Føroya Lærarafelag Meðan annar filmurin um Harry Potter fer sína sig- ursgongd um allan heimin, er fjórða bókin í røðini um lítla gandakallin við rundu brillunum komin út. »Harry Potter og eld- bikarið« kallast hon. Hesa- ferð hevur Malan Háberg týtt eftir upprunabókini hjá J.K. Rowling. – Tað hevur verið ótrú- liga strævið, men eisini gevandi og spennandi, sigur Malan Háberg, sum hevur lyft tunga arvin eftir Gunnar Hoydal, ið týddi tær fyrstu tríggjar bøkurnar. At tað ikki er nakað løtuverk at týða Harry Potter vitna tær 578 síð- urnar um, sum tann síðsta føroyska bókin í røðini telur. Ongin skriviótti Boðað er frá fyrsta degi av, at røðin um Harry Potter skal telja sjey bøkur – eitt fyri hvørt árið hann gongur á Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist. Í løtuni stríðist J.K. Row- ling við at leggja síðstu hond á fimtu bókina. Gitt hevur verið, at stígur er komin í, tí hon hevur fingið skriviótta av stóru undir- tøkuni, men hesum vísir hon sjálv aftur. Hon vil ikki tjumsa verkini ígjøgnum, sigur hon, bara tí hon hevur fingið so góða undirtøku. Bøkurnar skulu allar vera á sama høga støði. Sligið øll met Og á høgum støði eru tær. Bøkurnar um Harry Potter hava eisini sligið øll sølumet – bæði fyri bøkur til børn og vaksin. Síðan tann fyrsta bókin kom út í 1997, eru seldar fleiri enn 150 milliónir eintøk um allan heimin. Fyrsta bókin er týdd til 42 ymisk mál, og bøkurnar hava ligið ovast á øllum sølulistum nærum uttan steðg. Skjótt seld Við sínum knappliga 600 síðum, man »Harry Potter og eldbikarið« teljast mill- um tær størstu, ið eru givn- ar út í Føroyum. Og so hev- ur eisini hon sett fleiri met. Enska útgávan er skjótast selda bókin nakrantíð, og ongin onnur bók í søguni er prentað í størri fyrsta upp- lagi. Amerikanska forlagið Scholastik prentaði 3,8 milliónir eintøk og enska forlagið Bloomsbury prent- aði 1,5 milliónir eintøk. Øðrvísi og spennandi Sjálv bókin er nakað daprari enn tær fyrru, men ikki minni væl skrivað. Tey, sum hava lisið hana siga, at hon kanska er tann mest spennandi av øllum higar- til. Enn einaferð prógvar Rowlings framúrskarandi skrivikynstur síni. Meistar- liga megnar hon at tvinna teir nógvu søgutræðrirnar saman í seinasta kapitlin- um, tá ið alt gongur upp í eina hægri eind. Sum altíð verður tú tikin á bóli, tí einki er, sum tað sýnist at vera. Lisbeth mótmælti einsamøll Eitt samt Fólkating – minus umboð Sambandsfloksins – tekur undir við at frysta blokkstuð- ulin fastan á 615,5 milliónum krónum fram til 200 6. FRYSTUR BLOKKUR Ingi Rasmussen Fólkatingsumboð Sam- bandsfloksins gongur ímóti streyminum í Fólkatinginum, tá um ræður avtaluna um blokk- stuðulin til Føroya næstu árini. Danska stjórnin og landsstýrið gjørdu 24. oktober eina avtalu um at áseta blokkstuðulin til 615,5 milliónir krónur um árið í tíðarskeiðnum 2003 til 2006. Hendan avtala er løgd fyri Fólka- tingið. Tá uppskotið var til viðgerðar í politisku búskaparligu nevndini varð greitt, at eitt nærum samt fólkating tekur und- ir við uppskotinum. Men umboð Sam- bandsfloksins meira enn himprast. Tá avtalan millum landsstýrið og stjórnina kemur til triðju viðgerð í Fólkatinginum, fer Lisbeth L. Petersen hvørki at atkvøða fyri ella ímóti. Álitið, sum politiska búskaparliga nevndin hevur skrivað, vísir, at ein samd nevnd tekur undir við at fastfrysta blokkin næstu trý árini. Sostatt verður blokkstuðulin hildin á sama nominella støði, sum hann er á í dag. Hann hækkar heldur ikki við prístalinum. Ein minniluti, Lisbeth L. Petersen, var hvørki fyri ella ímóti, men segði seg vera »bekymret« um ætlanina at frysta blokk- in. Hon segði Sambands- flokkin ganga inn fyri einum sjálvberandi før- oyskum búskapi, men vísti á, at blokkstuðulin framvegis er ein týðandi og stabilur partur av før- oyska búskapinum. »Med udsigten til faldende fangstmulighed- er er det ikki realistisk at fastfryse bloktilskuddet, uden at det går ud over den færøske økomomi,« skrivar Lisbeth L. Peter- sen m.a. í minnilutaálit- inum hjá nevndini. Hin føroyski fólka- tingsmaðurin, Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldis- flokkinum, hevur eisini sæti í politisku búskapar- ligu nevndini og tók eyðsæð undir við frysta blokkin fastan. Harry Potter gandar aftur HARRY POTTER OG ELDBIKARIÐ Harry Potter gandar aftur á føroyskum. Tann fjórða bókin er júst komin og er tann longsta higarti Bókin byrjar øðrvísi enn tær undan- farnu, tí Harry verður ikki nevndur fyrr enn í allar seinast í fyrsta kapitli. Sjálvur Voldemort, ið drap foreldrini hjá Harry, er komin afturíaftur og fremur enn eina illgerð. So venda vit sum vant aftur til Harry, sum er í summarfrí, tá ið søgan byrjar. Harry gleðir seg at fara aftur til Hog- warts at ganga í skúla. Hann er spentur og gleðir seg at síggja sínar vinir Ron og Hermione. Nakað serligt er á vási í ár. Heims- meistaraheitið í quittich er í Onglandi, og pápi Ron hevur fingið teimum atgongumerki til finaludystin. Fostur- pápi Harry játtar honum at sleppa við, hóast tað er við ringum tannabiti. Tað gerst ein ógloymandi uppliving – ikki minst tí myrkursins gandakallar nýta høvi at føra seg fram. Í Hogwarts er eisini okkurt serligt á skránni: Ein loyndarfull kapping, sum tveir aðrir skúlar taka lut í. Harry og øll hini fáa onki at vita, fyrr enn tey eru komin á skúlan. Brátt snýr alt tosið seg um kappingina, samstundis sum Volde- mort og hansara fólk gera alt meira um seg. Vandarnir lúra allastaðni. C M Y K 5 4