hósdagur 28. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 229 - 28. november 2002
Nr. 229 - 28. november 2002
7
– Tá ið vit eru lidnar
við 10. flokk, fara vit
at arbeiða í eitt hálvt
ár. Síðan fara vit til
Danmarkar á háskúla
og seinni á studenta-
skúla í Vági
STARVSVENJING
Vilmund Jacobsen
Týsdagin hevði redaktiónin
í Saltangará vitjan av Hera
á Rógvi, sum starvast á
Sosialinum og tveimum
skúlanæmingum, sum eru í
starvsvenjing á Sosialinum.
Næmingarnir, sum eru úr
10. flokki í Tvøroyrar
skúla, eru Mariann Morten-
sen og Birita í Dali, báðar
16 ára gamlar.
Heri kom framvið í ar-
beiðsørindum og hevði
starvsnæmingarnar við sær.
Í Tvøroyrar skúla eru
tveir 10. flokkar, har um-
leið 20 mæningar eru í
hvørjum flokki. Floksærari
hjá Mariann og Biritu er
Jean Dimon. Flokslærarin
hjá hinum flokkinum er
Turið Vestergaard, sum er
mamma Biritu.
Á háskúla
Hetta er onnur vikan hjá
Mariann og Biritu á Sosial-
inum. Seinast, tær vóru í
starvsvenjing, var Mariann
á Royndarstøðini í Kolla-
firði, og Birita var í Útvarpi
Føroya.
Tá ið tær koma suður-
aftur til Tvøroyrar, verður
vanlig skúlagongd ta fyrstu
vikuna; síðan verður jóla-
roynd.
Eftir loknan 10. flokk,
ætla tær at arbeiða í eitt
hálvt ár og síðan fara á há-
skúla í Danmark í 4 ella 6
mánaðir, frá januar 2004 til
summarfrítíðina.
Afturkomnar úr Dan-
mark fara tær báðar ætlandi
á studentaskúla í Vági.
Báðar siga seg dáma sera
væl á Sosialinum. Tær hava
skrivað tríggjar blaðgreinar
saman – og tann fjórða er á
veg…
Sosialurin ynskir Mari-
ann og Biritu góðan byr.
Á einum fundi í
altjóða hvalaveiði-
nevndini í áttatiár-
unum, reistist ein
leiðari fyri ein um-
hvørvisverndarfelags-
skap og segði: »Alan,
tú ert ein deyður
maður. Eg skal drepa
teg…«
MENNISKJU OG
NÁTTÚRA
Vilmund Jacobsen
Amerikumaðurin,
Alan
Macnow, er PR-maðurin
hjá Japan í USA fyri hvala-
veiði.
Tað er eitt lívsvandamik-
ið arbeiði…
Í samrøðu við IntraFish
sigur Alan, at hann fær
fleiri hóttanir móti lívi og
heilsu síni í hesum starvi.
Á einum fundi í altjóða
hvalaveiðinevndini í áttati-
árunum, reistist ein leiðari
fyri ein umhvørvisverndar-
felagsskap og segði: »Alan,
tú ert ein deyður maður. Eg
skal drepa teg…«
Alan fær eisini brøv og
uppringingar við slíkum
hóttanum.
– Av og á noyðist eg at
knýta nevarnar til tess at
verja meg móti slíkum
fólkum, sigur hann.
Telduskipanin hjá honum
í
felagnum,
Tele-Press
Associates Inc, hevur eisini
verið álopin av fígginda-
sinnaðum »hackarum«.
Alan hevur umboðað
fiskivinnuáhugamál
hjá
Japan í USA síðan 1977, og
hann hevur eisini umboðað
japanskar hvalaveiðimenn í
USA síðan 1979.
– Okkara fíggjarætlan til
PR-arbeiði í USA er ikki
stór í mun til peningin, sum
brúktur verður av um-
hvørvisverndarfelagsskap-
um ímóti hvalaveiði í USA.
Umboðsmaðurin vísir á,
at umhvørvisverndarfelags-
skapir brúka fleiri miljónir
dollarar um árið í stríðnum
ímóti hvalaveiði, meðan
upphæddin,
sum
hann
hevur til nýtslu í USA, er
ein hálv miljón dollarar.
– Eg haldi, at tað eru
nógvir aðrir týdningarmikl-
ir trupulleikar, sum skuldu
verið loystir við stuðli hel-
dur enn at brúka so nógvan
pening til stríðið móti
hvalaveiði.
Alan heldur, at peningur-
in, sum umhvørvisverndar-
felagsskapirnir fáa, hevði
farið betur, um hann fór til
stríðið móti svongd, fá-
tækradømi og sjúku.
Hann sigur, at umhvørv-
isfelagsskapirnir byrjaðu
stríðið
móti
hvalaveiði
longu í 1965.
– Tey hava gjørt hvalin til
eitt religiøst »ikon« og hava
latið tilfar í rúgvuvís
floyma inn yvir barnagarð-
ar, skúlar og hægri læru-
stovnar. Á henda hátt hava
tey nærmast gjørt hvalin til
ein menniskjaligan skapn-
ing. Hvalurin verður settur
fram sum ein vinarligur,
skilagóður og blóðheitur
skapningur sum vit menn-
iskju – og við einum sosial-
um familjulívi eins og vit
menniskju, sigur Alan.
Men einki av hesum er
rætt, sigur hann. Hvalurin
er ikki eitt serliga vinarligt
djór. Nøkur hvalasløg hava
»harem«, sum ikki kann
samanberast við vanligt
familjulív hjá menniskjum.
– Hvalurin líkist eini
agurk, sum vigar 20 tons,
sigur Alan, sum spyr, hví
umhvørvisverndarfelags-
skapir soleiðis seta kikaran
á hvalin.
Og Alan Macnow velir at
svara sjálvur:
– Tað er tí, at hvalurin er
heimsins størsta súgdjór, og
tað er hetta, sum ger hann
til nakað serligt fram um
onnur djór í havinum.
Eitt lívsvandamikið arbeiði
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Hvørt hevur sína vertíð, og
kvotur seta sínar avmark-
ingar…
Á Havsbrún í Fuglafirði
hevur eingin landing verið
seinastu dagarnar, og á
virkinum vænta tey ikki
tann nógva aktivitetin tað,
ið eftir er av hesum árinum.
Tey nógvu tonsini, sum
fara um maskinurnar á
virkinum gjøgnum árið,
krevja tó ymiskt viðlíka-
hald, sum ikki er møguligt í
vertíðini. Slíkt verður tí
gjørt, meðan lítil og eingin
fiskur kemur uppá land.
Á virkinum eru tey eisini
í holt við at seta upp eina
nýggja turku, eins og aðrar
broytingar og umvælingar
verða gjørdar í hesum døg-
um.
– Hvalurin er ikki eitt serliga vinarligt
djór. Nøkur hvalasløg hava »harem«,
sum ikki kann samanberast við vanligt
familjulív hjá menniskjum, sigur Alan
Macnow, sum er japanskur PR-maður í
USA
Mynd: Vilmund Jacobsen
Mariann og Birita vitjaðu
í Saltangará
Eingin landing á
Havsbrún
Danski báturin, Gitte Henning, hevur landað nakrar ferðir í
Fuglafirði í ár
Mynd: Vilmund Jacobsen
Starvsnæmingarnir Birita og
Mariann, í hølunum hjá
Sosialinum í Saltangará.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ein seinnapartur við bókum og høvundum
Árligi Bókadagurin
verður í Norður-
landahúsinum kom-
andi sunnudag
BÓKADAGUR 2002
Tíðindaskriv
Árligi bókadagurin verður
nú sunnudagin tann 1. des-
ember í Norðurlandahúsi-
num millum klokkan 15.00
og 18.00 seinnapartin. Eins
og í fjør verður talan um
bókakafé við framsýning
av bókunum, ið eru komnar
út á føroyskum í ár.
Tiltakið er eitt slag av
bókamessu, har fólk kunnu
koma og fara sum tey hava
hug, síggja bøkurnar , tosa
við høvundar og útgevarar
og keypa sær ein drekka-
munn, meðan tey lurta eftir
upplestri ella samrøðu við
onkran
rithøvund,
sum
hevur latið nýtt verk úr
hondum.
Føroyskar barna- og ung-
dómsbøkur mennast, og
Brynhild Andreasen og
Sólrún Michelsen fara at
lesa og siga frá um sínar
bøkur. Sigsøguligar bøkur
hava altíð stóran áhuga, og
Ingrið Sondum fer at hava
samrøðu við systkini Elina
og Axel Mortensen um tíð-
ina, tá tey vuksu upp suðuri
á Tvøroyri.
Fleiri yrkingasøvn eru
komin í ár. Niels Uni Dam
og Steinbjørn B. Jacobsen
fara at lesa úr sínum ný-
komnu søvnum. Og so er
tað Jóanes Nielsen. Hvussu
er vorðið við honum? Er
hann skaldsliga fluttur á
hvíldarheim ella hvat? Tað
fer Vár í Ólavstovu at
spyrja um í samrøðu við
Jóanes.
Tað er Rithøvundafelag-
ið, sum saman við Norður-
landahúsinum skipar fyri
bókadegnum, og felagið fer
at vísa fram nýggju heima-
síðuna www.rit.fo, har tað
ber til hjá áhugaðum burt-
uri og heima at finna tilfar
um føroyskar rithøvundar.
Heimasíðan byggir á Rit-
høvundabókina, sum kom
út í 1995, har teir umleið
100 limirnir í felagnum
skrivaðu um seg sjálvar og
síni verk. Teir almennu
partarnir um føroyskar
bókmentir eru umframt á
føroyskum eisini á enskum
máli.
Bókasølan stendur fyri
framsýningini av ársins
bókum.
Tað er ókeypis at koma
inn og verða við í bókadeg-
num.
Sunnudagurin komandi er
ársins Bókadagur við nógv-
um bókum og rithøvundum í
Norðurlandahúsinum
Bókadagur við bókakafé verður sunnu-
dagin 1. desember kl. 15 - 18 í Norður-
landahúsinum.
Kl. 15.00: Bókaframsýningin letur upp
kl. 15.15: Rithøvundafelagið bjóðar vælkomin.
Nýggja heimasíðan hjá felagnum
verður tikin í nýtslu
kl. 15.30: “Kuffi”. Brynhild Andreasen lesur úr
barnabókini, sum var í uppskoti til
norðurlendska virðisløn
kl. 15.45: “Geislasteinar”. Sólrun Michelsen
lesur og sigur frá um ævintýrabók sína
kl. 16.00: Úr farnum tíðum. Ingrid Sondum
hevur samrøðu við systkini Elina og
Axel Mortensen.
kl. 16.30: Steðgur, har høvi verður at tosa við
høvundar og útgevarar
kl. 17.00: “Rótleys tøgn”. Niels Uni Dam lesur
nýggjar yrkingar
kl. 17.20 : Er
Jóanes
Nielsen
fluttur
á
hvíldarheim? Upplestur og samrøða,
sum Vár í Ólavstovu hevur við skaldið
kl. 17.45: “Karr”. Steinbjørn B. Jacobsen lesur
úr nýggja savninum
kl. 18.00: Bókadagurin endar
Skráin fyri
Bókadagin er henda:
Søkja av nýggjum eftir aðalstjóra
Hóast fimm umsøkn-
ir komu til starvið
sum aðalstjóri í Al-
mannaráðnum er
starvið nú lýst leyst
av nýggjum. Starvið
verður tí neyvan
mannað fyrr enn
næsta ár
STARVSSETAN
Jón Brian Hvidtfeldt
Um dagarnar verður lýst
eftir aðalstjóra til Almanna-
ráðið. Freistin at søkja
starvið var upprunaliga úti
fyri góðum mánað síðan,
og tá komu fimm umsøknir
til starvið. Kortini verður
nú søkt av nýggjum eftir
aðalstjóra.
- Vit mettu, at vit vildu
hava fleiri skikkaðar um-
søkjarar at velja ímillum, tí
valdu vit at søkja av nýggj-
um, sigur Marjun Hanusar-
dóttir, løgmansstjóri.
Spurd, hvat er eitt hós-
kandi úrval av skikkaðum
umsøkjarum at velja ímill-
um sigur Marjun Hanusar-
dóttir, at sjálvandi er altíð
ynskiligt at fáa so nógvar
skikkaðar umsøkjarar sum
gjørligt.
Ovasti ráðgevi hjá
landsstýrismanninum
Tann, ið fær starvið sum
aðalstjóri í Almannaráð-
num, kemur at vera ovasti
ráðgevi hjá landsstýris-
manninum í almannamál-
um, og hevur harumframt
ábyrgdina av dagligu leiðsl-
uni, menningini og rakstri-
num av nýggja Almanna-
ráðnum, ið er annað av ráð-
unum undir Trivnaðarmála-
ráðnum.
Dentur verður lagdur á,
at umsøkjarar skulu hava
hægri útbúgving og leiðslu-
royndir frá almanna ella
privata arbeiðsmarknaði-
num, ella skulu tey hava
royndir, ið kunnu javnsetast
við hetta. Umsøkjarar skulu
hava innlit í politisk viður-
skifti, og vitan um tær
treytir, ið eru galdandi í eini
politiskari fyristing, og eis-
ini verður dentur lagdur á
persónligar eginleikar, og
góð samstarvsevni.
Aðalstjórarnir í ymsu
ráðunum verða allir løntir í
39.lønarflokki í sáttmála-
num fyri tænastumenn. Við
føstum viðbótum er lønin
hjá aðalstjóranum góðar
42.000 krónur um mánað-
in, umframt eina viðbót
uppá 4.000 krónur um
mánaðin fyri at vera aðal-
stjóri.
Freistin at søkja starvið
er sett til 18.desember.
Marjun Hanusardóttir, løg-
mansstjóri, sigur, at nú tey
hava valt at søkja av nýggj-
um, verður starvið neyvan
sett fyrr enn í fyrsta lagi
eftir nýggjár. Eisini má
roknast við, at umsøkjarar
møguliga hava uppsagnar-
tíð í sínum gamla starvi, so
tað kann draga nakað út,
áðrenn starvið sum aðal-
stjóri í Almannaráðnum
verður
mannað.
Løg-
mansstjórin sigur tó, at tey
fara at leggja seg eftir at fáa
starvið sett skjótast gjørligt.
Hóast fimm umsøknir komu
til starvið, verður nú søkt av
nýggjum eftir aðalstjóra til
Almannamálaráðið hjá Páll
á Reynatúgvu,
landsstýrismanni.
C
M
Y
K
7
6