Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 229 - 28. november 2002 Nr. 229 - 28. november 2002 9 Í Hvalvík varð nýggjur barnagarður latin upp í seinastu viku. Barnagarðurin liggur í sera barna- vinaligum umhvørvi og er smíðaður til endamálið ANSING Edvard Joensen Hvalvík: – Hann er spild- urnýggjur og sera væl inn- rættaður. Gjørdur beinleið- is til endamálið, og tað tyk- ist rokkið, sigur leiðarin á nýggja dagstovninum í Hvalvík. Beint framman fyri skúl- an í Hvalvík standa eini spildurnýggj hús, sum líkj- ast einum ovurstórum set- húsum. Stórt skelti frá Norðsetri er á skjøldrinum. Hetta er barnagaðrurin, sum varð tikin í brúk í sein- astu viku. Staðið er væl valt. Burtur frá høvuðsvegnum, sum fer um Streymnesoyruna. Frammi í Dalinum oman móti ánni. – Tað verður nakað av ferðslu niðan til Saksunar um summarið, siga tey á barnagarðinum, men tí kunnu vit væl liva við. Fara vit fram í Dalin, kunnu vit ganga fram við ánni. Og júst ánna vænta tey at fara at brúka í stóran mun, har hon fer sjóðandi beint undir vindeyganum. Umframt er økið rundan um sjálvan bygningin as- falterað, so lætt er at seta eitt nú eitt uttandura spæli- pláss upp. Irena Olsen, leiðari í barnagarðinum, sigur, at tey í løtuni hava 33 barna- garðsbørn. Umframt eru so sjey skúlabørn, sum koma í barnagarðin eftir skúlatíð. Men til várs aftur koma 12 vøggustovubørn afturat. Tey fara at halda til í niðaru hæddini, sum enn ikki er liðugt innrættað. Hvalvíkar Kommuna hevur havt kommunala dagrøkt, sum nú verður niðurløgd, tá stovnurin er fult útbygdur. Tær, sum hava passað børn í barna- garðsaldri, eru givnar, og summar hava fingið starv í barnagarðinum. Hvalvíkar Kommuna er í menning sæst á byggingini, sum er báðu megin ánna. Og fólk hava áhua at flyta til, veit barnagarðsleiðarin at siga. Irena Olsen greiðir frá, at kommunan hevur lagt upp- lýsingar um barnagarðin út á heimasíðu sína, og tað hevur fingið fólk at vísa áhuga. Dømi eru um fólk, sum eftir at hava sæð heimasíðuna, hava spurt seg fyri um grundstykki, tí tey hava møguleika fyri barnaansing, sigur hon. Nýggi barnagarðurin er teknaður hjá teknistovuni West Tech í Sørvági, og Norðsetur í Hvalvík hevur smíðað. Sum stovnurin stendur í dag, kostar hann knappa hálvafjórðu milli- ón. Tá alt er liðugt, fer hann væntandi at standa í umleið 4,4 miliónum krónur. Ein maður gekk við byrsu millum húsini í Miðvági og hótti børn, sum komu framvið. Løgreglan tók mannin, men hann varð ikki fongslaður HÓTTAN Edvard Joensen Miðvági: Nøkur børn, sum mánakvøldið vóru á veg til venjing við barnakórinum í Miðvági, vórðu hótt av byrsumanni á vegnum. Løgreglan tók mannin, men mátti lata hann leysan aftur. Regin Jespersen, sýslu- maður í Vágum, sigur, at løgreglan fekk fráboðan um hendingina mánakvøld- ið og fór eftir manninum. Tá løgreglan fann mann- in, var hann í einum bili, har bilførarin hevði fingið tosað hann til rættis og siss- að hann. Maðurin varð beinanveg tikin. Sýslumaðurin sigur, at talan var um ein mann, sum gekk á vegnum í Miðvági við eini duplett, sum hann peikaði eftir fólki við. Hann hótti børn, sum gingu á vegnum, við at skjóta tey. Tá løgreglan fann mann- in, var byrsan ikki lødd, sig- ur sýslumaðurin, og løg- reglan veit heldur ikki, um hon hevur verið tað yvir- høvur. – Men slíka hóttan meta vit sera álvarsliga kortini og í øllum førum so grova, at vit vildu hava manning fyri rættin og varðhalds- fongslaðan beinanveg, sig- ur Regin Jespersen, sýslu- maður. Men tað vildu løgfrøð- ingarnir hjá ákærumyndug- leikanum ikki, sigur hann. Teir mettu ikki, at grundar- lag var fyri varðhalds- fongsling, tí byrsan var ikki lødd, tá maðurin varð tikin. Kortini sleppur maðurin ikki undan ákæru, hóast hann enn gongur leysur, væntar sýslumaðurin. Tí slíkt er so mikið groft lóg- arbrot, at sak verður reist. Heldur ikki er tað fyrstu ferð, maðurin er í holt við løgregluna, sigur Regin Jespersen. Hann er gamal kenningur, sum teir plaga at siga í slíkum føri. – Ein aldeilis góður kenningur hjá okkum, legg- ur hann afturat. Byrsumaður hótti børn á vegnum Ein maður gekk við byrsu og hótti fólk í Miðvági mánakvøldið Eftirgjørd Mynd Nýggjur barnagarður í Hvalvík Á Eiði lat nýggjur handil við klædna- vørum og brúkslist upp týsdagin. Eigarin fer eisini at hava klædnaframleiðslu handlinum HANDILSVINNA Edvard Joensen Eiði: Brúkslutir, sum gjørdir eru úr føroyskum tilfari, verða seld í nýggjum handli á Eiði saman við eitt nú innfluttum tógvi. Uppi í Kolli á Eiði, oman fyri hotellið, lat nýggjur handil upp týsdagin. Tað er Katrin Haraldsen, sum hev- ur latið upp ein bæði van- ligan og heldur øðrvísi handil. Talan er nevniliga um handil, har samstundis verður framleiðsla av klæd- navørum. Har eru bæði vevur og seymimaskina, og við tey fer Katrin sjálv at sita og gera klædnapløgg, sum seljast skulu í handl- inum. Navnið er Stikkan, og tað vísir aftur til, at her verða meturvørur seldar. Tað verða tær eisini, um enn ikki so dominerandi, at ein leggur merki til tað, bein- anveg ein kemur inn. Men hevur tú hug at keypa tær klæði at seyma einar før- oyska mannfólkabuksur, verður rullað og mált, til tú hevur fingið tað, brúk er fyri. Men í stóran mun eru tað enn vørur frá øðrum før- oyskum framleiðarum, ein leggur merki til í nýggja handlinum á Eiði. Fyrst og fremst ullarvørur, og fýra eru fyritøkurnar, sum Stikkan selur fyri. Her eru troyggjur og húgvur. Skógvar og taskur, um- framt annað, sum Tøting og Snældan, Pau og Suðuroyar Ullarvirki hava gjørt. Mein eisini leiríløt eru at síggja í handlinum. Tey eru slík, sum Guðrið Poulsen í Havn hevur gjørt. At Handilin Stikkan er vorðin til í hesum líki, er ikki av tilvild, greiðir Kat- rin Haraldsen frá. Talan er um eina fleiri ára gamla ætlan, sum kortini er eitt sindur broytt. Sjálv hevur hon útbúgv- ing á økinum, og sum enda- liga uppgávu í samband við útbúgvingina menti hon hetta hugskotið at hava ein handil við framleiðslu sam- stundis. – Í grundini hugsaði eg um mótaklæði í meira traditionellum stíli, men eri so komin eftir, at hetta við haldgóðum, føroyskum klædnavørum er meira hóskandi. Fyrsti kundin í handl- inum kemur fram at diskin- um og vil gjalda fyri okk- urt, keypt verður. Tað er ein fitt smágenta, og innan fyri diskin stendur ein onnur á leið javngomul genta og av- greiðir hana, meðan Katrin sjálv stendur og fylgir við og vegleiðir. – Eg havi gjørt av, at dóttirin skal avgreiða fyrsta kundan, sigur hon. Tí ætl- anin er, at hetta skal halda fram. Og eg síggi nakað symbolskt í, at hon verður tann fyrsta, sum avgreiðir ein kunda, sigur hon. Vevurin er settur í handilin Dóttir Katrina avgreiðir fyrsta kundan i nýggja handlinum, Stikkan, sum lat upp á Eiði týsdagin Mynd: Edvard Joensen Katrin Haraldsen hevur sett vevin upp í handlinum og fer sjálv at virka pløgg at selja Mynd: Edvard Joensen Børnini hava góðar umstøður í spildurnýggja barnagarðinum í Hvalvík Mynd: Edvard Joensen Nýggi barnagarðurin liggur sera væl fyri oman móti ánni framman fyri skúlan í Hvalvík Mynd: Edvard Joensen Virðisløn til jólaøl Selskab for Vestjysk Ølkultur hevur valt jólabryggj hjá Føroya Bjór til bestu jólaøl- ina KJÓSAN Heri á Rógvi At drekka føroyskt jóla- bryggj er ikki bara nakað, ið verður gjørt í Føroyum og av føroyskum útisetum. Tá donsk ølfeløg hava royndarsmakking hendir tað seg eisini, at onkur før- oysk øl er millum løgirnar. Í hesum førinum er tað Selskab for Vestjysk Ølkul- tur, sum hevur kjósað bestu jólaølirnar. Bólkað verður eftir alkoholstyrki. Jóla- bryggin hjá Føroya Bjór var eisini við í kappingini. Í hesum bólki – gullstyrki 5,8% – varð jólabryggj hjá Føroya kosin at vera besta ølin. Kappingin fer fram á tann hátt, at limirnir í felag- num gera sokallaðar “blindsmakkingar” av teimum luttakandi ølunum. Serverað verður í kannum, soleiðis at limirnir í felag- num ongan møguleika hava at kenna ølina aftur. Jólabryggin hjá Føroya Bjór endaði frammanfyri Blå X-mas hjá Thor, ið er partur av Bryggerigruppen, sum eisini umfatar Faxe, Ceres og onnur kend merki. Á triðja plássi í kapping- ini kom Julbryg hjá Brygg- eriet Herning. Albani og teirra Rødhætte kom á triðja plássi. Restin av topp tíggju verður fylgt av í høvuðs- heitum smærri bryggjarí- um. Ølirnar hjá Tuborg og Carlsberg komu als ikki upp í part í hesum bólki- num. Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór, sigur, at teir eru fegnir um at hava vunn- ið kappingina, men hann ivast í, hvørt teir fara at selja meira til Danmarkar av hesi orsøk. –Sum er ber til at fáa fat- ur á okkara ølum í føroy- ingafeløgum og ávísum vertshúsum í Danmark. Vit vóna at kunna gerast eitt meira spenandi produkt í Danmark. Àsetingarnar fyri innfluttar eru eisini broyttar í Danmark, og hetta gevur okkum ein møguleika, sigur Einar Waag. Stjórin fyri Føroya Bjór sipar til, at donsku mynd- ugleikarnir hava sett strangari krøv til innfluttar øl í Danmark. Tað eru sjálvar fløskurnar, sum skulu vera líkar teimum donsku. Føroysku ølirnar hava tó ongan trupulleika at klára hesi krøvini, og tí vónar Einar Waag, at teir kunnu fáa ein størri markn- aðarpart í Danmark sum ein forkunnugur drykkur hjá dønum. Lemvig Folkeblad, sum skrivaði um ølkappingina, undrast nevniliga yvir, at tað so at siga ikki ber til at fáa hendur á vinnara ølini í Danmark. Dávid R. Hansen: Kunnu einki gera við meirkostnað Tíðindaskriv Restorffs Bryggjarí fer nú at lata upp útsølu á Tvør- oyri í samstarvi við T F Thomsen AS. Óla Svenn Nolsøe og Johan Morten- sen eru báðir hálvir Tvør- oyrarmenn og er tað teim- um ein serlig gleði nú at kunna bjóða Tvøroyrar- fólki og norðara parti av Suðuroynni betri fram- leiðslur enn tey eru von við. Frammanundan hev- ur Restorff útsølu í Vági. Restorf luttekur á stóru sølustevnuni sum verður komandi vikuskifti í Vági. Nýggja ølið VARGUR- IN sum var presenteraður fyri 300 fólkum í Havn seinasta fríggjadag er vorðin væl umtóktur kring alt landið.Kennarar meta hann at vera av besta bjóri sum er fram- leitt í Føroyum. Eisini kvinnur dáma hann sera væl. Nýggj ølsøla á Tvøroyri Mynd: Savnsmynd Stjórin í Vágatunnili- num sigur, at felagið verður noytt til at rætta seg eftir teim- um krøvum, ið verða ásett í sambandi við tunnilsgerð sum hesa. Øktu krøvini eru fremsta orsøkin til, at tunnilin er vorðin so nógv dýrari enn ætlað VÁGATUNNILIN Heri á Rógvi Leiðslan og nevndin í P/F Vágatunnilinum situr enn og roknar út, hvussu nógv skal skerjast av kostnaði- num fyri at ferðast undir Vestmannasundi. Nýggju útrokningarnar vórðu neyðugar, tá søgan um vágatunnilin fekk enn ein kapittul, tá nýggj tøl frá Strandferðsluni komu til yvirflatuna, ið vísti eitt munandi øðrvísi ferða- mynstur enn tað, ið Vága- tunnilin hevði roknað við. Dávid Reinert Hansen, stjóri fyri P/F Vágatunnilin, sigur, at teir í løtuni arbeiða internt við at áseta nýggjar prísir. Tað hevur verið frammi, at prísirnir skulu lækkað við tjúgu prosen- tum, men Dávid R. Hansen vil ikki siga nakað, hvussu stór lækking talan verður um. Hann sigur tó, at Vága- tunnilin hyggur longur enn bert eitt ár aftur í tíðina. —Vit skulu reka tunnilin í fimtan ár, og tí skulu vit eisini áseta prísir, sum skulu miðja eftir at kunna galda í fimtan ár. Hetta gera vit best við at hyggja fimtan ár aftur í tíðina, sig- ur Dávid Reinert Hansen. Stjórin metir, at á henda hátt vil tann mest rættvísa myndin vísa seg. Óheppið Spurdur, hvørt hann ikki helt hetta vera løgið, nú nýggj tøl knapliga koma fyri dagin vikur eftir, at Vágatunnilin hevur al- mannakunngjørt prísir, ið sagdar vera at vera grund- aðir á tøl frá Strandferðsl- uni. —Eg undrist eisini. Hetta er sera óheppið. Vit høvdu vent okkum til Strand- ferðsluna og fingið tøl, men so koma hesi tølini, og tað undrar meg, sigur Dávid R. Hansen. Hann vísir aftur, at hetta var planlagt frá byrjan fyri at røkka einum kompromis. Hann metir ikki, at nakar illvilji er millum Strand- ferðsluna og Vágatunnilin, men hann bert staðfesta, at teir ikki meta seg hava gjørt nakað skeivt í sambandi við at fáa til vega hagtøl. Dýrari Kostnaðurin fyri Vágatunn- ilin er vorðin væl dýrari, enn áður ætlað. P/F Vága- tunnilin metti kostnaðin til 240 mió. upprunaliga, men endaligi kostnaðurin fer at liggja millum 275 mió. og 280 mió. Orsøkin til meirkostnað- in er príshækkingar, umsit- ing og serliga tað, at krøv- ini í sambandi við trygd og annað eru broytt. Vágatunnilin nýtir norsk- an normal, og hesi krøv mugu teir hjá Vágatunnili- num rætta seg eftir. —Tað er ikki nakað at gera við hetta. Vit mugu bara rætta okkum eftir hes- um, sigur Dávid Reinert Hansen. Í síðstu viku skrivaðu vit um, at landið longu hevði nýtt hópin av pengum upp á Vágatunnilinum og við lán- tøkuni hjá P/F Vágatunnili- num, so er higartil goldið væl meira enn ein tunnil kostar. Í hesum sambandi spurdu vit eisini Henning Jacob- sen, fyrrverandi Lands- verkfrøðing, um ein við- merking. Hann nevndi, at teir í 1988 upprunaliga planlagdu at gera tunnilin fyri 230 mió alt íroknað. Í árunum 87-89 vórður 45 milliónir játtaðar á fíggj- arlógini, og hesir pengar vórðu eisini nýttir til at seta hol á arbeiðið. Henning Jacobsen metir, at størsti munurin er á hes- ari verkætlanini og teirri upprunaligu sjálvandi er tíðin, men hann nevnir eis- ini, at teir vildu havt væl minni umsiting, nýtt fleiri føroyskar arbeiðarar og teir høvdu eisini nýtt longri tíð. Dávid R. Hansen sigur, at verkætlanin í dag er mun- andi øðrvísi , enn hon, ið Landsverkfrøðingurin planlegði í sínari tíð. —Tað er fyrst nýggjar tíðir. Hetta merkir eisini, at krøvini eru heilt øðrvísi, og hetta ger ætlanina munandi dýrari, sigur Dávid R. Han- sen. Av teimum upprunaligu 45 mió. hevur Vágatunnilin fingið gleði av einum parti av tí, ið hesir pengar fóru til. —Øll prosjekteringin er gjørd umaftur, og fleiri av amboðunum eru farin aftur til Landsverkfrøðingin. Men ein partur er komin okkum til góðar, sigur Dávid Reinert Hansen. Hann leggur afturat, at fyri Vágatunnilin hevur tað stóra týdning, at arbeitt verður gjørt so skjótt sum gjørligt. Landsverkfrøðing- urin arbeiðir útfrá einari játtan, men P/F Vágatunn- ilin skal gjalda eitt lán aft- ur, og tí er tað sera týdning- armikið, at skaptar verða so nógvar inntøkur so tíðliga sum gjørligt. Dávid R. Hansen sigur, at einki kann gerast við meirkostnaðin fyri Vágatunnilin. Mynd: Jens Kristian Vang. Sambært Sel- skab for Vestjysk Ølkultur er jólabryggj so gott, at hon er best í sínum flokki. C M Y K 9 8