Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 229 - 28. november 2002 Nr. 229 - 28. november 2002 11 Tað er so sjálvsagt, at maðurin eigur at fáa sín part av barsilsfarloyvinum, nú løgtingið er í ferð við at broyta barsilsskipanina. Men um vit skulu meta út frá viðgerðini á tingi seinasta fríggjadag, so kunnu vit gloyma alt um tað. Løgtingsins hugsan er, at tað er kvinnan, sum eigur at vera heima og ansa børnum. Finna maður og kona kortini út av, at maðurin kann hjálpa til, so tey um tað. Hetta er støðan hjá einum so at siga samdum løg- tingi – undantikin eru tey bæði, Annita á Fríðriks- mørk og Kristian Magnussen, sum sóu hetta meira sum ein sosialan ójavna, har man við longdum barsilsfarloyvi heldur kvinnuna burtur frá arbeiðsmarknaðinum í eitt heilt ár. Eitt er so tað, at løgtingið ikki vil leingja tíðar- skeiðið, har løn verður útgonldin, samstundis sum farloyvið verður longt. Men tað er rættuliga órógvandi, at landsstýrismaðurin samstundis vil taka 10 milliónir úr skipanina – pengar, sum serliga koma teimum lægst løntu til góðar. Hetta verður gjørt við at stytta tíðarskeiðið fyri útrokningar- grundarlagnum úr einum ári til seks mánaðir. Hetta gongur út yvir tey við lægru og ójøvnu inntøkunum, meðan tey í tryggum størvum við høgum lønum einki merkja. Sosialt órættvíst so tað stendur eftir! Barsilsskipanin hevur verið eitt stórt framstig á arbeiðsmarknaðinum. Men um vit ikki fáa eina betur javvág millum kvinnu og mann, so verður barsilsskipanin eitt afturstig, tí við henni verður kvinnan hildin burtur frá arbeiðsmarknaðinum í alt ov langa tíð. Hetta fer at merkja, at menn fáa nógv betur møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, tí at arbeiðsgevarar fara at hveppast við at seta eina kvinnu í starv, sum fer at verða burtur frá arbeiði í kanska upp til trý ella fýra ár. Hetta mátti sagt nóg mikið. Tað er ikki so trupult hjá monnum at ganga heima og ansa børnum. Tvørtur- ímóti er tað eitt privelegium, sum allir menn áttu at gjørt sær dælt av. Tá tingmenn fara at tosa um, at menn ikki kunnu geva bróst, so er hetta bert eitt dømi um primitivan hugsunarhátt – og at teir ikki vilja skilja málið og ikki tora at viðgera málið í tí álvara, tað hevur uppiborið. Ber ikki til at fáa eitt ára barnburðarfarloyvi við løn í fyrstu atløgu, so eigur hetta at verða gjørt yvir eitt í lógini ásett tíðarskeið. Men tað er av alstórum týdningi, at ein ávísur partur verður til mannin, t. d. tríggir mánaðir. Tekur maðurin ikki tríggjar mánaðir, so eigur kvinnan bert at fáa hinar níggju mánaðirnar. Á henda hátt fáa vit ment eina hug- burðsbroyting, sum førir til javnrættindi, og sum hevur fyriliti fyri tørvin hjá familjuni. DAGSINS MEINING Sosialurin Sjálvandi skulu menn í barsilsfarloyvi VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Daniel J. Thomsen Kvívík 26.11.02 Mikil er tann orka og mong eru orðini nýtt eru í polit- iska kjakinum, verið hevur her á landi seinastu árini um útbygdu vælferðina ella manglar við henni. Eisini er tann stóri tokki politik- ararnir hava til tey gomlu, til fólkapensionistarnar, umrøddur og so rørandi. Ei dánin í. Tað vóru jú tey sum í 1998 lótu Full- veldislandsstýrinum eitt vælvirkandi samfelag at umsita. Hesi fólkini, núverandi fólkapensionistarnir, fingu ringast tonkiliga byrjan í lívinum. Tey stettlaðu inn í verðinskreppuna í 1930- árunum ella vóru borin inn í hana. Tey komu á arbeiðs- marknaðin í sjálvgjørdu føroysku kreppuna í 1950- árunum, eftir at framfúsnir føroyingar í fyrilitaleysum ótolni keyptu rustað burt- urkast úr Íslandi og Eng- landi at trola við og harvið søplaðu peninganøgdina frá krígsárunum burtur. Við hollari danskari hjálp strev- aðu tey seg úr kreppuni og bygdu vælvirkandi fiski- vinnusamfelag upp. Aftur rakti sjálvgjørd føroysk kreppa tey í 1992, tá úrslitini av villa »stolta« sjálvrósta vinnu- og fíggj- arpolitikkinum frá 1986- 87-88 ikki kundu krógvast longur. Góðu knotur og seiggið í hesum fólki sam- an við dyggum donskum peningastuðli vunnu eisini á hesi kreppu. Soleiðis kom fullveldislandsstýrið til bygd hús og skorin klæði, sum orðatakið sigur. Hvussu takkaði lands- stýrið fólkapensionistunum fyri alt tað, teir løgdu eftir seg við fráferð av arbeiðs- marknaðinum. Jú tað tók hálva fólkapensiónina, teir skuldu hava eftir avtalu frá 1987. Avtalan um blokkin Tann 9. mars 1987 gjørdu Javnaðar-/ Tjóðveldislands- stýrið avtalu við regering- ina í Keypmannahavn, um at sleppa undan endur- gjaldsskipanini, ið gav landsstýrinum endurgjald fyri útreiðslur av ríkis- og felagsuppgávum. Hon sig- ur at staturin rindar 50% av fólkapensiónini og at pen- siónsparturin er 25% av blokkinum. Tað var staðfest við Folketingslov frá ok- tober 1987 (Bemærkninger til lovforslag síðu 2). Víðari sigur grein 5 í avtaluni »statslige merud- gifter i 1987-prisniveau justeres satserne på pensionsområdet således, at der med hensyn til forskelle i beskatning m.v. sikres samme disponible indkomst for pensions- modtagere på Færøerne og i Danmark«. Eftir hesi av- talu hevur regeringin gold- ið landsstýrinum: Soleiðis hevur landsstýrið fingið 945,25 mió. at gjalda fólkapensionistun- um, men hvat hevur tað gjørt? Jú, peningurin er næstan allur koyrdur í Landsbankan og kallast uppsparing. Um nú renta og rentisrenta 6% verður løgd til mánaðargjaldið frá 1.1.1998 til 1.1.2002 er peningur pensionistanna vorðin meir enn milliardin. Tá eg sigi, næstan allur peningurin er farin í Lands- bankan er orsøkin tann, at donsku fólkapensionistar- nir fáa minstuveiting kr. 6.200,- meðan teir føroysku fingu kr. 3.313,- fram til 30. apríl 2002 so munurin gjørdist kr. 213,- meir enn hálva pensión. Sjálvan valdagin 30. apríl 2002 sendi landsstýrið øllum pensionistum viðbót kr. 1008,- Eitt bláljós at blinda pensionistarnar, so teir ikki varnast, at fíggjar- málaráðharrin hevði lagt lógforslag fyri Folketinget om at veita fast tilskot til føroysku fólkapensiónina kr. 213,6 mió. fyri inni- verandi ár. Folketinget samtykti tað beint áðrenn tað fór í summarfrí 5.6.2002. Longu frá 1.1.102. var 1/12 forskots- vís goldin landsstýrinum um mánaðin. Vil landsstýrið soleiðis dríva forrætning við fólka- pensionistunum, tað fær kr. 213,6 mió. úr Danmark til teirra, men letur teimum bert 50 burturav, meðan hinar kr. 163,6 verða koyrd- ar í Landsbankan og kallast rakstraryvirskot, ella er regeringin lumpa inn í eitt myrkaspæl? Krav pensionistana má verða at minstaveiting við øllum viðbótum – full pensión – verður goldin frá 1.1.2002. Síðan má skil fáast á spurninginum um milliardina. Framferðin hevur higartil, eisini hjá sjálvbjargnislandsstýrinum , verið ódámlig fyri ikki at siga óhugnalig. Hvat gera pensionista- feløgini? Kanska flestu ella í hvussu so er meginparturin av um- leið 7000 fólkapensionist- unum eru limir í pension- istafelag, so her er talan um størri felag enn Føroya Fiskimannafelag og Føroya Arbeiðarafelag tilsamans, sum skuldi havt nóg góða styrki at røkt størsta áhuga- mál limanna. Man nakar kunna fyri- stilla sær, at feløgini á ar- beiðsmarknaðinum høvdu sitið hendur í favn og hugt at, meðan meir enn 200 mió. vóru tiknar frá teirra limum árliga, ella hvar hevði tann persónur, ið fingið hevði til uppgávu at umsita og útgjalda meir enn 200 mió. til navngivnar persónar verið, um hann ikki gjørdi tað, men í staðin setti tær í banka til sín sjálvs? Mundi hann ikki farið í geglið? Eigur poli- tikkur at vera annarleiðis? Um nøkur meining skal verða í pensionistafeløgum, mugu tey skaffa limum sínum, fólkapensionistun- um, tær pensiónir, teir hava lógarfestan (Folketingslov) rætt til. Síðan kunnu tey hugna sær. Hvar er andstøðan á tingi? Tað er hugstoytandi, at ikki skal vera so mikil stiril í andstøðuni, at hon átalar tí búskaparliga lemjandi við- ferð landsstýrið gevur teim- um 7000 fólkapensionist- unum, sum hon hevur at takka fyri at sita fjálgt og gott. PS: Løgtingsins umboðs- maður átti at hava so mikla virðing fyri landsins íbúgv- um, at hann av eintingum kannaði rættindi pension- istanna og átalaði lands- stýrið fyri tess ránsferð móti pensionistunum og tingið ella lands-stýris- mannanevnd tess fyri líka- sælu í sama máli. Blokk Fólkapens. 25% 1998 908 mió. 227,00 mió. 1999 933 - 233,25 - 2000 958 - 239,50 - 2001 982 - 245,50 - Til saman 3.781 mió 945,25 mió Heldur Landsstýrið gjørdar avtalur? Sunnudagin 1. de- sember, verður kon- sert í Glyvra kirkju við luttøku av tveim- um orkestrum, Nes sóknar Musikkfelag og GHM. Hetta sam- starv er fingið í lag av venjaranum hjá NSM, Ken Jones. Hann er eisini venjari hjá GHM KONSERT Tíðindaskriv GHM, sum er eitt har- moniorkestur, tvs., at har eru bæði horn og træ- blásarar við, telur uml. 25 spælarar. Á skránni hjá teimum verður eitt stykki hjá Vivaldi, filmstema úr "The Gothfather", Roman- tic Mood og Evening Prayer. Orkestrið hevur 3 venjarar: Ken Jones, Andreu Heindriksdóttir og Odd Hentze, men á kon- sertini fara venjararnir at spæla við, og tí verður tað Martin Mouritsen, ið fer at stjórna orkestrinum á konsertini. Nes sóknar Musikkfelag er sett saman av spælarum úr bygdunum kring Skála- fjørðin og úr Oyndarfirði. Har eru bæði ungir og eldri spælarar, frá 12 til 72 ár, og tilsamans eru tey 25. Orkestrið spælir regluliga til mong ymisk tiltøk: stevnur, hátíðarhald, kon- sertir og tendring av jóla- trøum. Leiðari hjá orkestr- inum er musikklærarin Ken Jones. Á konsertini spælir orkestrið eina skrá við jóla- tónleiki. Konsertin í Glyvra kirkju sunnudagin byrjar kl. 16. VIÐMERKINGAR Jógvan við Keldu løgtingsmaður Vit eru sum politik- arar vald til at loysa politisk- og samfelags- mál , og tað eigur at vera fremst í okkara huga Í Sosialinum seinasta týsdag hevur Vilhelm Johannesen, løgtings- maður viðmerkingar til røðu, sum eg helt í sam- band við Trivnaðar- og heilsudagarnar í Norður- landahúsinum 14. og 15. november. Ein hevur sagt, at: "Gert tú lítið í politikki, so kanst tú í øllum førum finnast at". Í røðu míni vísti eg á, hvussu stórur partur av fíggjarlógini varð nýttur til almanna- og heilsu- mál eitt nú í Danmark, Noregi og Íslandi, og sammetti hetta við, at vit í Føroyum lutfalsliga lógu á leið og omanfyri hesi londini. Hetta hevur við sær, at vit ikki kunnu rokna við eini størri lutfalsligari upphædd á fíggjar-løg- tingslógini. Hetta ger seg galdandi, hvør flokkur so kemur at sita við róðrið. Neyðugt við nýhugsan Tí var eg inni á, at vit mugu síggja í eyguni, at neyðugt verður við ný- hugsan, við einum broyttum hugburði og at peningurin verður brúkt- ur á ein skinsamligari hátt. Her kann eg leggja afturat, hetta snýr seg ikki bert um almanna- og heilsuøkið, men um øll øki á fíggjarløgtings- lógini. Lat meg endurtaka tað sum eg segði, at "tey veiku og sjúku skulu vit raðfesta høgt, og at vit skulu hava ráð til hesi, men ikki til eina fløkta og ov stóra umsiting". At umsitingin er økt er einki nýtt, hetta er nevni- liga tað, sum eg ávari ímóti, og havi ávarað ímóti í mong ár. Eisini havi eg, og fari eg fram- vegis at ávarað ímóti hesum sum samgongu- limur. Hóast hetta, er umsitingin økt og nógv økt, eins og tá Vilhelm Johannesen sat við róðrið. 75% av fíggjarlógini Í míni røðu í Norður- landahúsinum vísti eg eisini á, at almanna- og heilsøkið saman við gransking og útbúgving – sum er tyngsti partur av fíggjarløgtingslógini – fær í dag 2,4 milliard krónur av 3.2 milliardum krónum. – Hetta er 75% ella tríggir fjóðringar av løgtingsfíggjarlógini. At Vilhelm Johanne- sen bítur seg fastan í, at fíggjarløgtingslógin 2003 er uppá 3.631.207 milliónir krónur heldur enn rakstrartølini eg vísi á, sum eru uppá 3.2 milliardir krónur, er møguliga fyri at gera seg "interessantan". Bæði tølini kunnu vera røtt. Spurningurin er, hvussu tað verður sett upp. Munurin er ein rentu- partur o.a., sum verður nýttur til nakað ávíst, og ikki kann brúkast til annað. Alt annað, sum Vil- helm Johannesen skrivar um, tí okkurt skal hann jú av og á "profilera" seg við, fari eg at lata standa í hesum umfari. Vit eru sum politikarar vald inn av okkara fólki til at loysa politisk- og samfelagsmál, at loysa tey á bestan hátt við ábyrgd og tað eiga vit at hava fremst í okkara huga. Tá einki annað gerst, ber til at finnast at Jólakonsert í Glyvra kirkju Andrias Petersen Kjartan Hoydal hevur í Fregnum tann 22. nov. áhugaverda grein, har hann spyr eftir føroyskum loysn- um á teimum trimum stóru útreiðslukrevjandi økjun- um: almannamál, heilsu- mál og skúlamál. Sjálvur kemur hann ikki við nøkr- um ítøkiligum. Kjartan Hoydal er ikki hvør sum helst. 10 ár sum sentralur persónur í føroysku mið- fyrisitingini, ein av odda- monnunum í loysingarsam- takinum Hesuferð og so ella so tætt knýttur at Tjóð- veldisflokkinum. Tað sum undrar meg er, at hann spyr eftir serfør- oyskum loysnum á hesum trimum økjum, uttan at ítøkiliggera tær, og tað sum undrar uppaftur meir er, at Tjóðveldisflokkurin, nú á fimta ári í landsstýrinum ikki hevur spælt nakað út um, hvørjar serføroyskar loysnir skulu verða, hóast dúgliga hevur hildið uppá at tær finnast. Spurningur mín er, um tað finnast so serligar serføroyskar loysn- ir, sum eru nógv ørvísi enn tær í teimum Norðurlond- um, vit vanliga samanbera okkum við. Ein fyritreyt er tá at stað- festa munin ímillum tað føroyska fiskivinnusamfe- lagið og t.d. fiskivinnu- samfelagið í Kyst-Norge, á Norðureysturlandinum í Íslandi ella fiskivinnu sam- feløgini í Vestur Jútlandi. Um munur er, skuldu vit funni hann í hesum økjum. Spurt verður eftir ser- ligum føroyskum loysnum, helst við tí fyri eyga, at tær skulu verða bíligari fyri landskassan, og sjálvandi kunnu vit finna sovorðnar loysnir, sum eru bíligari, men okkara stóri trupuleiki er, at tá vit hava verri skip- anir á hesum økjum, er vandi fyri at fráflytingin økist, og so eru vit sam- anlagt verri fyri at mennast. Javnaðarflokkurin er altíð tilreiðar at viðgera tær ymisku samfelagsskipanir- nar á skúla-, heilsu- og al- mannaøkinum, eisini við atliti til ein sjálvberandi búskap, men vit taka fyrst og fremst hædd fyri, at støði er sambærligt við hini norðanlondini, fyri at halda fólkið í landinum. Hetta er helst stórsti munurin á okk- um og Tjóðveldisflokkin- um, sum setur fullveldi fyrst, og so má fólki laga seg eftir tí, og um vit eru fleiri ella færri verður ikki avgerandi. Vit hava bíða eftir ítøki- ligum útspæli frá Tjóðveld- isflokkinum og restini av samgonguni nú í fýra ár, men enn er einki ítøkiligt komið, bert verði yvirordn- aður national romantikkur, sum ikki kann brúkast til nakað í viðgerðini av væl- ferðaskipanunum í fram- tíðarsamfelagnum. Okkara styrki og veik- leiki er, at vit hava eitt ógvuliga vælútbúgvi fólk, har stórur partur er førur fyri at arbeiða allarstaðir í heiminum, og serliga í Norðurlondum. Tí er neyð- ugt tá tú viðgerð vælferðar- skipanirnar, at hesar liggja nøkulunda á sama støði sum aðrastaðni, annars flytir fólki. Søgan hevur víst tað í 30´-, 50´- og 90´unum, tá tær stóru samfelags kreppurnar vóru. National romantikkur er ikki nokk í tí globaliseraða heiminum. Nú tá vit viðgera sam- felagsskipanirnar í Føroy- um, er nærliggjandi, fyrst at byrja í erva, og hugsa um miðfyrisitingin ikki kundi verið broytt. Eg eri samdur við Kjartani Hoydal í, at tað Norman-Christen- sen´ska modelli ikki var nøktandi. Vit fóru jú úr landsstýrinum av somu or- søk í 1996. Men fullveldissamgong- an síðani 1998 hevur útbygt hetta so tað nú er nærum skomm. 45.000 fólk við 9 landsstýrismonnum og undirliggjandi fyrisiting- um. Hvat við at lagt hetta tal fast á 6 ministeriir, íroknað løgmann, og so mátti politiska kabalin við samgonguskipan laga seg eftir tí, og onnur atlit verði tikin við nevndarsessum og øðrum. Miðfyrisitingin kundi sæð soleiðis út. Løgmaður: (eftirlit við landsstýris- arbeiðinum, uttanríkismál, fiskivinnusamráðingar, yvirordnað starvsfólkamál umframt lógardeild) Fíggjarmál: (sum nú + framtaksgrunn- urin, íleggingargrunnur, fíggingargrunnurin frá 1992) Trivnaðarmál: (heilsu og almannamál) Mentamál: (skúli, hægri útbugvingar, mentan og kirkja) Vinnumál: (fiskivinna á landi og sjógvi, alivinna, oljuvinna og onnur privat vinna) Innlendismál: (kommunir, FøroyaTele, SEV, IRF, Strandfaraskip Landsins, Landsverkfrøðingurin, bústaðarviðurskifti, umhvørvismál) Hetta er eitt hugskot, sjálv- andi er ikki alt við, men tað skuldi ikki verið trupult at koyrt ónevnd øki í hesa skipan. Eftir hesi skipan er møguleiki fyri at ratio- nalisera miðfyrisitingina. Útspælið um hvørji øki eru serføroysk, og hvussu tey skulu skipast, bíða vit spentir eftir frá samgong- uni, sum nú situr á fimta árið í landsstýrinum, og sigst ætla sær at útbyggja ein sjálvberandi føroyskan búskap. Vit í Javnaðar- flokkinum eru tilreiðar at viðgera slíkar spurningar, og gera okkara ávirkan galdandi. Politikkur snýr seg um at finna nýggja leiðir og tora at gera breiðar semjur. Føroyskar loysnir ??? C M Y K 11 10