hósdagur 28. november 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 229 - 28. november 2002
Nr. 229 - 28. november 2002
13
Aftur at lossa
Lossingarmenninir
í
amerikansku kyrrahavs-
havnunum fara aftur til
arbeiðis fyrsta dagin
eftir at hava verið í verk-
falli í longri tíð.
Lossingarmenninir
góðtóku mánadagin eitt
semingsuppskot,
sum
tryggjar teimum betri
eftirløn, men samstundis
noyddust teir at góðtaka,
at havnirnar fara at nýta
ymisk nútímans lossi-
amboð, sum gera, at tað
verður ikki brúk fyri so
nógvum lossingarmonn-
um sum fyrr.
Verkfallið hjá lossing-
armonnunum
hevur
kostað
amerikanska
samfelagnum
umleið
eina milliard dollarar
um dagin, og fleiri
reiðaríir
hava
mist
nógvan pening. Umleið
100 stór farmaskip hava
ligið við bryggju við
farmi og bíðað. Teirra
millum
vóru
fleiri
bingjuskip hjá Maersk
Sealand, sum danska
A.P. Møller eigur.
UTTAN ÚR HEIMI
Belo fer frá
Biskuppurin í Eystur
Timor, Carlos Ximenes
Belo, sum fekk friðar-
heiðursløn
Nobels
í
1996, hevur biðið Jó-
hannes Páll páva loysa
seg úr embætinum.
Úr Eystur Timor verð-
ur sagt, at heilsan er
farin at svíkja hjá tí 54
ára gamla biskuppinum,
og vælvitandi keldur í
Vatikaninum søgdu í
gjár, at pávin hevur
longu
játtað
umbøn
hansara.
Carlos Ximenes Belo
fekk Nobel-friðarheið-
urslønina saman við
Jose
Ramos-Horta
í
1996 fyri arbeiðið, sum
teir báðir høvdu gjørt
fyri at fáa ein friðarligan
enda á indonesisku her-
setingini. Hann var eis-
ini ein av høvuðsmonn-
unum í friðarsamráð-
ingunum, sum ST stóð á
odda fyri fyri trimum
árum síðani. Belo, sum
er føddur í 1948, gjørd-
ist biskuppur í 1988.
Ísrael hevur biðið Týsk-
land selja sær rakettir av
slagnum
Patriot,
og
fyrradagin segði Ger-
hard Schrøder, kanslari,
at Ísrael fær rakettirnar.
Schrøder segði tað vera
eina treyt, at rakettirnar
bert verða nýttar til
verjuendamál.
Í Týsklandi verður
hildið, at ísraelski her-
urin hevur bílagt rakett-
irnar til verju ímóti
møguligum
irakskum
álopum. Tá Irak varð
rikið úr Kuwait, skutu
irakar fleiri Scud-rakett-
ir eftir Ísrael, og vandi er
fyri, at tað sama kann
henda, leypa amerikan-
arar á Irak aftur nú.
Týskland hevur fleiri
ferðir boðað frá, at
landið fer ikki at taka lut
í einum álopi á Irak,
men Gerhard Schrøder,
kanslari hevur hinvegin
sagt, at Týskland hevur
eina søguliga skyldu at
hjálpa Ísrael at verja seg
ímóti álopum.
Ein av lívverjunum hjá
fyrrverandi jugoslaviska
forsetanum, Slobodan
Milosevic, varð myrdur í
Beograd týskvøldið.
Lívverjin sat í einum
bili saman við einum
øðrum manni, tá onkur
loysti fleiri skot av eftir
bilinum. Báðor mennin-
ir doyðu, men løgreglan
veit ikki, hvør ella
hvørjir drápsmenninir
vóru.
Lívverjin,
Nenad
Batocanin, var lívverji
hjá Milosevic, til hesin
varð
koyrdur
frá
í
oktober í 2000. Seinni
gjørdist hann ovasti fyri
lívverjuni hjá Zoran
Zizic, forsætisráðharra,
og tað starvið hevði
hann til á sumri í fjør, tá
Milosevic varð tikin og
fluttur til krígsbrots-
mannadómstólin í Haag.
Áðrenn hann gjørdist
lívverji hjá Milosevic,
hevði Batocanin eitt
leiðandi starv í løgregl-
uni.
Ísrael fær rakettir
Lívverji skotin
Víðgongda pale-
stinska rørslan Fatah
hóttir Ísrael við
ógvusligum hevndar-
álopum, eftir at ein
ísraelsk rakett drap
tveir hernaðarligar
leiðarar á Vestara
Áarbakka týsdagin
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Teir báðir hernaðarligu
leiðararnir doyðu, tá ís-
raelsmenn skutu eina rakett
eftir einum húsum í flótta-
fólkaleguni Jenin á Vestara
Áarbakka. Annar maðurin
var leiðari í einari deild á
Al-Aqsa-brigadunum, og
hin var deildarleiðari hjá
felagsskapinum Hamaz.
Ein talsmaður hjá Fatah
segði við fronsku tíðinda-
stovuna í gjár, at ísraelska
álopið hevði eina miðvísa
ætlan, og at talan var um
eina beinleiðis avrætting.
Talsmaðurin
segði,
at
álopið forðar fyri, at pale-
stinar kunnu gevast við
sjálvmorðsbumbuatsóknun
um at málum í Ísrael.
- Vit fara at svara harð-
liga aftur. Ísraelsmenn tóku
okkum á bóli hesaferð, og
vit fara at taka teir á bóli,
segði talsmaðurin.
Fyrrapartin í gjár søktu
ísraelskar tyrlur at málum í
býnum Khan Yunis í Gaza-
geiranum. Tyrlurnar skutu
fimm rakettir, sum sam-
bært palestinskum tals-
monnum oyðiløgdu ein
skúla og tvey onnur hús.
Einki fólk fekk skaða.
Ísrael kann vænta sær
ógvuslig hevndarálop
Spania og Frakland
fara nú at skipa regl-
ur um oljuflutning
nærhendis landi
OLJUFLUTNINGUR
Árni Joensen
- Vit hava tikið avgerðina, tí
nú er nóg mikið, segði
franski forsetin, Jacques
Chirac, á einum tíðinda-
fundi í spanska býnum
Malaga, har hann hevði
tosað við spanska forsætis-
ráðharran,
Jose
Maria
Aznar, um dálkingina frá
tangaskipinum "Prestige",
sum sakk úti fyri sponsku
útnyrðingsstrondini.
Bæði Frakland og Spania
hava fyrr kent sviðan av
tangaskipum, sum eru farin
at leka, ella sum eru farin á
land, og spanska stjórnin
kunngjørdi fyrradagin, at í
framtíðini verða tangaskip
kannað, eru tey minni enn
32 fjórðingar úr sponsku
strondini. Skipanin kom í
gildi longu í gjár, og hon
umfatar skip, sum eru eldri
enn 15 ár, og sum hava
einkultan skrokk. Skipini
skulu upplýsa, hvønn farm
tey hava, hvaðani tey koma
og hvagar tey skulu, hvørj-
um flaggi tey sigla undir,
og hvat útgerðarfelag tey
hava. Skip, sum verða
hildin at vera ov vanda-
mikil, fáa boð um at halda
seg longur úr landi.
Fronsku myndugleikarnir
hava
tikið
undir
við
sponsku avgerðini, og hon
fer tí eisini at galda
tangaskip, sum koma í
franskan sjógv. Vanligt er,
at ES-londini hava felags
reglur á slíkum økjum, men
myndugleikarnir í Madrid
og París hava boðað frá, at
teir hava ikki stundir at bíða
eftir einari møguligari av-
gerð í Bruxelles.
Vápnaeftirlitsmennin
ir hjá ST fóru í gjár
undir at kanna, um
Irak hevur hóp-
oyðingarvápn
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Nú fæst at vita, um Irak
hevur
hópoyðingarvápn.
USA sigur jú, Irak nei, og
nú skulu eftirlitsmenninir
hjá ST so kanna, hvør sigur
satt.
Tíðliga gjáramorgunin
fór tað fyrsta bilafylgið við
eftirlitsmonnunum úr Bag-
dad saman við irakskum
embætismonnum og einum
hala av útlendskum tíðinda-
fólki, sum ætla sær at fylgja
við arbeiðinum hjá eftirlits-
monnunum.
Í hesum fyrsta eftirlits-
bólkinum eru 17 mans,
ellivu vápnaeftirlitsmenn
hjá ST og seks serfrøðingar
hjá
altjóða
kjarnorku-
stovninum IAEA, men um
nakrar dagar koma umleið
100 mans afturat. Teirra
millum eru vápnaserfrøð-
ingar, verkfrøðingar og
fólk, sum hava útbúgving
innan lívfrøði og evnafrøði.
Í gjár fóru eftirlitsmenn-
inir fyrst at kanna eina støð
einar 20 kilometrar uttan
fyri Bagdad. Har vóru
vápnaeftirlitsmenn eisini,
áðrenn teir vórðu riknir úr
Irak. Tá komu teir fram á
ólóglig vápn har. Spurning-
urin er so, hvat eftirlits-
menninir finna hesaferð -
ikki bert har, men í Irak.
Nú leita teir eftir vápnum
Betri eftirlit við tangaskipum
Hundraðtals bjargingarmenn og sjálvboðin taka olju upp í sponsku fjøruni, og nú er nóg mikið
við hesum óskilinum, siga Spania og Frakland, sum fara at kanna tangaskipini
Mynd: Reuters
Í morgin, fríggjadagin
29. november, eru 5 ár
liðin síðani spunalag-
ið á Suðuroyar Ull-
virki var tikið í
nýtslu, og harvið
býðst høvi til at hug-
leiða um føroysku
ullina, ullafram-
leiðslu o.s.fr
ULL
Tíðindaskriv
Í mong harrans ár var
orðaskifti millum manna og
mynduleikar um trupul-
leikarnar, sum vóru tengdir
at føroysku ullini. Samlaða
árliga nøgdin, umleið 50
tons var nevnd sum ein
umhvørvistrupulleiki, og
bert heilt smáar nøgdir av
ull vóru innsavnaðar og
gagnnýttar
í
Føroyum.
Ongin ítøkilig ætlan var um
at taka avbjóðingina at
gagnnýta hetta einaferð so
dýrmæta tilfeingi til fulnar.
Sagt varð at føroyska
ullin kundi ikki brúkast,
hon var keðiliga litt og hon
skriðaði, um hon ikki varð
nappað, hetta, hóast flestu
føroyingar vita, at ullin fyrr
var ein treyt fyri at kunna
búleikast her.
So varð, stig tikið til at
stovnað eitt felag har
seyðaeigaranir
í
øllum
landinum áttu lut.
L/F Suðuroyar Ullvirki
varð stovnad tann 29.
november 1995 og enda-
málsgreinirnar eru:
• At takað ímóti og viðgera
ull
• At leiðbeina hvussu ullin
skal handfarast, tá ið
roytt verður
• At skipa fyri seyðasýn-
ingum og aliarbeiði í
sambandi við ull og kjøt
• At góðska ullina til tógv
og vørur fyri at fáa best
møguliga úrtøku
• At røkja áhugamál lim-
anna fyri best møgu-
ligum seyðahaldi
Karðiverk og spunalag,
sum var vælegnað at til-
virka føroyska ull á var
keypt úr Haderslev í Dan-
mark. Spunalagi var tikið í
nýtslu 29. november 1997.
Fyrsta ullin var savnað inn
runt landið á sumri 1998 og
tey seinastu 5 árini hevur
Suðuroyar Ullvirkið tikið
ímótið 135 tonsum av ull.
Av hesum eru umleið 30
tons gagnnýtt sum vørur
seldar frá Ullvirkinum. Til
stuttleika kann nevnast, at
um hetta verður umroknað
til eintátta tógv er talan um
150 millión metur tráð ella
tilsvarandi longd á einum
tráði sum røkkur 4 ferðina
runt knøttin.
SIRRI varð stovnað í
februar 2000, endamálið
var at reka handil við
ullvørum tilvirka úr reinari
føroyskari ull. Nú gott 2 ár
seinri hevur SIRRI handil í
Vági, á Áarvegnum í Havn
og í Runavík. SIRRI klæði
verða eisini seld hjá Vimu í
Klakksvík, í Prýðinum á
flogvøllinum, í Stikkuni á
Eiði og á Heimavirkinum í
Vági.
Harafturat
verða
SIRRI klæði seld í Keyp-
mannahavn, Stavanger og
Skien í Norra, umframt at
fólk úr øllum heraðs-
hornum í heiminum keypa
av heimasíðuni www.sirri.fo
SIRRI hevur lagt seg eftir
at sniðgeva til børn í øllum
aldri, ung og eldri. Í byrj-
anini fingust bert hosur og
føroyskar
troyggjur
til
keyps, nú er samlaða vøru-
úrvali stórt - 50 ymiskar
vørur býtt millum karðaða
ull, tógv, pløgg frá innast til
uttast til gerandis og fínt og
okkurt til húsbúnað.
Í løtuni arbeiða 10 fólk
hjá Suðuroyar Ullvirki og
SIRRI, harafturat eru tíðugt
lesandi innan klædnaídna í
praktikk.
Næmingarnir
koma úr øllum norðurlond-
um, t.d hava fleiri føroy-
ingar verið, sum nema sær
útbúgving í Danmark.
SIRRI vørur eru ser-
merktar,
slitsterkar
og
spennandi!. Sermerkini eru
m.a. tað tøvda tilfari, brúk
av hornknøppum og brúki
av vovnum og bundnum
tilfari saman. Møguleik-
arnir við føroysku ullini
vísa seg at verða óavmark-
aðir bæði hvat snið og brúki
viðvíkur. Tað eru nógvir
fyrimunir at brúka reina
føroyska ull; t.d. hava
náttúrulitirnir eitt framúr-
skarandi litspæl - litað ull
virkar, í mun til hana,
lívleys. Eftirsum ullin er
samfingin er hon ógvuliga
slitsterk og harðført, so
pløggini tola nógv av.
Tíverri er tað framvegis
ikki fingin í lag ein ull-
innheintingar- og flokking-
arskipan í Føroyum. Hetta
er ógvuliga umráðandi,
skal dygdin á føroysku ull-
vørunum gerast uppaftur
betur. Suðuroyar Ullvirki
hevur sent Vinnumálastýr-
inum uppskot um eina slíka
skipan og vit meta at skip-
anin má fevna um serliga
hesi evni:
• Kunning og vegleiðing
um handfaring av ull
• Innheinting og flokking-
arskipan fyri ullina
• Vasking av ullini
• Víðari tilvirkan av ullini
til pløgg.
Suðuroyar Ullvirki metir at
tað er umráðandi og rætt at
øll liðini í ullahandfaringini
frá rættini til plagg verður
gjørt í Føroyum. Altjóða
ráki vísir at tað er eftir-
spurningur eftir sermerkt-
um
vørum
framleiddar
burðardygt (mótvegis vør-
um framleiddar av ull vaska
t.d. í Onglandi, spunnið í
Latín Amerika, bundið í
Litavia og síðani selt í
einum fjórða landi).
Gott hevði verðið um ull
kom á dagskránna hjá
teimum hon er viðkomandi
fyri;
mynduleikunum,
bóndrum og almenningin-
um saman við ullavirkjun-
um.
Suðuroyar Ullvirki og
SIRRI meta at framtíðar-
vánirnar fyri fyritøkurnar
og føroysku ullina eru
góðar. Viðskiftafólk eru
væl nøgd við vørurnar og
halda tær verða haldbarar.
Eftirspurningurin
eftir
SIRRI vørum er stórur og
bara økjandi, nýggj snið
verða
væl
móttikin.
Maskinvevir eru keyptir og
verða settir í gongd til várs.
Ætlanin er framvegis at
økja um vøruúrvalið og
brúksøki, t.d. gleða vit
okkum til at gera heimsins
sterkastu gólvteppi burtur
úr samfingnari ull við
nógvum broddi.
Samanumtikið kann sig-
ast, at okkara royndir eru,
at fólk hesi seinastu 5 árini
hava tikið ta føroysku ullina
til sín aftur - hava gjørt seg
til eitt við serligu dygdina í
reinari
føroyskari
ull.
Endiliga hava pløgg úr
føroyskari ull í náttúrulitum
aftur fingið heiðurpláss - at
verða brúkt til gerandis og
fint. Útlendingar hava sagt
seg imponerað av, at før-
oyingar hava klárað at gera
klæði við sermerkta snið-
inum og úr náttúrulitunum
hetta er, t.d. ikki sligið
ígjøgnum í grannalondun-
um t.d Íslandi, Noregi,
Shetlandi ella Írlandi.
Suðuroyar Ullvirki er
einasta virki í landinum,
sum er grundað á fram-
leiðslu av vørum úr før-
oyskari ull, og er eisini
einasta virki i landinum,
sum bara fæst við at spinna
føroyska ull - so einfalt er
tað!.
Í sambandi við 5 ára
dagin verður latið 10 %
avsláttur av SIRRI vørum í
handlunum
sum
selja
SIRRI vørur.
Komandi leygardag tann
30. november er virkið opið
fyri almenninginum mill-
um kl. 14 - 17.
Føroyska ullin hevur lív lagað
Seyðahár
í 1000 ár
átti lívið
í okkum
Ein vælbundin troyggja
úr føroyskari ull
Er eins og brynja
ið verjir fyri øllum veðri
lat teg úr troyggjuni
rist hana einar tvær ferðir
og regndroparnir flúgva burtur
Vælbundnar hosur
eru altíð heitar
Verða tær vátar
hitna tær aftur
Var tú kaldur um
høvur og fót
beyð tær ikki bót
Frá innast til uttast
frá høvur til fót
Hin vælsignaða ullin
eisini til segl og nót
Við hógv
verður ull
til víkingatógv
Steinbjørn B. Jacobsen
Hjúnini Brattaberg í ferð við enn eitt marknaðartiltak til frama fyri brúki av føroyskari ull. Her á sølustevnu í høllini á Nabb
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
13
12