Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 28. november 2002 15 Sannur hátíðardámur valdaði á keiini í Haraldssundi mikumorgunin, tá nýggi trolbáturin Dýrindal kom til bygdina TROLBÁTUR Solby A. Eliasen Haraldssund: Hóast tað var nógvur vindur, og tað hevði hug at regna, var fitt av fólki savnað á keiini, tá trolbáturin Dýrindal legði at í myrkrinum fyrrapartin mikudagin. Alt bygdarfólki og fleiri avbygdafólk eisini vóru komin at taka ímóti. Børn veittraðu við fløgg- um, og Klaksvíkar Horn- orkestur spældi nøkur løg. Heini O. Heinesen helt røðu vegna kommununa, har hann ynskti Páll Klett- skarð, eigaranum av Dýrin- dali, til lukku við nýggja bátinum og bjóðaði teimum hjartaliga vælkomnum. Síðani takkaði Páll Klett- skarð fyri stórfingnu mót- tøkuna. Aftaná hátíðarløtuna á keiini, bjóðaði kommunan ábit í bygdarhúsinum. Dýrindal er bygdur á eini nýggjari skipasmiðju á Hafnafirði í Íslandi. Hann kostaði umleið seks milli- ónir krónur. Fyrst verður helst farið ein royndartúr, áðrenn fyrsti rættiligi fiskitúrurin verður. Tað verða væntandi fýra ella fimm mans við bátinum. Nýggjur trolbátur til Haraldssunds Nýggi trolbáturin, Dýrindal, hjá Páll Klettskarð kom til Haraldssund mikumorgunin 15 14 Nr. 229 - 28. november 2002 Ukrainsk operakonsert Leygardagin 30. nov- ember klokkan 16:00 verður konsert í Norðurlandahúsinum við operasangarunum Vasyl Chepelyuk og Mykhaylo Lazuka og harmonikuspælaranu m Vsevolod Lazuka úr Ukraina. Konsertin er fingin í lag í sam- bandi við Skandinav- isku Barnamissiónina KONSERT Tíðindaskriv Leygardagin verður fjøl- táttað konsert í Norður- landahúsinum. Byrjað verður við M.C. Restorff, sum syngur tríggjar sangir við egnum fylgispæli. Eftir henda heimliga inn- gang koma høvuðsnøvnini á pallin. Teir eru operasang- ararnir Vasyl Chepelyuk og Mykhailo Lazuka úr Ukra- ina. Á skránni hava teir fólkasangir og romansur úr heimlandinum, kosakk- sangir og brot úr vestur- lendskum verkum eftir Verdi, Puchini og Schubert, eins og sálmar sum “Amaz- ing Grace”. Og ikki at gloyma Santa Lucia, nú jól- ini eru í nánd. Vasyl Chepelyuk er fødd- ur í landslutinum Volyn í Ukraina 1954. Í sjeytiárun- um læs hann tónleik í Lutsk og seinni á lærda mentunar- háskúlanum í høvuðsstað- num Kyiv (Kiev). Í 1989 fekk Vasyl heitið heiðurs- sangari í Ukraina og í 1993 varð hann kosin ukrainskur tjóðsangari. Hetta er hægsta heitið, útinnandi listafólk kunnu fáa í Ukra- ina. Síðani 1997 hevur Vas- yl starvast saman við Fil- harmoniska orkesturinum í Volyn, har hann eisini und- irvísir. Hann hevur havt konsertir í øllum pørtunum av gamla Sovjettsamveldi- num og í Eysturevropa, Týsklandi, Svøríki og Dan- mark. Mykhaylo Lazuka er føddur í landslutinum Zhytomyr í Ukraina 1957. Miðskeiðis í sjeytiárunum var hann í sovjettiska heri- num og luttók í deildini fyri dansi og sangi. Í 1977 fekk hann starv sum sangari í Filharmoniska orkestrinum í Zhytomyr og eitt ár seinni í Filharmoniska orkestri- num í Volyn, har hann enn starvast saman við Vasyl Chepelyuk. Mykhaylo hev- ur lisið tónleik á lærda há- skúlanum í Rivno. Í 1995 fekk hann heiðursløn frá ukrainska forsetanum og árið eftir, í 1996, fekk Myk- haylo sama heiður sum starvsfelagin Vasyl, tá hann varð kosin at vera ein av ukrainsku heiðurssangar- unum. Mykhaylo hevur eins og Vasyl havt konsertir í øllum pørtum av gamla Sovjettsamveldinum og í Eysturevropeisku londum, Týsklandi, Svøríki og Dan- mark. Skráin hjá operasang- arunum báðum byrjar við “O! Sole Mio”. Síðani verða vit førd víðari við Va- syl, sum syngur úr La Traviata og Mykhailo, sum syngur “Katarri”, ið er nea- politanskur sangur. Tilsam- ans fimm duettir eru á skránni, eitt nú tiltiknu ko- sakk-sangirnir, russiskir fólkasangir og heimsins kendasti sálmur “Amazing Grace”. Við á Føroyaferðini er eisini ungi harmonikusnill- ingurin Vsevolod Lazuka. Hann er sonur Mykhaylo og fer at luttaka ínnímillum í konsertskránni. Vsevolod spælir m.a.Vivaldi, sum hann í staðin fyri strúkarar hevur útsett fyri egna har- moniku. Tað er føroyska deildin av Skandinavisku Barna- missiónini, sum hevur fing- ið vitjanina í lag. Føroyskt umboð er Ella Niclasen. Høvuðsskrivstovan hjá missiónini er í Malmö. Arbeiðsøkini hjá Skandi- navisku Barnamissiónini eru Filipsoyggjar, har arb- eitt verður millum børn í trongum korum, og í Ukra- ina, har millum annað arb- eitt verður fyri geisla- skæddu børnini úr Tjerno- byløkinum. Konsertin við ukrainsku operasangarunum verður í Høllini í Norðurlandahúsi- num leygardagin 30. nov- ember klokkan 16:00. Við steðgi varir konsertin í tveir tímar. Atgongumerki, sum kosta 100,- krónur fáast í Húsinum og Kunningar- stovuni í Havn. Ukrainsku operasangararnir Vasyl Chepelyuk og Mykhailo Lazuka Ukrainsku operasangararnir Vasyl Chepelyuk og Mykhailo Lazuka ávegis til Føroya. Sitandi, ímillum teir, er harmonkasnillingurin Vsevolod Lazuka, sum er sonur Mykhailo. Myndin er tikin týsdagin í Operahúsinum í Malmø. Leygardagin hava teir konsert í Norðurlandahúsinum. C M Y K 14