Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 28. november 2002 17 Nr. 229 • hósdagur • 28. november 2002 • 76. árg. Ein heilt nýggjur Toyota Avensis kemur á marknaðin í vár. Talan er um ein bil, sum onki hevur til felags við forgang- aran uttan motorar- nar. Designið minnir mest um VW og Audi BILAR Magnus Gunnarsson Tá Toyota Carina bleiv til Avensis fyri umleið fýra árum síðan, vóru ikki tær stóru designbroytingarnar at síggja. Hesaferð er talan um ein heilt nýggjan bil. Tað verður alt meira van- ligt at firmabilar og fa- miljubilar hava sportligar koyrieginleikar. Vit hava sæð tað í fleiri av teimum nýggju bilunum, sum eru komnir á marknaðin í sein- astuni. Til undirvognin á nýggja Avensis hava Toyota brúkt sama koncept sum til sportvognin Celica. Tað eru ikki einans koyrieginleik- arnir, teir hava gjørt nógv burturúr, designið er nýtt og í smartum evropeiskum stíli. Sum vit síggja á myndunum, kundi bilurin fyri tað verið týskur. Avensis er teknaður á ED2- designteknistovuni í Frak- landi, sum eisini hava tekn- að Yaris og Corolla. Ein nýggjur motorur verður á skránni, tað er ein 2,0 litur dieselmotorur við 116 hk og nýggja umhvørvisvinar- liga D-CAT filtrinum, sum minkar munandi um dálk- andi útlátið frá útstoytinum. Antispinn verður standard í øllum útgávunum. Nýggjur Avensis í vár Toyota Avensis stationcar. Designið er smart og heilt í evropeiskum stíli Avensis sedan. 2,0 litur dieselmotorurin hevur nýggja umhvørvisliga D-CAT partiksótfiltrið, ið er ein uppfining hjá Toyota. Avensis hevur sportsligar koyrieginleikar í stíl við Toyota Celica Avensis innan. Alu-look og alt í evropeiskum stíli. Car of the Year Renault Megane II bleiv av 58 motor- journalistar frá 22 evropeiskum londum kosin "Car of the Year 2003". Ein av grund- gevingunum var, at Megane II hevur heilt annarleiðis og ser- merkt design. Kelda: Volvo Personvogne Danmark A/S 9-3 selur væl Eftirspurningurin eftir nýggja Saab 9-3 er so stórur, at verksmiðjan í Trollhättan klárar ikki at fremleiða nokk av bilum. Væntandi verða 40.000 bilar seldir í 2002, harav størsti parturin fer til USA. Kelda: Bil Magasinet NAF dekktest Norska blaðið Motor gjørdi herfyri eina dekktest, har teir sam- anbóru vanlig lamell- dekk og lamelldekk við píkum. Tað vísti seg at á ísi við 50 km/t, bremsaðu lamelldekk- ini í summum førum betur enn píkadekkini. Kelda: NAF Motor Síðan bilverksmiðj- urnar fóru at senda dieselbilar við partikulfiltrum á marknaðin, eru um- hvørviskrøvini til dieselmotorar herd munandi. Í 2005 skal útlátið frá diesel- motorunum minkast niður í eina helvt í Evropa BILMOTORAR Magnus Gunnarsson Peugeot vóru teir fyrstu, síðan komu Citroën við dieselmotorum við partik- ulfilturm. Nú eru Ford og Toyota eisini á veg á marknaðin við umhvørv- isvinsarligum og reinum dieselmotorum. Krøvini frá ES eru tey, at frá 2005 skal dálkingin av útlátinum frá dieselmotorunum minkast við eini helvt, av tí tað er í dag. Bilverksmiðjurnar verða tí noyddar at gera nakað við at fáa diesel- motorarnar at dálka minni, um tær ætla at selja bilarnar eftir 2005. Í teimum størru býunum í Evropa er dálk- ingin ein stórur trupulleiki. Ein kanning hjá Vägverket í Svøríki vísir, at dieselbilar við partikulfiltri hava minka um útlátið av skaði- ligum evnunum 100 ferðir. Teir nýggju bensinmotor- arnir við beinleiðis inn- spræning verða eisini rein- ari og meira umhvørvis- vinarligir. Mitsubishi vóru fyrstir við GDI-motorun- um, sum síðan eru útbygdir og betraðir munandi. Citroën Berlingo, ið fyrstu ferð kom á marknaðin í 1996, er nú komin í eini nógv broyttari útgávu. Fronturin er nýggjur, instrumentborðið er broytt, og bilurin hevur fingið meira trygdarútgerð BILAR Magnus Gunnarsson At síggja til er tað mest framman, at bilurin er broyttur, men innan er nógv nýtt eisini. Instrumentborð- ið er broytt og møguleiki til fleiri hyllar og skáp undir loftinum. Berlingo verður gjørdur í útgávunum Ad- vance og Multispace, sum so aftur fáast við meira út- gerð so sum aircondition og eini serligari innrættan av loftinum við skápum og ventilationsdysum, sum vit kenna tað frá flogførum. Berlingo er eisini blivin ein tryggari bilur við kraftigari airbagbjølgum, størri bremsuskivum og øðrum innbygdum trygdarskipan- um. Servostýringin er verður ávirkað av ferðini, soleiðis at bilurin er lættari at stýra við lægri ferð, og hon verð- ur tyngri og fastari, tá ferð- in veksur. Berlingo fæst við tveimum bensinmotorum við ávikavist 75 og 110 hk og tveimum dieselmotorum við 71 og 90 hk. Viðførisr- úmið er so stórt, at ein barnavognur passar inn uttan at skula leggjast sam- an. Tá baksetrini verða løgd fram, eru heilir 2800 litrar at ráða yvir í viðførisrúm- inum. Reinir diesel og bensinmotorar Kendur familjubilur í nýggjari og broyttari útgávu Tað krevur framkomna útgerð at máta partikulútlátið frá dieselmotorunum At síggja til sær Citroën Berlingo út sum ein heilt nýggjur bilur. Hesin bilurin sum Símun Waag, sølumaður hjá Ivan Johansen sýnir fram, er ein Multispace við 1,6 litur bensinmotori motori og 110 hk Mynd: Jens K. Vang Berlingo innan. Instrument- borðið er broytt við fleiri rúmum at leggja lutir frá sær á Mynd: Jens K. Vang C M Y K 17 16