Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið Tær bóndast í Mykinesi »Kødbyen« er á Vesterbro í Keypmannahavn. Men hann er eisini tað einasta, sum minnir um landbúnað í hesum býar- partinum mitt í stór- býnum. Sonja, 34 ár og sjúkra- hjálpari, býr á Vesterbro. Men tó ikki í letuni. Tí nú er hon húskallur í Myki- nesi. Saman við nekrum eðrum ungum denum ans- ar hon eftir garðinum hjá Búa Brattabergi, meðan hann er uttanlands. Vit hittu Sonju og Lene, sum er 28 ár og av oynni Mors i Limfjerðinum, mikudagin í síðstu viku. Sonja var tá júst komin, hevði verið hálvanannan dag í Mykinesi. Lene hin- vegin hevur verið har úti í fýra mánaðir og ætlar sær at vera til august, tá hon skal í starv sum tónlista- lærari í Eysturoynni. Sá lýsing í norskum blað Hendan mikudagin var eisini komin ein maður úr Árhus. Hann far farin út á Hólman, so hann hittu vit Og í hesi vikuni skuldi koma ein maður afturat, sum eisini var húskallur í Mykinesi seinasta summ- ar. Hvussu ber tað so til, at tær báðar eru endaðar á einari foroyskari útoyggj? Lene greiðir frá, at hon fyri tveimum árum sá eina lýsing hjá Búa í norska ritinum Jordvett. Hon klipti hana út og goymdi hana, tí tá lá ikki fyri hjá henni at fara til Feroya. Sonja gevur heimalambinum … Foto: Kalmar Men so í fjør fekk hon brúk fyri lýsingini. Hon setti seg í samband við Búa og fekk at vita, at hon var vælkomin. Sonja las um Búa í bókini »Færøerne« hjá Gerhard Korbo. Hon skrivaði til Búa. Og hann ringdi niður og bað hana bara koma. Foto: Kalmar Nógv at tríva i Tær báðar trívast væl í Mykinesi. Tær hava nógv at tríva í. Á garðinum eru ein kúgv og ein kvíga, níggju tarvkálvar og nakrir lítlir kálvar. Har eru eisini gæs, dunnur og hesn og eitt heimalamb. Tær skulu eisini hoyggja í summar og húsini krevja viðlíkahald. Lene var ikki heilt uttan royndir, tá hon kom til ... og Lene mjólkar kúnni. Mykines í vetur. Hon hevur m.a. arbeitt á Miljø- hejskolen í Vendsyssel. Tær fáa ikki løn fyri ar- beiðið á garðinum. Men tað leggja tær onki í. Talan er meira um ein livi- hátt enn um vanligt ar- beiði. Djórini, bygdin og náttúran eru meira verd enn pengar hetta summ- arið í Mykinesi. hd Nr. 66 16. juni 1987 Elida Pilot sleppur at halda fram — Eg vænti loyvið verð- ur longt, segði Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri, seinnapartin í gjár, tá vit spurdu, um loyvið hjá verksmiðjuskipinum Elida Pilot at taka móti svartkjafti í feroyskum sjógvi = verður longt. Loyvið hjá skipinum var galdandi til í dag. Men Kjartan Hoydal væntaði, Landsstýrið fór at longja loyvið. — Vit hava ikki fingið nakrar klagur um skipið og tað heldur tær reglur, sum fylgja við loyvinum. Reiðaríið hjá Elidu Pilot hevur sekt um loyvi at vera her alt árið. Í letuni liggur skipið úti fyri Vest- manna. hd UN ES vre ego