Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SAT UU TANN a A Nr. 66 — 16. juni 1987 AIDS í Foroyum: Veit nú um fimm smittað — Landslæknin hevur nú fráboðanir um fimm fólk í Føroyum, sum eru smittað við AIDS-virus. Onki teirra hevur tó fingið sjúkuna. Skúlarnir mugu vera við í bardaganum móti AIDS. Landslæknin veit nú um fimm fólk i Føroyum, sum eru smittað við AIDS- virus. Fleiri kunnu vera smitt- að, uttan at vita tað. Og læknarnir hava ikki fráboðanarskyldu um AIDS-smittað fólk. Hegni Debes Joensen, landslækni, ivast ikki í, steðan eigur at takast í fullum álvara. Hann hevur nakrar ferðir, fyrstu ferð seinasta heyst, vent sær til Landsskúlafyrisiting- ina við áheitan um sam- skipaða frálæru um AIDS í skúlunum. Og á einum fundi herfyri varð avgjert at seta ein arbeiðsbólk at gera uppskot um slíka frá- læru. Og hesin bólkur skal arbeiða skjótt. Frálæran skal helst byrja tíðliga í komandi skúlaári. Umframt landslæknan og fólk frá Lsf vóru fólk frá Heilsurektini og Læra- rafelagnum á fundi. Nú skal skúlastjórin avgera, um arbeiðsbólkurin skal set- ast. — Eg vóni, hetta málið verður greitt sum skjót- hesum so lands- I ødrum londum er skipað herferð móti AIDS langt síðani byrjað, eitt nú í Danmark, har lýsingar sum hendan eru í bloðunum. Høgni Debes Joensen sigur, at á fundinum um frálæru um AIDS í skúlunum í Foroyum varð millum annað tosað um at gera ein bókling til tey heilt ungu, tey 13- 14 ára gomlu. Hetta er ikki roynt í oðrum londum, tað hann veit um. ast, sigur Hegni Debes Joensen. Byrja í 7. flokki Sambært tí, sum varð við- gjert á fundinum herfyri, skal samskipað frálæra byrja í 7. flokki í fólka- skúlanum og síðani halda fram í teimum næstu flokkunum og hægri skúlunum, so sum stu dentaskúlanum og HF og vinnuskúlunum. Eisini skal skipast fyri skeiði fyri tey, sum skulu undirvísa í hesi nýggju lærugrein. AIDS er tó ikki ókent í skúlunum i Feroyum. Frálæra hevur verið. Men ætlanin er nú at samskipa hesa frálæru og fáa hana í fasta legu, so hon verður regluliga í ellum skúlum Hegni Debes Joensen sigur, at hann eisini hevur sent Jógvani Durhuus, landsstýrismanni, eitt bræv við nekrum upp- skotum um tiltek at brúka í bardaganum móti AIDS. hd Maðurin, sum var skipari á línuskipinum Ólavi Hvíta úr Getu tann 5. de- sember í fjør, fekk fríggja- dagin 3.000 kr. í bót. Ólavur Hvíti sigldi á land norðan fyri Skopun fríggjakveldið 5. desemb- er i fjør. Hann var á veg til fiskiskap. Tá skiparin stutt eftir óhappið gav sjófrágreið- ing í Sjórættinum, helt hann, ein serligur eginleiki hjá sjálvstýraranum var orsekin. Hesin eginleiki var tann, at tá stýripinn- urin ávirkaði sjálvstýr- aran, rættaði sjálvstýr- á“ vær“ af arin ikki skipið upp aftur á settu kósina. Skipið helt hinvegin fram á teirri kós, stýripinnurin beindi tað á. Skiparin helt, hann, uttan at varnast tað. mátti vera komin undir stýripinnin, tá teir sigldu vestur gjøgnum Skopun- arfjerð. Málið fekk onga viðgerð í rættinum fríggjadagin, tí skiparin hevði framman- undan boðað frá, hann ikki kom á rættarfundin. Tí varð demt sambært kravinum hjá ákæranum. hd F Kaim Olavur Hvíti noyddist á beding eftir óhappið norðan fyri Skopun. AT Hevur nú fingið Star navnið Star Finlandia. Hetta er navnið, frysti- farmaskipið Kiribati hjá Star Shipping skal hava í framtíðini. Navnabroyting verður gjørd, nú skipið er á Ør- skov Stálskibsværft í Frederikshavn til klassingar, skrivar danska blaðið Sefart. Skipið er sandblást, hevur fingið bógskrúvu og síðu- portur har afturi. Samstundis eru tey bæði síðuportrini á nið- asta millumdekki lokað. Hinvegin er ætlanin at útbyggja skipið við síðu- portri har frammi fyribils útsett. Ætlanin er at longja skipið 10 metrar við hesum síðuportrinum. Men Star Shipping ætlar fyrst at vita, hvussu Star Finlandia roynist, áðrenn endaliga avgerðin verður tikin. hd Kiribati fær nú navnið Star Finlandia. Tá skipið er lið- ugt, væntandi komandi vikuskifti, kemur tað til Foroya fyri fyrstu ferð.