Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Var Hitler nú betri enn hann hevur fingið orð fyri? hel eftir 10 árum. Tað tók hóast alt Hitler 12 ár týna 6 mill. gydingar«. Óli Breck- mann í gongugøtuni 6. juni og í Dag- blaðnum 9. juni. MILLUM manna hevur semja verið um, at nakað ræðuligari enn stýrið hjá Hitler kann als ikki hugsast. BERT eitt dømi um hetta er týningin av jødunum. Og hetta man vera fyrstu ferð í heimssøguni, at tað er gjørt til ein beinleiðis idna at beina fyri fólki. HESIN ídnaður skuldi vera so lítið »studningskrevjandi« sum gjørligt. Fólk vórðu avrættað sum eftir einum samlibandi. Fyri at bóta um raksturin varð skan av teimum brendu lik- unum nýtt til tød. Feittið av teimum varð nýtt til sápu, hárið varð klipt av kvinnunum og nýtt til madrassir, og gullið varð tikið úr munninum og sent ríkisbankanum. Nei, einki skuldi fara til spillis. Annar háttur at beta um raksturin var at selja kvinnur til stór- fyritøkuna IG Farben fyri 100 DM pr. stk. Tær skuldu nýtast til royndir at finna fram til nýtt sovievni. Eingin av teimum yvirlivdi. Seinni fekk hendan fyritøkan tingað seg fram til ein lægri prís, tí tær áður leveraðu kvinnurnar høvdu verið í alt ov vánaligum standi. EITT annað dømid um barbaríið undir nasismuni er fråsøgnin um konu kommandantin í Buchenwald. Hon var sera fitt í hondunum. Tá so fangar komu í leguna, sum vóru vakurt tatoveraðir, vórðu teir dripnir, húðin skrædlað av og garvað, og lise Kock gjørdi so lampuskermar og aðrar prýðislutir burtur úr hesum tatover- ingum! BØKUR eru fyltar við ørgrynni av dømum um hvussu ræðulig menniskju kunnu vera móti hverjum ødrum., tá vanvirðing av ødrum og upphevjan av sær sjálvum fær yvir- hond. NÚ vita vit, at nýnasistar royna at træta hesar ógerðir til lygn, men tað er satt at siga ringt at skilja hverja orsøk ein politikari í Føroyum kann hava fyri at bøta um umdømid hjá hesum ræðslustýri. NÚ hevur tað sjálvsagt onga meining at tosa um, hver av teimum báðum Hitler og Stalin, ið var betri ella verri, tá talan er um milliónir av dripnum. Men tað skal tó nevnast, at í hesum makabra og margháttliga roknistykki | er pyntað nógv uppá ógerðirnar hjá Hitler. Jødarnir vórðu ikki týndir eftir 12 árum, men eftir 4 árum, t.v.s. frá 1941-1945. Afturat hesum vóru í sama tíðarskeiði 20 mill. sovjetborg- arar týndir, og afturat hesum milliónir av øðrum. Hetta eru tøl, sum vit als ikki kunnu skilja, og tað var nú ikki við sínum góða vilja, at Hitler »bert« fekk týnt 6 mill. jødar. Ætlanin var „Stalin hungradi 10 mill. ukrainarar í sanniliga at fáa beint fyri øllum teimum 11 mill. jødunum í Europa, men hesum fingu teir sameindu steðgað. Teir fingu eisini steðgað »størslignum« ætlanum um at beina fyri russum og polakkum sum tj6dir, og ætlað dráp av tiggjutals milliónum av hesum félkasløgum. EIN kann nú spyrja seg sjálvan, hví nakar kann finna nakað formildandi við hesum óbótagerðum. Og hver orsøkin er til, at henda tyning av milli- ónum av mannalívum skal gerast minni ódámlig enn onnur týning av milliónum. RÆTTHUGSANDI fólk fordøma allan slíkan yvirgang og meta ikki ein yvir- gangskropp sum »fittari«, um hann so skuldi havt færri lív á samvitskuni enn ein annar. MEN hóast eingin munur var á Stalin og Hitler sum bølmenni, so var tó ein stórur munur millum hesar båd- ar. Og tað er kanska her vit finna frágreiðingina til hesa roynd at bera í bøtuflaka fyri Hitler. Rusland/ Sovjet hava ongantíð verið fólkaræði í okkara merking. Her kunnu vit siga, at einaræðisstýri hava avloyst onnur einaræðisstýri. Tí hevur Stalin ikki umboðað russiska fólkaviljan í síni framferð. Og høvdu vit bert Stalin, kundu vit sagt, at soleiðis gongur tað bert fyri seg í einum ódemokratisk- um landi. MEN hinvegin kom Hitler til valdið á demokratiskan hátt. Í fyrstu stjórnini hjá Hitler vóru nasistarnir enntá í minniluta. Teir høvdu bert 3 av 11 ráð- harrum. Hinir 8 vóru hampuligir borgarligir politikarar, sum í Føroyum uttan iva hevdu verið fólkafloks- menn. Mett varð, at við eini slíkari samanseting av stjórnini komu nasistarnir at vera púra vandaleysir, tí teir kundu jú altíð verða stemmaðir niður av »hampamonnunum« i stjórn- ini. Men bert fáar mánaðar aftaná átti Hitler alt valdið við samtykt frá teimum »penu« borgarligu og frísinn- aðu í stjórnini. Hvussu kundi hetta nú bera til? Hetta er ein longri sega, men í stuttum er hon tann, at fyri at bjarga Týsklandi undan kommunismuni, mátti Hitler fáa fríar teymar, og úrslitið kenna vit. Annars eru søgu- menn samdir um, at tosið um komm- unistiska hóttan var bert eitt páskot, sum einki hald hevði í veruleikanum. OG her koma vit aftur til dagin í dag. Og vit vita, at boðskapurin hjá rød- aranum i gongugøtuni er júst tann sami, sum varð nýttur sum páskot hjá teimum táverandi »hampa« borg- arligu flokkunum at geva Hitler tað vald hann ynskti. Og hesir fingu tí ta størstu ábyrgdina fyri eitt barbari, sum ikki hevur verið verri í søguni. Ti høvdu hesir ongantíð givið Hitler lítlafingur, hevði hann heldur íkki kunnað farið við allari hondini. Tí nasistarnir fingu jú ongantíð meiri- luta til nakað frítt val. HAVANDI alt hetta í huga skilja vit fyri so vítt royndina hjá rødaranum í gongugøtuni at kåva útyvir og at pynta um ógerðirnar hjá Hitler. Men vit vilja siga, at tann flokkur, sum hýsir slíkum sjónarmiðum, hevur so ikki lært rættiliga nógv av søguni. Til verju fyri Týsknationala fólkaflokkin og Sentrumflokkin í 1933 skal hóast alt sigast, at høvdu teir framman- undan kent avleiðingarnar av sínum eftirlæti høvdu teir helst hugsað seg um eina ferð enn. á Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Henda spurningin má ein seta til teir almennu fjøl- miðlar, sum vit hava. Her verður hugsað um Útvarp Feroya og um Sjónvarp Føroya. Eg fari at draga nekur demi fram, sum vísa, hvussu hesir stovnar umsita hesar almennu fyritøkur. Tær verða umsitnar sum um teir, sum har eru, eiga fyri- tøkuna sjálvir, og tå soleiðis er, tá er álvars- ligur vandi á ferð, vandi er fyri einari heilastýring, sum kann og vil blíva til álvarsligan skaða fyri so- kallaða demokratiskt stýrda samfelag okkara. Týsdagin 26.5.1987 hevði sjónvarpið ítróttar- sendingar — sokallaður føroyskur ítróttur. Hetta vóru sendingar, sum umreddu teir 1. deildar- dystir, ið spældir vórðu sunnudagin tann 24.5.1987. Dystirnir vóru úr Tórshavn, úr Klaksvík og úr Leirvík, og so kom útvarpsmaðurin við einari viðmerking: >Tað varð eisini spældur ein dystur í Vági, men teir fáa vit at síggja seinni í summar<É. Hetta má sigast at vera greið tala. Tað liggur ikki fyri hjá sjónvarpsmonnunum at koma til Suðuroyar, so vit mugu steðga fyri at fáa meguleikan at síggja VB. Tað lá ikki fyri at fara til Vágs, men tað lá væl fyri at fara til Keypmanna- havnar til Feroyar í Fokus og so senda sendingarnar heim við flúgvara. Tá vóru eingi smøl stød, men sjálv- andi, tad er meira åhuga- vert at koma til Keyp- mannahavnar, enn at fara til ein fótbóltsdyst í Vági. Hetta sigur okkum klárt og týðuliga, at vit ikki kunnu rokna við, at fót- bóltsdystir, spældir í Suðuroy, teir verða ikki sendir í Sjónvarp Feroya. Nr. 66 — 16. juni 1987 Utgevari: P/f Sosialurin Åbyrgdarbladstjåri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Deht Blaðfólk: Høgni Djurhuus So vita vit tað. Hetta kundi av illum verðið góðkent, um send- ingarnar vóru beinleiðis, men tað eru tær ikki. Er tað so, at sjónvarpsfólkið ikki er ført fyri at sigla um Suduroyarfjørd, so mugu sendingarnar takast upp av lokalum. Tær higartil gjørdu sendingar, sum sjónvarpið hevur sent frå hendingum úr Suðuroy, hava ikki verið serliga væleydnaðar hver so orsekin man vera. Tað fari eg at venda aftur til eina aðru ferð. Fyri nakað síðani gjørdi sjónvarpið nógv burtur úr einari sending, sum umreddi, at nú vóru 60 ár síðani, at Lindberg fyrstu ferð fleyg um Atlants- havið. Sendingin var frá móttekuni í París. At hesin sami Lindberg á ferð síni millumlendi í Feroyum á Trongisvágs- fjørdi, tað hevði sjálvandi ikki áhuga, og so nú sein- asta sunnudag var ein sending um ein sang hjá Hargaskaldinum Poul F. og segði sjónvarpsfólkið frá: vit seta myndir til. Tað var torfert at síggja, at Poul F. var feddur í Sumba og búði í Froðba. Hetta var so sjónvarp Feroya. Men hin stovnurin, kall- aður Útvarp Feroya, er ikki stórt frægari. Teir royna í sínum lagi at fylgja sjónvarpinum. Meðan verkfallið var uppá tað harðasta, høvdu teir samreðu við formann Fylkingar, sum er stersta felagið innan fyri Feroya Arbeiðarafelag, sami for- maður Fylkingar er býráðsformaður eisini og sum slíkur er hann stersti arbeiðsgevari á Tveroyri. Dagin aftaná samreðuna í útvarpinum hevði stjórnin í Fylking fund, tí teir kundu ikki góðtaka nakað av tí sum sagt varð í Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: samreðuni. Ringt bleiv til útvarpið og biðið varð um at fáa eina rættleiðing, sum segði frá, at stjórnin ikki stóð aftanfyri tað, sum varð sagt í nevndu samreðu við formannin. Svarið var, at teir í ut- varpinum ikki vóru hug- aðir at blanda seg í internt stríð á Tveroyri. Og sostatt fekst eingin rættleiðing. Og so tann 1.6.1987 verður boðað frá, at nú kom útvarpið við einari nýggjari sendireð, sum skuldi vera fyri vitjandi, og hon vildi blíva send á donskum og enskum. Sendingin skuldi vera tíðindi og veðurtíðindi fyri einstøk pláss úr ellum Feroyum. Eg legði oyra til. Jú, so sanniliga nógv pláss og ferðingarsteð vórðu um- redd, men ikki komu teir longur suður enn til Sand- oy. So vóru veðurtíðindini uppi. Álvaratos, hvat hugsa tit ella rættari sagt, hugsa tit í heila tikið. Sjálvt í einari sending, sum umreður veðurtíðindi fyri fremmanda fólk, fyri vitjandi, so verður Suður- oy ikki tikin upp á tung- una. Men tá ið gjaldast skal, tá verða vit ikki gloymd, men um hetta ikki fær eina vend, so eigur álvarsliga at verða umhugsað, um ikki tíðin er inni at gera lokalt út- varp og lokalt sjónvarp. Spurningurin um útvarps- og sjónvarpsmonopolið eigur at verða álvarsliga tikin til eftirtektar. Sverri Midjord.