Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

BE ur ITRØJTTA Nr. 66 * týsdagur 16. juni 1987 Ársins ítróttarferð 1987: 256 førovingar til Guernsey 9. september fara 256 føroyingar við flogfari til Guernsey. Millum teirra reiðuliga helvtin ferðafólk og áskoðarar. Nøkur pláss eru eftir enn, men nú ræður um skjótast gjørligt at seta seg í samband við ÍSF, um ein ætlar sær við Ein stór ítróttarstevna verður á Guernsey í deg- unum 11. til 16. september i år, sonevndu Oyggjaleik- irnir. Millum tær 18 lut- takandi oyggjarnar verða eisini Feroyar, sum verða umboðaðar av umleið 100 ítróttafólkum og leiðarum. Men harafturat fara so eisini nógvir áskoðarar og ferðafólk annars við til Guernsey. ÍSF hevur leigað tvey flogfer. sum fara úr Fer- oyum tann 9. september beinleiðis til Guernsey, og heimaftur 16. og 17. sept. Hesi flogferini taka til- samans 256 ferðafólk og um áhugin er fyri tí, er ætlanin at fylla bæði flog- ferini. Guernsey Men hvat er Guernsey? Guernsey er ein lítil oyggj í Ermasundi eysturi móti fronsku strondini, á sama breiddarstigi sum Paris. Oyggin hevur ávíst sjálvstýri, men hoyrir annars til Bretska sam- veldið. Guernsey er 65 km? til steddar, ella á leið eins stór og Sandoyggin og har búgva eini 55.000 fólk. Hevuðsstaðurin á Guernsey eitur St. Peters- port, og føroyska ferða- lagið kemur at búgva í St. Martins, sum liggur eitt sindur inni í landinum, men tó bert 10 min. við bussi frá St. Petersport Tað verða hesa vikuna føroyingarnir vitja á Guernsey, meguleikar at gera fleiri útferðir á Guernsey og til oyggjarnar nærhendis ella inn á franska meginlandið. Beint við síðuna av Guernsey liggja oyggjar sum Jersey, Sark, Herms og Alderney, sum eins og Guernsey eru sera spenn- andi oyggjar at vitja, m.a. ti at ein vanliga ikki kemur tílík stød, tå ein fer út at ferðast. Eisini kann nevnast, at á eini av hesum oyggj- unum er ikki loyvt at nýta bilar ella onnur motor- akfer, men ein kann bert ferðast til fóts ella við hesi. Guernsey hevur havt nógvan landbúnað við vakstrarhúsum, men nú er oyggin mest kend sum miðdepil fyri tryggingar- felogum úr ollum londum í Europa. Tilmelding Sum nevnt fara føroysk ítróttafólk at luttaka í fleiri = ítróttakappingum har í september, og um ein hevur áhuga fyri at fylgja við í ítróttakappingunum hjá feroyingum har, ella um ein bert vil síggja oyggjarnar sum ferðafólk, so ber til at siga frá nú. Sigast skal frá til ÍSF á tlf. 12606, og um ein skal verða vísur í at fáa ferða- seðil, so ræður um at bera skjótt at. Longu nú hevur áhugin víst seg at vera sera stórur, og nógv ferða- fólk hava longu teknað seg. ÍSF veit ikki enn rætti- liga, hver prísurin verður, men roknað verður við, at hann fer at liggja upp ímóti 6.000 kr. Hvert setur í flog- farinum kostar einar 3.500 kr. aftur og fram og har afturat kemur so uppihald á hotelli í Guernsey. ÍSF fær ein av fyrstu døgunum at vita prísin á teimum ymisku hotel- rúmunum og tá verður so bræv sent teimum, sum hava teknað seg til ferðina, og tey fáa so hevi at velja hotelrúm út frá teimum uppgivnu prísunum. Roknað verður við einum prísi upp á 20 ensk pund pr. dag fyri hotelliø, íroknað morgunmat og degurða, og tá skuldu tær 6.000 kr., sum ÍSF hevur uppgivið sum bruttoprís fyri ferðina, verið í hægra lagi, so ÍSF kann helst lækka prísin nakað. Men tað fáa tey, ið tekna seg til ferðina, at vita um í brævi frá ÍSF. Viðmerkjast kann eisini, at talan er um góð hotelrúm á høgum stødi. isle of Man 1985 Ein tílík ítróttaferð var eisini gjørd i 1985 til Isle of Man, har 128 føroy- ingar vóru við, harav umleið 60 ítróttafólk. i85 “f5,, SEPT RES TRAGOL 48 GRANDE af DE BATZ Hetta var ein sera væl- eydnað ferð, sum bæði ítróttafólk og ferðafólk hava latið væl at. Steðið á hotelrúmunum har var ikki á so hegum stigi, sum vit eru von við, men á Guernsey er heilt eðrvísi. Har eru hotelrúm -ini eins góð og vit eru von við. ÍSF vónar at hendan vt (45) å ø - Á På. DORSET - Á > A Paros: anna! rt ferðin til Guernsey verður eins væleydnað og tann til Ísle of Man, men mint skal verða á, at um ein ætlar sær við, so skal ein skjótast gjørligt seta seg í samband við ISF á tlf. 12606 og boða frá. HB-Streymur, 3. deild, 2-1 (0-1): HB framvegis å odda Oddaliðið HB hevði sunnudagin vitjan av Streymi. Fyrri hálvleikur var javnur, við lítlari yvirvág til HB. Tó varð tað Streymur, ið fyrst fekk mál. Hetta málið varð heil- fluktað av Beinir David- sen. Hetta var einasta mál, ið kom í fyrra hálv- leiki, hóast aðrir megu- leikar eisini kundu givið mál. Seinni hálvleikur byrjaði við eini týðuligari yvirvág til HB, og áttu teir mest sum allan seinna hálvleik. Hann var umleið 15 min. gamal, tá ið HB fekk javnað út til 1- 1. Einans fýra minuttir seinni fekk HB aftur mál, og vunnu sostatt dystin við tveimum málum móti einum.