Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= - 3 4 ti Nr. 66 — 16. juni 1987 MBF-fundurin á Strondum: Personlig stødutakan | fosturvatnsroyndir — ein frågreiding frå Onnu Schwartson Meginfelag teirra brekadu i Føroyum (MBF) helt ein stak væl eydnaðan fund i bygdarhúsinum á Strondum sunnudagin við yvirskriftini: >Rætturin til líviða. Sosialurin fer at greiða frá hesum fundi í næsta blaði. Imillum tey nógvu áhuga- verdu innleggini á fundinum var persón- lig frágreiðing frá Onnu Schwartson um hennara egnu royndir av fosturvatns- kanningum. Evnið, sum eg skal tosa um, er steðutakan til fost- urvatnsroyndir. Fyrst vil eg greiða frá hvussu vit komu í ta steðu, at skula taka av- gerð um fosturvatns- roynd, og síðan vil eg koma inn á hver okkara hugsan er um hetta mál. Tað byrjaði við fyrsta barni okkara — Osbjern — sum varð feddur 28. desember. Alt vísti seg at vita væl við teir fyrstu 8 mánaðirnar. Í august mánað 1979 legdu vit til merkis, at hann til tíðir fekk herðindi, har eyguni á honum hugdu uppeftir og hann var fráverandi. Tá hann so eisini fekk kramp- ar, ringdu vit til Odmar Færø, sum tá arbeiddi í Danmark, og hann fekk Osbjørn innlagdan á Fuglebakken Bernehospi- tal. Alt bendi á at talan var um epilepsi, og hann varð eisini viðgjerdur við Frá fundinum á Strondum heilivági, ið brúktur verður fyri epilepsi. Tað vísti seg tó rættiliga skjótt, at krampaherðind- ini hjá honum vóru ring at basa. Í november mánað — og aftaná nógvar kanningar vóru gjerdar — varð greitt at talan var ikki um epilepsi, men um eina nervasjúku. Serlæknar innan barna- og nerva- sjúkur frá Ríkishospital- inum kannaðu Osbjern og teir komu fram til at talan var um ein sokallaðan leukodystrofi, ið merkir at tann hvíti heilavevnaðurin svinnur burtur. Fyrst í januar mánað varð ein heilaroynd tikin av Osbjern — ein sokall- aður cortex-biopsiur — ið staðfesti at sjúkan var komin langt áleiðis, og 3 vikur seinni — tann 31. januar 1980 — doyði Os- bjørn 13 mánaðar gamal. Meðan Osbjarn var sjúkur tosaðu vit við ymsar serlæknar um sjúk- una hjá honum, og har vóru onkrir millum aðrar frá Arvebiologisk Institut á Tagensvej — ið meintu at sjúkan var arvi- lig, og at tað var 25% meguleiki at seinni bern fingu somu sjúku. Eg gjerdist aftur við barn, men orsakað av at eg byrjaði at bleða var eg ofta innlegd á Hvidovre Hospital. Har varð til- boðið um fosturvatns- royndir fleiri ferðir tikið upp á tal av ymiskum læknum, og sagt var at tað var meguligt at ávísa sjúkuna í fosturvatninum, sum Osbjern hevði havt. Vit segdu at vit vóru ikki áhugað fyri at taka eina fosturvatnsroynd. Men maður min og eg tosaðu síðan saman um hesi viðurskifti, og komu til ta steðu, at eg skuldi taka eina fosturvatnsroynd, sum kundi verða brúkt til læknaliga gransking, men at vit onki vildu hava at vita um royndina. Hesa avgerð — sum kanska ljóðar legin í oyrunum á summum — tóku vit tí vit hevdu sæð hvussu nógv orka var legd í at finna útav sjúkuni hjá Osbjern, og at vit allastaðni høvdu mett stórari vælvild. Fosturvatnsroyndin varð tikin á Ríkishospitalinum, og aftaná tosaðu vit við barnalæknan Brandt, sum hevði kannað Osbjern meðan hann var innlagdur á Fuglebakken. Brandt segði at hann persónliga Partur av nevndini í MBF, sum skipaði fyri tí væl- eydnaða fundinum í bygdarhúsinum á Strond- um ikki var vísur í um sjúkan var arvilig, ella hon var orsakað av eini virus. Hesin graviditeturin endaði við einum spontan- um aborti fyrst í 6. mánað. Vit hava síðan fingið tvær gentur, báðar eru feddar á Ríkishospitalin- um, og báðu ferð varð til- boðið um fosturvatns- roynd tikið upp á tal, men vit segdu nei báðu ferð. Eg vil nú greiða frá, hví vit ikki vóru áhugað fyri at taka fosturvatnsroynd, hóast vit vistu at sjúkan, ið Osbjern hevði, kanska var arvalig. Í hesum sambandi vil eg loyva mær at endurgeva eina yrking úr yrkinga- savninum LIV hjá Stein- bjørn B. Jacobsen: Heldur vil eg missa teg enn ongantíð mett tær. Hóast Osbjørn bert livdi í 13 mánaðar, var lív hansara ein menniskja- lagna. Hann hevði og kem- ur at hava týdning fyri lív okkara, og eisini fyri lívið hjá eðrum. Vit hevdu hann heima hjá okkum í 8 mánaðar, og tað vóru 8 mánaðar, vit ikki vildu verið fyri uttan. Teir 5 mánaðarnar hann var sjúkur, og har vit sóu hann versna dag frá degi, vildu vit fegin verið fyriuttan, men tað er nú einaferð so, at gleðir og sorgir fylgjast ofta at, og henda tíð var eisini ein lærutíð fyri okkum. Tann avgerð, sum vit tóku til fosturvatns- royndir, var okkara egna avgerð, og ikki tann hjá læknum, politikarum ella eðrum. Ein slík avgerð er eisini sera persónlig, og av slíkum slag, at ein ikki kann blanda seg uppí av- gerðina hjá eðrum, og tí er okkara steða sum longu sagt okkara persónliga uppfatan. Tað eru í dag fleiri arva- ligar ella viðfeddar sjúkur, sum kunnu ávísast í fosturvatninum. Um tað vísir seg við eini fostur- vatnsroynd, at fostrið hevur eitt brek, er einasta alternativ í dag ein abort- ur. Júst tað at hetta er einasta alternativ hevur ført við sær at kvinnur — og per — standa yvir fyri tveimum torførum av- gerðum: Ein er um Richard og Anna Schwart- son við elstu dóttrini Noomi. kvinnan í heila tikið skal taka eina fosturvatns- roynd, og hin er um hon skal velja abort, um talan er um fosturbrek. Tað eru nógvir spurn- ingar, sum kunnu dragast fram í hesum sambandi: Er tað ikki so at tað kann hava gleði við sær at passa eitt sjúkt ella brekað barn? Er tað ikki so, at í slík- um viðurskiftum verða eygu tíni latin upp fyri virðum, sum tú annars ikki hevði sæð? Lat meg loyva mær at enda við at siga, at maður mín og eg trúgva fult og fast, at onki her í tilveruni er av tilvild, men at alt hevur eitt endamál. Við hesum verið ikki sagt, at vit kunnu geva frágreið- ingar um alt sum er hent okkum, ella rundan um okkum. Men vit trúgva upp á tann Gud, sum Bíblian tosar um, sum hevur skapt alt, og sum gevur lív og tekur lív, sum tað stendur í Jobs bók. Vit trúgva at tað var eftir Hansara vilja, at vit hevdu Osbjern so stutta tíð hjá okkum, og at tá ið Osbjern hevði tænt ti endamáli, sum bert Gud í vísdómi sínum kennir, lík- aði tað Gudi at taka Osbjern heim til sín.